Lesikrókurin podcast artwork

PODCAST · news

Lesikrókurin

Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið. Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.

  1. 37

    Lesikrókurin: Skunda tær at elska

    Bókin "Skunda tær at elska" frá 2009 eftir svenska rithøvundin Alex Schulmand verður umrødd í sendingini. Jákup í Skemmuni týddi hana til føroyskt. Bókin snýr seg um at vaksa upp við einum gomlum pápa og missa hann alt ov tíðliga. Marna Jacobsen er vertur, og við sær í Lesikrókin hevur hon Eli Hentze og Jákup Reinert Hansen.

  2. 36

    Lesikrókurin: Málningurin eftir Dorian Gray

    Málningurin av Dorian Gray er ein klassisk, gotisk skaldsøga eftir Oscar Wilde. Hon er um ein ungan mann, sum stendur modell til málning av sær og verður so hugtikin av sær sjálvum, at hann hevur eitt inniligt ynski um, at hann ongantíð skal gerast gamal, men at málningurin skal eldast í hansara stað. Gestir eru Katrin Næss og Svanna Jákupsdóttir.

  3. 35

    Lesikrókurin: Knívin í eldin

    Í sendingini hesaferð verður skaldsøgan Knívin í eldin eftir Ingeborg Arvola umrødd. Søgan snýr seg um söguna hjá oldurommu hennara, sum flutti úr Norðurfinnlandi til Varangerfjørðin at lívbjarga sær og synunum. Gestir eru Súsanna Tórgarð, sjónleikari og Rakul í Gerðinum, MA lesandi í føroyskum.

  4. 34

    Lesikrókurin 24 nov 2024

    Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin blæsur nýtt lív í okkara gomlu Føroyingasøgu, og endamálið við henni er at leggja søguna fyri ein nýggjan lesaraskara og kveikja lív í fólkini og umhvørvið í søguni um Sigmund Brestisson og systkinabarn hansara og teirra hendingaríku lívsleið. Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin kom út í 2024. Tim Ecott hevur skrivað, Vagnur Streymoy týddi úr enskum, og Sprotin gevur bókina út ? bæði á enskum og føroyskum.

  5. 33

    Lesikrókurin - Eden

    Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger av at broyta eitt lendi, har einki veksur, til eina Edenslund. Fólk í bygdini har í nánd fáa knappliga áhuga fyri málvísindum. Høvuðspersónurin fær upp í hendurnar handritið til eitt yrkingasavn eftir ein fyrrverandi næming sín, sum snýr seg um kærleikan hjá einum ungum manni til eina eldri kvinnu. Í hesi skaldsøgu verður megin í máli og náttúru kannað, og spurnartekin sett við, hvørja ábyrgd menniskjan eigur í nútímans skiftistíðum, har fáment mál og náttúrumargfeldi eru hótt. Skaldsøgan Eden eftir Auður Ava Ólafsdóttir kom út í 2022. Í 2024 gav Sprotin bókina út í føroyskari týðing eftir Turið Sigurðardóttir. Gestir í Lesikrókinum eru Kolbrún í Haraldsstovu, plantufrøðingur, og Jákup á Lakjuni, sum hevur eina samansetta MA í føroyskum og teologi.

  6. 32

    Lesikrókurin 29 sep 2024

    Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvussu nógv hendan kenslan, vreiði, fyllir hjá honum. Alex ger av at fara í terapi, og her verður hann biðin um at tekna sína ættartalvu niður fyri at finna rótina til sína vreiðu. Í beinari linju vísir vreiðin seg at stava frá kenda svenska rithøvundinum, Sven Stolpe, sum er abbi Alex í móðurætt. Hetta er byrjanin til eina kanningarferð hjá Alex, sum førir hann aftur til summarið 1932, tá omman byrjar eitt kærleikssamband við unga mannin og skaldið Olof Lagercrantz, og tá Alex sum 11 ára gamal vitjar Karin ommuna og Sven abban eitt vikuskifti í 1988. Skaldsøgan Brenn øll míni brøv eftir svenska høvundin Alex Schulman kom út í 2018. Jákup í Skemmuni týddi úr svenskum, og Sprotin gav bókina út í 2024.

