PODCAST · news
Súrligar nætur
by Kringvarp Føroya
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur. Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis
-
30
Súrligar nætur: Vit eru farin í kirkju
Í dag eru vit í Klaksvík, tí vit hava hoyrt, at tey hava eina flotta kirkju og eitt "foytt" orkestur. Tískil sita vit í Christianskirkjuni i dag. Vit práta við Marjuna Lómaklett, prestur, um trúgv, starvið og ung. Síðani práta vit við Adrenaline, ið skulu spæla á ársins Summar Festivali. Og so er hetta okkara seinasti partur - á hesum sinni.
-
29
Súrligar nætur: Vit sakna at vera 16 ár
David vil ikki blíva vaksin, tískil er hann farin at práta við Siri Súsonnudóttir Hansen um Neverland siglitúrin. Í meðan David rokast og droymir søtt, eru Bárður og Rannvør eftir í útvarpsstovuni, har tey m.a. prátað um, at tey sakna at vera 16 ár. Saknurin verður dyrkaður við einum spæli.
-
28
Súrligar nætur: Dreymar og dypping
Kennist tú við at droyma um nakað sera óveruligt ella óhugnaligt? Og kennist tú við at droyma um nakað ávíst, sum á ein løgnan hátt hevur samband við tín gerandisdag? Vit hava prøvað tað, og í dag práta vit við Miu H. Smith, ið hevur poddvarprøðina Dreymasavnið. Í røðini prátar hon við gestir um teirra dreymar, har tey royna at tulka teir saman. Mia hjálpir okkum við at finna høvd og hala í dag. Og so er okkara dyppari, Svend, farin at dyppa.
-
27
Súrligar nætur: Vit avdúka ársins summarhitt
Enduliga kom dagurin, sum vit hava bíðað eftir og droymt um í fimm vikur. Í dag finna vit ársins summarhitt! Vinnarin vinnur nakað heilt serligt, sum fleiri heilt sikkurt høvdu viljað vunnið. Men áðrenn ársins summarhitt verður avdúkað, kemur ein nýggjur bólkur á gátt, ið hevur havt ferð á. Bólkurin eitur 21knm og syngja m.a. B.Í.L og Effo date. Jens Eli Olafson, Hans Oluf Johannesen og Petur Fjallsbak práta um bólkin í dag. So setið tykkum til rættis, tí í dag er fartur á! Svend Danielsen tekur yvir hjá David meðan hann slikkar sól.
-
26
Súrligar nætur: Tað er dýrt at vera lesandi
Í dag er sendingin merkt av, at fleiri hava fingið boð um tey eru sloppin inn á universitetið. Vit byrja sendingini við at hoyra frá David, ið er farin til Mallorka at sóla sær. Síðani kemur Bjørk Sæunnardóttir Miné at práta við okkum um Pisudagar. Hon prátar um tiltakið og hevur fimm góð ráð til tín ið er lesandi. Magnus Kárason Durhuus, formaður fyri MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta), prátar um hvat MFS er og á hvønn hátt tey hjálpa lesandi. Eisini kemur hann inn á, hví tað er gott fyri lesandi at savnast við onnur lesandi. Men tað eru ikki øll sum fara niður at lesa, tí tað eru eisini nøkur ið velja at vera heima í Føroyum. Fróði Bjarnason hevur lisið í Føroyum, og er í dag útlærdur. Vit práta við hann um at lesa í Føroyum, hvat hann hevur lisið og um samanhaldið í her heima. Eisini verður eitt boð upp á ársins summarhitt funnið.
-
25
Súrligar nætur: Ólavsøka og DJ-battle
Tykkara vertir eru moyr í dag aftaná at hava hátíðarhildið ólavsøkuna. Bárður, David og Rannvør taka saman um ólavsøkuna og práta millum annað um føroysk klæðir og midnáttarsangin. David er dómari, tá ið Rannvør og Bárður kappast í einum DJ battle, har tey skulu finna boð upp á tey bestu løgini til tríggjar støður, sum David hevur funnið upp á. Eitt nýtt boð upp á ársins summarhitt verður sjálvandi eisini funnið.
