Skimin

PODCAST · news

Skimin

Skimin skimast um alskyns viðurskifti, ið røra seg í samfelagnum. Í hvørjari sending verður farið í dýpdina við einum evni, sum rørir seg millum ungdómin í Føroyum

  1. 4

    Skimin: Próvtøkutrýst

    Solveig á Torvalaðnum er 17 ára gomul og gongur í 2.s í Studentaskúlanum í Hoydølum og Hervør Pálsdóttir er 21 ára gomul og lesur politikk og umsiting á fyrsta ári á Setrinum.  Solveig dámar illa at fara upp í próvtøku, tí hon gerst so fjálturstungin og fær black-out, meðan hjá Hervør er tað eingin trupulleiki. Hoyr tær báðar skifta orð um hetta evnið, og hvørji ráð tær hava at geva við víkjandi próvtøku.

  2. 3

    Skimin: Kristnu Føroyar

    Meðan londini rundan um okkum blíva meira sekulariseraði, fyllir átrúnaður enn nógv í Føroyum.  Vit skimast nærri at, hvønn týdning og leiklut kristna trúgvin hevur í lívinum hjá einstaklingum. Í hesum føri greiða Mirjam Kambsskarð og Aksel Berg frá teirra upplivingum av hesum.

  3. 2

    Skimin: Kvinna, kenn títt pláss

    Tað eru áleið 100 ár síðani kvinnur og ognarleys fingu valrætt, og harvið bleiv fólkaræðið meira umboðandi. Men tað tykist sum avbjóðingin, sum var galdandi fyri 100 árum síðani enn tann dag í dag spøkir. Kitty May Ellefsen og Barbara Gardlykke Apol eru tvær kvinnur, ið eru 48 og 22 ár. Hóast tað eru ymsastaðni í lívinum hava tær til felags, at tær eru kvinnur og hava traðka fram alment. Tær uppliva somu trupulleikar, har dentur ofta verður lagdur á, at tær eru kvinnur. Lagt til rættis hevur Rebekka Manuela Behrens.

  4. 1

    Skimin: Tá føðideildin lat aftur

    Politiskar avgerðir ávirka okkum øll - meir ella minni. Summar avgerðir hava beinleiðis ávirkan á, hvussu lívið framyvir háttar sær. Barba Sandá Nielsen og familja hennara hava av álvara upplivað, hvussu ein politisk avgerð kollvelti alt.  Barba Sandá Nielsen og mamma hennara, Majken Sandá, greiða frá, tá Adrian kom til verðina. Føðingin gekk ikki, sum hon skuldi. Adrian varð raktur av ilttroti, og av tí at hvørki barnalækni ella skurðlækni var í oynni, fekk Barba ikki ta hjálp, hon og sonurin tørvaðu. Tó var ein fyrrverandi skurðlækni í oynni, sum kundi fremja keisaraskurð. Orsakað av manglandi læknum og útgerðum, var Suðuroyar Sjúkrahús ikki fyrireikað uppá á slíka føðing - og tað fekk eisini avleiðingar. Adrian hevur í dag fingið heilaskaða og kemur einki at klára sjálvur.  Serfrøðilig tilmæli høvdu áðrenn hendingina ávarað um, at føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki var optimal. Men tað varð ikki lurtað eftir hesum fyrr enn skaðin varð hendur. Hendingin fekk avleiðingar stutt eftir, at Barba hevði átt. Føðideildin er í dag stongd, men tó kunnu suðuroyinar eiga í oynni, um støðan er akutt.  Um sparingar og skeiv kunning ikki var galdandi á sjúkrahúsinum, hevði skaðin ikki verði hendur. Barba og mamma hennara lýta aftur á tíðina og greiða frá, hvussu tær fóta sær við Adrian í dag. Ágrýtni og fyrigeving er eitt nú ein stórur partur av gongdini.  Lagt til rættis hevur Rannvá Jónsdóttir Johansen.

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Skimin skimast um alskyns viðurskifti, ið røra seg í samfelagnum. Í hvørjari sending verður farið í dýpdina við einum evni, sum rørir seg millum ungdómin í Føroyum

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

URL copied to clipboard!