  7. 31

    Lesikrókurin: Maria Stuart

    Maria Stuart var bara seks dagar gomul, tá ið hon varð krýnd drotning í Skotlandi í 1542. Hon livdi eitt dramatiskt og ógvisligt lív, sum nógv hevur granskað í og skrivað um. Stefan Zweig skrivaði áhugaverda bók um lívið hjá Mariu Stuart, og hendan bók kemur nú út á føroyskum. Edvard Olsen hevur týtt. Sprotin gevur út. Gestir í Lesikrókinum at umrøða bókina eru Sirið Stenberg, Torbjørn Jacobsen og Andras Sólstein.

  8. 30

    Lesikrókurin: Hvaðan kom kvinnan

    Menniskjasøgan hugsavnar seg í høvuðsheitum um mannin. Tað eru í mestan mun menn, sum hava skrivað søguna, og nógvir teirra eru púra býttir í stóra veiðimanninum, sum fór rennandi á tveimum beinum út á savannuna at veiða. Kvinnuna hava teir líkasum tagt burtur. Tað heldur walisiska Eliane Morgan, sum hevur skrivað nógv umtalaðu og umstríddu bókina ?Hvaðan kom kvinnan?. Hon leggur fram annað ástøði um, hvussu menniskjan hevur ment seg. Bókin, sum kom út í 1972, kann framvegis skapa kjak, og nú er hon komin í føroyskari týðing eftir Pól Jespersen. Sprotin hevur givið út. Gestir í Lesikrókinum eru Elin Lindenskov, Kári Purkhús og Pól Jespersen.

  9. 29

    Lesikrókurin: Reyðhærda kvinnan

    Turkiski rithøvundurin Orhan Pamuk hevur skrivað bergtakandi skaldsøguna "Reyhærda kvinnan", sum snýr seg um ein eldri brunngravara og unga lærling hansara. Teir leita eftir vatni í útriðjuni av Istanbul. Har á leiðini hittir tann ungi Cem eina vakra, reyðhærda kvinnu og verður púra burtur í henni. Samstundis gongur illa hjá Mahmut meistara at finna vatn, og ein dagin hendir nakað vanlukkuligt, sum fær stórar fylgjur fyri lívið hjá Cem. Pauli Nielsen týddi bókina til føroyskt, og Sprotin gav út. Gestir eru Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Brandur Mortensen Nolsøe og Annika Egholm. Vertur er Eyðun Klakstein.

  10. 28

    Lesikrókurin: Staklutirnir

    Skaldsøgan "Staklutirnir", sum svenski rithøvundurin Ia Genberg skrivaði, verður viðgjørd í Lesikrókinum. Jákup í Skemmuni týddi bókina til føroyskt, og Sprotin gav út. Í bókini greiðir frásøgukvinnan frá fýra fólkum, sum hon hevur hitt í lívinum. Frásøgukvinnan hevur havt tætt tilknýti til teir fýra persónarnar og greiðir frá, hvussu hon upplivdi persónarnar, hvussu onkur av teimum kom og fór, hvat teir løgdu eftir seg, og hvussu teir hava havt ávirkan á lív hennara. Í teimum fýra pørtunum lærir lesarin sjálvandi eisini frásøgukvinnuna at kenna. Gestir í Lesikrókinum eru Turið Johannessen, Rakul í Gerðinum og Urd Johannesen.Lesikrókurin: Staklutirnir

  11. 27

    Lesikrókurin: Kærleikin

    Í Lesikrókinum verður skaldsøgan "Kærleikin" viðgjørd. Svenskt-grikski rithøvundurin Theodor Kallifatides skrivaði bókina, og Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt. Sprotin gav út. Bókin snýr seg um Laki Sarri, sum nærkast teimum fjøruti og er lærari í heimspeki. Hann er giftur Lenu, og tey eyga fýra ára gamla sonin Jóhan. Á einum skeiði hitti Laki yngru kvinnuna Li, og tey verða meira enn væl er. Alt í einum er Laki komin í eina kroysta støðu, og hann roynir at rannsaka seg sjálvan og kærleikan. Hvat skal hann gera? Ella skal hann yvirhøvur gera nakað? Ragnhild Ellingsgaard og Jústinus Leivsson Eidesgaard eru gestir.

