Álvaratos!

PODCAST · news

Álvaratos!

Savnssending Álvaratos er kjaksending við pallborði, sum á sín egna og rúmliga hátt viðgerð aktuell evni, sum fjølmiðlarnir hava tikið upp frammanundan. Sendingin vil upplýsa og undirhalda, verða partur av almenna kjakinum, umframt at hvessa tilvitni hjá brúkaranum sum lesara og lurtara. Pallborðið er breitt samansett við trimum fólkum, ið hava áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Oftast hava hesi útbúgvingar og eginleikar, sum gera tey før fyri at taka støðu í einføldum eins og torgreiðum spurningum. Talan er ikki um eitt serfrøðinga-pallborð burturav, tí luttakararnir skulu eisini kunna vera fólksins rødd. Verturin Jákup Magnussen byrjaði sum blaðungur at gera tónleika- og ungdómssendingar í útvarpinum. Seinni nam hann sær útbúgving sum journalistur, og síðani hava arbeiðsuppgávurnar verið nógvar og ymiskar. Nevnast kunnu sendingar sum Góðan Morgun Føroyar og Nón. Jákup Magnussen hevur eisini havt uppgávur fyri sjónvarpið, serliga í mentunarpartinum. Jákup Magnussen starvast í d

  1. 5

    Í lagi at Ingolf S. Olsen stillar upp

    Pallborðið: Rósely Reynstind, Heri Jakobsen, og Jógvan Esmar Ósá. Tey halda, at tað er í fínasta lagi, at journalisturin Ingolf S. Olsen stillar upp til næsta løgtingsval. Onkur teirra helt, at tað kann vera ein fyrimunur fyri samfelagið, tí hann kennir væl til samfelagsviðurskifti. Panelið var ikki samt í spurninginum, hví alsamt fleiri børn verða fødd uttanfyri hjúnarlag. Heri segði tó, at fíggjarligir fyrimunir kunnu vera í at liva ógift, meðan Rósely bara staðfesti, at hetta er ein atljóða gongd, sum so Jógvan harmaðist. Í makrelspurninginum helt serliga Rósely, at samansetingin av fiskiloyvunum líkist hvørki einum ella ongum og at tí kunnu stór útlendsk verksmiðjuskip vera nyttug; nógv føroysk skip við makrelloyvi hava ikki køliskipanir til at halda fiskin feskan. Annars helt Rósely tað vera løgið, um so er at Almenna Fakfelagssamstarvið bara er úti eftir lønarhækking í lønarsamráðingunum. Hon legði afturat, at hevur tú eina útbúgving, eigur tað at síggjast aftur í lønarposanum. Jógvan E. Ósa helt ikki, at ungdómar berjast meira í dag, enn fyrr, men at metodirnar kanska eru harðligari í dag. Og Heri Jakobsen helt, at føroysktkrøvini til lærarar í føroyska fólkaskúlanum, kunnu gerast einfaldari.

  2. 4

    Vit eru ikki klár til tey fýra ES frælsini

    Elin Michelsen, Jógvan Esmar Ósá, og Heri Jakobsen mannaðu pallborðið. Tey sóknaðust eftir, at fjølmiðlar greiða betur frá, hvat gongur fyri seg í makrelmálinum. Í spurninginum um javstøðu í leiðsluni í BankNordik var ikki breið semja; Elin helt, at leiðslan átti at økt um kompetansuna við kvinniligum førleikum, meðan Heri helt, at leiðlslan kundi gera sum henni vildi og um hon helt tað hóska bestu við teimum kompetansum, sum teir átta menninir í leiðsluni kunnu bjóða, ja, so er tað tað besta. Jógvan tók undir við Elini. Øll trý vóru samd um, at vit als ikki er til reiðar at søkja um ES limaskap - ella at gjalda tað, sum ein avtala um tey fýra ES frælsini kosta. Í málinum um lønarsamráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinum, var nógvu ivi. Men tey mettu tó, at ein betri avtala enn tann seinasta, kann koma til høldar. Eisini vóru tey ivandi í spurninginum, um tað er klókt av Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar at fara úr Almenna Fakfelagssamstarvinum.

