PODCAST · news
Breddin (savnssending)
by Kringvarp Føroya
Trý fólk kjakast um trý evni í trý korter.Vit fáa greiningar og meiningar frá ymsum sjónarhornum - um aktuell mál ella rák, sum eru uppi í tíðini.Kjakararnir reflektera og perspektivera haðani tey síggja heimin.Vertur: Ingi Rasmussen.
-
7
Samkynd, handverkarar og Trump
Í løgtinginum leikaði hart á, tá ið samkynt hjúnalag aftur kom á skrá. Andstøðan bardist við hond og fót ímóti, og misálit varð reist, men alt til fánýtis. Hvat er hesin ógvusligi kampurin tekin um? Skúlaskipanin eggjar til hægri lesnað, og flest ung fara bókliga vegin. Hví man tað vera? Minkar prestisjan hjá handaligu fakunum, og er samfelagið um at verða ov akademiserað? Eingin politikari er nakrantíð viðfarin verri ella meira órættvíst, sigur Donald Trump, amerikanskur forseti. Vit spyrja, hví Trump er so nógv á breddanum, og um hann man halda alt skeiðið. Suni Poulsen, sálarfrøðingur, Marna Jacobsen, ritstjóri, og Sigri Gaini, kandidatur í pedagogiskari filosofi, kjakast og reflektera um aktuell evni.
-
6
Tað óspilta landið - eydnusemi, morð og olja
Kann tað passa, at føroyingar eru heimsins eydnusamasta fólk, soleiðis sum Fólkaheilsuráðið staðfestir. Ber til at gera eydnu upp hagtalsliga? Tað er ein av spurningunum í dagsins Bredda. Vit viðgera eisini sjónvarpssendingina Ást fjalir lýti, sum er um eitt 50 ára gamal morð í Føroyum. Spurt verður, hvussu nær vit kunnu fara, tá ið vit viðgera viðkvæmar spurningar í fortíðíni. Og so spyrja vit eisini, hví vit skulu bora eftir svørtu oljuni í undirgrundini, tá ið vit hava bundið okkum til at minka um útlátið. Vit seta tað óspilta samfelagið, sum vit marknaðarføra okkum við, á Breddan hesa ferð. Georg L. Petersen, blaðstjóri, Siri H. Tórgarð, leiðsluráðgevi, og Suni Poulsen, sálarfrøðingur, reflektera og kjakast um trý aktuell evni í góð trý korter.
-
5
Skulu vit loyva virknari deyðshjálp í Føroyum
Nú ætlanir eru frammi um at seta á stovn eitt hospice, eitt heim fyri doyggjandi, reisa vit spurningin um aktiva og passiva deyðshjálp í Føroyum. Vit fara eisini at viðgera glóðheita evnið um nevndarsamsýningar í almennum nevndum og partafeløgum, nú landsbankanevndin mátti boyggja seg fyri trýstinum og lækka sína egnu løn. Og umhvørvið er eisini sett á Breddan síðstu vikurnar, og tí spyrja vit, hvørja ábyrgd tann einstaki hevur fyri umhvørvinum. Siri Helgadóttir Tórgarð, Marna Jacobsen, Georg L. Petersen og Róland í Skorini reflektera og kjakast á Breddanum. Vertur er Ingi Rasmussen.
-
4
Franska valið, flaggdagurin og SKAM
Ein fronsk kollvelting er á veg. Valevnini, sum stríðast um at gerast forseti, hoyra ikki til nakran av flokkunum, sum vanliga hava havt valdið. Marine Le Pen skal royna at vinna á stórfavorittinum Emmanuel Macron - bæði venda sær til franskar patriotar og tosa um fosturlandskærleika, men annars eru tey fullkomiligir mótsetningar. Franskur politikkur er í undantaksstøðu. Í Føroyum er flaggdagurin ein árlig áminning um okkara tjóðskaparliga samleika. Men hvat merkir Merkið fyri fólk. Hvat eru tjóðskaparkenslur í grundini. Og duga vit nóg væl at fevna onnur í okkara lítla landi. Norska sendirøðin SKAM fer sigursgongd um allan heimin. Sendingin vendir sær upprunaliga til at norska ungdómin, men fólk í øllum londum og øllum aldursbólkum hava tikið sendingina til sín. Hvat er tað, sum er so hugtakandi við hesum norsku ungu. Hoyr áhugaverdar greiningar og meiningar á Breddanum, sum hesa ferð er reyður, bláur og hvítur.
