PODCAST · news
Pressan
by Kringvarp Føroya
Pressan er sending, sum viðger miðlar og setur tíðindavikuna í perspektiv. Miðlarnir skulu ansa eftir valdshavarunum, men hvør skal ansa eftir miðlunum.Pressan fylgir við í miðlunum og spyr tey við ábyrgd um valini, sum vera gjørd í miðlunum.Sendingin boðin út til framleiðslu uttan fyri Kringvarp Føroya og liggur tí ikki undir beinleiðis redaktørleiðslu í Kringvarpinum.Kringvarp Føroya hevur yvirskipaðu ábyrgdina av sendingini, og sendingin skal halda seg til journalistisku og etisku leiðreglurnar, sum Kringvarp Føroya setir.Ábyrgd: Øssur Winthereig, journalistur.
-
50
Pressan: Jenis í kríggi móti KvF
Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, sum varðar av Kringvarpinum er í opnum kríggi við sama stovn. Jenis av Rana heldur tað verða neyðugt, at hann gongur á odda, tá nakað er at finnast at í Kringvarpinum, tí nógv tora ikki. Jenis av Rana sigur Kringvarpið leggja sær orð í munnin í spurninginum um amerikanska forsetavalið. Í Sandavági liggur helst tann minsta redaksjónin á einum føroyskum miðli. Tað eru sethúsinum hjá Jóanisi Nielsen, sum síðani 2004 hevur havt portalin jn.fo. Ein tíðindaportalur, sum hevur funnið sínar egnu brúkarar - næstan 30.000 um vikuna. Nógv tilfar er skrivað í sethúsunum í Sandavági - skalt tú finna avreiðingar og fiskaprísir, so er tað jn.fo. Pressan vitjar í Sandavági. Amerikanska sendikvinnan í Danmark - Carla Sands - var í altjóða miðlunum í gjár, tí hon herfyri hevði skrivað á Twitter, at hennara brævatkvøða til amerikanska forsetavalið ikki var tald við og tí ivaðist hon í um valið var rættvíst. Í gjár var hon í Norðurlandahúsinum, men vildi ikki svara spurningum, um hon hevði logið. Portal.fo hevur sum part av portalinum gjørt eitt nýtt rúm, sum tey nevna Blaðið, har pláss skal verða fyri longri greinum, sum liggja longur enn skjótu tíðindini, ið hvørva niðureftir eftir eini løtu. Gestir: Jenis av Rana, landsstýrismaður, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Jóanis Nielsen, jn.fo og Ingi Samuelsen, redaktørur á Blaðnum. Tøkningur: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
49
Pressan: Veljarakanningar og forsetaval í USA
Eru veljarkanningarnar fyri eitt val rættar ella í lagi, ella eru tað kanska miðlarnir, sum ikki duga at brúka veljakanningar? Hvat spáddu veljarakanningarnar undan amerikanska forsetavalinum, sum hevur ørkymlað so nógv. Kvinna hevur fingið ein Mann. Eftir í mong ár, at hava givið Kvinnu út, hava somu kvinnur nú sent eitt mannfólkablað á marknaðin. Maður er eitt lívsstíls-blað, sum vendir sær til menn. Gestir: Flóvin Eidesgaard, serligur ráðgevi og hagfrøðingur, Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri Maður og Jan Berg Jørgensen, films- og miðlafrøðingur. Tøkningur: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
48
Pressan: Miðlarnir til sýn
Í hesi sendingini verður aktuelli journalistikkurin sendur til miðlasýn. Miðlalandslagið er ikki ein oyðimørk, men eru nóg nógvir grønir blettir, har tað sprettur? Hugt verður nærri eftir journalistikkinum í onkrum av teimum tíðindum, sum vit hava hoyrt seinastu dagarnar. Men stóri spurningurin verður eisini settur: Hvussu hevur føroyskum journalistikkur tað? Er nakað skil í? Gestir: Høgni í Jákupsstovu, journalistur, Kári Mikkelsen, journalistur, Ingrid Bjarnastein, journalistur og Rigmor Dam, journalistur. Tøkningur: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
47
Pressan: Stríðið um almenna rúmið
Sjúkrarøktarfrøðingar eru í verkfalli. Kunnu sjúkrarøktarfrøðingarnir aftur vinna stríðið um undirtøku millum kvinnur og menn. Í 2017 vóru sjúkrarøktarfrøðingarnir eisini í verkfalli, og tá tókist greiður samhugi vera við teirra verkfalli. Hvussu er hesaferð? Við hvøjrum orðum royna partarnir at vinna samhuga fyri sínum sjónarmiðum. Partar av okkum brúka nógv tíð til aðrar miðlar enn Kringvarp Føroya. Ja, hesin parturin kanska bara veksur. Og hvar endar so Public Service-stovnurin Kringvarp Føroya? Yngra ættarliðið hevur nógvar miðlar at velja ímillum, og tað er neyvan Kringvarp Føroya, sum stendur ovasta, men hví ger tað nakað, svarar Ivan Niclasen uppá. Gestir: Eyðna Skaale, retorikari, Selma Ellingsgaard, fyrrverandi forkvinna í Starvsmannafelagnum, John Johannessen, journalistur og Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri. Teknikari: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
