Kulfaktor Føroya

PODCAST · news

Kulfaktor Føroya

Í hesari røðini leita vit eftir kul faktorum um landið: Hvat skapar og eyðkennir tann góða býin og tað góðu bygdina? Er tað ymiskt alt eftir hvar í landinum vit eru? Hvussu mennir tú tað góða staðið? Og eru nakrir felagsnevnarar galdandi uttan mun til bústað og persónliga áskoðan? Og hvørjir kul-faktorar gera seg galdandi, tá ið ein bygd ella ein býur fær góð skoðsmál, og hvønn týdning hevur tað - bæði fyri bygdina/býin, og tey, sum búgva har?Hesir eru nakrir av spurningunum, ið vit viðgera í sendingini.Lagt til rættis: Gunnar Nolsøe

  1. 7

    Kulfaktor Føroya (7:7)

    Í sendingini tosa vit við Ninu Arge, arkitekt við eftirútbúgving innan býarskipan, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðing við sergrein í býarskipan. Eisini skifta vit orð við Allan Dalsgarð, samskiftisráðgeva. Tú kanst hoyra sendingina her!

  2. 6

    Kulfaktor Føroya, Vestmanna (6:7)

    Tað siga Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur við sergrein í býarskipan, og Nina Arge, arkitektur við eftirútbúgving innan býarskipan. Og saman við teimum eru vit á ferð í Vestmanna. Vit hitta eisini borgarstjóran, Bjørg á Rógvu, sum tosar um Vestmanna í bæði søguligum og nútíðarperspektivi. Og hugleiðingina Gløgt er gestsins eyga eigur Magnus Gaard. Tú kanst hoyra sendingina her!

  3. 5

    Kulfaktor Føroya, Tvøroyri (5:7)

    Við serstakari jarðfrøði, einum sera vøkrum fjørði og stórslidnum fjøllum og dølum er Tvøroyri, Trongisvágur og Froðba eitt hitt vakrasta økið í Føroyum, men við stóru íðnaðarútbyggingunum á havnalagnum á Tvøroyri er eitt stórt herligheitsvirði farið fyri skjeyti. Tað siga Nina Arge, arkitektur, ið eisini hevur eina eftirútbúgving innan býarskipan, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur við sergrein í býarskipan. Og saman við Ninu og Sámali eru vit á ferð í Trongisvági og á Tvøroyri. Eisini tosa vit við hjúnini Ceciliu Nolsøe Sørensen og Jens Róa Sørensen, Bjørg av Rana, Kristin Michelsen og Magna Mohr. Hugleiðingina Gkøgt er gestsins eyga eigur Lív Næs. Tú kanst hoyra sendingina her!

  4. 4

    Kulfaktor Føroya, Klaksvík (4:7)

    - Húkurin er ikki einasta ímyndin av Klaksvík! Tað sigur Sámal Matras Kristiansen nú nýggi miðbýurin í Klaksvík í størri og størri mun tekur skap, samstundis sum Klaksvík nú er vorðin ein modernaður tænastubýur. Og vit eru á ferð í Klaksvík saman við Sámali Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, og Ninu Arge, sum er arkitektur og eftirútbúgvin í býarskipan.   Kósin røtt, løgin atkoma Bæði eru á einum máli um, at kósin í miðbýnum er hin rætta, og at vónandi verður hildið fram við at menna miðbýin. Men Nina undrast á atkomuna til Klaksvík. Fyri Norðoyatunnilin var tað ein vakur siglingartúrur til Klaksvíkar, meðan tú nú kemur inn gjøgnum bakdyrnar og eitt heldur tilvildarligt vinnu- og handilsøki. Samstundis saknar Nina eina greiðari atkomu, tá ið tú skalt finna miðbýin.   Vágin størsta aktivið Vit vitja eisini í nýggja róðrarneystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, har ið vit hitta forkvinnuna, Sonju Kjølbro. Og samstundis nema bæði Nina og Sámal við týdningin av teimum bláu økjunum, ið eru sjógvur og sjóvarmáli. Eitt nú sigur Sámal, at størsta aktivið í Klaksvík er vágin, og at tað í størri mun eigur at verða bygt fram við vágni, og tá er talan um íbúðir og ymiskt tænastuvirksemi.   Trivnaðarkanning og Varpið Í samrøðuni við Karl Johansen, borgarstjóra, verður eitt nú nomið við trivnaðarkanningina, ið Klaksvíkar kommuna hevur gjørt, og hvørjar umstøður kunnu verða betri. Vit vitja eisini nýggja mentanarhúsið, Varpið, har ið vit hitta forkvinnuna í stýrinum, Jóhonnu Christiansen, og stjóran, Annfinn Heinesen. Og bæði eru tey á einum máli um, at Varpið kann fáa stóran týdning fyri býin. Gløgt er gestsins eyga er táttur, har ið ein tilflytari skrivar og lesur eina hugleiðing, ið viðkomandi hevur skrivað. Og hesa ferð er tað Jónleif Johannesen, ið er úr Dali og búsitandi í Klaksvík, ið fær høvið. Tú kanst hoyra Kulfaktor sendingina her!

