FM204

PODCAST · news

FM204

Savnssending FM 204 er seinnapartsendingin í KvF útvarpinum summarið 2011, millum klokkan tvey og fýra - harav navnið FM 204. Talan er um eina lætta og summarsliga sending við nógvum góðum tónleiki, spurnarkapping, og gestum, sum práta um ferðing, lívsroyndir, frítiðarvirksemi, mat, lívsstíl, og onnur viðkomandi evni. Afturat hesum fara vit at viðgera ymiskt av søguligum slag. Men vit flyta okkum eisini. Hvønn fríggjadag verður sent frá bygdastevnum og tónleikafestivalum. Onnur ferðamál eru eisini á skránni, umframt Oyggjaleikir. FM 204 verður mannað við skiftandi vertum og rapportarum. Fyrstu tíðina taka Elin í Stórustovu, Vár Berghamar Jacobsen, Gunnar Nolsøe, og Jákup Magnussen sær av sendingini. Jákup er eisini redaktørur.

  1. 50

    Harpa setur Ísland á arkitektoniska heimskortið!

    Í dýrdarveðri og við tónleiki og tiltøkum bæði innandura og uttandura, var nýggja mentanar- og tónleikahúsið Harpa í Reykjavík alment tikin í nýtslu leygardagin 20. august. Harpa telur 4 konserthallir, ráðstevnuhølir, framsýningarmøguleikar, matstovur, eins og serhandlar við tónleiki og designi. Harumframt eru venjingar-, backstage- og starvsfólkaumstøðurnar í serflokki. Tað er føroyski arkitekturin Ósbjørn Jacobsen, ið vegna teknistovuna Henning Larsen Architects, hevur staðið á odda fyri byggingini. Vit hava gjørt hesa reportagu frá degnum!

  2. 49

    Kynsligur ágangur millum børn

    Altjóða kanningar vísa, at av øllum kynsligum ágangi móti børnum, ið onnur fáa kunnleika um, verður ein triðingur framdur av øðrum børnum og ungum. Barnabati setir fokus á kynsligan ágang, ið børn og ung fremja móti øðrum børnum, og skipar fyri skeiði. Skeiðið er ætlað øllum, ið arbeiða við børnum og ungum og gjørt til at hesi starvsfólk fáa nýggjastu vitanina og neyðugu amboðini, soleiðis at tey kunnu fyribyrgja kynsligum ágangi frá øðrum børnum. Samskiparin hjá Barnabata, Alis Simonsen, sigur, at ongar kanningar eru gjørdar í Føroyum. Men tey í Barnabata rokna við, at støðan lutfalsliga er tann sama her sum í okkara grannalondum. FM 204 tosaði við Alis Simonsen seinnapartin í dag.

  3. 48

    Kristian vann FM í Spurnarkapping

    FM í Spurnarkapping var ein cupkapping, við fjórðingsfinalum, hálvfinalum, og finalu. Luttakararnir dystaðust umvegis telefon. Í finaluni vóru sjey umfør við blandaðum evnum, allar kappingarnar frammanundan høvdu fimm umfør.

  4. 47

    Italsk matgerð og livandi tónleikur í FM 204

    Suonabanda úr Riolunato spælir ymsastaðni í Føroyum hesar dagar. Í kvøld er Norðurlandahúsið á skránni, men áðrenn tað gekk leiðin inn í Kringvarpshúsið, har spælimenninir úr Norðuritalia spældu live. Uppi í køkinum sat italski føroyavinurin Gianfranco Contri til borðs og át matin, sum italska matstovan Toscana borðreiddi við. Vertirnir fingu eisini ein smakk.

  5. 46

    Italskur seinnapartur í FM 204

    Í samband við fótbóltslandsdystin millum Føroyar og Italia, varð skipað fyri italskum seinnaparti í FM 204. Lurtararnir kundu vinna atgongumerki til dystin, umframt landsliðstroyggjur. Og uppi í køkinum var rokan í fjøruni. Í seinna parti av tí, ið verður lagt út her á heimasíðuna, hoyra vit eisini eitt italskt orkestur spæla live.