-
24
Súrligar nætur: Bóndin skerur okkum kjøt
Vit eru farin at vitja Bøndur í fiskahúsinum í Kaldbak. Vit fáa borðreitt við góðum mati frá nærumhvørvinum og práta við Hans Petur Bærentsen Nolsøe, ið er ein av fyriskiparunum í Bøndur. Hans Petur greiðir frá um hvussu fyritøkan var stovna og hvat teir bjóða tá gestir koma á vitjan. Prátað verður eisini við Morten Friis, sum er dani, um hvussu hann upplivir Føroyar og okkum føroyingar. Morten hugleiður um hvat honum dámar best í Føroyum, og um munirnar millum danir og føroyingar. Vit hoyra eisini frá okkara góða reportara Svend Danielsen sum prátar við nøkur av teimum sum rokast við at fyrireika Tórsfest.
-
23
Súrligar nætur: Ólavsøkurøðan má gjarna vera lívlig
Í gjár vóru vit enn merkt av G! Festivalinum, men í dag eru vit aftur. Á ólavsøku er nógv at fara til, og fleiri av okkum hava ymiskar siðvenjur. Ein siðvenja hjá fleiri er hyggja eftir ólavsøkuframsýningini, sum er á Listasavninum. Í ár eitur framsýningin (SPRUTT), og tað er listakvinnan Alda Mohr Eyðunardóttir sum hevur lagt hana til rættis. Vit práta við Aldu í sendingini, har hon m.a. greiðir frá heitinum og evninum í ár. Ein onnur siðvenja, sum fær fleiri at lurta og fylgja við, er løgmansrøðan á ólavsøku, tá ið tingið verður sett. Við okkum eru tvey, ið lesa røðulist í Keypmannahavn. Tey eita Sadie Niclasen og Birgir Ferjá Heldarskarð. Í sendingini gera tey gitingar um, hvat løgmaður fer at siga í røðuni, og greiða eisini frá, hvat ein góð røða er.
-
22
Súrligar nætur: Vit eru blivin gomul
Vit eru komin aftur til Havnar, men vit eru ikki á toppinum. Summi siga, at mann við aldrinum verður verri fyri, tá ið mann hevur verið á festival, og vit mugu staðfesta, at tað uppliva vit. Prátið fevnir um G!, har eitt hjartasuff frá okkum kemur. Vit halda ikki, at føroyingar duga nóg væl at lurta eftir tónleiki. Eitt sum hoyrir til tónleik er at dansa. Í Norðurlandahúsinum verður eitt listarligt tiltak, sum DansiEksperimentið skipar fyri. Andrea Joensen vitjar okkum og prátar um tiltakið.
-
21
Súrligar nætur: Vit eru á G!
Vit eru í Syðrugøta, tí G! byrjar í dag. Nógv fólk eru á sandinum, sólin skínur og lagið er gott. Fleiri koma at vitja okkum, ið bæði skulu spæla, eru festivalgestir, spæla bingo og skipa fyri.
-
20
Súrligar nætur: David ger mat meðan hini spæla sjónleik
David má luftast,tískil er hann farin ein túr til Jákup Sumberg at gera mat og práta um matmentan. Bárður og Rannvør eru eftir í útvarpstovuni, har tey hava fingið vitlíkið at gera ein útvarpsleik. Tey hava eina niðurstøðu, sum onkur møguliga kann taka til sín. Dagsins boð upp á ársins summarhitt verður eisini funnið.
-
19
Súrligar nætur: Tað er umráðandi at brúka fyribyrging
Okkara "check-listi" er klárur, tískil eru vit klár at fara á festival. Saman við tykkum hava vit funnið útav, hvat er umráðandi at hava við, og á listanum stendur m.a. oyraproppar, hondspritt og fyribyrging. Hví tað er umráðandi at hava fyribyrging við og brúka tað, fer Bjørt Lind, ið umboðar felagsskapin Kyn, at práta um. Hon greiðir frá hvørjar kynsjúkur eru í umferð í Føroyum, og hví ein skal ansa eftir sær. Nakað annað, sum stendur á "check-listanum" hjá fleiri er rúsdrekka. Pál Weihe, lækni, greiðir frá, hvussu rúsdrekka ávirkar okkum. Eisini finna vit eitt nýtt boð upp á ársins summarhitt.
-
18
Súrligar nætur: Øl og taxa
Tað er hósdagur, tískil eru vit farin ein biltur, men hesa ferð er hann ikki so langur. Vit eru farin í OY at tosa við bryggjaran Alessandro Ersettigh, ið er bryggjari har. Hann veit sera nógv um øl, sum eisini hoyrist aftur, tá ið vit skulu smakka tríggjar øðrvísi øl, har ein m.a. er svørt. Okkara Svend er farin biltur við Hera Jacobsen, har prátið verður eitt sindur øðrvísi enn tað, vit eru von við at hoyra.
