25 minuttir

PODCAST · news

25 minuttir

25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, [email protected]: Tróndur Vatnhamar, [email protected]ørur: Kári Sólstein, [email protected]

  1. 50
  2. 49

    25 minuttir: Håkan Ericson

    - samrøða við Håkan Ericson

  3. 48

    25 minuttir: Tim Birkhead

    Hvussu er at vera fuglur? Hava fuglar kenslur? Og hvat kunnu vit læra um menniskjað við at granska fugl? Júst tað hevur víðagitni fuglafrøðingurin og professarin, Tim Birkhead, granskað. Hann hevur millum annað kannað og skrivað bøkur um, hvussu tað er at vera fuglur - hvussu fuglur sansar heimin. Millum annað vísir hann á, at fuglur á mangan hátt líkis okkum menniskjum - eins og menniskju er fuglur ein sosial vera og hevur eisini kenslur.

  4. 47

    25 minuttir: Sissal Kj. Kristiansen

    At sleppa at vera júst tann tú ert, tykist ofta at vera trupult í Føroyum, tí vit kenna øll hvønn annan og fortíðina hjá hvørjum øðrum. Tí er gott at sleppa burtur av og á, fyri at finna inn aftur til tín egna persón. Tað heldur Sissal Kjartansdóttir Kristiansen í øllum førum. Hon ferðast javnan einsamøll til fjarskotin lond fyri at læra og fáa íblástur

  5. 46

    25 minuttir: Terji Rasmussen

    Terji Rasmussen er útbúgvin námsfrøðingur, men serliga kenna vit hann frá føroyska tónleikaheiminum. Hann er uppvaksin í Havn, men flutti í 2002 til Nólsoyar, har hann í 2015 lat upp spælistaðið Maggies saman við konu síni í kjallaranum á sethúsum teirra í Nólsoy. Síðan staðið lat upp, hava óteljandi konsertir verið í Maggies, og Terji hevur tikið upp konsertirnar bæði sum ljóð og mynd, og fyri hetta skajalfestingararbeiði, umframt spælistaðið Maggies, fekk hann FMA virðislønina fyri Ársins átak.

  6. 45

    25 minuttir: Jasmin Mote

    Jasmin Mote er fødd í 1998. Hon er uppvaksin í Vestmanna, men flutti sum 13 ára gomul til Havnar við familju síni. Í Havn byrjaði hon at syngja og spæla tónleik. Tónleikurin gjørdist ein áhugi, hon síðan hevur fylgt og ment seg í. Tónleikurin fyllir nú so at siga alt í hennara lívi og tilviti, og í ár fekk hon FMA virðislønina fyri Ársins kvinnuliga sangara.

  7. 44

    25 minuttir: Andrias Høgenni

    Andrias Høgenni hevur gjørt film, síðani hann var 16 ár. Sum 30 ára gamal í dag telist hann millum mest virknu og vælumtóktu filmsleikstjórunum vit hava í Føroyum. Andrias hevur vunnið filmsvirðislønina "Geytin" ikki færri enn tríggjar ferðir, seinastu ferð í ár við filminum "Ikki illa meint", og so hevur hann eisini móttikið "Viriðsløn til ungt listarfólk" frá mentamálaráðnum í 2015. Hóast hann býr í Odense, har hann júst hevur tikið endaligt prógv frá filmsskúlanum "Super 16", so vendur hann støðugt heim aftur til klettarnar at siga frá teimum mongu skeivu, døkku og stuttligu søgunum, sum vit hava her heima. Næsta verkæltanin hansara er fyrsti spælifilmurin.