  6. 45

    Hummari í klokku og skerpikjøt í reagensglasi

    Bæði malargrót og grann verða nýtt í tilgerðini av hummaranum, ið verður hitaður í einari klokku, bólti, og afturvið eru skorpur við frískostakremi, pyntað við krøkju. Lættroyktur hummari er best umtókti verðurin í ár, sigur Leif Sørensen. Í samrøðuni greiðir Leif eisini frá sónvarpsætlanini, ið skal lýsa møguleikarnar í norðurlendskum mati. Játtan er fingin til vega.

  7. 44

    Best um bæði kvinnur og menn vórðu koppsett

    Virusið kann tó eisini staðfestast í tarmunum. Hetta er eitt prát við kvinnulæknan Katrin Kallsberg, um HPV virus og áhugan hjá føroyskum kvinnum at lata seg koppseta. Læknin sigur, at vitanin broytist alsamt. Tað hevur verið hildið, at bara ungar gentur eiga at lata seg koppseta fyri HPV, men hesum er ein farin burtur frá nú. Kallsberg sigur, at eisini drongir og menn eiga at fáa tilboðið. Hetta vísir gransking. Ilt er at siga, nær HPV virusið brýtur út - um tað brýtur út. Til dømis kann ein verða fongdur á ungum aldri, men ein møgulig kyknubroyting kann tíðum ikki staðfestast fyrr enn nógv ár seinni. Kostnaðurin er 3.600 krónur fyri tríggjar koppsetingar, ið verðu givnar í einum tíðarbili á eitt hálvt ár.

  8. 43

    Gud skapti sex sum nakað gott

    Jústinus Eidesgaard sigur nógv áhugavert og hugvekjandi í samrøðuni. Til dømis tosar hann um javnvág í menniskjanum og at vit øll hava eina mannliga og eina kvinnuliga síðu. Jústinus heldur, at um ein hevur stóra trongd at vera saman við kvinnu, við tí endamáli at vera lukkuligur, merkir tað ójavnvág: -Men fyri tað havi eg hug at liva saman við konuni. Mín eydna má bara ikki vera avhengig av einum øðrum menniiskja, tá er tað ikki verdugt, sigur Jústinus Eidesgaard.. Hoyr aðrar rúmligar áskoðanir Jústinus her.

  9. 42

    Sannur kærleiki er leysur frá egoismuni

    Jogalærarin Hildur Eyðunsdóttir er í Heita Stólinum í FM 204. Hildur er væl kend sum býráðspolitikari í Havn, men í dag fyllir joga sera nógv í hennara lívi. Í dagsins sending svarar hon nøkrum persónligum spurningum. Hon sigur, at endamálið við joga er at samaneina sinn, kropp, og sál. Egoið forðar fyri, at ein kemur í samband við sál sína. So, tað er ein spurningur um javnvág og fokus.

  10. 41

    Føroyameistari við grillvanum

    Jákup Suni Berg starvast sum vegleiðari í venjingarhøli. Har undirvísir hann í likamsrørslu og sunnum vanum, men tað eigur ikki at vera blandað saman við hansara egnu lívsførslu og vanum. Jákup Suni sigur, at tí at hann er vektlyftari, eru aðrar treytir galdandi fyri hann - um hann skal hava ein kjans í kappingini um at vera Føroya sterkasti maður. Tá skulu nógvar kaloriur niðurum. Elin í Stórustovu vitjaði Jákup Suna Berg á arbeiðsplássinum og fór síðani við honum oman í pylsuvognin á eystaru bryggju. Lurti her.

  11. 40

    Tað er ok ikki at vera ok

    Samkoman Lívdin hátiðarheldur 10 ára dagin um vikuskiftið. Og tað er í tí sambandi, at vit hava hitt Jógvan til eitt prát. ?Tað er ok, ikki at vera ok? sigur Jógvan, sum sipar til, at ongin er fullkomin, sjálvt ikki ein samkomuleiðari. Hoyr samrøðuna við Jógvan Zachariassen her.