  12. 26

    Lesikrókurin: Fiskahúsið

    Hesa ferð verður bókin "Fiskahúsið", sum norski rithøvundurin Stein Torleif Bjella skrivaði, viðgjørd. Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt, og Sprotin gav bókina út. Tríggir gestir eru í Lesikrókinum: Magnus Gaard, Jóhanna Lava Køtlum og Finnur Lützen.

  13. 25

    Lesikrókurin 28 sep 2023

    Gestir í Lesikrókinum eru Marjun Bæk, Eirikur í Jákupsstovu og Eilen Anthoniussen.

  14. 24

    Lesikrokurin - Pløg beinagrindir teirra deyðu

    Í Lesikrókinum hesa ferð verður bókin "Pløg beinagrindir teirra deyðu" umrødd. Pólski rithøvundurin Olga Tokarczuk skrivaði, Vagnur Streymoy týddi til føroyskt mál, og Sprotin gav út. "Pløg beinagrindir teirra deyðu" er bók um heldur øðrvísi kvinnu, áhugamál og atburð hennara. Bókin er eisini øðrvísi krimisøga – skemtilig og hugvekjandi. Janina er komin nakað til árs og hevur búsett seg í fjarskotnari bygd har suðuri í Póllandi nærindis markið til Kekkia. Hon hevur lítið lærarastarv ein dag um vikuna, og um veturin ansar hon eftir summarhúsunum har á leiðini. Stóra áhugamál hennara er astrologi, og hon hevur stóran samhuga við djórum. Hendingarnar í bókini taka ferð á seg, tá ið ein veiðimaður doyr undir løgnum umstøðum. Síðani doyr løgreglustjórin eisini, og illgruni er um dráp. Løgreglan er í villareiði, men Janina heldur seg síggja eitt mynstur í gátuni. Gestir í Lesikrókinum eru Ben Arabo, Gunvør Balle og Jústinus Eidesgaard.

  15. 23

    Lesikrókurin: Ukrainska dagbókin

    Júst sum ukrainar í 2013 halda, at teir taka stórt stig nærri Europeiska Samveldinum, noktar forsetin Viktor Janukovitj at skriva undir samstarvsavtaluna við ES. Fólk eru á gosi og fara út á gøturnar at mótmæla. Sum frálíður kemur tað til samanbrestir millum mótmælisfólk og myndugleikar, og tað endar við kollvelting. Miðdepilin fyri stríðið er Frælsistorgið í Kiev ? Maidan. 500 metrar haðani býr ein av mest virdu rithøvundum í Ukraina, Andrej Kurkov. Hann fylgir gongdini og skrivar hugleiðandi og viðmerkjandi dagbók. Stundum er Kurkov glaður og vónríkur um gongdina, aðrar tíðir er hann ørkymlaður og stúrin. Í Lesikrókinum hesa ferð verður "Ukrainska dagbókin" hjá Andrej Kurkov viðgjørd. Gestir eru Dánial Hoydal, Liljan Weihe og Páll Oddur Rubeksen.

  16. 22

    Lesikrókurin: Renna úlv

    Lívið hjá veiðimanninum og skógrøktarmanninum Ulf Norrstig broytist, samstundis sum hann hittir ein úlv í skóginum nærindis heimið. Hendan løtan saman við úlvinum fær stóra ávirkan á Ulf, sum fer at hugsa nærri um náttúruna, veiðina og lívið. Svenski rithøvundurin Kerstin Ekman hevur skrivað bókina "Renna úlv”. Jákup í Skemmuni hevur týtt til føroyskt, og Sprotin hevur givið út. Í Lesikrókinum hesa ferð viðgera Aref Tórson Olsen, Dorthe Pedersen og Jens Christian Carlsson bókina "Renna úlv."

