PODCAST · news
Frímælt
by Frihedsbrevet Føroyar
Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.
-
100
130. Ein serlig fríkirkja og fallið hjá Noma
Heimsins besta matstova hevur verið í einum ódnarveðrið og maðurin aftanfyri alt, Rene Redzepi, hevur lagt frá sær. Men hvat merkir tað? Og hvat merkir tað fyri matstovuvinnuna? Tað tosa vit um í Frímælt hesa ferð, har vit eisini runda valdystin, sum ikki at rokna sum nakar dystur, tí alt er so tamt. Meðan vit taka upp partin koma eisini boðini um, at matstovan Paz hevur fingið eina forkunnuga viðurkenning - og tá var heppið, at Poul Andrias Ziska var í studionum sum gestur. Vit tosa eisini um eina serliga fríkirkju í Danmark, sum hevur savnað eina røð av litríkum fólki, og so hyggja vit nærri eftir føroyska fólkaskúlanum, har alsamt færri mannfólk arbeiða. Gestir eru Svanna Hentze í Gong, teknmálstulkur, Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og miðlamaður, og Poul Andrias Ziska, kokkur og eigari av matstovuni Paz. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
99
129. Eitt rørandi og vakurt verk hjá Mariu Tórgarð
Maria Tórgarð fór við øllum, tá Geytin varð latin í farnu viku. Í Frímælt hesa ferð tosa vit um persónligu og inniligu søguna, sum Maria Tórgarð fortelur um mammu sína, um seg og sína familju. Vit fara eisini ein túr á FMA, sum verður fríggjakvøldið hesa vikuna. Eitt tiltak, sum verður í Norðurlandahúsinum og víst í beinleiðis sjónvarpi. Marianna fortelur um fyrireikingarnar. Seinasti partur av Hoydølum er sendur. Vit taka saman um røðina, sum hevur lagt Føroyar fyri sínar føtur. Og so er semja um, at fleiri kvinnur mugu framat - og tað á øllum frontum. Í Frímælt hesa ferð er tað serliga í tónleiki og politikki, at javnstøðan - ella mangul upp á tað sama - verður viðgjørt. Gestir í Frímælt eru Marianna Winther Nagata, samskipari av FMA, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Kristinn Vang, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
98
128. Valfepur og nakrir djarvir menn
Valfepur hevur rakt Frímælt og vit hyggja eftir nøkrum av týdningarmiklu tættunum, sum hava víst seg hesar fyrstu dagarnar. Og so ringja vit til Bárð á Steig Nielsen og spyrja, hvar hann var, nú hann ikki var partur av forfólkaumfarinum mikukvøldið. Kendi sjónvarpsverturin John Johannesen arbeiðir ikki longur í Kringvarpi Føroya. Hetta kemur í kjalarvørrinum av nøkrum søgum, sum Frihedsbrevet hevur skrivað um hann. Í vikuni trinu tveir menn fram við navni og greiddu frá ágangi, sum teir høvdu upplivað frá nú fyrrverandi vertinum í Degi & viku. Í næstu viku er femifagnaðarvika. Ein røð av tiltøkum er á skránni, sum vit venda. Har í millum Gentuvesið Live, sum Rannvør Fríða Eyðunsdóttir er vertur á saman við Anniku Dalsgaard - og har Barbara Holm skal vera gestur. Hetta og ymiskt annað, bæði úr Føroyum og uttan úr heimi, eru dagsins evni. Gestir í Frímælt hesa ferð eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur á Gentuvesinum, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
97
127. Tá bispur vil hava ein Suðuroyartunnil
Tað er eitt pakkað programm, sum er á skránni í Frímælt hesa ferð. Vit ringja til Teit og fáa søguna um eitt serligt klaver. Vit tosa um bisp, sum hevur lagt seg út í kjakið um Suðuroyartunnilin. FMA-tilnevningarnar eru komnar út, so teimum venda vit. Leikurin Skeivur verður frumframførdur í Luux hetta vikuskiftið, har Marius DC er ein av leikarunum. Hann greiðir frá hesum. Hin sjónleikarin í dagsins pallborði, Sámal Hansen, greiðir frá sínum leikluti í Seinasta paradís á jørð - og hvat hann gjørdi, tá hann frætti, at hann var í uppskoti til eina Bodil-virðisløn. Aftrat øllum tí vitja vit eisini Búnaðarstevnuna á Torradøgunum í Klaksvík, umframt at vit eisini hyggja nærri at arbeiðinum, sum Durita Fagradal Augustinussen hevur gjørt í sambandi við, at hon hevur ment ein dátugrunn fyri Frihedsbrevet, sum hevur kortlagt, hvussu nógv føroyingar eiga av húsum, íbúðum og býlum annars. Gestir í Frímælt eru Sissal Kampmann, rithøvundur, Kristinn Vang, journalistur í Frihedsbrevet, Sámal Hansen, sjónleikari, og Marius DC, tónleikari. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
96
126. Smettusøgan sum fekk 1000 likes
Í Frímælt hesa ferð venda vit eini smettusøgu, sum fekk fleiri enn 1000 likes. Vit tosa um eitt politimál, sum bleiv meldað júst tí, at fólk í Føroyum tosa nógv saman - kanska enn tá slatra um fólk. Vit viðgera veljarakanningina, sum Portalurin og FM1 hava gjørt. Vit runda Epstein-skjølini, fara ein túr í Hoydalar og syndarligu støðuna, sum Norra er komið í upp á so nógvar mátar, umframt at vit venda Melodi Grand Prix, har Sissal er við fyri aðru ferð. Og til hetta prátið hava vit ein serligan gest á tráðnum. Gestir hesa ferð eru Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, Andrias Høgenni, leikstjóri, Jan Vestergaard, sjómaður, og Kristinn Vang, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
95
125. Hoydalar og eitt serligt afterparty