  12. 39

    33 ár og totalt invalideraður av alkoholismu

    Justinus skrivaði soleiðis á Facebook: Nú hugsar onkur ?hasin helligi fanin.? Og tað eru í morgin 20 ár síðan eg tók mín seinasta snaps og nakrar aðrar, sum ikki vildu liggja og varð koyrdur ristandi og sveittandi vestur um Velbastaðháls, 33 ára gamal og totalt invalideraður av alkoholismu. Undrið er, at tað hevur ikki verið neyðugt at rúsa meg síðani. Og hetta er for stórt til at haldast privat. Vit hittu Jústinus til eitt prát um alkoholismu og tað at leggja av at drekka.

  13. 38

    Føroyingar hava flutt seg nógv

    Heimasandskvinnan Durita Holm býr í Suðurspania. Samrøðan er býtt í tríggjar partar. Eitt er prátið um føroyingar, annað er um støðuna í Spania, har fíggjarkreppan er ógvisligari enn her. Og vit tosa eisini við Duritu Holm um menniskjuna sum heild. Hon er útbúgvin mannfrøðingur og heldur, at í hvørjum okkara býr bæði gott og ilt. Í samrøðuni verða tvey poppløg nýtt. Durita Holm fer aftur til Spania leygardagin, hon hevur verið í Føroyum síðan á ólavsøku.

  14. 37

    Ein Njál Djurhuus í hvønn bý

    Ann Askham sigur, at vit ikki kunnu leita eftir kærleikanum. Hann er í okkum, eins og alt annað guddómskent kemur innanifrá. Hon heldur, at vit leggja ótta í børn okkara, tá vit siga frá himmali og helviti. Ístaðin áttu vit at givið teimum kærleika og virðing. Ann Askham sær ikki synd sum nakað skaðiligt og neiligt.

  15. 36

    Rotta og ketta kunnu oyða ein fuglastovn

    Rotta kom til Føroya fyri umleið 250 árum síðani, og í dag eru 11 av 18 oyggjum rottufríar. Tað eru serliga oyggjarnar, Skúvoy, Mykines og Nólsoy, sum skulu verjast ímóti rottu, tí her finst nógvur fuglur. Serliga eru tað lunda- og drunnhvítastovnarnir, sum eru viðbreknir. Rotta er eitt skaðadjór, og hon hevur stóra ávirkan á eina oyggj. "Vit vita, at lundastovnurin í Viðoy minkaði rættliga nógv, tá ið rotta kom í oynna" sigur Sjúrður. Í fyrstu syftu mælir hann til, at fólk hyggja eftir og boða frá, um tey síggja rottu, soleiðis at hon ikki fær frið at nørast. Eitt er rotta, men ketta er eins stórt skaðadjór fyri ein fuglastovan, sum rotta. "Ketta tekur ikki bert egg og ungar, men vaksnan fugl, og tað er meira oyðandi fyri ein fuglastovn, enn rotta sum bert tekur egg og ungar" sigur Sjúrður Hammer. Í Svínoy og í Skúvoy hevur ongantið verið ketta, og í Nólsoy hava fólk kettu, men summi teirra hava hana bert inni. Frágreiðingin og tilmælið um, hvussu fyribyrgjast kann, at rotta spjaðir seg í Føroyum, verða almenn fyrst í september.

  16. 35

    Lívskreppur kunnu vera neyðugar

    Uni Arge greiðir frá, hvussu tað var at gevast við fótbólti á hægsta stigi, og um broytingarnar í lívinum; frá ungdómsárum til miðaldur. Í dag sær hann tað mesta í fortíðini sum lærdóm og royndir, sum hann kann nýta nú. Uni Arge greiðir eisini frá tónleikinum, sum hann hevur spælt síðan tannárini. Og vit hoyra nýggja sangin.

  17. 34

    Kári er ein av nítjan í Fornagarði

    Serliga eru tað fólk við bústaði í Tórshavn, ið hava keypt sær grundstykki til frítíðarhús við Gjógv. Men ikki øll koma úr høvuðsstaðnum. Tvørafólkini Kári Niclasen og konan Anja byggja frítíðarhús í bygdini við teimum mongu ferðafólkunum og vøkru náttúruni. Fornagarður er ein útstykking til 19 frítíðarhús, ið eisini kunnu nýtast sum heilárshús. Vit hava prátað við Kára Niclasen, hvørs mamma var frá Gjógv. Tí kennir hann seg ikki fremmandan í bygdini.