-
17
Súrligar nætur: Eingin fekk eitt tíggjutal
Í dag royna vit at blíva eitt sindur lekkrari, tískil er Rannvør farin til frisør meðan David og Bárður fáa klædnaráð. Rannvør situr í stólinum í næstan seks tímar, sum summi fólk halda vera rættuliga leingi, men hví tað tekur so langa tíð, greiðir Hanna Stenberg á Brúgv frá, sum starvast sum hárfríðkari í Hárbúðini. Í sendingini gevur hon hárráð og metir um hárrákini á netinum. Høgni Heri Mohr, ið starvast í Bob & Marilyn's suitcase og er klædnaástøðingur, vitjar Studio 4, har hann m.a. vegleiðir, hvussu Bárður og David skulu lata seg í. Eitt boð upp á ársins summarhitt verður eisini funnið.
-
16
Súrligar nætur: Vakurleika- og kropsidealir hjá monnum
Í dagsins sending hoyra vit Pætur Weihe Simonsen, ið er persónligur venjari, greiða frá vakurleika- og kropsidealum hjá monnum. Tað verður millum annað prátað um "steroidir", hár "transplantsión" og um har er ein ideelur maður? Svend hevur verið og dyppað við Silvurdrongi, ið greiðir frá, um lív sítt og sína list. Vit finna eisini aftur eitt boð uppá ársins summarhitt.
-
15
Súrligar nætur: Vit eru farin út á bygd
Vit eru sloppin til Ljósá at vitja 24 ára gamla festibóndan Flóvin Kruse í Kollsbyrgi, og senda frá fjósinum hjá honum í Gimbrinum. Vit práta við Flóvin, um hvussu tað ber til at hann hevur valt bóndalívið og fáa innlit í hansara gerandisdag. Tað sæst, at David og Rannvør eru á útivølli. Okkara reportari Svend Danielsen er eisini farin at vitja Lív Brúsá frá Liv Lívið í teirra rúsfríðu barr - HollyWood. Lív blandar Svend ein "mocktail" og greiður honum frá um felagskapin. Eisini tosa vit um føroysk nøvn, og finna enn eitt uppskot til ársins summarhitt.
-
14
Súrligar nætur: Vit skriva eitt nýtt summarhitt
Bárður er farin oman til Heina Ronnason á Heygum at skriva eitt nýtt summarhitt. Gongdin er pressa, men teir gjørdu eitt nýtt summarlag, sum vit spæla í sendingini. David og Rannvør royna eisini at vera skapandi, hóast tey ikki duga eins so væl sum teir at skriva. Tey bæði skriva eina yrking hvør, ið fær tann eina vertin at rodna.
-
13
Súrligar nætur: Ferðavinnan í Føroyum og summardypp
Vit eru komin heim at gera oyraguff og rokast í útvarpinum, tí í summar verður poddvarpið ein summarsending í útvarpinum. Í dagsins sending práta vit um ferðavinnuna í Føroyum, ið mong finnast at, tí ferðafólkini fylla nógv. Randi Meitil, ið er ferðaleiðari, sær øðrvísi upp á støðuna enn flest onnur, tí hon heldur, at ferðafólkini styrkja um móðurlandskærleikan. Svend Danielsen verður okkara reportari, og var á Glyvrum har hann dyppaði við Meinhardi Olsen, sum saman við tveimum vinmonnum hevur gjørt Saunadypp, Í summar fara vit at finna ársins útvarpshitt, og hetta seta vit hol á í sendingini í dag.
-
12
Súrligar nætur: Nicki Minaj hevur fornermað ein av vertunum
Trúgv tí ella ei, men Nicki Minaj hevur fornermað tann eina vertin. Hon dugir at "twerka", dugir at syngja skjótt, men hon dugir ikki klokkuna. Í sendingini verður greitt frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið hon spældi í Royal Arenu herfyri, sum hevur skapt nógva umtalu niðri, tá ið hon m.a. kom tríggjar tímar ov seint á pallin. Á Facebook eru fleiri bólkar, sum mann ikki hevði væntað vóru til. Tískil hevur David gjørt eitt spæl, har Bárður og Rannvør skulu gita, um ein bólkur er ein Facebookbólkur ella ikki. Vit práta eisini um eitt evni ið skapar røringsangist, tá ið tosað verður um tað.