Fólkini í Frímælt hava øll hugt eftir nýggju sjónvarpsrøðini Hoydalar - og tey eru øll á einum máli um, at talan er um framúr gott sjónvarp. Men hvør er teirra yndisspíri ella karaktur? Tað tosa tey millum annað um í hesum partinum. Vit eru eisini við til tvær serligar veitslur Aðra hevur Anna Sofía Holm Skoradal verið til, tað var til Robert-virðislønahandanina og afterpartyið, sum har til hoyrdi. Og so var Rólant til Årets ret, sum donsku matummælararnir skipaðu fyri. Burtur úr tí spurdist ein samrøða - og í Annu Sofíusa føri ein serlig søga. Av øðrum evnum verður eisini tosað um Andrias Edmundsson, norska kongshúsið og Kanye West. Gestir eru Sissal Kampmann, rithøvundur og miðlafólk, Anna Sofía Holm Skoradal, tónleikari, og Eyðfinn Bogason Lamhauge, tónleikari.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
94
124. Ilt í afturpartin av milliónunum í Oslo
Tey eru fleiri, sum hava fingið ilt av, at Kringvarp Føroya og Føroya Banki hava kunngjørt, hvussu nógvar pengar føroyingar brúktu í Oslo. Men hví tað - og er tað eitt problem? Røðin Gev mær tínar pengar í Frihedsbrevet nærkast endanum. Til dagsins part av Frímælt hevur Rólant funnið fram eina upptøku, sum verður at hoyra í sætta og seinasta partinum av Frímælt, sum er við føroyska falsaran. Kaj Leo Holm Johannesen umhugsar at stilla upp aftur í politikki, Sámal Hansen er í uppskoti til eina virðisløn og Fernando Troleis hevur mist móti og flytir av landinum. Hetta og annað mangt er tað, ið fyllir Frímælt hesa ferð. Gestir eru Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri, Mikael Blak, tónleikari, og Róar Mørkøre Hansen, lesandi. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
93
123. John Johannesen og ein møgulig moska í Føroyum
Frímælt hesa ferð vendir nýggju avdúkingunum um, at fleiri menn siga seg hava verið fyri kynsligum ágangi frá John Johannesen, verti í Degi og viku. Vit tosa eisini um, at muslimar í Føroyum ynskja sær ein depil ella eitt savningarstað - ikki eina mosku. Nakrar feskar søgur koma eisini fram, meðan poddvarpið verður tikið upp. Eitt nú, at Sissal aftur skal royna í danska Melodi Grand Prixnum og at ÓIi Mittún er í uppskoti at verða heimsins besti ungi hondbóltsspælari sambært altjóða hondbóltssamgonguni IHF, umframt at vit eisini venda fagnaðarkonsertini fyri Peturi Pólson, sum var farna vikuskiftið. Hetta, kryddað við onkrum røvarasøgum og leysum endum, er dagsins partur av Frímælt. Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, Sólfinn Danielsen, eigari av Rødder & vin, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
92
122. Oslo-blues áðrenn heimferðina
Henda seinasta serútgávan av Frímælt, sum snýr seg um hondbólt burturav, er tikin upp í móttøkuni í Clarion The Hub í Oslo, sum hevur verið miðdepilin hjá mongu hondbóltsáhugaðu føroyingunum seinastu vikuna. Fólk eru rakt av Oslo-blues longu áðrenn heimferðina, men hava kortini savnað sær orku til at taka saman um fólkaveitsluna, sum hevur verið í norska høvuðsstaðnum síðani EM-endaspælið í hondbólti byrjaði. Gestir eru Sunnvá Dahl Høgfeldt, ávirkari, Trygvi Danielsen, rithøvundur, Petur Asbjørn Lervig, miðlamaður, og Tróndur Vatnhamar úr Kringvarpi Føroya. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
91
121. Upphiting á VIP-veitslu í Oslo
Frímælt er flutt til Oslo, har parturin, sum snýr seg um hondbólt burturav, verður tikin upp á Clarion The Hub, sum er savningardepil fyri hundraðtals føroyingar, nú EM-endaspælið í hondbólti hjá monnum byrjar. Studio er tí sett upp til sonevndu VIP-veitsluni hjá Eventz Føroyar og 62N, har fýra gestir vitja til eitt prát um hondbólt, Oslo, Berlin, Basel, Trier, vónir, væntanir og tað, sum annars kemur at merkja dagarnar í Oslo. Gestir eru Turið Arge Samuelsen, fyrrverandi landsliðsleikari í hondbólti, Sjúrður Hildarson Hoydal, frásøgufólk í Kringvarpi Føroya, Agnar Prestá, journalistur á Portal.fo og FM1, og Andrias Eriksen, hondbóltsviðmerkjari.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
90
120. Sersending nú hondbóltsstjørnurnar vitja Frímælt
Frímælt kemur út í úrtíð, tí fyri framman er vikan, har túsundtals føroyingar fara til Oslo í Noreg at fylgja føroyska hondbóltslandsliðnum í EM-endaspælinum. Tí vitja tríggir av føroysku hondbóltsharrunum Frímælt, har teir tosa um seinastu fyrireikingarnar í Føroyum, um virkisvitjanir og at hitta fjepparar, at gera mat saman við Janusi Einar Sørensen og so framvegis. Somuleiðis rógva vit aftur á bragdið í Berlin og hyggja fram í móti tí, Oslo hevur at bjóða. Gestir í Frímælt eru Helgi Hoydal, Kjartan Johansen og Teir Horn Rasmussen. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
89
119. Ein trúgvandi fótbóltsspælari og valsvik
Ein trúgvandi fótbóltsspælari og valsvik Fríði Djurhuus hevur sett sær fyri at ummæla 365 útgávur, sum hann ikki hevur hoyrt fyrr, í 2026. Hann vitjar Frímælt og greiðir nærri frá hugskotinum, sum tað ber til at fylgja á Instagram-vanga hansara. Umval skal vera í Runavíkar kommunu týsdagin, men hóast Kringavarp Føroya fyrr í vikuni segði, at lítil valfepur er at merkja, so eru tað onnur, sum halda, at valið er so spennandi sum nakað val hevur verið í langa tíð. Vit hyggja nærri at hesum Vit draga eisini fram eina grein úr Trúboðanum, sum er um fótbóltsspælaran Andrias Edmundsson, sum har greiðir frá, at tað undan hvørjum dysti, sum hann spælir við pólska liði sínum, er ein stutt bønarløta - og at hann biðir Faðir vár, tá mótstøðuliðið syngur tjóðsangin, tá landsdystir eru. Hetta og annað mangt - millum annað Netflix-røðin The Next Act hjá Simon Cowell - er á skrá í Frímælt hesa ferð. Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, samskiftisfólk hjá PAZ, Fríði Djurhuus, tónleikari og forsangari í Joe & The Shitboys, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