46
Pressan: Álítandi tíðindi um korona
Hvussu eru leikfólk fyri, tá læknavísindi og journalistar kappast um at vera skjótast við tíðindum. Ber til at trúgva tíðindum, sum bara eru at hoyra í Føroyum, at korona-koppsetingin kemur fyri jól. Vit skifta orð um miðlarnar og kommunuvalið og hvørji evnið vera sett á dagsskránna uppundir eitt kommunuval. Kommunuval verður týsdagin 10. november - altso um ein lítlan mána. Valevnini eru so smátt farin at skriva valgreinar. Higartil mest í teimum størru kommununum. Gestir: Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, Jóannes N. Dalsgaard, stjórmálafrøðingur og Niklái Nysted, stjóri portal.fo. Við tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
45
Pressan: Køvdar røddir
Ein lítil mánaði til amerikanska forsetavalið. Bera føroysku miðlarnir fyrst og fremst tíðindi hjá amerikansku demokratisku miðlunum, sum ikki hava nógv gott at bera Trump. Hvør gongur móti almenna rákinum í tilmælum og upplýsing í hesum koronatíðum. Verða røddir, sum tala at alment viðurkendu sjónarmiðunum, køvdar í siðbundu og breiðu miðlunum. Og hvussu lætt er at fáa td. KvF at gloypa eini miðlaætlan, sum roynir at avgera, hvørjar gestir til dømis skulu í Dag og Viku og nær. Gestir: Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Jón Tyril, samskiftisfólk, Regin Berg, samfelagsfrøðingur, Jógvan Poulsen, Trump-viðhaldsmaður og Brynhild Thomsen, journalistur. Teknikari: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
44
Pressan: Jørgen fekk opna mikrofon
Eingir politikarar eru við í innsløgunum, men summir borgarstjórar er firtnir um valini, sum Dagur og vika hava gjørt. Týsdagin skipaði Fíggjarmálaráðið fyri tíðindafundi í Kongshøll, men journalistarnir spurdi ikki, tað gjørdu afturfyri tveir andstøðupolitikarar. Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í KvF, ivast í, um framløgan av fíggjarlógaruppskotinum verður send aftur næsta ár. Elin Mirjamsdóttir er eitt av vertsandlitunum í Degi og Viku. Trúvirði og forteljarahugur skulu eyðkenna eina Dag og viku-vert. Regin Winther Poulsen, journalistur í New York, lýsir støðuna hjá amerkikansku pressuni upp undir forsetavalið. Gestir: Elin Mirjamsdóttir, journalistur, Jacob Fauerby, sjónleikari, Árni Gregersen, journalistur, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Ingi Samuelsen, journalistur, Gerhard Lognberg, borgarstjóri Skopun og Regin Winther Poulsen, journalistur. Teknikari: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
43
Pressan: Stroyming hevur gjørt innrás
Stroyming er vegurin inn til ljóð og myndir. Tey gomlu tíma enn at hyggja eftir tí, sum sjónvarpsrásir senda út í stovuna til ávísan klokkutíma, men alt fleiri vilja hava valfrælsið at velja nær og hvar ljóð og myndir skulu koma. Avbjóðingin er stór, tí stroymingstænasturnar vera alsamt grammari fáa okkum at brúka tíð hjá teimum. Ein lítil sjónvarpsstøð sum Kringvarpið skal so royna at troka seg inn í hesa umfatandi útlendsku miðlamyndina. Jens av Rana, landsstýrismaður, helt at svarið til útlendsku innrásina er at taka almennu pengarnar frá KvF, so allir miðlar eru javnstillaðir. Gestir: Jens av Rana, lansstýrismaður um miðlastuðul. Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, Hermann Eliassen, miðlafrøðingur og Niels Uni Dam, samskiftisfrøðingur. Teknikari: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
42
Pressan: Búskaparfrágreiðngin sum stórtíðindi
Tvær ferðir um árið ruddar formaðurin í Búskaparráðnum allar forsíður, tá ráðið hevur tikið fepurin á føroyska búskapinum. Og miðlarnir fara rennandi aftaná við boðskapinum frá formanninum. Men hvør verður klókari, kunnu vit spyrja? Higartil hava privatu miðlarnir fingið 2 mill. kr í miðlastuðli. Blaðstjórarnir á Norðlýsinum og Dimmalætting halda at pengarnir bara eru inni og venda, tí útberingin samstundis hækkar. Gestir: Heri á Rógvi, formaður í Búskaparráðnum, Sólvit Nolsøe, journalistur, Sveinur Tróndarson, blaðstjóri á Dimmalætting og Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum.