-
11
Súrligar nætur: Ein túr í Scientology og bei Skarv
Í dagsins parti tosa vit um kvøldið, tá ið Skarv lat aftur. Nógv glað fólk samlaðust, og í millum tey var dagsins gestur. Hann er ein fittur 'crossfittari', etur ofta úti og hevur langt hár. Dagsins gestur er Rólant Waag Dam, journalistur fyri Frihedsbrevet. Sjálvt um Skarv hevur fylt nógv í seinastuni, so fer sendingin ikki bert at snúgva seg um tað. Prátað verður eisini um, tá ið Rólant búði niðri og valdi Oyrasundsskúlaheimið frá. Hetta kennir David til. Nógv av okkum kenna Amatøroyar, sum brádliga vaknaðu aftur. Vit práta um teir, og um tað, sum teir siga um Frihedsbrevet, tí er tað sjálvfeitt at siga, at mann er sjálvfeitur? Og eftirsum vit gleðast um, at teir hava gjørt ein nýggjan part, so spæla vit eitt spæl av "Hetta skal steðgast", sum er ein setningur, ið teir ofta siga. Eisini hevur Rannvør verið í Scientology, men væntaði ikki, at tað var so, sum hon upplivdi tað.
-
10
Súrligar nætur: Ein vertur við boyla
Í dagsins parti minnast vit aftur á gamlar dagar, ikki bara tí, at ein vertur hevur fingið boyla, men tí, at vit spæla "Kiss, Marry, Kill", sum gjørdi nógv um seg, tá ið vit vóru tannáringar. Av tí, at ein vertur, sum 23 ára gamal, hevur fingið boyla, so seta vit spurnartekin við, um hann hevði gjørt tað, um hann var single, tí kunnu tey í parløgum meir enn hini? Vit mugu sjálvandi eisini tosa um tað villasta nakrantíð: Justin Bieber hevur (kanska) verið í Føroyum. Hetta hevur fingið føroyafólk at kóka, tí tey vilja bjóða honum Twix, um hann kemur aftur. Okkara føroyski Justin Bieber, Karl Weihe, hevur útgivið eitt nýtt lag, sum vit fara at lurta eftir í sendingini.
-
9
Súrligar nætur: Húkurin er okkara Notre Dame
Herfyri gjørdi Rannvør eina samrøðu við Scientology, sum mundi enda galið. Hon greiðir í dagsins sending frá, hví hon var har, og hvat hendi. Í sendingini verður eisini kjakast um, hvør ger hvat í sendingini, tí har er onkur, sum hevur færri hattar. Og býr mann í Keypmannahavn, so hevur mann møguliga lagt merki til, at tað hevur luktað eitt sindur brent. Hetta kemur av, at eldur var í Børsen, sum hevur fingið nógv at hugsa um, hvønn týdning hesin bygningurin hevur havt fyri Danmark og danir. Summi siga, at hetta er teirra Notre Dame. Tískil royna tey trý at finna okkara Notre Dame í Føroyum.
-
8
Súrligar nætur: Ein sorgardagur
25. mars fingu vit tey sorgarboð, at tað heitasta, besta og kærasta staðið í Danmark letur aftur. Hetta er sera syrgiligt, og setur okkum lesandi í eina samleikakreppu. Tí hvar skulu vit nú fara, tá ið Skarv fer í søguna? Ein annar, sum kanska fer í somu kreppu, er Eyðun Nolsøe. Hann hevur slitið sínar dansiskógvar, upplivað hjartasorg og sungið "til den lyse morgen" har. Vit práta við hann um hetta í sendingini. Hóast vit skipa fyri jarðarferð og eru syrgin, so hava vit eina loysn upp á hetta. Vit práta eisini um, at festivalar duga væl at endurnýta í sendingini.
-
7
Súrligar nætur: Vit drekka ov illa
Í dagsins parti siga tey trý skál og gera eina rúsdrekkakanning. Tað sigst, at Rannvør dámar ov væl at smakka sær á, tískil má hetta kannast. Bárður og David umboða teirra kyn í dag, sum á Tik Tok hevur gjørt ein lista um nær ein kvinna hevur nógv virði. Rannvør er ikki sera nøgd við hetta, tí hon heldur, at listin er sera barnsligur - tað halda teir eisini. Síðani fevnir prátið um kend fólk sum gera býttar gerðir, tí kann ein skilja tær býttu gerðirnar frá viðkomandi? Hendan spurningin seta tey sær.