  8. 43

    25 minuttir: Julie Sass

    Danska myndlistakvinnan, Julie Sass er útbúgvin úr New York og Keypmannahavn. Í hesum døgum hevur hon fyrstu solomyndlistaframsýning sína í Steinprenti við heitinum, Black Fog Rising. Framsýningin er sett saman av heliografium, tekningum, málningum, steinprentum, stórum seymaðum verki og ljósinstallatión. Hóast hetta er fyrsta soloframsýning hennara, er samstarvið við grafiska verkstaðin, Steinprent ikki nýtt. Samstarvið byrjaði nevniliga í 2013 við stóru verkætlanini, Grafisk Sambond, ið varpaði ljós á grafiska nýskapan. Síðan hevur Julie arbeitt fleiri ferðir í Steinprenti, og hevur m.a skapað tvær listabøkur á verkstaðnum, Volume Rythm Matter dialogues frá 2017 og Lemon Mood frá 2018, ið báðar eru umboðaðar í savninum hjá Metropolitan Museum of Art. Í samband við framsýningina, lat Julie triðu listabókina úr hondum við heitinum, Black Fog Rising.

  9. 42

    25 minuttir: Katarina Nolsøe

    Katarina Nolsøe er útbúgvin sjónleikari. Hon er gift við Hans Torgarð, og saman eiga tey tvey børn. Tóálv, ið er 18 ára gamal og Mariu, sum er 22. Í 2006 fekk Katarina álvarsamt tunglyndi, sum hevði við sær, at hon fleiri ferðir hevur verið innløgd á psykiatriska deplinum. Men nú hevur Katarina tað nógv betri, og við leikinum, sum verður sýndur á Tjóðpalli Føroya í hesum døgum, Leitanin eftir at vera, greiður Katarina frá stríðnum hon hevur haft við tungdlyndinum, og um sína ferð gjøgnum ótta og angist.

  10. 41

    25 minuttir: Knút Háberg Eysturstein

    Knút Háberg Eysturstein f.1980 er cand.mag í tónleikafrøði og tónleiki. Knút hevur skrivað um tónleik, eins og hann hevur undirvíst í tónleiki. Hann hevur givið tónleik út í egnum navni, og hevur eisini spælt ein stóran leiklut í nógvum tónleikaútgávum og spælt í fleiri tónleikabólkum. Serritgerðin hjá Knúti snúði seg um tónaskaldi, yrkjaran, mentanmannin og bohemelegenduna og próstasonin, Regin Dahl, sum var borin í heim fyri hundrað árum síðan, hin 5. november 1918. Nú hevur Knút skrivað stórverk um Dahl. 21. mars 2019 varð bókin um Regin Dahl, sum telur 500 síður, givin út á Sprotanum. Bókin hevur heitið, Heimurin, ið hvarv – útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin.

  11. 40

    25 minuttir: Linda Mortansdóttir

    Kring allan heim hevur útvarpsdokumentarurin sum genra brotið sær veg inn i playlistarnar hjá lurtandi fólkinum. Men hvat kann ein útvarpsdokumentarur og hvat er tað, sum fangar? Hesir eru millum spurningarnar Linda Mortansdóttir fær í 25 minuttum hesaferð.

  12. 39
  13. 38

    25 minuttir: Julia í Kálvalíð

    Julia í Kálvalíð er útbúgvin í miðlasamskifti við lærda háskúlan í Tallin í Estlandi. Hon hevur seinastu mongu árini starvast sum framleiðsluassistentur fyri m.o. Heiðrik á Heygum og Andrias Høgenni, men eisini hevur hon leikstjórnað tríggjar stuttfilmar, John, (2013), Boys (2015) og nú Omman, sum var frumsýndur á Geytanum í ár. Fyri stuttfilmin fekk hon áskoðaravirðislønina á Geytanum.

  14. 37

    25 minuttir: Oddfríður Marni Rasmussen

    Oddfríður Marni Rasmussen (1969) er lærari, ritstjóri og útbúgvin høvundi av Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Hann debuteraði í 1994 við yrkingasavninum, Aldur hugans. Síðan fyrsta yrkingasavnið eru 16 verk løgd avtrat rúgvuni, sum umfata yrkingasøvn, stuttsøgur og barnabók. Týðingar hevur hann eisini latið mangar úr hondum, sum eru at finna í tíðarritinum, Vencil, sum hann ritstjórnar saman við Arbirni Ólavsson Dalsgaard. Síðsta verk hansara er skaldsøga, sum hann vann kappingina, bókhandlarafelagið og forlagið Sprotin skipaðu fyri. Vinnarin varð avdúkaður á bókadøgum 24. november 2018.