88
118. Árið, ið fór í Frímælt
Redaktiónin á Frihedsbrevet er savnað kring borðið í studio, har tey taka saman um nakrar av mest litríku søgunum, sum hava merkt 2025. Hetta innanfyri politikk, vinnulív, mentan og tíðindi annars. Eisini koma gestirnir við hvør sínum boði upp á ársins konsertuppliving, ársins matuppliving og ársins film ella røð. Gestir eru Barbara Holm, ábyrgdarstjóri, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
87
117. Moskur í Føroyum, ársins orð og burturvísingar eftir jólaborð
Eitt jólaborðhald á Smyril Line fekk ógvusligar avleiðingar fyri tveir menn, sum eru burturvístir frá arbeiðsplássinum fyri ógvusliga atburðin mótvegis Eyðdis Hartmann Niclasen, sum er í leiðsluni í Smyril Line, umframt at hon er tingkvinna fyri Sambandsflokkin. Ársins orð er Suðuroyartunnil. Vit venda hesum og hinum orðunum, sum vóru í uppskoti. Konsertirnar hjá Radiohead í Keypmannahavn verða eisini vendar, tað sama verður hugskoti hjá Sjúrði Skaale um at bannað moskum, burkaum og niqabs í Føroyum - og hugskotið hjá Dennis Holm um at fáa eina millión á fíggjarlógini til Maritima Mentanardepilin í Vági, har hann er bókhaldari. Gestir eru Svanna Hentze í Gong, teknmálstulkur, Bjørt Lind, sálarfrøðingar og sexologur, og Mikael Blak, tónleikari. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
86
116. Kreppuhjálp til altjóða sjónleikara eftir Føroyaferð
Ein altjóða kendur sjónleikari hevur vitjað í Føroyum og hevur síðani fingið kreppuhjálp, tí reaktiónirnar upp á matupplivingina, hann hevði her, vóru so ógvusligar. Vit venda málinum, sum er komið fram í magasininum Euroman. Ógvusligar hava reaktiónirnar eisini verið upp á dokumentarin The Reckoning - og tað ikki uttan orsøk. Vit venda óhugnaligu søguni um Sean Combs ella P. Diddy, sum verður lýst í Netflix-røðini. Apropos ógvusligar reaktiónir - og uttan samanbering annars - so hava fleiri av slagnum verið kring málið um fría abort. So mikið ógvusligar, at hetta er meldað til løgregluna. Vit tosa um hetta - og fara frá tí kjakinum í eitt annað kjak: frí abort. Andrias Høgenni telist millum gestirnar, men tað ger hann ikki uttan orsøk, tí hann hevur enn eina ferð verið í uppskoti til eina virðisløn. Hesa ferð fyri besta handrit til filmin Etniske smerter, sum hann hevur verið við at skriva. Andrias Høgenni greiðir frá hesum, frá filminum og hvat hann annars tekst við. Og so venda vit at enda Gentuvesið, sum hevur eitt forkunnugt live show undan jólum. Rannvør Fríða Eyðunsdóttir greiðir frá hesum og kunnger útskiftingar í panelinum. Gestir eru áðurnevndu Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og poddvarpsvertur, Andrias Høgenni, leikstjóri, og Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højggard, pedagogur og rithøvundur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
85
115. Abort og børnini í Afrika
Aftur hesa ferð fer ein partur av Frímælt við at tosa um abort og tað, sum leggur seg aftrat tí, ið er farið fram í og kring løgtingið og landsstýrið seinastu dagarnar. Vit fara eisini í ervi í Sirkus eina seinastu ferð, nú Trygvi Danielsen hevur skrivað eina nógv rósta reportasju haðani, sum er at lesa í Frihedsbrevet. Vit umrøða eisini málið við Patrick da Silva, sum er dømdur 30 daga fongsulsrevsing fyri blúnisbrot, vit venda Tórbjørn Jacobsen, sum viðgerð seg sjálvan í Stjórnini og so avdúka vit - sambært Birgir Kruse - ársins orð og upprunan til tað. Gestir eru Sissal Kampmann, rithøvundur, Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og miðlamaður, Róar Mørkøre Hansen, lesandi, og Trygvi Danielsen, rithøvundur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
84
114. Valsvik, gløgg og cocktails á PAZ
Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur og eigari av PAZ, vitjar Frímælt við spennandi tíðindum um, hvussu tey fara at víðka virksemi komandi ár - millum annað við eini cocktailbarr. Gløggsesongin er byrjað, men hvat eyðkennir eitt gott gløgg og hvat eyðkennir eitt vánaligt gløgg? Tað veit ein av dómarunum til DM í gløgg, Sólfinn Danielsen, sum eisini hevur kalt gløgg við í Frímælt. Maria Winther Olsen vann í vikuni eina Ekko Award fyri filmin Vælkomin heim, sum er ein heimildarfilmur um Annu Sofíu Holm Skoradal og Álvur av Kák, sum búgva á Oyrasundi. Vit venda eisini valsvikið í Runavíkar kommunu, at John Johannesen hevur kært Frihedsbrevet, Portalin og Dimmalætting fyri fjølmiðlanevndina, tí hesi hava skrivað um, at hann er meldaður til løgregluna fyri blúnisbrot. Eisini verður málið um fría abort, sum er til aðru viðgerð í løgtinginum fríggjadagin, sum hetta poddvarpið kemur út. Gestir eru Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, Poul Andrias Ziska, kokkur og eigari av PAZ, og Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur Rødder & vin. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
83
113. John Johannesen, eitt juicy grindamál og Thai Style