-
41
Pressan: Almenn kunning og fótbóltsprát
Síðani 12. mars hevur løgmansskrivstovan staðið fyri almennari kunning um korona. Í sendingini hoyra vit um hugskot og ætlan við kunningini. Skal ein vertur koyrast av eini fótbóltssending, tá ein venjari kemur við hvøssum viðmerkingum? Gestir: Páll Holm Johannesen, kunningarráðgevi Løgmansskrivstovan, Eyðbjørt Skylv Midjord, kunningarfólk. Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF og Katrin Petersen, journalistur. Mikkjal Thomassen, venjari, og Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri. Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
40
Pressan 220520
Hoyr sendingina her
-
39
Pressan: Tíðindafundir yvirtaka Kringvarpið
Higartil hevur kringvarið staðið opið fyri boðskapunum frá landsstýrinum á tíðindafundunum, men hvussu leingi skal hetta standa við. Og kann ella eigur kringvarpið at seta treytir við, hvat innihaldið er og hvør er við á tíðindafundunum. Fleiri sendingar í kringvarpinum brúka Facebook - bæði sum reyp og sum samskiftismiðil. Hvussu eigur ein public-service stovnur at brúka eina risafyritøku sum Facebook, sum er 100 prosent lýsingarfíggjað. Og hvørji reglur galda fyri medarbeiðarar í kringvarpinum um at gera viðmerkingar á Facebook. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður i vinnumálum, lovaði í sendingini, at alment innlit nú skal latast í, hvørjar fyritøkur hava søkt um endurgjald eftir hjálparpakka 2. Gestir: Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, Rúni Jákupsson, vertur í Góðan Morgun Føroyum, Árni Gregersen, journalistur, Ingi Samuelsen, redaktørur á Portal.fo, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Jón Brian Hvidtfelt, formaður í Føroyskum Miðlafólki og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum. Við tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
38
Pressan: Senda greiðar boðskapir
Á hvørjum tíðindafundi, har løgmaður hevur verið við, hevur løgmaður lagt fyri við eitt slag av røðu, sum tykist fyrireika áðrenn. Tað vil siga, at her hevur løgmaður - helst saman við øðrum - hugsað seg um, hvussu orðini skulu sigast. Ein roynd at gera dagsins boðskap greiðan og at vinna undirtøku millum allar føroyingar - ella so nógvar sum gjørligt. Eitt eru tey boðini, sum løgmaður og aðrir myndugleikapersónar siga á tíðindafundum og í ymiskum samrøðum. Onnur boð, sum eisini skulu verða greið eru tey almennu boðini, sum eru at síggja á plakatum, og sum eru at hoyra og síggja í lýsingum. Hesi boðini, sum ofta í stuttum setningum skulu prenta okkurt ávíst inn í okkum. Fáa okkum at minnast okkurt ella rætta okkara atferð á onkran hátt. Gestir: Eydna Skaale, retorikari, og Rókur Jákupsson Jacobsen, samskiftisfrøðingur. Við tøknipultin: Búgvi Øster. Lagt til rættis: Øssur Winthereig.