  15. 36
  16. 35

    25 minuttir: Jógvan Isaksen

    Jógvan Isaksen (1949) er bókmentafrøðingur og starvast sum lærari við lærda háskúlan í Keypmannahavn í føroyskum bókmentum og málfrøði. Flestu okkara kenna hann tó helst sum krimihøvund, og hann hevur ikki skrivað færri enn 17 brotsskaldsøgur - herav eru tríggjar til børn. Eisini hevur hann skrivað bókmentafrøðilig verk, og hálvtrýssinstjúgunda verk hansara hevur júst sæð dagsins ljós, Ars Moriendi - kynstrið at doyggja. Eitt verk um yrkingasavnið, Gudahøvd eftir Jóanes Nielsen frá 2017.

  17. 34

    25 minuttir: Astrid Andreasen

    Fjøllistakvinnan, Astrid Andreasen, varð fødd í Vestmanna í 1948. Húskið var serstakliga skapanarhugað og gávað, og eftirnølarin Astrid valdi at útbúgva seg innan handarbeiði sum ung. Síðan hava skeið, útbúgvingar við mongum meira lagt seg afturat hennara lívsrensli, og fyri fjølbroytta og týdningarmikla virkið sítt og týdning fyri føroyska mentan, varð hon heiðrað við Heiðursgávu Landsins, á móttøku í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 23. januar 2019.

  18. 33

    25 minuttir: Búi Rouch

    Búi Rouch hevur drúgvar royndir innan samtíðardans, koregrafi og sjónleik. Hetta heldur hann vera ein styrki, tí hesar listagreinarnar hanga nógv saman. - Dansur kann vera søguforteljing, men eg havi mest arbeitt við at lýst evnir ella fyribrgidir, sigur Búi Rocuh. Innan dans hevur hann serliga viðgjørt evni sum seksualitet, ognartøka, patriarki og digitalar miðlar. Búi Rouch býr í München í Týsklandi, har hann starvast og undirvísir á einum dansi-akademi. Men hann ætlar sær at flyta heim til Føroyar, har hann hevur fleiri verkætlanir fyri framman. Búi Rouch hevur í ár fingið Virðislønina til ungt listafólk og tær 50.000 krónurnar, sum fylgja við. Virðislønin til Ungt listafólk varð latin Búa Rouch fyri sansaligu rørslurnar og evnini at føra okkum gjøgnum dansin.

  19. 32

    25 minuttir: Høgni Rasmussen

    Hann hevur drúgvar royndir innan marknaðarførlsu, sum hann hevur arbeitt við í 32 ár. Fyri trimum árum síðani upplivdi hann størstu lívskreppu sína, tá hann var blakaður úr fyritøkuni, hann sjálvur var við til at stovna. Útblakingin gjørdi, at Høgni – bókstaviliga – fór at ganga aðrar leiðir. Hann fór ein Caminotúr, har hann skrivaði dagbók – og fyri stuttum gav hann so bókina ”Mín caminodagbók” út.

  20. 31

    25 minuttir: Steintór Rasmussen

    Høvundin, tónleikarin, lærarin, festivalfyriskiparin við mongum meira, Steintór Rasmussen liggur ikki á latu síðuni. Seinastu trý árini hevur hann m.a latið úr hondum tríggjar brotsskaldsøgur, har bindiklubburin úr fiktiva føroyska býnum, Norðvík, er snúningsdepilin. Umframt høvundavirksemi er Steintór virkin í daglia starvi sínum sum undirvísari, harumframt hevur hann familju, skipar fyri festivali og spælir tónleik. Hvussu fær hann stundir til alt hetta virksemi? Hvussu leggur hann virksemi sítt til rættis? Og er ein nýggj krimi ávegis?