Frímælt hesa ferð snýr seg um Føroya mest umrøddu søgu í hesum døgum: málið um, at John Johannesen, vertur í Degi og viku, er meldaður til løgregluna fyri blúnisbrot. Vit tosa eisini um innbrotið í Thai Style - ella um heldur sjáldsomu umrøðuna av innbrotinum í Thai Style. Vit tosa um abort og ta sannroynd, at Ruth Vang so seint sum í 2023 segði seg vera ímóti abort, meðan Høgni Hoydal ikki vildi svara, tá hann var spurdur. Tað er merkisvert, sum í dag sigur seg vera fyri fríari abort, áður er endurgivin í donskum miðlum fyri, at hann skal vera í móti fríari abort. Todi Jónsson er eisini ein maður, sum verður umrøddur, tí bók um hann er komin út. Hana hevur Sólvit Nolsø skrivað, meðan Leivur Frederiksen hevur gjørt samrøðu við teir báðar um tað í sambandi við bókaútgávuna. Vit tosa við Leiv um bókina og fáa feskar søgur úr henni. Og so fara vit ein túr í grind, tí Jens Jensen, fyrrverandi sýðslumaður, er meldaður fyri djórapínslu í sambandi við tvær grindir. Í hesum sambandi koma nakrar áhugaverdar søgur um løgregluna og hennara virksemi fram. Gestir í Frímælt eru Siri Súsonnudóttir Hansen, stjóri í City Tórshavn, Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og miðlamaður, og Jan Vestergaard, sjómaður. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
82
112. Føroya longsta bók og manifestið hjá Klakstein
Frímælt hesa ferð tekur bókina hey :) undir luppin. Trygvi Danielsen hevur skrivað og er hon fleiri enn 900 síður til longdar - í mesengerformi. Vit hyggja nærri at filminum Vælkomin heim, sum Maria Winther Olsen hevur gjørt, um serliga vinalagið hjá Annu Sofíu Holm Skoradal og Álvi av Kák. Ein filmur, sum er í uppskoti at gerast ársins dokumentarur á Ekko Film Awards. Vit nærlesa manifestið hjá Eyðuni Klakstein, sum hann hevur fingið prentað í The Observer. Ein tekstur, sum leiðir tankarnar aftur til tiltiknu røðuna hjá Willam Wallace í Braveheart. Og so hoyra vit um tvær serligar konsertir, sum 200 og íslendski kultbólkurin HAM hava um vikuskiftið. Gestir í Frímælt Anna Sofía Holm Skoradal, tónleikari, Sissal Kampmann, rithøvundur, Trygvi Danielsen, rithøvundur og tónleikari, og Mikael Blak, tónleikari. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
81
111. Vit endavenda politisku støðuna og fara í Sirkus
Í Frímælt hesa ferð endavenda vit politisku støðuna, blíva klókari og tosa um tað, sum kemur at henda. Vit fara eisini ein túr í Sirkus, sum nú fer at lata aftur, tí Miðlahúsið skal flyta inn har. Vit minnast Sirkus og Miðlahúsið, sum bæði hava havt sína tíð í hæddini. Í hinum endanum, botninum, rekst Strandferðslan, sum vit eisini hyggja nærri at, nú tvey fólk aftrat eru løgst at listanum yvir teirra, sum smuglaðu ótollaðar vørur til landið, tá Smyril kom aftur úr dokk. Gestir eru Jan Vestergaard, sjómaður, Barbara Holm, ábyrgdarblaðstjóri í Frihedsbrevet, Eyðfinn Bogason Lamhauge, tónleikari, og Agnar Prestá, journalistur á Portal.fo. Vertur er Rólant Waag Dam. See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
80
110. Ein túr í Ikea við gangstaraskipinum Smyril
Í Frímælt hesa ferð fara vit, eins og restin av Føroyum í hesum døgum, ein túr í Ikea við Smyrli. Vit tosa um tað, stjórin keypti á túrinum og hvussu manningin annars uppførdi seg sum ein skúlaflokkur, tá TAKS kom umborð at gera sítt arbeiði. Vit hava breaking news úr FK í Hoyvík, har Maud gevst í køkinum og konseptið verður broytt. Vit tosa um løgmann, sum eitt sindur linur til, tá ið virðislønir Norðurlandaráðsins skuldu latast. Vit frætta frá konsertferðini hjá Eivør og Elinborg. Mikael Blak hevur verið við allan túrin og greiðir nærri frá hesum. Og so fortelur Eyðfinn Bogason Lamhauge frá nýggju plátuni hjá Aggrasoppum, umframt konsertini, sum verður á Alice á Nørrebro fríggjakvøldið. Gestir í Frímælt hesa ferð eru Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur Rødder & vin, Eyðfinn Bogason Lamhauge, tónleikari, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
79
109. Eitt poddvarp fult av milliónum og virðislønum
OL-svimjarin Pál Joensen hevur vunnið 2,2 milliónir krónur í Gekkinum, men eingin føroyskur fjølmiðil hevur tosað við mannin, so Frímælt hevur sligið upp á tráðin fyri at ynskja honum tillukku og spyrja, hvat milliónirnar skulu brúkast til. Føroyingar hava vunnið eina røð av virðislønum - norðurlendskar, danskar og føroyskar. Hetta venda vit. Føroya mest umrødda par er blivið til eina poddvarpsrøð, sum síðani er blivið Føroya mest umrødda poddvarp. Hetta venda vit sjálvandi. Og so fara vit eisini ein túr á Føroya mest bygdasliga tiltak, tí heystfagnaðurin hevur verið á Eiði - vit fáa eina feska reportasju frá hesum. Gestir eru Sissal Kampmann, rithøvundur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, og Kaj Joensen, samskiftisfólk hjá Sambandsflokkinum á Christiansborg. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
78
108. Føroya mest umrødda par og ein serligur gestur
Í Frímælt hesa ferð tosa vit um Føroya mest umrødda par - í øllum førum fyri nøkrum árum síðani - tí Kringvarp Føroya hevur í vikuni givið út eina poddvarpsrøð við heitinum Kend yvir nátt, sum snýr seg um søguna hjá Poulinu Øregaard Isaksen, einkjan eftir vinnulívsmannin Karl Birgir Isaksen. Frímælt hevur eisini vitjan av einum serligum gesti, nú MBCFI aftur er á skrá, tí Mikkeller Beer Celebration Faroe Islands verður fyri aðru ferð í Silo í Havn. Marius DC, sum eisini telist millum gestirnar, skal spæla á Airwaves í Reykjavík í november. Hann greiðir frá hesum, umframt øðrum, sum er á skrá hjá sær. Og so minnast vit Hanus G, sum er farin foldum frá. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Uni Leitisstein Hansen, heimasíðusamskipari í Kringvarpi Føroya, og Marius DC, tónleikari. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