  18. 33

    Børnini skulu fáa Føroyar inn í sálina

    Listakvinnan Hansina Iversen ynskir, at børnini skulu fáa Føroyar inn í sálina, og er tí flutt aftur til Føroya saman við manni og børnum. Hansina hevur búð uttanlands, síðani 1988. Hon hevur búð bæði í Íslandi, Finnlandi og Danmark. Hansina fer at leita sær eftir einum atelieri at mála í og ætlar at vera virkin í listarliga umhvørvinum í Føroyum. Hansina harmast um, at Listasavnið er sjálvsognarstovnur og fer saman við øðrum at arbeiða fyri at fáa politikarar at gera lógir fyri Listasavnið. Hesar lógir skulu fylgjast, óansæð hvør tað er, sum starvast í Listasavninum. Lógirnar skulu tryggja, at listin, sum er landsins ogn, verður varðveitt á forsvarligan hátt. Í morgin kl 15 letur listaframsýning hjá Hansinu Iversen upp í Steinprenti á Skálatrøð. Framsýningin er opin til 7. september. Í sambandi við framsýningina kemur listabókin "Undurfullur ræðuleiki" út, sum Inger Smærup Sørensen hevur skrivað um Hansinu Iversen

  19. 32

    Mest eksotiskt í Meksiko

    Tey trý Kirstin Hentze, Schønning Eysturoy, og Jóhanna Erlendsdóttir Persson gingu í sama flokki í Hoydølum og avgjørdu at fara at fjakka saman, tá tey høvdu fingið húgvuna. Í oktober í fjør byrjaði minniliga ferðin. Tey eru sera hugtikin av pyramidunum í Meksiko, náttúruvakra Guatemala við ríka djóralívinum og so er tað býurin, sum aldrin svevur, New York. Har eru so nógv fólk, og har hendir okkurt allastaðni. Eisini greiða tey frá, hvussu tað er, tá man fær brúk fyri lækna í Meksiko.

  20. 31

    Fjøllini í Klaksvík standa framvegis

    Betina Frederiksberg er kend sum av og á greinaskrivari í Norðlýsinum, har hon lýsir sosial og samfelagslig fyribrigdi á sín heilt serliga hátt. Eisini kenna nógv hana frá Facebook, har hon ikki smæðist burtur. Eitt nú dámar Betinu Frederiksberg at vísa hinum feysbukkarunum myndir frá matgerð síni, og matgerð er eisini eitt evni í Heita Stólinum hesaferð.

  21. 30

    Trúgv sett upp móti vísindini

    Hetta er eitt aftursvar til eina grein, sum løgtingslimurin Bill Justinussen hevur skrivað. Í stuttum sigur Bill, at fiskifrøðingar hava fingið ov stórt vald, og at allur politikkur er lagdur í teirra hendur. Hann heldur, at tað er ein máttur uttan fyri mannavísindina. Hetta er fallið Arna Zachariasen, gudfrøðilesandi og formanni í Dialogos, fyri bróstið. Arni heldur, at Bill við sínum lesarabrævi er við at máa støðið undan vísindaligu granskingini av skaparverkinum. Arni Zachariasen heldur eisini, at Bill Justinussen mælir til ómoralska handfaran av Guds gávum. Hoyr kjakið millum Arna og Bill her:

  22. 29

    Emil hevur fult vit

    Tað var á Summarfestivalinum, at 19 ára gamli Emil Bjarnaskor av Viðareiði fekk okkurt ókent rúsevni, sum hevur skatt hann so mikið, at hann lá í óviti leingi. Emil er vaknaður, men hann er ikki førur fyri at flyta seg nakað serligt, tó so, hann er við fult vit og fær flutt annað beinið og armin. Læknar hava staðfest, at hann hevur fingið ein blóðtøpp í heilan, men tað er ikki staðfest, hvat rúsevni hann hevur fingið. Tá ið Emil verður nóg birgur, verður hann sendur til eina uppvenjingarmiðstøð í Århus. Hoyr samrøðuna við Mariann her:

  23. 28

    Býr í Nólsoy og lesur á Setrinum

    Baldur H. Bjørnsson flutti úr Reykjavík til Nólsoyar fyri tveimum árum síðani. Baldur lesur samfelagsvísindi á Fróðskaparsetrinum og siglir dagliga millum Havn og Nólsoy. Fyrimunirnir við at búgva í Nólsoy framum Reykjavík er, at tað er meiri persónligt, fólk eru blíð við hvønn annan og hava betri tol við hvørjum øðrum. Baldur ætlar at verða búgvandi í Nólsoy, har hann trívist sera væl.