  21. 30

    25 minuttir: Michael Hardinger

    Michael Hardinger man hava skrivað nøkur av best umtóktu donsku poppløgunum yvirhøvur. Hann var ein av høvuðsmonnunmum í bólkinum Shu-bi-dua, sum var virkin frá 1973 til 2011. Hesi árini gav bólkurin út átjan LP-plátur og fløgur. Ikki færri enn seks milliónur eintøk eru seld av hesum útgávum. Tað er met í plátusølu í Danmark. Nógvir av sangunum við sínum hugfangandi løgum og rámandi donsku tekstum eru tí vorðnir fólkaogn. Nevnast kunnu "Hvalborg", "Den røde tråd", "Vuffeli-vov", "Danmark", "Sexchikane" o.a. Michael Hardinger var lagsmiðurin í Shu-bia-dua. Í summar framførdi hann á Voxbotn í Havn. Tá hitti Suni Merkistein hann í 25 minuttir.

  22. 29

    25 minuttir: Cecilia Jacobsen

    Ímynda tær at verða uppfatað sum nakað annað, enn tað tú ert. At kynsbúningin gerst ein marra, tí at kroppurin mennist til nakað annað, enn tú kennir teg sum. Hetta kennir 28 ára gamla Cecilia Jacobsen av Toftum alt til. Hon hevur sína barna- og undómstíð stríðst við einum kroppi, ið lívfrøðiliga hevur verið nakað annað, enn hon er. Cecilia Jacobsen er tvørkynd, men í dag fyllir hetta ikki nógv hjá henni. Hon fekk skurðviðgerð, tá hon var 21 ára gomul og hevur sostatt livað við einum kroppi, ið samsvarar við hennara kyn í sjey ár.  Tvørkyndleikin hevur havt nógva happing og háðan við sær, sum hevur tyngt hana nógv. Í dag brúkar hon tað til nakað jaligt og arbeiðir sum "Life Coach". Hon ynskir at læra onnur, hvussu tey gerast glað fyri lívið - eisini hóast tey hava upplivað djúpa sálarkvøl. Hetta er hevur hon sjálv stríðst við leingi, men er komin á mál.

  23. 28

    25 minuttir: Árni Olafsson

    Hann var ráðgevi í danska uttanríkisráðnum í 37 ár, og so var hann eisini ráðgevi hjá føroyska landsstýrinum av og á. Hann starvaðist í Tinganesi í 80 árunum, tá ið fleiri avgerðir vórðu tiknar, sum vóru atvold til kreppuna fyrst í 90 árunum.

  24. 27

    25 minuttir: Jóannes Eidesgaard

    Hann hevði eina langa politiska yrkisleið, frá 1980 til 2011. Hann var býráðslimur, løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður. Hann fekk hug at blanda seg í politikk sum 27 ára gamal, og javnaðarhugsjónin var tað, sum sampakkaði best við hansara menniskja- og samfelagsuppfatan.

  25. 26

    25 minuttir: Svend Aage Ellefsen

    Hann var valdur á løgting fyri fólkaflokkin í 1980, tá ið bróðurin Pauli Ellefsen, sáli, var løgmaður. Hann var eisini landsstýrismaður í ringastu kreppuárunum frá 1991 til 93 í síðsta landsstýrinum hjá Atla Dam. Hann er eisini fyrrverandi reiðari - í dag rekur hann gistingarhús í Havn.

  26. 25

    25 minuttir: Todi Jónsson

    - Nógv vilja gjarna tosa um fótbólt við meg. Eg tími ikki at snakka um fótbólt. Eg orki ikki at snakka um fótbólt. Tað sigur 46 ára gamli klaksvíkingurin Todi Jónsson, sum í dag altíð roynir at arbeiða við onkrum, ið ikki hevur við fótbólt at gera. Todi Jónsson er fyrsti føroyingurin, sum av álvara gjørdi um seg uttanlands. Í Danmark hevur hann enn legendu-status fyri avrikið í FCK.  Hann spældi í átta ár í felagnum FCK. Í fleiri førum átti hann metið sum mest skorandi leikari. Trettan ár eru liðin síðani, at Todi Jónsson gavst í felagnum. Men Todi er komin víðari og tímir ikki at fáast við fótbólt meira.