77
107. Hví verða nøkur nevnd við navni og onnur ikki?
Í Frímælt hesa ferð tosa vit um rættarmál, har fólk verða nevnd við navni, meðan onnur ikki verða. Hvussu ber tað til, at navnið á Finn Jakobsen er farið um allar geilar, meðan vit ikki vita, hvør maðurin, sum filmaði og avmyndaði nakrar naknar smádreingir í svimjihøllini er? Vit tosa eisini um tær 22 bíleggingarnar fyri tilsamans 247.380 krónur á menu.fo. Vit tosa um gøluna Galaxy og um pengarnar, sum helst hægstlønti føroyski fótbóltsspælarin fær fyri sáttmálan, hann hevur gjørt við AC Horsens. Gestir í Frímælt hesa ferð eru Agnar Prestá, journalstur á Portal.fo, Jan Vestergaard, sjómaður á Finni Fríða, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistur á Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
76
106. Løgtingið undir luppin - og framhaldssøgan um FSF
Aftur hesa ferð venda vit nøkrum háaktuellum málum, sum eisini vóru á skrá í farnu viku. Tí vit tosa um fyrstu viðgerð av málinum um fría abort, sum var í løgtinginum týsdagin, og vit tosa um evni, sum knýta seg at hesum. Vit tosa um løgtingsfíggjarlógina og spyrja, hvat hevur henda samgongan lagað av varðum eftir seg. Og so tosa vit um kjakið, sum var millum Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjara, og Kristin Dam Ziska, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, í Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet í vikuni. Gestir eru Sonja Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingur, Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
75
105. Abort, dronur, FSF og pisshús
Vit venda øllum søgunum, sum knýta seg at málinum um abort, sum kemur fyri løgtingið í næstu viku. Vit venda alt frá Áron Vest til Edvu Jacobsen og Helga Abrahamsen, umframt - á hinum veinginum - Annu Falkenberg og Eyðdis Hartmann Niclasen. Vit venda eisini dronurnar í Danmark, sum Føroya Politi sigur, at tey eru klár at taka taka sær av, skuldu tær komið henda vegin. Málið um Fótbóltssamband Føroya og Trónd Vatnhamar livir enn - vit binda eina sloyfu á hetta. Og so venda vit einum gomlum banka í Havn og einum gomlum pisshúsi í Klaksvík, sum í næstum bæði kunnu líða somu lagnu. Gestir eru Elisa Vang, kjakari, Jan Vestergaard, sjómaður, og Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og miðlamaður. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
74
104. Vatnhamar og FSF
Frímælt hesa vikuna loftar talk of the town við Tróndi Vatnhamar, sum FSF royndi at seta upp á pláss. Hvussu væl eydnaðist tað - og hvør stendur eftir eftir sum sigursharrin í hesum? Løgtingið skal aftur taka støðu til fría abort. Hvussu fer at gangast hesa ferð? Og hvørjir maktdystir hava verið kring sjálvt uppskotið, áðrenn tað kom aftur í tingið? Tí fáa vit greiði á. Vit venda eisini málinum við Bjarna Kárason Petersen, sum kærdi sína neyð á Facebook og Instagram um, at onkur var farin illa við honum í einari viðmerking. Var tað upp á pláss hjá honum at tala at - ella er hann bara ein sartur maður í Havn? Og so tosa vit eisini um Javnaðarflokkin á Christiansborg, sum roynir at spæla, at tey ikki hava sent eitt starvsfólk á ein Ísraelstúr, sum Javnaðarflokkurin í Føroyum annars segði, at tey ikki senda starvsfólk til. Gestir í Frímælt eru Siri Súsonnudóttir Hansen, varaleiðari í Visit Tórshavn, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
73
103. Falska bókaútgávan, valsvik og Nøtte
Petur Mohr Reinert ferðaðist runt í føroyskum fjølmiðlum við nýggju bók síni, fyri síðani at finna út av, at bókin, sum hann hevði útgivið, var tann skeiva. Hann hevði latið skeivt handrit prentað. Løgreglan hevur skuldsett ein mann fyri at hava framt valsvik í Oyndarfirði. Og revsiramman fyri slíkt er upp í seks ár! Vit fara aftur um málið og tosa um litríkar detaljur, sum hava verið frammi. Í landspolitiskum høpi venda við staðsetingina av Brekumboðnum í Klaksvík - og at Føroyar nú kunnu søkja um limaskap í WTO. Hetta og ymiskar aðrar søgur, lokalar eins væl og internationalar, er tað, vit venda í Frímælt hesa ferð. Gestir eru Jan Vestergaard, sjómaður, Eyðfinn Bogason Lamhauge, tónleikari, Agnar Prestá, journalistur á Portalinum, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
72
102. Vit kjósa vinnaran av politiska munnhøgginum
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, og Erling Eidesgaard, løgtingsmaður, hava verið í politiskum munnhøggi á Facebook. Vit fáa ein serkønan gest at taka støðu til, hvør dróg longra stráðið av teimum báðum. Vit tosa um nýggja sexleikuhandilin í Havn. Tað er ein søga í føroyskum miðil, at ein slíkur letur upp. Hví er tað tað? Og í kjalarvørrinum av hesum hava vit eisini eina spurnakapping um sexleikur, umframt at vit eisini tosa um sexuella heilsu og sexuelt rættvísi. Vit tosa eisini um Sissal, sum skal vera við í Vild med dans, um tatoveringina hjá Súna Selfoss og hava oblikatoriska ljóðbrotið úr Stjórnini á FM1 við. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur og sexologur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, vertur á Gentuvesinum, Leivur Frederiksen, varaskúlastjóri og miðlamaður, og Róar Mørkøre Hansen, lesandi. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
71
101. Ein litríkur milliardingur vitjar í Føroyum
