PODCAST · news
Vikan
by Kringvarp Føroya
Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.Vertur er Ingi Rasmussen.
-
50
Vikan 16. mai 2026
Vikugesturin er Rúna Nón Bjartalíð úr Klaksvík, sum bleiv púra ovfarin av móttøkuni, hon fekk, tá ið hon skrivaði eina dagføring, sum rakti fólk beint í hjartað. Djarvastu viðmerkingina hevur Høgni Djurhuus, sum leggur vikuna á skák. Í Dagføroyingum viðgera vit summarið og ferðavinnuna. Hvussu fer summarið at síggja út? Er árið í ár serligt? Hvar fert tú at halda summarfrí? Fert tú at ferðast uttanlands? Hví ella hví ikki, spyrja vit millum annað. Og koma eins nógv ferðafólk til Føroya í ár, sum undanfarin ár? Hoyr alla sendingina her
-
49
Vikan 9. mai 2026
Vikugesturin var Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum fekk 971 atkvøður á løgtingsvalinum og er yngsta fólkið, sum er valt inn á ting. Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Armgarð Arge, sum legði vikuna á skák. Í Dagføroyingum, sum er í seinna tímanum, viðgera vit vitlíki. Hvat ER vitlíki, hvussu kunnu vit brúka tað, hvussu kann tað tæna okkum og samfelagnum, og ERU avbjóðingar ella vandar? Í útvarpsstovuni eru: - Ólavur Ellefsen, teldufrøðingur, íverkseti, stjóri í fyritøkuni Usable. Ólavur var í verkætlanarbólkinum, sum gjørdi forkanningina um vitlíki. - Rannvá Mortansdóttir, sum undirvísir í enskum, føroyskum og miðlakunnleika á Glasi. - Barbara Scalvini, PhD og hevur lisið teldufrøði og lívfrøði. Barbara arbeiðir á Setrinum og er í holt við eina verkætlan um skynsama nýtslu av vitlíki. - Katla Heðinsdóttir, PhD í heimsspeki. Hoyr alla sendingina her
We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Vikan tekur pulsin á vikuni, sum fer. Sendingin setir aktuellar søgur, hendingar og rák í eitt annað ljós. Við kjaki, samrøðum og satiru geva vit føroyingum eina løtu til umhugsni við einum skeivum smíli.Vertur er Ingi Rasmussen.
HOSTED BY
Kringvarp Føroya
CATEGORIES
Loading similar podcasts...