-
6
Súrligar nætur: Karl Weihe elskar stórar rumpur
Bárður, David og Rannvør eru, eins og reality-stjørnan Karl Weihe, tjekkað inn á Paradise Hotel Norge. Í partinum tosa tey um hann, og hvussu hann hevur klárað seg higartil. Tey meta eisini um, um hann kann loyva sær at kalla seg tónleikara, model og stjørnu í Danmark. David, sum tann upplýsandi persónurin hann er, hevur tikið nakrar hendingar við í sendingina, sum hann vil lufta við hinum báðum. Og nógv hendir í Føroyum, bæði FMA og ein íspunnin søga um Johan Dahl, sum møguliga gevur honum heitið “Daddy Dahl”.
-
5
Súrligar nætur: Hvør er reyvarholið?
Á Tik Tok kjakast fólk í løtuni um, hvør er reyvarholið í ymiskum støðum. Tráðurin eitur "Am I The Asshole", og hetta hava tey trý tikið til sín. Tey gera eina roynd við at finna reyvarhol í hesum partinum. Bárður, David og Rannvør tosa eisini um ein blóðtøpp, sum møguliga er komin av P-pillum. Nakað sum er serstakt við hesum er, at hesin blóðtøppurin hevur eitt ævintýrakent navn. Fyri at vera eitt sindur seriøs, so meta tey eisini um, um vit eru blivin býttari í Føroyum, tí PISA kanningin vísur nemliga, at tað eru vit, men hvat siga tey trý?
-
4
Súrligar nætur: Fordómar og "morgunralskar"
Tey trý, Bárður, David og Rannvør, sita í, sum tey nevna tað, loysingarstaðnum í Danmark, sum er Drivhuset, ið liggur í Oyrasundsskúlaheiminum. Prátið fevnir víða, tí tey práta um fordómar, sum tey og aðrir føroyingar hava upplivað í Danmark, tey víðka um føroyska málið, har trý nýggj orð verða uppfunnin, sum tildømis "morgunralskar". Síðani avdúka tey, hvør av teimum tapti avbjóðingina og tískil hevur brúkt pengar í hópatalið. Sendingina gera Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør Fríða Eyðunsdóttir.
-
3
Súrligar nætur: Ótrúskapur, monarki og einsemi
Eiga vit at siga Fríðrikur ella Frederik, tá ið vit tosa um okkara nýggja kong? Tað er eitt av evnunum í hesum parti. Aftaná nakrar vikur eru vit øll í sama landi aftur, tískil skála vit og smoyggja ermarnar upp, tí nú skulu nøkur evnir vendast. Parturin í dag snýr seg um monarki, ótrúskap, einsemi og so verður tann fyrsta avbjóðingin, í millum tey trý, skotin í gongd.
-
2
Súrligar nætur: Janus Wiberg veit hvat er 'in'
Tey trý tosa um fyrimunirnar við at búgva í Danmark og sleppa undan at bíleggja vørur til Føroya. Rannvør gremur seg um, at hon framvegis leitar eftir føstum bústaði í Keypmannahavn; hon verður skjótt heimleys. G! Festivalurin kunngjørdi herfyri eitt av høvuðsnøvnunum. Meðan Rannvør og David eru bergtikin, stendur Bárður spyrjandi. Hann kennir ikki bólkin. FM1 prátaði herfyri við sangaran Janus Wiberg. Har kom nógv stuttligt burturúr teirri samrøðuni. sum verður spæld og umrødd. Og so avdúka tey trý, hvørji nøvn eru á árliga topp 3 listanum, sum Spotify plagar at kunngera.
-
1
Súrligar Nætur: #Textmewhenyougethome
Evnini hesaferð eru #textmewhenyougethome, brostekn, politikarir, sum sleppa við í jólaveitslu, og hvat tey halda er dragandi og ikki. Sendingina gera Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør Eyðunsdóttir.
We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Súrligar nætur er útvarpssending, har trý ung tosa um tað, sum rørir seg í Føroyum og Danmark. Tey viðgera evni, sum ung tosa um sínámillum, viðgera ymiskt, tey hava sæð á netinum, og so halda tey seg ikki aftur við at prika til hvønn annan og onnur. Bárður Petersen, David Thomassen og Rannvør F. Eyðunsdóttir leggja til rættis
HOSTED BY
Kringvarp Føroya
CATEGORIES
Loading similar podcasts...