  24. 27

    Yvir við Strond var vinnan sera óskipað

    Í samrøðuni verður tosað um bygningarnar á hesari myndini frá 1967, og tað virksemið, sum var í teimum. Men eisini annað verður tikið fram. Nomið verður við virksemið longri úti móti Boðanesi. Har vóru ruskpláss og svimjihylir lið um lið, og tað var eisini har,  Birgar og hini børnini fiskaðu seið. Birgar upplýsir, at økið, har Tórsbreyt er í dag, fram til 1941 varð nýtt sum ruskpláss - nevnt Køsturin. Bókin "Havnin fyrr og nú" hjá Birgari Johannesen gav íblástur til hesa samrøðu. Ein onnur mynd er í bókini, sum vísir, hvussu har sær út í dag.

  25. 26

    Konurnar í Nólsoy eru driftigar

    Heili 52 konur í Nólsoy binda pløgg, gera góðgæti, súltutoy, heimagjørd kort við glansbíløtum og ymsar lutir úr horni, sum tær selja í gamla handlinum "Pakkhúsið". Sølan gongur væl, og teimum dáma sera væl at vera í handlinum á Ovastevnuni

  26. 25

    Vistu at Ove fór at megna at rógva til Danmarkar

    Ove var altíð í fjøruni, hann livdi í fjøruni sum barn, sigur mamma hansara Vina Joensen. Ove royndi tríggjar ferðir at rógva til Danmarkar, fyrstu ferð í 1984, aðru ferði í 1985, og í 1986 eydnaðist tað honum at fremja hetta megnar bragd. Hansara ynski var at geva børnunum í Nólsoynni ein svimjihyl, og nú roynir bygdafólkið at gera hansara dreym til verulleika. Mamman ynskir so inniliga at hetta ynskið hjá sonunum Ova verður til verulleika..

  27. 24

    Tað skal gott tol til

    ?Eg havi altíð haft hug at fara niður í kjallarnar at gera modellskip? sigur Hergeir, sum byrjaði at gera modellskip umborð á línuskipinum Grími Kamban, meðan hann fiskaði í Grønlandi í trýssunum. Framsýningin við hondgjørdum træmodellum hjá Hergeiri verður í Látrinum, og har fer Hergeri at sýna fram modellir av bæði sluppum, trolarum og víkingaskipum. Hoyr samrøðuna við Hergeir her:

  28. 23

    Latið ikki Watson fáa myndirnar!

    Birgir hevur á sínari Facebook síðu skrivað eina áheitan til fólk, at "endamál Watsons er at halda lív í framhaldssøguni 'Whale Wars'. Typecasting og leiklutir eru skrivaðir. Hetta er ikki dokumentarisma, men undirhald, jú ógvusligani, jú betri. Yppið øksl og latið sum onki. Myndir Watsons lúgva meir enn túsund orð"   Birgir heldur, at vit skulu ansa væl eftir, bæði hvussu tað privata og tað almenna fyriheldur seg til Watson og hansara lið. "Endamál Watsons, er at sleppa fortelja ta forferdiligu søguna, um hesu forferdiligu fólkini, sum avlíva hetta fitta djórið, sum bløðir so forferdiliga illa" sigur Birgir. Hansara boðskapur er í stuttum: Yppið øksl. Hoyr samrøðuna við Birgir her:

  29. 22

    Støðugt blóðsukur gevur betri lívsgóðsku

    Støðugt blóðsukur gevur betri lívsgóðsku. Fyri at blóðsukrið ikki skal sveiggja ov nógv, kann man eta fleiri máltíðir og lata vera við at eta seg um rygg, sigur Debes Christiansen. Fyri tveimum árum síðan gavst Debes Christiansen at eta góðgæti dagliga. Og nú gagnast tað honum illa, tá hann etur ov nógv av tí søta.