  17. 21

    Lesikrókurin: 304 dagar

    Í Lesikrókinum hesa ferð verður skaldsøgan "304 dagar" hjá norska rithøvundanum Simon Stranger umrødd. Gestir eru Anna Debes Hentze, Dánjal av Rana og Marjun í Kálvalíð.

  18. 20

    Lesikrókurin: Bardagin um Troiuborg

    Í Lesikrókinum hesa ferð viðgera vit bókina Bardagin um Troiuborg hjá Theodor Kallifatides. Jákup í Skemmuni týddi úr svenskum, og Sprotin gav út. Gestir í Lesikrókinum eru Jóhanna Heðinsdóttir Wolles, Hans Jacob Kollslíð og Annika Sølvará.

  19. 19

    Lesikrókurin: Morgun og kvøld

    Marna Jacobsen, Theodor Olsen og Christina Jensen viðgera bókina “Morgun og kvøld” hjá Jon Fosse. Bókin er um byrjanina og endan á lívinum hjá útróðrarmanni á bygd í Noregi. Jon Fosse hevur skrivað bókina. Marna Jacobsen týddi til føroyskt, og Sprotin gav út.

  20. 18

    Lesikrókurin: Kóka bjørn

    Lesikrókinum hesa ferð verður bókin “Kóka Bjørn” viðgjørd. Hetta er øðrvísi krimisøga úr norðasta Svøríki, sum Mikael Niemi hevur skrivað. Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt. Sprotin gav út. Gestir eru Barbara á Tjaldrafløtti, Enna Garðshorn Mikkelsen og Tina Jakobsen.

  21. 17

    Lesikrókurin: Havbókin

    Gestir eru Hjálmar Hátún, havfrøðingur, Turið Sigurðardóttir, bókmentafrøðingur, Hanus Kjølbro, veðurmaður.

  22. 16

    Lesikrókurin: Fontamara

    Lesikrókinum hesa ferð verður skaldsøgan “Fontamara”, ið italski rithøvundurin Ignazio Silone skrivaði, viðgjørd. Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Sprotin gav út. Bókin snýr seg um, hvussu fátækafólk á bygd í Italia uppliva fasismuna í millumkrígstíðini. Bókin kannar og avdúkar, hvussu tey, ið hava vald og pengar, fara vit teimum, ið stríðast fyri at hava til dagin og vegin í lítlari fjallabygd. Gestir eru Kristianna Winther Poulsen, sum er lærari í fronskum og søgu á Glasi, og Gunvá við Keldu, sum er stjóri á grafiska virkinum Estra/Vasti.

  23. 15

    Lesikrókurin: Børn í heimsveldi

    Tá ið ST eftir seinna heimsbardaga sá dagsins ljós, kravdi altjóða samfelagið, at øll lond skuldu lata hjálondini frá sær og geva teimum sjálvstýri. Tað merkti, at Danmark skuldi hjálpa Grønlandi at fáa sjálvstýri. Men heldur enn at gera tað, fóru danskarar undir ætlan at innlima Grønland í danska ríkið. Hetta var gjørt við at fjala sannleikan fyri grønlendingum, við at lata ST villleiðandi upplýsingar um viðurskiftini og við at seta í verk nútímansgerð, sum skuldi gera grønlendingar meira danskar. Í Lesikrókinum hesa ferð viðgera vit virðisløntu bókina Børn í heimsveldi, sum Anne Kirstine Hermann skrivaði. Pauli Nielsen týddi til føroyskt. Sprotin gav út. Gestir eru Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, og Bárður Larsen, løgfrøðingur. Vertur er Eyðun Klakstein.

