Tey forvitnu

PODCAST · news

Tey forvitnu

Vit tosa um granskingarumhvørvi, granskingarpengar og ikki minst granskarar í Føroyum. Men hvat er hetta fyri umhvørvi? Hvørja gransking fáast vit við í Føroyum? Og hvørji eru hesir granskarar?

  1. 4

    Tey forvitnu - Sanna Laksá

    Fiskaaling er partur av føroyska granskingarumhvørvinum og Jóhanna Lava Køtlum er stjóri i P/F Fiskaaling. Hon greiðir frá teirra virksemi, umframt at Sanna Laksá sigur frá um sína granskingarritger ið snýr seg um útlutingarhættir innan føroysku fiskivinnuna.

  2. 3

    Tey forvitnu - Hallbera West

    Fróðskaparetur Føroya er staðið, har flestu føroysku granskararnir fáa sína granskaraútbúgving, og vit fáa eitt prát við Berg D. Hansen, dekan, áðrenn Hallbera West greiðir frá um sína gransking innan ábyrgargering innan politisku skipanina í Føroyum. Stóra spurninginum svara Jóhanna á Lava Køtlum, stjóri í Fiskaaling, Bergur D. Hansen, dekanur, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum og Heini í Skorini, granskari.

  3. 2

    Tey forvitnu - Ólavur Mortensen

    Stóri spurningurin hesaferð er, hví gransking er so týdningarmikil, og fleiri eru tey, sum hava eitt boð uppá eitt svar. Teirra millum eru Bergur D. Hansen, dekanur, Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, Janus Vang, stjóri í Inova, og Heini í Skorini, granskari. Ólavur Mortensen granskar innan populatiónsgenetik - altso, er nakað, sum ger okkum føroyingar serstakar, tá tað snýr seg um okkara ílegur. Ólavur er granskarin hesaferð

  4. 1

    Tey forvitnu - Runa Preeti Ísfeld

    Men hvat er gransking? Hví er gransking týdningarmikil? Hvørja gransking fáast vit við í Føroyum? Og hvørjir eru hesir granskarar? Millum aðrar hesar spurningar seta vit í fýra sendingum Heina í Skorini, Bergi D. Hansen, Anniku Sølvará, Jóhonnu á Lava Køtlum og Janusi Vang, sum koma við sínum boði upp á svar. Eisini verður tosað við ein granskara í hvørjari sending, og hesaferð greiðir Runa Preeti Ísfeld um sína gransking, og hvat tað var, sum gjørdi hana forvitna eftir at vita meira.

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Vit tosa um granskingarumhvørvi, granskingarpengar og ikki minst granskarar í Føroyum. Men hvat er hetta fyri umhvørvi? Hvørja gransking fáast vit við í Føroyum? Og hvørji eru hesir granskarar?

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

URL copied to clipboard!