-
37
Pressan: Tey ringu tíðindini eru tey best
Eigur ein Public-Service tíðinastovnur eisini at hugsa um mentalu heilsuna hjá sínum lurtarum og hyggjarum. Ella mugu vit sættast við - at miðlarnir fyrst og fremst og onkutíð bara viðgera evni eftir um tey hava týdning fyri okkum? Tey góðu tíðindini eru, hvussu fá eru smittað og hvussu nógv eru frísk. Tey ringu tíðindini, at fleiri og fleiri doyggja í Svøríki ella USA. Ja og so eru summi tíðindi sum sveiggja millum gott og ringt frá degi til dags: Kappróðpurin skal vera - Kappróðurin er avlýsur - Kappróðurin verður. Nógv av okkum hava havt góða tíð reika á Facebook og instagram, ja ella brúka okkum á teimum miðlunum. Hvussu er okkara facebrúk-nýtsla broytt. Til síðst ein reportasje úr Tinginum, har arbeiðskorini hjá bæði pressu og poltikarum eru broytt. Gestir: Tór Verland Johansen, stjóri Sansir, Búi Petersen, búsitandi í New Foundlandi, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KVF og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður. Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
36
Pressan: Etikkurin úr sóttarhaldi
Á tíðindafundinum hjá løgmanni hósdagin vóru føroyingar - ella summir føroyingar - skeldaðir, tí bæði fyritøkur og onnur vildi lata uppaftur skjótari enn myndugleikarnir høvdu tilrátt. Kom kuril í kunningina á tíðindafundinum fyri páskir, har alt var málað ov bjartskygt. Gestir: Anne Metta Greve Klemensen, sóknarprestur, Goerg L. Petersen, tíðindaleiðari, KVF, og Árni Gregersen, journalistur. Við tøknipultin í Kringvarpinum: Høgni Fagraberg Við telduna heima: Øssur Winthereig
-
35
Pressan: Falstíðindi í koronatíðini
Stríðið móti falstíðindum - fake news - er avgerandi í hesum døgum, har eftirspurningurin eftir upplýsingum er sera stórur. Eisini sonevnd akademisk vitan verður oyst út, men er heldur ikki altíð álítandi, tí fólk pynta seg við akademiskum heitum. Og vit viðgera eisini, hvussu tað sum byrjaði sum ein heilsukreppa skjótt broyttist til eisini at vera ein búskaparkreppa. Gestir: Brynhild Thomsen, kunningarfólk, Magni Mohr, prorektari á Fróðskaparsetrinum, Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum. Við tøknipultin í kringvarpinum: Sámal Jákup Jakobsen Lagt til rættis við telduna heima: Øssur Winthereig
-
34
Pressan: Ber til at tala serfrøðingum ímóti
Myndugleikarnir hava havt at kalla einkarrætt upp á upplýsingar, men vit eru kanska á veg inn í eina nýggja bylgju, har miðlarnir kunnu spyrja hvassar spurningar. Luttakarar, Jóannes N. Dalsgaard, stjórmálafrøðingur, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Sveinur Tróndarsson, blaðstjóri Dimmalætting, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin og Grækaris D. Magnussen, tíðindaleiðari R7. Við tøknipultin í KvF: Øssur Egholm Við telduna heima: Øssur Winthereig
-
33
Pressan: Orðini í almenna rúminum
Pressan velur tríggjar vegir inn í almenna rúmið: hvør retorikkur verður brúktur í almenna rúminum, hvussu við øllum tølunum, sum hurra runt og hvussu broytist okkara atferð. Gestir: Árni Gregersen, journalistur, Katrin Petersen, journalistur, Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri. Dánial Hoydal, retorikari, Regin Reinert, hagfrøðingur og Tóra Petersen, sálarfrøðingur. Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
32
Pressan: Tilbúgving í miðlunum
Men útvarpið og hinir miðlarnir halda seg eisini hava skyldu at veita borgarunum tænastur, tá veðrið er ringt ella aðrar hendingar ávirka gerandisdagin. Men heilsutilbúgvingin liggur einsamøll hjá heilsumyndugleikunum. So kunnu miðlarnir sjálvir velja og vraka millum hvørjar upplýsingar teir velja at bera víðari. Sveinur Tróndarson verður nýggjur blaðstjóri á Dimmalætting. Gestir: Andras Marr Poulsen, samskipar av Tilbúgving Føroya, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin og Sveinur Tróndarsson, nýggjur blaðstjóri á Dimmalætting. Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