  27. 24

    25 minuttir: Jóannes Jakobsen

    Hann syngur, málar, og hann skrivar løg. Jóannes Jakobsen hevur fingist við nógvar ymiskar listagreinar. Hann hevur givið tríggjar fløgur út, har allar komu út í 90'inum. Tíðin, tá brennandi ynski um fullveldi valdaði. Hann hevur eina menniskjasliga og pedagogiska tilgongd til alt, hann fæst við. Í fleiri ár hevur hann arbeitt við fólki, ið hava menningartarn. Reyði tráðurin hjá Jóannesi er, at alt skal vera í samspæl við menniskju, og at tað hevur týdning at vera um menniskju,

  28. 23

    25 minuttir: Bára Silvansdóttir

    Bára Silvansdóttir gav sítt fyrsta staklag út í 2014. Síðani hevur hon givið fleiri stakløg út. Hon hevur seinastu tíðina gjørt vart seg á sosialu miðlunum, har hon hevur gjørt filmsbrot um svár evni, bæði tá tað við víkjur kroppin og sinnið. Á instagram bloggar hon um kropspositivitet, sum snýr seg um, at mann skal læra at elska seg sjálvan, júst sum mann er. Bára Silvansdóttir gav sítt fyrsta staklag út í 2014. Síðani hevur hon givið fleiri stakløg út. Hon hevur seinastu tíðina gjørt vart seg á sosialu miðlunum, har hon hevur gjørt filmsbrot um svár evni, bæði tá tað við víkjur kroppin og sinnið. Á instagram bloggar hon um kropspositivitet, sum snýr seg um, at mann skal læra at elska seg sjálvan, júst sum mann er.

  29. 22

    25 minuttir: Dina Jensdóttir Bech

    Dina Jensdóttir Bech rekur heimasíðuna vakurleiki.fo, har hon bloggar og boðar frá kristindóminum. Hon viðger avbjóðingar, ið kristindómurin møtir anno 2018, har nógvir kritiskir spurningar verða settir.

  30. 21

    25 minuttir: Astrið Foldarskarð

    Astrið Foldarskarð hevur livað eina tilveru, ið hevur verið merkt av strembanini eftir at vera best. Hon hevur verið elitu-svimjari og luttikið í donsku vakurleika kappingini ”Miss Danmark”. Hon er tó ikki liðug at kappast, tí í næstum fer hon í holt við eina nýggja verkætlan.

  31. 20

    25 minuttir: Trygvi Danielsen

    Hann hevur víst sínar dygdir í fótbólti, sum rithøvundur, tónleikari og leikstjóri. Multi-talentið Trygvi Danielsen leitar ígjøgnum sína list eftir tí, hann skal leita eftir. Harafturat er humor eisini ein týdningarmikil partur av hansara tilgongd. Trygvi vann sement kappinga í 2013 saman við bólkinum The Absent Silver King. Sama árið fekk hann virðisløn til ungt listafólk, sum Mentamálaráðið lat.  Í filmsvinnuni hevur tað eisini ligið væl fyri hjá Trygva. Hann vann í ár Geyta-virðislønina fyri filmin ”111 góðir dagar”.  Fyri stuttum vann hann eisini FMA virðisløn sum ársins nýggja navn undir navninum ”Silvur drongur”.

  32. 19

    25 minuttir: Katrin Ottarsdóttir

    Katrin Ottarsdóttir er fyrsti føroyingur, ið er útbúgvin av danska filmsskúlanum. Í 1982 stóð hon, bert 23 ára gomul, við próvnum í hondini. Síðan 1982 hevur hon verið sera virkin bæði innan films- og bókmentalist. Yvirlitið yvir filmar av ymiskum slagi er langt. Tað telur bæði spælifilmar, heimildarfilmar, stuttfilmar og sjónbandaløg, og bókaútgávurnar eru í dag fýra í tali. Tvey yrkingasøvn og tvey stuttsøgusøvn, hevur Katrin givið út. Fyri fyrsta yrkingasavn sítt, Eru koparrør í himmiríki frá 2012 fekk Katrin Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens í 2013, og bókmentir hennara eru týddar til danskt mál. Í hesum døgum er Katrin í Føroyum í samband við nýggja stuttsøgusavn sítt við heitinum, 43 bagatellir. Eitt savn av søgum, hvørs avbjóðing var, at hvør søga í mesta lagi mátti vera á 301 orð við yvirskrift.