Frímælt er aftur úr summarfrí - og tað hava vit glett okkum til. Vit lofta nýggjastu veljarakanningini, vit venda dóminum, sum ein maður fekk fyri at hótta Ruth Vang, vit tosa um Brand Olsen og kálvar hansara, og so er tað milliardingurin Petter Stordalen, sum vitjaði í Føroyum í vikuni, nú hann hevur fingið fótin innum í føroyskari ferðavinnu. Gestir eru Agnar Prestá, journalistur á Portal.fo, Róar Mørkøre Hansen, lesandi, Mikael Blak, tónleikari, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
70
100. Midnáttarsangurin er eitt sindur óinteressantur
Fólkini í Frímælt eru í hopla, nú ólavsøkan, pride’in og - ikki minst - ólavsøkurøða løgmans verða viðgjørd. Tí er Midnáttarsangurin í veruleikanum eitt sindur óinteressantur? Var talv-søgan hjá løgmanni eitt sindur for nógv av tí góða? Var Bjarni Hammer so óður í løgtinginum, at hann fór at tosa sum norðingar? Og hvat var tað, sum Bjørt Lind fekk eina virðisløn frá LGBT+ Føroyar fyri? Tað er nakað av tí, Frímælt vendir hesa ferð. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Siri Súsonnudóttir Hansen, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar, og Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
69
99. Eftirmeting, ervi og upptakt
Í hesum søguliga langa partinum av Frímælt taka vit saman um G! og hita upp til tiltøkini, sum koma, ið eru Tórsfest, Pride og ólavsøka. Men vit steðga eisini á og tosa um Jóan Jakku Guttesen og Ozzy Osbourne, sum báðir hava takka fyri seg sum 76 ára gamlir. Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, samskiftisfólk hjá matstovuni PAZ, Fríði Djurhuus, tónleikari og sangari í Joe & Shitboys, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
68
98. Frímælt á G! 2025
Ein røð av góðum fólki vitjar borðið hjá Frímælt á G!, sum vendir og viðger festivalin úr enda í annan. Parturin er tikin upp hóskvøldið á G!, beint eftir at Beinir hevði spælt á sandinum sum tann fyrsti á ársins festivali. Gestir eru Bjørt Lind, Anna Sofía Holm Skoradal, Jasmin Mote, Siri Súsonnudóttir Hansen, Mikael Blak, Marius DC, Knút Háberg Eysturstein, Sólfinn Danielsen og Beinir Troest Rasmussen. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
67
97. 271 milliónir krónur, G!, Roskilde og Oyggjaleikir
Frímælt hesa ferð er ein eftirmeting av Roskilde festivalinum og ein upphiting til G! Samstundis hyggja vit eisini eftir Oyggjaleikunum, sum byrja um vikuskiftið, vit skifta orð um ein søguliga stóran handil av føroyskum kvotum og so runda vit AI í skúlaskipanini. Hetta alt kryddað við røvarasøgum frá høgru og vinstru. Gestir eru Leivur Frederiksen, lærari og miðlamaður, Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur Rødder & vin, og Jan Lamhauge, journalistur í Frihedsbrevet. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
66
96. Við Niels Una til Pearl Jam-ræðuleikan á Roskilde
25 ár eru liðin síðani, at níggju ungir menn doyði til eina konsert á Roskilde festivalinum við bólkinum Pearl Jam í 2000. Niels Uni Dam var til konsertina og hann greiðir frá hesum, nú Roskilde festivalurin er á skrá og DR hevur givið út eina poddvarpsrøð um ræðuleikan. Vit venda eisini Voxbotn, sum varð flutt í Tjarnir. Ein góð avgerð, vísti tað seg at vera, hóast fólk vóru á gosi um hetta. Landsstýriskvinnan Ruth Vang hevur fingið eina hóttan á Messenger, sum løgreglan tók upp. Nú er ein maður dømdur í málinum - og tað er fyri neyðini, at tað hendir, halda fólkini í Frímælt, sum eisini greiða frá hóttanum, tey hava fingið. Gestir í dagsins parti eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard og Niels Uni Dam. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
65
95. Sterka og sára søgan um Sólbjørg
Sólbjørg Jakobsen hevur gjørt eina sterka og persónliga samrøðu við Jyllands-Posten, har hon greiðir frá einum truplum uppvøkstri í einum kristnum umhvørvi, sum hevði við sær eina røð av ræðuleikum. Vit tosa um hesa samrøðuna - og so tosa vit við Sólbjørg um søgu hennara. Barbara Holm er eisini við og setir orð á upplivingina, hon hevði, tá teir tríggir samgonguleiðararnir púra óvæntað greiddu frá loysingarætlanunum, sum tey hava lagt fram fyri donsku forsætisráðfrúnni. Vit hava eisini hol ígjøgnum til Agnar Prestá, sum fylgir U21-harrunum í hondbólti. Hann hevur fylgt teimum í Póllandi seinastu dagarnar. Somuleiðis ringja vit til Una Leitisstein Hansen fyri at taka saman um Copenhell. Hetta og so góða huglagið merkir Frímælt hesa ferð, har Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard og Kristinn Vang eru gestir, umframt áðurnevndu fólk eisini eru við í studio ella á linjuni. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
64
94. Rasisma, grind, brennivín og Copenhell
Hesin parturin av Frímælt fer í allar ættir. Vit hoyra eina sterka og týdningarmikla søgu um rasismu í Føroyum, vit venda einum grindadrápi, sum var meðan kongshjúnini vitjaðu, vit drekka ein italskan dramm og tosa um Copenhell, vit venda stjørnunum hjá PAZ og so fáa vit eina serstakliga stutta politiska greining av tíðindafundinum eftir ríkisfundin í vikuni. Gestir eru Laila Mote, listakvinna og arkitektur, Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, og Sólfinn Danielsen, sum eigur og rekur handilin og barrina Rødder & vin. Eisini hava vit stutta vitjan av Barbaru Holm, ábyrgdarstjóra í Frihedsbrevet, umframt at vit hoyra málið í Una Leitisstein Hansen, heimasíðuredaktøri og vertur í sendingunum Leitisstein og Plátupanelið. Vertur í Frímælt er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