31
Pressan: Pengar til krabba er Public Service
Korona-virussið vinnur fram á hvørja forsíðu, men hvussu væl vanda miðlarnir sær í viðgerðini av smittuni og sjúkuni. Er markið greitt millum marknaðarføring og journalistikk, tá Kringvarpið fylgir Koks, sum var tað fótbóltslandsliðið hjá monnum. Gestir: Ivan Niclasen, stjóri KvF, Kári Mikkelsen, samskiftisráðgevi, Høgni í Jákupsstovu, journalistur, Marita Debess Magnussen, medisinskur mikrobilogur, PhD, Kári Sólstein, leiðari á Mentanardeildini í KvF. Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
30
Pressan: Søgur sigast í podvarpi
Telefonin og teldan eru sambindingarliðið millum tey, sum framleiða sonevndar poddvarp-sendingar, og tey, sum hava hug at lurta eftir poddvørpunum, sum verða lagdar onkrastaðni á netið. Í løtuni er nógv av tí tilfarinum ókeypis. At framleiða er ómakaleyst, og við telefonini ber til at leita poddvørp fram úr øllum heiminum. Í sendingin verður spæld brot úr ymisum poddvørpum. Vegleiðing: Tak eina podcast-app niður á telefonina ella brúka appina, sum ofta liggur á telefonunum. Iphone hava eina podcast-app. Eg brúki podcast addict-appina til android. Tekna seg fyri einum podcasti og lurta á telefonini. Til ber eisini at lurta á netinum. Nøkur podvarp-leinki: soundcloud.com, bbc.co.uk/podcasts, abc.net.au/radio/podcasts/ dr.dk/podcast, radio-norge.org/podcasts, podimo.dk, talk-town.dk. Gestir: Kári Sólstein, mentanarleiðari í KvF, Bjarni Arge, framleiðari av Amatøroyar, Eilen Anthoniusen, samskiftisfólk og Rikke Mia, sum framleiðir poddvarpið "Færøske fabler" til børn á donskum. VIð tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
29
Pressan: Arbeiði við síðuna av
Hvørji størv og hvørji áhugamál kunnu journalistar hava við síðuna av sínum arbeiði og eigur lurtarin ella hyggjarin at fáa at vita tað? Public Service-sáttmálin er avtalanum millum Kringvarpið og Mentamálaráðið. Nú skal nýggjur sáttmáli gerast og enn einaferð viðgera vit, hvat liggur í hugtakinum Public Service. Gestir: Gerog L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Sveinur Tróndarson, journalistur, Jón Brian Hvidtfeld, formaður í Føroyskum miðlafólkum og Rógvi Olavson, samfelagsfrøðingur. Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
28
Pressan: Myndin skal vekja kenslur
Myndin kann vekja kenslur, dokumentera og lokka í journalistikkinum. Onkuntíð kann myndin standa einsamøll og onkuntíð samstarvar myndin í tekstin. Føðingardagsheilsa til Lindina, sum hevur sent í 20 ár. Gestir: Amy Hansen, fotografur, Tróndur Dalsgarð, fotojournalistur og Klara Johannesen, fotografur. Samrøður við: Gudny Benjaminsdóttur, Oddfríð Marner Rasmussen, Herluf Sørensen, Preben Hansen, Magna Christiansen og Símun Absalonsen. Við tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
27
Pressan: Umhvørvið í miðlunum
Ber til hjá miðlunum verða kritiskir móti teimum sterku kreftunum, ið vilja stýra umhvørvisorðaskiftinum? Coronavirus hevur gjørt um seg seinastu tíðina. Hvar liggur markið millum neyðuga upplýsing og ræðsluherferðir? Ræða miðlarnir sínar lurtarar, hyggjarar og lesarar, ella eru miðlarnir við í fyribyrgjandi arbeiði? Gestir: Elsa Berg, Ringrás, Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður, Árni Gregersen, journalistur og Gerog L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Í telefonini: Shahin Gaini, yvirlækni. Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
26
Pressan: Betri miðlar - fleiri lýsingar
Lansdstýrismaðurin ætlar at taka lýsingarnar burtur úr útvarpinum, men spurningurin er um aðrir føroyskir miðlar fara at fáa meiri í sín part, um tað hendir. Lýsingarfyritøkurnar hava nú fleiri pallar - enn føroysku miðlarnar - at velja millum til sínar kundar. Miðlarnir eru framveigs knýttir at lýsingarpengum, men lýsingarnøgdin tykist minka. Gestir: Lena L. Mohr, stjóri Sansir, Sølvi Jespersen, talgildur marknaðarleiðari Atlantiv Airways, Niels Uni Dam, stjóri Nudlavirkið, Jonhard Hammer, stjóri Miðlahúsið, Niklári Nysted, stjóri Knassar og Birgir Waag Høgnesen, sølu- og marknaðarleiðari R7. Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