  33. 18

    25 minuttir: Eyðun Johannessen

    Gestur í 25 minuttum er Eyðun Johannessen, sjónleikari og leikstjóri. Eyðun er fyrsti útbúni føroyski sjónleikarin, hann hevur í meira enn hálva øld verið ein sera virkin leikstjóri í Føroyum og Danmark og øðrum londum við, hann hevur sett fleiri enn 200 leikir upp - m.a. á Kongliga Leikhúsinum í Keypmannahavn - og er ein av stórvirknastu leikstjórum í danskari teatursøgu. Eyðun breyt upp úr nýggjum í føroyskari leiklist í 60- og 70-árunum. Hann skipaði eisini fyri mongum leikum í føroyska útvarpinum, ikki minst í Barnaútvarpinum - hvør minnist ikki Fólk og dólgar í Kardumummubýi og Dýrini í Valbakkaskóginum? Bæði børnini hjá Eyðuni - Olaf og Annika - eru eisini bæði sjónleikarar. Eyðun fyllir 80 seinni í vár, og er í løtuni í ferð við at leggja seinastu hond á bókaverk um ævisøgu sína, sum Sprotin gevur út í samband við føðingardagin.

  34. 17

    25 minuttir: Carl Jóhan Jensen

    2. desembur rundaði høvundin, Carl Jóhan Jensen tey seksti. Dagin eftir, 3. Des. kom út fimta skaldsøga hansara, Sær – ein fuglabók av gloymsku út. Carl Jóhan smæðist ikki. Tá skaldsøga hansara Ó – søgur um devulsskap kom út segði hann, at hetta var besta skaldsøga skrivað á føroyskum í fjøruti ár. Tá nýggja skaldsøgan var í gerð frættist frá høvundanum, at komandi bókin var besta skaldsøga í 2017. Hóast bráneggjaður og við fyrsta eygnabrái, sjálvupptikin, er Sær ein nemandi og hjartalig lýsing av kvinnu, ið veksur upp í einum illa virkandi heimi í Brekkugøtu í Havn í fimtiárununum. Hon roynir flog, men ber til at gloyma ella sleppa undan upphavinum og upprunanum?

  35. 16

    25 minuttir: Vigdis Hjort

    Norski høvundin, Vigdis Hjort, ið hevur fleir enn 20 verk á baki, hevur vakt miklan ans bæði í heimlandinum og í útheiminum við skaldsøguni, Arv og miljø, ið snýr seg um eina arvauppgerð millum fýra systkin. Í orrustuni og í kjalavørrinum á deyða pápa teirra koma viðurskifti undan kavi, sum prógva og minna á, at alt er ikki soleiðis, sum tað sær út á vøkru, óspiltu útsíðuni á familjuni. Millum annað dagar kynsligur ágangur, avvísingar og misskjilingar fram. Fyri Arv og Miljø varð Vigdis Hjort í uppskoti til Norðurlendsku bókmentavirðislønina í 2017.

  36. 15

    25 minuttir: Thijs van Leer

    Í 25 minuttum hitta vit hesaferð hollendingin Thijs van Leer, sum var høvuðsmaður og tónaskald í bólkinum Focus. Focus var tónleikabólkur, sum vakti stóran ans fyrst í 70-árunum. Bólkurin samansjóaði klassiskt ávirkaðan fusjónstónleik við instumentalan rokktónleik. Nøkur av kendastu løgunum eru perlur, ið hava støðu sum klassikarar - eitt nú sangirnir Hocus Pocus og Sylvia. Kringvarpið hitti Thijs van Leer í 25 minuttir, tá ið hann saman við núverandi manningini í Focus vitjaði í Føroyum í heyst.