  30. 21

    Løgreglan skipaði ferðsluna í miðbýnum

    Birgar Johannesen greiðir í innslagnum frá Havnini fyrr og nú, við denti á Vaglið og Glade Hjørn. Tað var har alt fólkið kom og øll ferðslan gekk, tí hvørki Strandarvegurin ella aðrir størri vegir vórðu gjørdir tá. Birgar sigur, at vit eru heppin, tí einaferð var ætlanin at taka allan býlingin á Reyni niður. Myndin er úr bókini Havnin Fyrr og Nú, sum Birgar Johannesen skrivaði.

  31. 20

    Longdust eftir føroyskum rugbreyði og fiski

    Jóna Østerø og Adeleid Olsen hava seinastu fýra mánaðarnar ferðast í hesum fýra heimspørtum: Europa, Asia, Australia og Amerika. Sum frá leið fóru tær at leingjast eftir føroyskum rugbreyði og fiski, og lovaðu ongantíð aftur at grenja um tað sum mamma setir á borðið.

  32. 19

    Álit og kærleiki eru vegurin

    Samrøðan varð gjørd til táttin Heiti Stólurin í FM 204. Maud Wang Hansen er forkvinna í Pedagogfelagnum. Í Heita Stólinum nerti hon við nógv hugvekjandi evni. Til dømis vildi hon vera við, at størsta forðingin fyri heimsfriði er politisk og tjóðskaparlig sundurskiljing frá øðrum londum og fólkum - og átrúnaðarligt sjálvrættvísi. Maud Wang Hansen segði, at í henni býr ein kærleiki, sum bara veksur. Lurta her og hoyr hana greiða frá ymsum øðrum, til dømis at hon kendi veruligt, lemjandi máttloysi, tá hús hennara brunnu í grund.

  33. 18

    Pál gevur alt hann kann - eisini til Maluna

    Í løtuni hevur Pál summarfrí í tvær vikur og er júst heimkomin av eini ferð saman við damuni Maluni Vitalis Bærentsen í eina viku. Tey eru væl nøgd við ferðina, og Malan sigur, at hann gevur eisini henni alt tað, hann kann. Pál fer suður við Smyrli seinnapartin, og síðani verður veitsla heima hjá Páli. Komandi fríviku ætlar Pál at vera nógv saman við vinmonnunum. Vangamyndin hjá Páli er nú at síggja á danskari OL heimasíðu, og hann fer eisini at svimja fyri Danmark á Olympisku Leikunum í London í 2012. Hansara stóri dreymur er at sleppa at svimja fyri Føroyar á OL 2016.

  34. 17

    30 strálu-, 15 kemo- og 5 tíma langa skurðviðgerð

    Ein dagin fyri trimum árum síðani spældi níggju ára gamli Ási úr Vestmanna úti í kavanum. Mitt í øllum fekk hann ógvusliga pínu í skinnabeinið, og henda ræðuliga pína hvarv ikki aftur. Ási fór til lækna og eftir nógvar kanningar varð staðfest, at hann hevði fingið eina sjáldsama krabbameinssjúku í beinagrindina. Krabbameinsviðgerðin var bæði drúgv og hørð. Ási mátti taka 15 kemoviðgerðir, 30 stráluviðgerðir, umframt at hann mátti ígjøgnum eina fimm tímar langa skurðviðgerð í skinnabeininum. Nú trý ár seinni kunnu læknarnir staðfesta, at krabbameinssjúkan er steðgað. Hoyr samrøðuna við Ása og mammuna Ellu her:

  35. 16

    Koyrt náttarbuss í 15 ár

    Tað var ein ferðsluvanlukka á vestmannavegnum fyri 15 árum síðani, sum fekk Øssur at taka ta avgerð, at okkurt mátti gerast við ta óskipaðu náttarkoyringina, sum var millum Havnina og Vestmanna. Hann keypti ein gamlan buss, gjørdi hann ístand og fór at koyra náttarbuss um vikuskiftið millum Vestmanna og Havnar. Undirtøkan hevur verið góð øll hesi árini og rættligani nógv fólk hava nýtt henda ferðslumøguleikan. Hoyr samrøðuna her:

  36. 15

    Patricia hevur bøkur um plantur á náttborðinum

    Patricia Kristiansen nemur sær alsamt størri vitan um átiligar plantur í alskyns bókum. Í hesari samrøðuni greiðir hon burturav frá turkaðu plantunum: bótarurt, soppum, myntu, kørvel og rølik.