25
Pressan: Framtíðin er her
Hvussu er miðlanýtslan broytt seinastu 10 árini - og hvørji eru útlitini? Eldru ættarliðini velja útvarp og sjónvaro, men tey yngri enn 45 ár velja aðrar miðlar. Spyr.fo hevur gjørt kanning fyri Pressuna um miðlanýtslu. Gestir: Ivan Niclasen, stjóri KvF, Rúnar Reistrup, nevndarformaður, Martin N. Simonsen, miðlafrøðingur og Katrin Petersen, samskiftisfólk. Tøkningur: Høgni Fagraberg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
24
Pressan: Journalistar blanda seg uppí í rættinum
Kann journalistikkur vera óheftur av persónligum politiskum sjónarmiðum, verður spurt. Jógvan á Lakjuni, tingformaður, heldur, at kringvarpið var ikki objektivt í viðgerðini av býtinum av makreli til línu- og garnaskip. Væntandi kemur nýggj rættargangslóg í gildi í ár og fyri almenningin og journalistar merkir hetta størri innlit í skjøl og tilfar frá rættinum. Eisini kunnu journalistar - vegna almenningin - tá blanda seg uppí, tá rætturin skal avgera um hurðarnar skulu latast aftur, um frásagsagnarbann ella navnabann skal setast. Flogblaðið Atantic Review er komið út 94 ferðir - fyrstu ferð í 1990. Gestir: Nella Festirstein, deildarleiðari, Løgmansskrivstovan, Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum og Ingrid Bjarnastein, Content Manager, Atlantic Airways. Við tøknipultin: Høgni Fagraberg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
23
Pressan: Miðlar á einum vegamóti
Miðlarnir á einum vegamóti. Soleiðis var heitini á einum fundi, sum Føroysk Miðlafólk skipaðu fyri 30. november. Spurt var hvørjar avbjóðingarnar eru í føroyska miðlaheiminum og hvørja framtíð ganga miðlarnir ímóti. Útskiftingin á redaktiónunum er stór, fíggjarliga botnlinjan trýstir gerandisdegin - og lesarar, lurtarar & hyggjarar finnast at innihaldinum. Tveir politikarar - formaðurin og næstformaðurin í Mentanarnevnd Løgtingsins vóru við - Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum og Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum. Harafturat vóru trý fólk úr Miðlaheiminum biðin at siga sína hugsan. Tey vóru Birgith Lassen, starvast á Kvinnu, Brynhild Thomsen, sum gavst í Kringvarpinum herfyri og Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum. Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
22
Pressan: Nøkur pressubrot frá 2019
Bæði fólkatingsval og løgtingsval vóru í 2019 og tvær loyniupptøkur settu eisini dagsskránna. Onnur frá landsfundinum hjá Tjóðveldi í Suðri og hin úr Vinnumálaráðnum. Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
21
Pressan: Fáa vit betri miðlar við miðlastuðli
Átta privatir miðlar hava fingið tvær milliónir í miðlastuðli. Stuðulin skal kunna veitast tíðindamiðlum, hvørs redaksjonella innihald í stóran mun er kritiskur journalistikkur og sjálvstøðug journalistisk viðgerð av aktuellum føroyskum samfelagsviðurskiftum, verður sagt. Men gera tvær milliónir nakran mun og eru tað teir røttu miðlarnir, sum fáa stuðulin. Jóhan Eli L. Poulsen, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, hevur spurt Jenis av Rana, landsstýrismann: "Hvussu ætlar Landsstýrismaðurin at tryggja sær, at tað framyvir ikki verður miðlað út av statsgoldnað stovninum, KVF, upplýsingar, ið kunnu seta landsins virði og trúvirði í vanda?" Samrøður við Magnus Dam, formann í Miðlastuðulsnevndini, Petur Jacobsen, nevndarformann í R7 og við Jóhan Eli. L Poulsen, løgtingsmann. Gestir: Emil L. Jacobsen, blaðstjóri á Dimmalætting, Jóhan Lützen, stjóri Norðlýsið, og Árni Gregersen, journalistur. Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
20
Pressan: Kunnu vit trúgva øllum keldum