  3. 3

    TAKS fær tað ikki lætt

    Álvaratosmanningin, Elin Michelsen, Jógvan E. Ósá, og Heri Jakobsen heldur, at TAKS hevur eina møtumikla uppgávu, nú stovnurin fer at kanna viðurskiftini viðvíkjandi svørtum peningi í føroyskari ítrótt. Í spurninginum um at samansjóða komandi fólkatings- og løgtingsval, eru tey misjøvn á máli, og als ikki sannførd um, at tað kann verða veruleiki. Álvaratospanelið er heldur ikki sannført um, at uppskotið um, at ein pakki av sigarettum skal kosta 100 krónur, fer at verða lætt at gjøgnumføra. Formaðurin í Fyribyrgingarráðnum, Pál Weihe, er komin við hesum hugskoti. Elin, Jógvan, og Heri halda sum so mong onnur, at orsøkin til at færri kvinnur enn menn søkja sær hjálp fyri rúsevnistrupulleikar, er samleikin at vera kvinna og mamma - skommin ikki at megna tað uppgávuna til fulnar. Og panelið trýr ikki nógv uppá, at best er at byggja stóra miðnámsskúlan á til dømis Kambsdali, heldur enn í Marknagili.

  4. 2

    Strongd er eisini ein spurningur um uppaling

    Álvaratosmanningin hesaferð, Rósely Reynstind, Heri Jakobsen, og Elin Michelsen vóru rættiliga ítøkilig, tá kjakast var um strongd á arbeiðsplássum. Tey vóru rættiliga samd um, at oftani er talan um at liva upp til krøv, eisini sjálvskapt. Tey nevndu harafturat, hvussu týdningarmikið tað er at geva barninum tað rætta í beinið. Pallborðið helt ikki, at avgerðin hjá Sjúrður Skaale, um at fara úr Tjóðveldi, fór at hava annað við sær, enn at ein litrík persónligheit minni er í Tjóðveldi. Manningin í Álvaratos! var nokkso misjøvn á máli í spurninginum, um tað er í lagi, at BankNordik letur fleiri deildir aftur kring landi. Tey hildu tað eisini vera løgið og konservativt, at fólk í skrásettum parlagi ikki hava somu rættindi í Føroyum, sum í hinum báðum londunum í danska ríkinum. Og tey ivaðust stórliga í, um Norðoya Sparikassi hevur rætt at taka frítíðarlønina frá skuldarum.

  5. 1

    Álvaratos! pallborðskjak

    Elin Michelsen, Heri Jakobsen, og Jógvan Ósá kjakast um starvsfólkaviðurskifit á Tryggingarfelagnum Føroyar, internetsensur, skotsmál um ALS misnýtslu, fólkateljingina, og rúsdrekkalóggávuna.

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Savnssending Álvaratos er kjaksending við pallborði, sum á sín egna og rúmliga hátt viðgerð aktuell evni, sum fjølmiðlarnir hava tikið upp frammanundan. Sendingin vil upplýsa og undirhalda, verða partur av almenna kjakinum, umframt at hvessa tilvitni hjá brúkaranum sum lesara og lurtara. Pallborðið er breitt samansett við trimum fólkum, ið hava áhuga fyri samfelagsviðurskiftum. Oftast hava hesi útbúgvingar og eginleikar, sum gera tey før fyri at taka støðu í einføldum eins og torgreiðum spurningum. Talan er ikki um eitt serfrøðinga-pallborð burturav, tí luttakararnir skulu eisini kunna vera fólksins rødd. Verturin Jákup Magnussen byrjaði sum blaðungur at gera tónleika- og ungdómssendingar í útvarpinum. Seinni nam hann sær útbúgving sum journalistur, og síðani hava arbeiðsuppgávurnar verið nógvar og ymiskar. Nevnast kunnu sendingar sum Góðan Morgun Føroyar og Nón. Jákup Magnussen hevur eisini havt uppgávur fyri sjónvarpið, serliga í mentunarpartinum. Jákup Magnussen starvast í d

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

URL copied to clipboard!