PODCAST · society
Frí Mikrofon
by Frihedsbrevet Føroyar
Frí Mikrofon er ein poddvarpsrøð, sum viðger júst tað, sum rørir seg í samfelagnum júst nú. Heitið merkir ikki, at gestirnir fáa fría mikrofon - men hinvegin at redaktiónin fær fríar teymar. Kanska er tað eitt kjak, kanska senda vit frá Løgtinginum ella einum borgarafundi. Kanska frá Sornfelli ella einum fiskiskipi. Kanska eftirmeta vit eina gølu, ella royna at koma til botns í einum máli í sendingini. Tað einasta, sum er vist er, at hetta er ein aktualitetssending, sum hevur fingurin á pulsinum.
-
2
2. Elisa og Sjúrður um støðuna í Gasa
30. mai helt Sjúrður Skaale eina nógv rósta røðu á fólkatingi, har hann kallaði Ísrael ljósið í Miðeystri. Elisa Vang er hinvegin virkin í “Samhuga við Palestina”, har tað verður funnist harðliga at Ísrael - og røðuni hjá Sjúrði Skaale. Í hesum partinum av Fríari Mikrofon kjakast tey bæði um støðuna í Ísrael og Gasa. Vertur: Jan LamhaugeSee omnystudio.com/listener for privacy information.
-
1
1. Haturstala, talufrælsi og En kenguru som dig
Frí Mikrofon er ein nýggj poddvarpsrøð, sum er ein aktualitetssending um tað, sum rørir seg í samfelagnum júst nú. Hesa ferð er kikarin settur á gamla kjakið um samkyndleika, sum aftur kyknaði fyri kortum, nú leikurin “En kenguru som dig” var á skránni m.a. í Norðurlandahúsinum fyri kortum. Og bylgjurnar ganga høgt í hesum fyrsta partinum av Frí Mikrofon, nú vit skifta orð um kjakið eftir leikin “En kenguru som dig”. Dina Jensdóttir Norðberg, sum rekur kristin-konservativu síðuna Vakurleiki.fo og Esther Margreth Petersen, nevndarlimur í LGBT skifta orð. Nær er talan um haturstalu, nær kunnu børn hoyra um samkyndleika og hvussu langt gongur talu- og trúðarfrælsi? Millum annað hesar spurningar tosa Dina Jensdóttir Norðberg og Esther Margreth Petersen um í hesum fyrsta partinum av Frí Mikrofon. See omnystudio.com/listener for privacy information.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Frí Mikrofon er ein poddvarpsrøð, sum viðger júst tað, sum rørir seg í samfelagnum júst nú. Heitið merkir ikki, at gestirnir fáa fría mikrofon - men hinvegin at redaktiónin fær fríar teymar. Kanska er tað eitt kjak, kanska senda vit frá Løgtinginum ella einum borgarafundi. Kanska frá Sornfelli ella einum fiskiskipi. Kanska eftirmeta vit eina gølu, ella royna at koma til botns í einum máli í sendingini. Tað einasta, sum er vist er, at hetta er ein aktualitetssending, sum hevur fingurin á pulsinum.
HOSTED BY
Frihedsbrevet Føroyar
Loading similar podcasts...