Bæði Jørgen Niclasen og Bárðujr á Stein Nielsen sáa iva um tað, sum Herálvur Joensen, aðalstjóri, sambært Berlingske skal hava sagt um fundin teir báðir vóru á við kinesiska sendiharran. Gestir: Sámal Tróndur Finnson Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum. Ivan Niclasen, stjóri KvF Ingolf S. Olsen, journalistur og Høgni í Jákupsstovu, journalistur. Við tøknipultin: Sámal Jákup Jakobsen Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
19
Pressan: Fútaforboð og pressufrælsi
Mugu upplýsingar, sum eru týðandi, ikki sigast, um tey eru fingin til vega við einum møguligum lógarbroti? Gestir: Ingi Højgaard, advokatur, Sjúrður Skaale, fólktatingslimur, Bill Justinusse, formaður í uttanlandsnevndini, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin og Jón Brida Hvidtfelt, formaður í Føroyskum Miðlafólki. Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
18
Pressan: Lesarabrøv kunnu grava gjáir millum fólk
Lesarabrøv hava í nógv ár verið leiðin hjá vanliga føroyinginum upp í almenna kjakið. Men í dag eru lesarabrøvini fækkað og ofta blivin til hvassar og persónligar viðmerkingar á Facebook. Gestir: Beate L. Samuelsen, journalistur, Gunnar Skúvadal, journalistur og eigari av vp.fo og Niels Uni Dam, samskiftisráðgevi. Umboðsmaðurin mátti til, fyrr enn løgmansskrivstovan lat eitt skjal frá sær um ógegni á løgmansskrivstovuni. Gestur: Brynhild Thomsen, journalistur Samrøða við Eir Nolsøe, journalist, búsitandi í London, um miðlarnar í Bretlandi, nú val til Undirhúsið verður 12. desember. Við tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
17
Pressan: Skyldan hjá miðlum at ummæla
Miðlar hava eina skyldu at ummæla føroyska list, og føroysk list skal metast eftir altjóða stiga og ikki eftir onkrum serligum føroyskum stiga. Gestir: Hallbera West, Ph.d. í stjórnmálafrøði, Kaj Joensen, journalistur, Jógvan Hugo Gardar, journalistur, Ria Tórgarð, leikstjóri og sjónleikari og Ingi Rasmussen, redaktørur á Nón. Við tøkniipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
16
Pressan: Nær eru duldar myndir neyðugar
Í bókini Svik, sum Jan Lamhauge hevur skrivað, verða nógv fleiri viðurskifti í Kringvarpinum viðgjørd og nógvir medarbeiðarar nevndir. Hvussu ber til hjá Kringvarpinum at viðgera eina bók, har Kringvarpið sjálvt fylgir so nógv? Og ber yvirhøvur til, at Øssur Winthereig, tekur hetta evnið upp, tá verturin sjálvur er partur av innihaldinum í bókini? Gestir: Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF og Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin. Kári Mikkelsen ummælir nýggju sjónvarpstovuna, sum verður brúkt til Dag og Viku. Ivan Niclasen, stjóri KvF, viðmerkir eina nýggja kanning um hyggjaratøl í sjónvarpinum. Við tøknipultin: Høgni Fagraberg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
15
Pressan: Harra ella frú forsætispersónur
Ikki er nóg mikið at halda, at øll eru hon ella hann - summi eru millumkynd. Hvussu klárar málið at fevna um øll og skal málið í miðlunum royna at vera kynsnevtralt? Hevur tað týdning at siga, hvat kyn ein forsætis"persónur" er - forsætisráðharri ella forsætisråðfrú? Metter Frederiksen hevur vitjað í Føroyum, men hvussu nógv fáa miðlarnir burturúr eini vitjan hjá eini danskari forsætisráðfrúu? Er tað mest ein rituel vitjan? Gestir: Gerog L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Árni Gregersen, journalistur. Rúna Sivertsen, Sunneva Háberg Eysturstein og Sonja Jógvansdóttir. Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
14
Pressan: Kær miðlarnar, um tú líður órætt
Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið eru galdandi fyri allar miðlar, men kæruvegurin kann tykjast heldur tungur og drúgvur. Hvønn týdning hevur tað, tá avtala verður gjørd millum journalist og tann, sum samrøða verður gjørd við. Georg L. Petersen svarar, hvat hendi við samrøðuni við Ewald Kjølbro, fyrrverandi stjóra á Landsverki, har øll samrøðan var send - eisini har Ewald eftir øllum at døma leggur hornið á. Og Tórður Mikkelsen greiður frá styrkini í sendingunum "Við Tórði á túri". Gestir: Jóannes N. Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur, Ingrid Bjarnastein, journalistur og limur í fjølmiðlanevndini og Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í KvF. Gestur í samband við eina rás til yvirskotssendingar hjá KvF: Birgir Waag Høgnesen, sølu- og marknaðarleiðari á R7 Tórður Mikkelsen, journalistur. Við tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