  24. 14

    Lesikrókurin: Blómudalurin

    Sjálvmorð er sum umfarsótt í Grønlandi. Øll kenna onkran, sum hevur tikið lívið av sær, og mong stúra fyri, at onkur av teirra nærmastu kann gera tað. Sjálvmorð er næstan vorðin ótolandi normalitetur, sum eingin tekur ábyrgd av. Tað, sum fólk hava vant seg við. Hagtølini hjá løgregluni í Grønlandi siga ræðandi søguna. Millum 40 og 50 fólk hava á hvørjum ári seinastu fimm árini gjørt sjálvmorð. Somu fimm árni vóru 475 sjálvmorðsroyndir og 5.142 hóttanir um at gera sjálvmorð. Bókin Blómudalurin, sum verður umrøddur í hesum partinum av Lesikrókinum, sigur søguna um at liva í øllum deyðanum, sum eingin tosar um.  Súsanna Skaale, Ann Hermansdóttir og Bergur Djurhuus eru gestir í Lesikrókinum hesa ferð, og Eyðun Klakstein er vertur.

  25. 13

    Lesikrókurin: Magellan

    Í Lesikrókinum hesa ferð verður bókin “Magellan” viðgjørd. Stefan Zweig skrivaði, Knút Olsen týddi til føroyskt, og Sprotin gav út. Tríggir gestir eru í Lesikrókinum. Andras Sólstein er søgufrøðingur og starvast sum savnsvørður á Norðoya Fornminnasavni. Randi Kúrberg er málfrøðingur og arbeiðir sum sjálvstøðug við rættlesti, týðing og skriving. Jógvan Horn er skipsførari og skipsverkfrøðingur, og hann er lærari á Vinnuháskúlanum.

  26. 12

    Lesikrókurin: Tollakur hjá Ingibjørg

    Hesa ferð verður bókin Tollakur hjá Ingibjørg umrødd. Norski rithøvundurin Tore Renberg skrivaði, Jákup í Skemmuni týddi til føroyskt mál, og Sprotin gav út. Bókin snýr seg um einkjumannin Tollak, sum býr í lítlum húsi í dali burtur frá búðplássunum. Hann er deyðiliga sjúkur og greiðir frá lívinum og ymiskum hendingum. Tollakur hevur boðsent báðum børnunum at koma heim, tí hann hevur nakað at siga teimum. Tollakur ber myrkt loyndarmál. Gestir í Lesikrókinum eru: Poul F. Guttesen, Bjørt Samuelsen og Páll Oddur Rubeksen.

  27. 11

    Lesikrókurin: Vatn er ein vátur logi

    Í dag verður bókin "Vatn er ein vátur logi" eftir Carl Jóhan Jensen umrødd. Gestir eru Malan Marnersdóttir og Pál Weihe