  5. 3

    Kulfaktor Føroya, Nólsoy (3:7)

    Vit eru á ferð í Nólsoy saman við Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, og Ninu Arge, ið er arkitektur og hevur eftirútbúgvin innan býarskipan. Í sendingini nema tey við týdningin av at bilar ikki hava verið í bygdini so leingi, og at bygdin tí hevur mongu livandi, hugnaliga og fjálgu uttandura bygdarúmini.  Handilin í Nólsoy hevur sera stóran týdning fyri trivnaðin, sigur Hervør Hansen, sum hevur rikið handilin í Nólsoy, "Matvørubúðin", í mong ár. Uttanfyri handilin hittu vit Leif Hansen, sum eitt nú nemur við sosiala lívið í bygdini. Ein hin størsti kulfaktorurin í Nólsoy hevur óiva verið Ove Joensen, sum einsamallur róði úr Føroyum til Danmarkar í 1986. Og nú fær Ove Joensen sítt egna savn í Nólsoy. Saman við Nicolaj Falck skifta vit orð um hetta og ymiskt annað. Vit vitjaðu eisini á Látrinum, ið er dagstovnurin í Nólsoy, har ið vit hittu leiðaran, Maud Wang Hansen, og námsfrøðingin, Masaab Bin Shahzad, ið kemur frá Keypmannahavn. Nólsoy kann lýsast sum tað staðið, har ið markið millum hipstaran og bygdafrellið hvørvur, heldur Maud.  Og vit fingu eisini orð á fýra fitt børn, ið siga sína hugsan um kulfaktorin í bygdini. Anja Hartmann Wardum, ið er leiðari á Kunningarstovuni í Nólsoy, er ættað úr Havn og búsitandi í Nólsoy. Hon nemur eitt nú við Nólsoy sum ferðamál og um hvussu tað er at vera tilflytari í Nólsoy.

  6. 2

    Kulfaktor Føroya (2:7) - Runavík, Saltangará og Glyvrar

    Í hesari Kulfaktor Føroya sendingini vitja vit í Runavík, og tá er tað Runavík, Saltangará og Glyvrar undir einum. Við á vitjanini eru Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarskipan, og Ninu Arge, arkitekti, ið harumframt hevur eina eftirútbúgving innan býarskipan. Í sendingini verður nomið við Runavík í dag og framyvir, og eitt nú hvørjir møguleikar og avbjóðingar eru fyri framman. Eisini verður tosað við Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, og Maritu Debess Magnussen, ið er stjóri á granskingarstovuni Thetis, ið flutti til Saltangará í august. Gløgt er gestsins eyga er táttur, har ið ein tilflytari í hvørjari sending setur orð á hvussu viðkomandi hevur upplivað at flyta til eitt ávíst stað. Hesuferð er tað Tóta Árnadóttir, sum er flutt úr Havn til Saltangará.

  7. 1

    Kul faktor Føroya (1:7)

    Hvat skapar og eyðkennir tann góða býin og tað góðu bygdina? Er tað ymiskt alt eftir hvar í landinum tú býr? Hvussu mennir tú tað góða staðið? Og eru nakrir felagsnevnarir galdandi uttan mun til bústað og persónliga áskoðan? Og hvørjir kul-faktorar gera seg galdandi, tá ið ein bygd ella ein býur fær góð skoðsmál, og hvønn týdning hevur tað - bæði fyri bygdina/býin, og tey, sum búgva har? Hesir eru høvuðsspurningarnir, ið vit fara at viðgera og umrøða í hesari stuttrøðini - Kul faktor Føroya, ið telur sjey sendingar, og har vit vitja í fimm bygdum og býum í Føroyum. Í hesari fyrstu sendingini útgreina Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur við sergrein í býarplanlegging, og Nina Arge, arkitektur, ið eisini hevur nomið sær eftirútbúgving innan býarskipan, ymisk viðurskifti, ið kunnu gera sítt til at tryggja eitt gott stað at búgva og vera í - ella tað øvugta. Vit vitja eisini hjúnini Katrin og Ólav Gregersen í Syðrugøtu, har ið vit skifta orð um eitt nú hvønn týdning Grót, G! Festivalur, Tøting og eldsálirnar hava havt fyri kulfaktorin í Gøtu. Og hvat merkir tað at so vera kul? At vera kul í týdninginum í hesari sendirøðini, merkir eitt nú at talan er um ein áhugaverdan, hendingaríkan og fjølbroyttan bý ella bygd - stutt sagt, at talan er um eitt gott og spennandi stað at vera og búgva í.

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Í hesari røðini leita vit eftir kul faktorum um landið: Hvat skapar og eyðkennir tann góða býin og tað góðu bygdina? Er tað ymiskt alt eftir hvar í landinum vit eru? Hvussu mennir tú tað góða staðið? Og eru nakrir felagsnevnarar galdandi uttan mun til bústað og persónliga áskoðan? Og hvørjir kul-faktorar gera seg galdandi, tá ið ein bygd ella ein býur fær góð skoðsmál, og hvønn týdning hevur tað - bæði fyri bygdina/býin, og tey, sum búgva har?Hesir eru nakrir av spurningunum, ið vit viðgera í sendingini.Lagt til rættis: Gunnar Nolsøe

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

URL copied to clipboard!