  37. 14

    25 minuttir: Guðmundur Andri Thorsson

    Guðmundur Andri Thorsson er íslendskur høvundi og politikkari. Hann hevur skrivað eina sera vakra bók um kenda pápa sín, Thor Vilhjálmsson, ið á donskum hevur fingið heitið, Og så trille, tulle, rulle vi. Bókin er ein mynd av pápanum, ið var ein sera egin maður, ið bæði var krevjandi, kærleiksfullur, avantgardistiskur, modernaður og sjálvglaður, sum kravdi nógv av teim hann hevði kær. Ikki minst av konuni, ið bæði stóð fyri reinskrivan av handritunum hjá manninum, samstundis sum hon var fulltíðararbeiðandi tíðindakvinna, ansaði børnum og húsi.

  38. 13

    25 minuttir:Sakaris Stórá

    Sakaris Storá hevur fingist nógv við film seinastu árini. Í ár hevur hansara nýggi føroyski spælifilmur ”Dreymar við havið” gingið í biografinum. Afturmeldingarnar hava verið góðar, og nú fer ungi skopuningurin víðari út í heim við spælifilminum.

  39. 12

    25 minuttir: Kirsten Thorup

    Vinnarin av Norðurlendsku bókmentavirðislønini, danski høvundin, Kirsten Thorup hevur verið virkin síðan sekstiárini, tá hon debuteraði sum yrkjari. Mest kend  er hon tó fyri skaldsøgur sínar, m.a. Jonnabøkurnar, Baby, Bonsai og Himmel og helvede, ið allar hava tað í felag, at tær snúgva seg um sosial viðurskifti, mannalagnan er snúningsdepilin og tað er aloftast tær skeivu verurnar í samfelagnum, ið verða viðgjørdar. Skaldsøgan, Torup fekk bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins fyri kallast, Erindrindinger om kærlighed, og snýr seg um móðir, dóttir sambandið, ið hevur avbjóðingar fyri báðar partar.

  40. 11

    25 minuttir: Ronnie Midjord

    Hann hevur arbeitt í heilsuverkinum í 45 ár, meginpartin av tíðini á Tvøroyri, men seinastu mánaðirnar hava vit sæð hann í starvinum sum fyribilsstjóri á Landssjúkrahúsinum. Í sendingini hesaferð hitta vit Ronnie Midjord og fara eisini aftur um stjóran.

  41. 10

    25 minuttir: Christina Rosendahl

    Christina Rosendahl er danskur filmsleikstjóri. M.a hevur hon framleitt heimildarfilmin, Stjernekigger, um bólkin Swan Lee, og spælifilmarnar, Idealisten og Supervoksen. 1. november 2017 var heimildarfilmur hennara, Vold i kærlighedens navn frumsýndur í filmsleikhúsum kring Danmark, og á altjóða degi fyri avtøku av harðskapi móti kvinnum, 25. november varð filmurin sýndur í Norðurlandahúsinum. Filmurin er hin einasti av sínum slagi í ríkinum, tí Rosendahl er hin fyrsta at sleppa inn um læstu dyrnar í kreppuhúsinum fyri kvinnur, raktar av harðskapi, Danner í Keypmannahavn. Í fimm ár fylgir Rosendahl kvinnum og starvsfólki í húsinum í teirra arbeiði í at sleppa úr harðskapinum, og út aftur í lívið sum heil menniskju.

  42. 9

    25 minuttir: Hanus Kjølbro

    Veturin í ár, hevur verið tann lýggjasti vetur, síðan Danmarks Meterologisk Institut, fór undir at gera mátingar í Føroyum, fyri meiri enn 100 árum síðani. Miðalhitin vetrarmánaðirnar var 6,1 hitastig, og eru tað góðar 2,5 stig hægri, enn miðalhitin hevur verið tey seinastu 30 árini. Men um jóltíðir komu ódnirnar. Serliga tær báðar ódnirnar, ið raktu Føroyar tollaksmessudag og jóladag vóru ógvusligar. Í sendingini tosar Kári Sólstein við veðurkøna Hanus Kjølbro, um veðrið í heyst og eisini útgreinar hann tær báðar jólaódnirnar.