-
3
Prísurin fyri turistar í náttúruni
Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingur og kandidatur í religiónssøgu, Oddfríður M. Rasmussen, lærari og rithøvundur, og Poul Guttesen, ph.d. í teologi eru í útvarpsstovuni, har tey reflektera um fleiri evni, sum hava fingið eld í skálan síðstu vikuna. Er tað í lagi, at mykinesfólk nú taka pengar fyri túsundtals turistarnar, sum hvørt ár vitja. Hava vit øll rætt at ganga, sum vilja í náttúruni - undir ábyrgd sjálvandi. Og kunnu vit nú vænta, at hetta fer at breiða seg til alt landið. Tað gekk alt annað enn friðarliga fyri seg í løgtinginum, tá ið slóðast skuldi fyri, at samkynd kunnu giftast borgarliga. Bíblian varð havd á lofti, men løgmaður minti staðiliga á, at løgtingið skal tryggja øllum somu borgarligu rættindi, meðan kirkjan skal taka sær av tí andaliga. Vit spyrja, um skilnaður er millum politikk og átrúnað í Føroyum. Eru vit eitt sekulariserað samfelag, og er tíðin komin at skilja kirkjuna frá landinum. At enda fara vit á árligu Várframsýningina, og vit spyrja, um tað várar í føroyskari list.
-
2
Evropa - upploysn ella nýggj byrjan
Evropa minkar. Bretland fer úr, og tað er ein av teimum stóru heimspolitisku rembingunum í okkara tíð. Er Evropa í upploysn. Og hvat við teimum friðar-, trygdar og frælsistankum, sum ES hevur staðið fyri. Stendur alt hetta fyri hóttafalli, ella er hetta bara byrjanin til eina nýggja javnvág. Ung í Íslandi eru fyrimyndarlig, tey drekka og roykja minni enn í øðrum londum. Íslendingar hava gjørt nógv øðrvísi, og millum annað verður noktað ungum at vera úti eftir klokkan 22. Er hetta ein gongd leið í Føroyum. Og er okkara ungdómur ikki á einari heilt góðari leið, sum er. Vit hava størst álit á sjúkrarøktarfrøðingum, men vit hava einki álit á politikarum. Og tað stendur lítið frægari til við journalistum. Tað vísa í øllum førum kanningar í okkara grannalondum. Hvussu er í Føroyum. Hví hava vit álit á summum starvsbólkum og ikki øðrum. Eydna Skaale, retorikari, Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur, og Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, kjakast og reflektera um støðuna í Evropa, Íslandi og Føroyum.
-
1
Snild-børn, Public Service og øsandi lýsingar
Fleiri skúlar hava tikið avleiðingarnar av, at børnini sita við fartelefonum dagin langan. Eru okkara børn vorðnir sosialir analfabetar? Ella er tað bara gamla søgan um, at tey eldru skilja ikki ungdómin? Nýggjur Public Service-sáttmáli er lagdur fyri løgtingið. Hvussu gongur hjá Kringvarpinum at vera í fólksins tænastu; og hvat skulu vit brúka Public Service til? Og so greina vit eina spilnakna lýsing frá Fólkaheilsuráðnum, sum vil hava kvinnur at drekka minni. Í útvarpsstovuni kjakast Georg L. Petersen, blaðstjóri, Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, og Sigri Gaini, kandidatur í pedagogiskari filosofi.
We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Trý fólk kjakast um trý evni í trý korter.Vit fáa greiningar og meiningar frá ymsum sjónarhornum - um aktuell mál ella rák, sum eru uppi í tíðini.Kjakararnir reflektera og perspektivera haðani tey síggja heimin.Vertur: Ingi Rasmussen.
HOSTED BY
Kringvarp Føroya
CATEGORIES
Loading similar podcasts...