  28. 10

    Lesikrókurin: Fáður fær tráðin heilt slættan

    Bergljót av Skarði, Jóan Pauli Joensen og Óluva Klettskarð umrøða bókina

  29. 9

    Lesikrókurin: Heimurin, ið var

    Henda bókin er ikki bara undirgangssøga um Evropa, men ein skakandi vitnisburður um, hvussu djúpt vit kunnu søkka og hvussu ófatiliga skjótt tað kann ganga. Í beinari tíðarlinju sigur Stefan Zweig frá sínum barndómsárum í múgvandi jødiskari Wiener-ætt og fram til tað núið, tá ið bókin verður skrivað: Fyrsta árið av seinna heimsbardaga, sum varð seinasta árið í lívi hansara. Hann lítur aftur á ungdómin, lestrartíðina, ferðir í Evropa, fyrstu útgávurnar, fyrra heimsbardaga og tíðarbilið millum kríggini, sum er merkt av, at bókin er skrivað, eftir at nasistarnir hava bannað og brent verk hansara, og hann sjálvur er rikin úr sínum heimlandi. Meistaraverkið Heimurin, ið var hevur verið kallað longsta sjálvmorðsbræv í bókmentasøguni. Bókin varð til,  ímeðan Zweig flýddi undan nasismuni fjart frá sínum kæra Wien. Fyrst flýddi hann til Onglands, síðan til Brasil.  Í februar 1942 sendi hann handritið til forleggjara sín, og dagin eftir tók hann sítt egna lív saman við konu síni. Lívið sum flóttafólk hóvaði honum ikki  og hann toldi ikki at síggja hugsjónina um friðarliga og siðmentaða Evropa fara fyri bakka.    Men tó at sorgblídni seyrar ígjøgnum bókina, er hon ein fjálg kvøða til humanismuna, listina og tað opna Evropa, sum fyri hann var hæddin av allari mentan og siðmenning.     Hóast bókin byggir á hansara egnu lívssøgu og listarligu menning, er hon fyrst og fremst endurminningar hjá einum evropeara. Einum ungum menniskja, sum fyrst í 1900-talinum sýgur Evropa til sín, er hugtikin av list og bókmentum og øllum tí, ið stórir evropiskir býir høvdu á skránni, tá ið øll framvegis hildu, at tað kundi bara ganga framá, og at sterka mentanin fór at vera ein varandi verja ímóti allari mannminkan og niðran.

  30. 8

    Lesikrókurin: Corpus Delicti

    Til umrøðu er bókin "Corpus Delicti - eitt rættarmál", sum týska Juli Zeh skrivaði. Kropslig heilsa kemur fram um alt annað. Felagsskapurin fram um einstaklingin. Eftirlit fram um álit. Soleiðis er dystopiska samfelagið í bókini ?Corpus Delicti ? eitt rættarmál?, sum vit umrøða í Lesikrókinum hesa ferð. Juli Zeh hevur skrivað skaldsøguna, sum kom út á fyrsta sinni í 2009. Anja Tell týddi til føroyskt, og Sprotin gav út. Vertur er Eyðun Klakstein.

  31. 7

    Lesikrókurin: Hvør drap Bambi?

    Vit eru í einum glæsiligum forstaði til Helsinki; Villabýnum, tey kalla, og her búgva fólk, ið eru væl fyri. Í einum ljóðisoleraðum kjallararúmi dukar ein djúpur bassur, tað er veitsla, og har hendir ein grov hópneyðtøka. Fýra ungir mans, úr góðum heimum, siga tey, gera seg ógvusliga inn á eina javnaldrandi kvinnu, sum er fyrrverandi unnustan hjá eina unga manninum. Hettar er í høvuðsheitum hendingin í bókini; Hvør drap Bambi?, sum vit viðgerða í Lesikrókinum hesu ferð. Hvør drap bambi? Í Lesikrókinum hesa ferð tosa Ragnhild Ellingsgaard, lærari, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, rithøvundur, og Marita Dalsgaard, sjónleikari, um bókina ?Hvør drap bambi??, sum Monika Fagerholm skrivaði. Vertur er Eyðun Klakstein.

  32. 6

    Lesikrókurin: Menn í mínari støðu

    Í Lesikrókinum hesa ferð tosa Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, Oddfríður Marni Rasmussen, rithøvundur, og Marna Jacobsen, fráfarandi ritstjóri um bókina Menn í mínari støðu eftir Per Petterson. Vit tosa um sorg og kreppu, og um hvussu menn handfara sorg og kreppu í bókmentum á høgum støði. Vertur er Eilen Anthoniussen.

