EPISODE · May 28, 2016 · 12 MIN
Flýgur heimsins fólkaríkasta ferðamannaflogfar
from Surk · host Kringvarp Føroya
- Flogfarið sum vit brúka á rutuni Dubai-Keypmannahavn er heimsins fólkaríkasta flogfar, við 615 ferðafólkum, 26 flogternum og tveimum pilotum, sigur Petur. Petur er 49 ára gamal og tók flogskiparaprógv, tá hann var 25. Í tvey ár hevur hann flogið A380 fyri flogfelagið Emirates í Dubai. Seinasta árið sum skipari. Petur fær fýra strípur og gerst skipari (mynd: Petur Hammer) Hava fleiri sløg av A380 - Vit hava trý ymisk modell av Airbus 380 hjá Emirates, sigur Petur. Tað, sum verður brúkt til at flúgva til Keypmannahavnar, hevur tveir klassar, men hini hava tríggjar. Tað flottasta, um ein so kann siga, hevur 14 fyrstaklassa suitur, 76 á Business Class og 400 ferðafólk á dekkinum. A380 er 80 metur breiður, 72 metrar langur og vigar 575 tons 52 flogternur og 4 flogskiparar á teimum longri rutunum Á rutunum, ið eru undir 12 tímar, eru tey 28 starvsfólk við. Á teimum longri rutunum er dupult manning. Sovi- og hvílisalur er aftast í flogfarinum, og pilotarnir hava egna kabinu, har tað ber til at arbeiða og hvíla seg. 11 metrar upp til stýrhúsið - Tað krevur stóra konsentratión at koyra á breytini, tí flogfarið er 80 metrar breitt, men so skjótt tað er komið á flog, er tað ein dreymur at flúgva, sigur Petur. 11 metrar eru frá stýrhúsinum niður til breytina, ið skal vera 60 metrar breið, og tá ið 575 tons tunga flogfarið setur seg, koyrir tað vanliga 2,3 kilometrar á breytini, aðrenn tað steðgar. - A380 hevur fýra motorar, ið hava eina kraft á 35 tons hvør, so flogfarið hevur nokk av power, og tað er øgiliga gott hjá einum piloti at hava, sigur Petur. Hygg teg um inni í stýrhúsinum - trýst HER Fleyg fleiri sløg av airbus aðrenn hann slapp at flúgva A380arin Petur Hammer arbeiddi tey fyrstu árini hjá SAS, men fíggjarkreppan í Evropa bar í sær, at hann hugdi aðrar leiðir. Hann søkti um at gerast flogskipari hjá Emirates við vón um at sleppa at flúgva A380. Fyrstu árini fleyg hann Airbus 330 og A340, men fyri tveimum árum síðan byrjaði hann sum flogskipari á A380 og varð skipari í fjør. Hygg hvussu tað sær út inni í einum Airbus 380 Ein fragd at flúgva heimsins størsta ferðamannaflogfar - A380 hevur eitt tað friðarligasta stýrihúsið, eg veit um, og flogfarið er ein fragd at flúgva, sigur Petur Hammer. Umframt Petur Hammer, flýgur havnamaðurin, Høgni Kalsberg, eisini A380 hjá Emirates. Hoyr samrøðuna við Petur Hammer.
What this episode covers

NOW PLAYING
Flýgur heimsins fólkaríkasta ferðamannaflogfar
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.