63
93. Kongsvitjanin, ríkisrættarligastøðan, Michelin og Tobias Rahim
Hesin parturin av Frímælt er ein av teimum, sum fer í allar ættir. Vit tosa um kongaliga vitjan í Føroyum, um ríkisrættarligu støðuna og spyrja, um Javnaðarflokkurin er meira sambandskur enn Sambandsflokkurin? Tobias Rahim kemur til Føroya at fylla Tjarnir í heyst. Í studio er ein maður, sum kennir Tobias væl og tí tosa vit um hetta. Marius Dam Christophersen, Marius DC, er ein maður við nógvum jørnum í eldinum. Vit tosa við hann um mongu verkætlanirnar, sum eru í gongd og sum hava verið. Og so venda vit nýggja filminum hjá Mariu Winther Olsen, Vælkomin heim, sum verður frumframsýndur í næstu viku. Hetta, umframt nakrir leysir endar í eyst og vest, er tað, sum fyllir í Frímælt hesa ferð. Gestir Maria Winther Olsen, leikstjóri, Marius Dam Christopher, tónleikari, Heri Wang Danielsen, lesandi, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
62
92. Føroyingar og heimsstjørnur annars
Frímælt hesa ferð tosar um føroyskar tónleikarar og bólkar, sum hava hitað upp fyri heimsstjørnur, nú Joe & The Shitboys hava hitað upp fyri Iggy Pop til tríggjar konsertir. Vit tosa eisini um skránna til G! festivalin, sum nú er fastløgd. Veljarakanningin, sum ikki øll taka fyri fult, venda vit eisini, umframt at skráin til vitjanina hjá kongshjúnunum eisini verður viðgjørd. Gestir hesa ferð eru Jan Vestergaard, sjómaður, Sólfinn Danielsen, vínmaður, Kristinn Vang, skattamaður, og Durita Fagradal Augustinussen, journalistkvinna. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
61
91. Kenslurnar hjá monnum eru í asfalti og fótbólti
Í Frímælt hesa ferð lata vit veruliga upp fyri kenslunum hjá monnum, tí bæði ein nýggjur vegur og ein fótbóltsdystur fáa menn at blíva rørdar. Vit tosa eisini um heilsuna hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum Joe Biden, um Emmanuel Macron verður bukaður av konu sínari og um Elinborg Pálsdóttir, sum er ein upptikin kvinna í hesum døgum. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Elinborg Pálsdóttir, tónleikari, Kaj Joensen, samskiftisfólk, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
60
90. Saybia, Sissal og Súni
Frímælt hesa ferð bjóðar søgur av alskyns slagi. Vit hoyra søguna um serliga sangin, sum verður sungin eftir mangan hondbóltslandsdystin. Helgi Hoydal, landsliðsleikari í hondbólti, er í studio og greiðir frá. Vit hoyra eisini um serliga sambandi, sum er millum Súna Olsen og Arne Slot, venjarin, sum hevur gjørt Liverpool til enskar meistarar. Eurovision er av og vit venda Sissal og sangi hennara, umframt at vit hoyra um eitt forkunnugt rættarmál við eina rúgvu av málningum hjá Zachariasi Heinesen, S. J. Mikines og Williami Heinesen. Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, Durita Fagradal Augustinussen, journalistur í Frihedsbrevet, Helgi Hoydal, hondbóltsspælari, og Agnar Prestá, journalistur á Portalinum. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
59
89. Ísrael vil hava serligan føroyskan Eurovision-stuðul
Yuval Raphael, sum er ísraelska umboðið til Eurovision, hevur eina beinleiðis áheitan til føroyingar, um at stuðla Ísrael í Eurovision-sangkappingini. Vit lurta eftir boðunum, sum hon millum annað hevur lagt á Facebook og tosa um, hvussu tað ber til. Løgtingið er á veg í summarfrí, nú maimánaður er hálvrunnin, so vit lodda dýpið undan seinasta tingfundinum, sum verður mánadagin. Vit fáa eina dagføring frá Jan Lamhauge, umframt at vit eisini leita fram nøkur stuttlig ljóðbrot úr løgtingssalinum. Og so venda vit eisini støðuni í Tjóðveldi, nú flokkurin hevur fingið nakrar av mest framstandandi kvinnunum at gera eina nógv umrødda videoheilsan til Sissal í Eurovision. Gestir eru Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, og Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard, rithøvundur og pedagogur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
58
88. Føroyingur høvuðsidelogur fyri ytsta høgra veingin
Frímælt fær vitjan av Jan Lamhauge, sum fortelur, at føroyingurin Fróði Midjord er ein av høvuðspersónunum í einari avdúkandi grein í the Guardian, sum skrivar um víðgongdar høgravendar rørslur kring knøttin. Sólbjørg Jacobsen, fólkatingslimur fyri Liberal Alliance, er vorðin virkandi forfólk í flokkinum, nú formaðurin Alex Vanopslagh er farin í barnsburðarfarloyvi. Hetta greiðir hon frá í Frímælt, har vit eisini tosa um skránna á G!, sum er liðug, og Seinasta paradísið á jørð, sum fær eitt gott ummæli fyri og annað eftir í donskum miðlum, nú filmurin gongur sína sigursrós í 58 donskum biografum og enn er at síggja í Havnar bio. Umframt Jan Lamhauge og Sólbjørg Jacobsen, eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi og útvarpskvinna, og Kristinn Vang, fulltrúi í Skattamálaráðnum, gestir. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
57
87. Eitt kensluborið tunnilsprát
Í Frímælt hesa ferð borðreiða vit við einum kenslubornum práti um Suðuroyartunnilin. Vit fara á konsert hjá Billie Eilish, til frumframsýning í Danmark av nýggjasta filminum hjá Sakarisi Stórá og á fernisersing hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir. Eisini tosa vit um løgregluna, sum mundi skotið spurvar við kanónum, meðan vit drekka blommuvín og eta cookies. Gestir eru Alda Mohr Eyðunardóttir, listakvinna, Sólfinn Danielsen, vínmaður, ið eigur og rekur Rødder & Vin, og Bjarni Richardt-Mortensen, autodiktatur filosoffur, location manager, lagurmaður og annars universitetslærdur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