  33. 5

    Lesikrókurin: Bøn fyri Tjernobyl

    Munnborna søgan um eina kjarnorkuvanlukku Svetlana Alexievich hevur havt viðtal við mong hundrað fólk eftir vanlukkuna í Hvítarusslandi, tá ið kjarnorkureaktorurin í Tjernobyl sprongdist í 1986 – um ræðuleikarnar tá, hvussu menniskju brendust burtur av geislavirkni og óttan, øðina og óvissuna, tey framvegis liva við.  Sjónvarps-stuttrøðin Cherno­byl, sum vann ­tíggju ­Emmy Awards og tvær Golden Globe Awards, er fyri stóran part grund­að á tekstir í hesi bókini.  Vanlukkan tann 26. apríl 1986 er ringasta kjarnorkuvanlukka, sum nakrantíð er hend, og hon dálkaði tríggjar fjórðingar av Evropa.   Røddir úr Tjernobyl er fyrsta bók, sum sigur frá persónligu sorgarl­eikunum. Tey, ið ávirkað vórðu av niðurbræðingini, vóru øll frá vanligum borgarum til sløkkiliðsmenninar, sum vórðu sendir beint inn í hetta helvitið at basa geislingini. Tað eru teirra søgur, vit hoyra í hesari skakandi bókini. Bókin er sett saman av einrøðum hjá hesum menniskjum, sum skera inn á bein. Bókin vann heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir í 2015. Edvard S. Olsen, týðari, Jóhanna Lava Køtlum, lívfrøðingur, og Uni Holm Johannesen, samfelagsfrøðingur, tosa um bókina. Eyðun Klakstein leggur til rættis.

  34. 4

    Lesikrókurin: Ein annar er gull

    Bergljót av Skarði, Jóan Pauli Joensen og Súsanna Tórgarð skifta orð um skaldsøguna og tosa m.a. um Sanatoriið, forelskilsi, føroyskar kvinnur, sum fóru av landinum at arbeiða, og um flættuna sum súmbol upp á kynsligan aktivitet.

  35. 3

    Lesikrókurin: Gentan í Verðini

    Í hesum poddvarpinum hittast Ria Tórgarð, Djóni Nolsøe og Helena Kannuberg fyri at tosa um nýggju skaldsøguna Gentan í verðini eftir Katrina Ottarsdóttir. Tosað verður um børn, sum hava tað trupult, trýkantsdrama, humor og mangt annað, sum kemur burturúr, tá 11 ára gamla gentan fortelur í bókini. Vertur er Eilen Anthoniussen. Lesikrókurin er samstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.

  36. 2

    Lesikrókurin: Móðurmjólk

    Móðurmjólk er skaldsøga eftir lettisku Noru Ikstena, sum lýsir trupul móðir-dóttir viðurskifti millum tvær kvinnur og tvey lond. Nora Ikstena er virðisløntur høvundur, og føroyska týðingin er hin 26. Gestir í sendingini hesaferð eru Annika Hoydal, ljósmóðir, Rógvi Olavsson, stjórnmálafrøðingur, og Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, og tosað verður um trauma, lívsneista og sjálvandi týdningin av móðurmjólk. Vertur er Eilen Anthoniussen.

  37. 1

    Lesikrókurin: Leksikon um ljós og myrkur

    "Hvat passar, og hvat passar ikki? Hvar gongur markið?", "Kanska er hann ofrið, sum bara verður bøðil?" "Kanska er hann eitt offur sjálvur?" verður spurt í kjakinum um skaldsøguna Leksikon um ljós og myrkur, sum er nýggj klubbabók í Bókaklubba Sprotans. Millum mangt annað tosa vit um tað serliga jødiska hugtakið um, at menniskjað doyr tvær ferðir. Marna Jacobsen, Eyðun Klakstein og Uni Holm Johannesen umrøða saman við vertinum Eilen Anthoniussen Leksikon um ljós og myrkur í okkara fyrsta Lesikróki. Lesikrókurin er samstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið. Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

Frequently Asked Questions

How many episodes does Lesikrókurin have?

Lesikrókurin currently has 37 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Lesikrókurin about?

Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið. Leikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.

How often does Lesikrókurin release new episodes?

Lesikrókurin has 37 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Lesikrókurin?

You can listen to Lesikrókurin on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Lesikrókurin?

Lesikrókurin is created and hosted by Kringvarp Føroya.
URL copied to clipboard!