  43. 8

    25 minuttir: Magni Mohr

    Í 1994 fór Magni Mohr til Keypmannahavnar at lesa ítrótt á universitetinum. Tað gjørdist byrjanin á eini starvsleið, sum higartil hevur givið honum royndir í donsku Superliguni, italsku Seriu A og ensku Premier League. Strembanin er altíð eftir at skapa nýggja vitan við at sameina vísund og praktiskt spæl, sigur Magni Mohr, sum vitjar 25 minuttir hesaferð.

  44. 7

    25 minuttir: Heri Ziska

    Heimsins oljufeløg fáa nú aftur møguleikan at bjóða seg til at leita eftir olju undir Føroyum. Í sendingini spyrja vit, hví tað er áhugavert at leita eftir olju undir Føroyum? Hvat er funnið? Og hvat siga nýggju tulkingarnar av seismikkinum, um føroysku undirgrundina? Heri Ziska, jarðfrøðingur á Jarfeingi, er gestur í sendingini.

  45. 6

    25 min: Maria Tórgarð

    - samrøða við

  46. 5

    25 minuttir: Hanus Samró

    Hann er bert 28 ára gamal. Hann hevur sitið í Løgtinginum fyri fólkaflokkin, hevur givið 6 bøkur út, og hevur í dag sína egnu fyritøku, sum eitur Ó. Hóast ungur og raktur av sjúku, fær Hanus Samró nógv og ymiskt av skafti.

  47. 4

    25 minuttir: Bogi Hansen

    Miðalhitin á jørðini í fjør var 14.8 hitastig. Hetta er tað mesta menn vita um seinastu 150 árini mátingar eru gjørdar. Bogi Hansen, havfrøðing, hevur í ein mansaldur granska havið. Hann hevur skrivað fleiri bøkur, millum annað um veðurlagsbroytingar, og hann hevur eisini verið við til at meta seinastu frágreiðingina frá  altjóða veðurlagsgranskingarstovninum IPCC.

  48. 3

    25 minuttir: Kristina Sundar Hansen

    Kristina Sundar Hansen er sjónleikari. Hon hevur bæði spælt á palli og í filmi, leikstjórnað og skrivað leikir.  Kristina býr í Danmark, men er í løtuni heima í Føroyum og skrivar ein leik um sálarligan og kropsligan harðskap í parløgum. Harafturat greiðir hon frá arbeiðstilgongdini í leikinum Sár á Sál, sum hon skrivaði út frá sorgarleikinum, tá hon misti synir sínar í einum eldsbruna

  49. 2

    25 minuttir: Johannes Jensen

    Gestur í 25 minuttum hesa ferð er Johannes Jensen, stjóri í Gist&vist, sum millum annað eigur matstovuna, KOKS, sum hevur fingið eina Michelin-stjørnu. Hann er eisini formaður í nevndini fyri Visit Faroe Islands og næstformaður í nevndini fyri Bakkafrost.

  50. 1

    25 minuttir: Jóhan Martin Christiansen

    Jóhan Martin Christiansen er føddur í Havn í 1987. Hann varð útbúgvin á listaakademinum í Malmø í Fine Arts í 2014. Síðan lokna útbúgving hevur Jóhan Martin verið sera virkin. Hann hevur millum annað haft tvær einstaklingaframsýningar í Føroyum - í Steinprenti við framsýningini, Dress í 2014 og í Listaskálanum við framsýningini Spor í 2016. Eisini hevur hann samstarvað við Kim Simonsen, høvunda, við bókini, Desemburmorgun, ið kom út í novembur, 2015.

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

25 minuttir er ein samrøðusending, har vit fara í dýpdina við viðkomandi og nærgingnum spurningum um eitt evni, sum onkursvegna er uppi í tíðini.25 minuttir er eisini sendingin, har vit geva okkum stundir. Tann góða samrøðan er í fokus, og gestirnir fáa høvið at siga frá sínum persónligu upplivingum.Framleiðsla: Carsten Macdonald Arnskov, [email protected]: Tróndur Vatnhamar, [email protected]ørur: Kári Sólstein, [email protected]

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

URL copied to clipboard!