  37. 14

    Húsvognurin ristist, og tjaldið datt niður

    Hóast húsvognurin hjá Róa ristist, og tjaldið datt niður, halda hann og Rúni, at regnið á Summarfestivalinum ikki órógvar nógv. Teir hava ov mikið av turrum klæðum við og njóta at ganga runt og práta við fólk og lurta eftir tónleikinum. Best dámar teimum DAD.

  38. 13

    Sonurin ger mat - og hini taka uppvaskið

    Trý ættarlið eru saman farin við báti á summarfestival. Sonurin ger mat, versonurin trillar yngstu dóttrina, meðan mamman og omman tosa við FM204. Familjan hugnar sær við góðum mati, gongutúrum og góðari samveru. Teimum dáma væl serliga stemningin á Summarfestivalinum

  39. 12

    Páparnir og børn svimja meðan mammur gera mat

    Tá FM204 hitti Paula og Suffíu í Baðilandinum í Klaksvík, vóru tey bæði saman í baðilandi við hinum pápunum og børnunum, meðan mammurnar smurdu breyð til tey tá tey komu aftur úr svimjuhylinum. Felags fyri hesar fýra familjur er, at allir páparnir eru sjómenn, og tí er tað bara annaðhvørt ár at teir kunnu vera við á Summarfestivalinum. Suffía heldur at tað er stuttligari at vera á summarfestivali tá bæði foreldrini eru við

  40. 11

    Fólk kenna seg aftur í sangunum

    Bobby Bare er heimskendur country og western sangari. Hann greiðir frá, at Skeeter Davis var eitt frálíkt menniskja og at tað var stuttligt at syngja saman við henni. Bobby Bare sigur, at hann hevur havt eitt gott lív. Hann spælir ikki stóru konsertferðirnar longur, men ístaðin einstakar konsertir og festivalar. Hann býr í Texas og vitjar annaðhvørt ár Europu. Í Føroyum eru kendastu løgini Detroit City, 500 Miles, og Four Strong Winds, og I Love You og A Dear John Letter, sum hann syngur saman við Skeeter Davis. Vit hittu hann til eitt prát.

  41. 10

    Vit eru einglar fyri hvønn annan

    Súsanna Vígdá hevur klænkað seg nógv. Hon greiðir frá, at nógv arvað atferð hevur sitið í fitanum. Hetta hevur hon viðgjørt í terapi - og slept. Hon tekur undir við, at vit verða fødd sum originalar og doyggja sum kopi, um ein ikki ger tilvitaðar broytingar. Í sendingin tosar hon millum annað eisini um ræðsluna hjá fólki fyri tí ókenda. Súsanna Vígdá spyr, hvat ræðandi er í, at ein abbi kemur framvið við nøkrum góðum ráðum. Eisini annað áhugavert verður umrøtt í samrøðuni. Trý tónleikabrot eru við.

  42. 9

    Ein blóðroynd broytti alt

    Malan Mikkelsen úr Havn hevur, alt tað hon minnist, havt trupulleikar við maganum, hóast hon hevur livað sunt og etið vanligan kost. Í mong ár hevði heilsustøða hennara neiliga ávirkan á lívsgóðskuna, og læknarnir dugdu ikki at siga, hvat henni bagdi. Ikki fyrr enn ein blóðroynd varð tikin fyri trimum árum síðan, fekk Malan at vita, hví hon hevði verið so sjúk. Gerandisdagurin bleiv kollveltur frá tí degi, tí tað vísti seg, at Malan hevur cøliaki. Hetta merkir, at hon ikki toli gluten, sum er at finna í ymsum kornsløgum. Hetta gevur eisni Maluni ávísar avbjóðingar í gerandisdegnum

  43. 8

    Bretskur blaðmaður á The Times fylgir Hjarnar

    Bretski blaðmaðurin á The Times heldur tað vera áhugavert, at ein oljumaður í Bretlandi spælir rokk í Føroyum. Talan er um Graham Stewart, sum dagliga starvast í oljuvinnuni í Bretlandi, og sum í hesum døgum venur við 70´ara bólkinum Hjarnar til konsertina, sum verður á Summarfestivalinum leygarkvøldið