56
86. Bilóhappið hjá Elsu Berg og Marianna Nagata í RUV
Frímælt hesa ferð loftar øllum møguligum bóltum. Alt frá Bjarka Hansen, sum sang saman við Bryan Adams, til Mariannu Winther Nagata, sum bleiv interviewað av RUV, og borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, sum krassjaði ein firmabil hjá pápa sínum. Harumframt vitjar Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen eisini studio, og vit fáa tí eina feska dagføring úr hennara gerandisdegi, nú tríggjar vikur eru til finaluna í Eurovision. Gestir eru Rannvør Fríða Eyðunsdóttir, lesandi, Anna Poulsen, búskaparfrøðingur, og Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, tónleikari. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
55
85. Føroya fyrsti sangleikur á filmi
Heiðrik á Heygum er farin undir at gera ein musical, sum hann er komin í Frímælt at tosa um. Vit skifta eisini orð um, hvat tað er, ið stríðið í Miðeystri ger við fólk í Føroyum - og hvat tað ger við Javnaðarflokkin og Sjúrð Skaale. At enda koma vit við nøkrum viðmælum til fólk, sum eru farin í páskafrí. Alt frá konsertum til seriur og bøkur. Gestir eru Siri Súsonnudóttir Hansen, Heiðrik á Heygum og Finnur Koba. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
54
84. Tá n-orðið skal selja bøkur
Rani Nolsøe hevur givið út bók, har n-orðið er partur av heitinum. Hetta hevur fingið fleiri at geva ilt av sær og harmast. Tað tosa vit um, umframt at vit tosa við Rana Nolsøe sjálvan. Vit tosa eisini um nýggja filmin hjá Sakarisi Stórá, Seinasta paradís á jørð, sum hevur fostrað eina nýggja stjørnu í Bjørg Brynhildardóttir Egholm. Støðan í Framsókn verður eisini vend, nú Sólvit Nolsøe hevur takkað fyri seg í flokkinum, umframt at røðin White Lotus eisini verður viðgjørd, nú seinasti partur í røðini er komin út. Gestir eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Jan Vestergaard, sjómaður, og Jan Lamhauge, journalistur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
53
83. Pissilingaklíping og eitt vantandi lógvatak
Frímælt hesa ferð bjóðar tvær søgur, sum hava verið sera nógv umrøddar seinastu dagarnar. Báðar knýta tær seg at fótbólti, men hava absolutt einki við fótbólt at gera. Tann eina søgan er um ein mann, sum klípti ein annan í pissilingin. Á fótbóltsvøllinum. Hin søgan er um ein mann, sum er komin til Føroya at spæla fótbólt, men ikki tók í hondina á skrivaranum í felagnum, hann skal spæla fyri. Vit tosa eisini um Framsókn, sum fer at vera fyri fríari fosturtøku - eftir næsta løgtingsval. Men hvørjar avleiðingar hevur ein fráboðan av tí slagnum? Vit fara eisini ein túr í Bob & Marilyn’s, handilin, sum er bæði aktuellur við einum nýggjum poddvarpi og einum social club, sum teir kalla tað, har tey møtast eina ferð um vikuna fyri at renna ein kvøldartúr í felag. 1. apríl hevur eisini verið, nógvar aprílsøgur eru sagdar, men er tað ein farin tíð, spyrja vit - og so runda vit eisini nýggja stjóran í Kringvarpi Føroya, Magnus Dam. Gestir hesa ferð eru Niels Uni Dam, stjóri í Nudlavirkinum, Leivur Frederiksen, skúlastjóri og miðlamaður í Televarpinum, og Høgni Mohr, eigari av Bob & Marilyn’s. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
52
82. Røðin, øll tosa um, Grønland og FMA
Hesa ferð kava vit niður røðina, sum øll tosa um í hesum døgum: Adolescence á Netflix. Vit tosa um tematikkin, sjónleikararnar og filmslistarliga partin av bretsku røðini, sum er fýra partar. Vit nerta eisini stutt við White Lotus, áðrenn farið verður á FMA í Varpinum, sum vísti seg at vera ein ógvuliga góð sjónvarpssending, fyri síðani at enda í Grønlandi, sum øll heimsins eygu eru vend ímóti í hesum døgum. Gestir eru Sunva Eysturoy Lassen, fotografur, Jan Vestergaard, sjómaður, og Mikael Blak, tónleikari. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
51
81. Ein møgulig hevndarkonsert í Maggies
6. juni skuldi Dania O. Tausen spæla á Maggies í Nólsoy, men tað avlýsti Terji Rasmussen - og nú skal Son of Fortune spæla henda dagin. Tað ger Benjamin Petersen saman við Terja Rasmussen, Leivi Thomsen og Kim Hansen, umframt Jan Rúna Poulsen, sum altíð spælir við Son of Fortune. Onkur hevur rópt hetta eina hevndarkonsert. Hetta tosa vit um, umframt at vit tosa um FMA, sum verður í Varpinum fríggjakvøldið 21. mars. Vit tosa eisini um, at Frihedsbrevet hevur kært ein løgreglumann fyri eina óhóskandi viðmerking, sum fall í samband við eitt mál í Eystara landsrætti um blúnisbrot. Eisini koma vit inn á handfaringina av søgunum um sexchikanu á Landssjúkrahúsinum. Somuleiðis stundar til, at matstovan Paz letur upp. Vit tosa við Poul Andrias Ziska um hetta, og um góðu umrøðuna, sum hetta fær í eitt nú danska magasininum Euroman. Gestir í Frímælt eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Barbara Holm, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet, og Poul Andrias Ziska, kokkur. Vertur er Rólant Waag Dam.See omnystudio.com/listener for privacy information.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Frímælt er rúmið, har vit venda vikuni. Frímælt er gott lag og góð fólk, tað er journalistikkur og røvarasøgur.
HOSTED BY
Frihedsbrevet Føroyar
CATEGORIES
Loading similar podcasts...