  44. 7

    Berir menn á Kongabrúnni

    Teir tríggir leikararnir Jógvan Salomon Joensen, Geir á Lofti og Nikolej Falck greiða frá, hvussu teir reageraðu, tá teir sóu hesar naknu menninar renna framvið

  45. 6

    Íslendskar sjónvarpsupptøkur ganga sera væl

    Tosað verður við Katrin Bjørgvinsdóttir um upptøkurnar, sum verða í dag umborð á Norrønu

  46. 5

    Læruríkt at hitta aðrar mentanir

    Barbara er væl nøgd við ferðina í Suðuramerika. Tað hevur verið læruríkt at hitta aðrar mentanir og síggja, hvussu onnur fólk liva. Barbara heldur, at hon er vorðin meiri sjálvstøðug av at ferðast hesar 10 mánaðirnar

  47. 4

    Njótilsi er friður uttan telesamskifti

    Guðrið Hansdóttir heldur, at umhugsni og fjølvirkni er styrkin hjá kvinnum, samanborið við menn. Hon heldur, at synd og mistøk eru til - og at ein tíbetur kann læra av báðum. Kendi sangarin ætlar sær at spæla konsertir í summar, men eisini fer hon til Onglands ein túr - uttan gittara og uppgávur.

  48. 3

    Nakinleiki er eisini annað enn sex

    Vit vitja heima hjá Astrid McDonald í Havn. Tríggjar standmyndir verða viðgjørdar, umframt tríggjar av teimum fýra, sum hon í hesum døgum sýnir fram í Listasavninum. Ólavsøkuframsýningin letur aftur sunnudagin. Í samrøðuni verður serliga tosað við atliti til tað nakna úttrykkið, sum Astrid oftast nýtir. Men umframt sensuellar kvinnur og kærleiksstøður, hevur hon eisnini humor sum myndaevni. Sjálv sigur hon, at tað serliga eru menniskju, sum inspirera hana, og at ein ikki eigur at leggja ov nógv í myndaevnini - heldur ikki, um onkur politisk tilsiping sníkir seg inn.

  49. 2

    Samfelagið er brekað - ikki eg!

    Fyri 23 árum síðani broyttist lívið hjá eiðismanninum Heina Festirstein. Hann var við í álvarsamari bilvanlukku, ið millum annað førdi við sær, at hann í dag situr í koyristóli. Hóast umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek, eru batnaðar seinastu árini, er framvegis langur vegur eftir. Í innslagnum greiðir Heini Festirstein frá um ferðsluóhappið, ið broytti honum lívið, og í hvønn mun ein jaligur hugburður - hóast mótgongd, er avgerandi fyri eina dygdargóða lívsgóðsku

  50. 1

    Almennu Føroyar kunnu vera effektivari

    Gissur Patursson greiðir í siendingini eisini frá muninum á kynunum, og hvar hann kennir seg mest máttleysan og bangnan. Hann heldur avjgørt, at synd er til og at trúgv kann flyta fjøll.

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Savnssending FM 204 er seinnapartsendingin í KvF útvarpinum summarið 2011, millum klokkan tvey og fýra - harav navnið FM 204. Talan er um eina lætta og summarsliga sending við nógvum góðum tónleiki, spurnarkapping, og gestum, sum práta um ferðing, lívsroyndir, frítiðarvirksemi, mat, lívsstíl, og onnur viðkomandi evni. Afturat hesum fara vit at viðgera ymiskt av søguligum slag. Men vit flyta okkum eisini. Hvønn fríggjadag verður sent frá bygdastevnum og tónleikafestivalum. Onnur ferðamál eru eisini á skránni, umframt Oyggjaleikir. FM 204 verður mannað við skiftandi vertum og rapportarum. Fyrstu tíðina taka Elin í Stórustovu, Vár Berghamar Jacobsen, Gunnar Nolsøe, og Jákup Magnussen sær av sendingini. Jákup er eisini redaktørur.

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

URL copied to clipboard!