13
Pressan: Lýsingar inn í blaðgreinar
Kvinna er farið at brúka handilsfrymilin, har handilsfyritøkur kunnu keypa sær umrøðu í blaðnum. Men spurningurin er um tað verður nóg væl merkt, at talan er um lýsing. Brúkaraumboðið sigur, at tað skal standa týðiligt, tá gjald er millum blað og innihald í eini grein. Kann umrøða í miðlunum fáa landsstýrismannin at kroysta sjúkrahúsleiðsluna at broyta eina avgerð? Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður sigur nei. Trý ungfólk siga sína hugsan um miðlavanar og hvussu nógv tey lurta eftir útvarpinum. Heri Simonsen hevur av sínum eintingum savnað og lagt næstan 100 gomul filmsbrot út á Youtube. Gestir: Tóra Effersøe Mortensen, blaðstjóri á Kvinnu og Árni Gregersen, journalistur í Miðlahúsinum um samanbland av lýsingum og journalistikki. Kaj Leo Holm Johannesen um málsviðgerð í heilsuverkinum. Heri Simonsen um gomul filmbrot, sum hann hevur savnað, talgilt og lagt á Youtube - tøkt hjá øllum. Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
12
Pressan: Fótbóltur fyrst og fremst
Í vikuni bórust tíðindi um eina kvinnu, sum noyddist at eiga í Føroyum og aftaná fekk at vita, at hon sjálv skuldi gjalda rokningina. Útvarpið gjørdi nógv burturúr hendingini, sum var knýtt at syrgiligu umstøðum í familuni. Spurt verður, um í so stórur dentur var lagdur á kendslubornu umstøðurnar. Fótbóltur fylllur alla staðni - eisini í Pressuni - hesiferð um raðfesting av fótbólti í miðlunum. Eisini um raðfestingina av kvinnufótbólti. Gestir: Rólant Waag Dam, ítróttarredaktørur KVF, Sverri Egholm, redaktørur Portal.fo, Jacoba Langgaard, landsliðsleikari í fótbólti og Kári Mikkelsen, journalistur og samskiiftsráðgevi. Marjun Dalsgaard, redaktørur Breddin, KvF. Við tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
11
Pressan: Politiska slóðin hjá journalistum
Gestir: Eyðfinn Jensen, tónleikasamskipari í KvF, Hans Pauli Tórgarð, tónleikari og undirvísari og Jóhan Hentze, tónleikari og musikklærari. Georg L. Petersen, tíðindaleiðari KvF, Jóhann Lútzen, stjóri Norðlýsi og Dánjal Højgaard, journalistur og løgfrøðingur á Starvsmannafelagnum. Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
10
Pressan: Andsøgn millum talufrælsi og trúarfrælsi
Heini í Skorini útgreinar, hvussu rákið er, at talufrælsið í heiminum verður skert við rættinum til trúarfrælsi, sum grundgeving. Kári Sólstein, leiðari av mentanardeildini, er eisini í útvarpsstovuni. Gestir: Birgir Kruse, Kári Sólstein og Heini í Skorini Viðtøknipultin: Dánjal Tavsen Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
9
Pressan: Vísindi í miðlunum
Gestir: Ivan Hentze Niclasen, stjóri KvF Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini Kári Sólstein, deildarleiðari KvF Við tøknipultin: Øssur Egholm Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
8
Pressan: Jenis av Rana og Kringvarpið
Ynskið hjá formanninum í Miðflokkinum er at avtaka Kringvarpið og nú umsitur hann sama stovn. Miðlafólk skifta orð um, hvønn leiklut miðlarnir høvdu í valstríðnum til løgtingsvalið. Var Kringvarpið ov stýrandi í vali av evnum, og hvar blivu veljararnir av. Og hvar blivu kvinnurnar av. í Studio: Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum Jóhann Lútzen, stjóri á Norðlýsinum Brynhild Thomsen, journalstur, KVF Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur, KVF. Við tøknipultin: Sámal Jákup Jakobsen Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
7
Pressan: Grindamyndir órógva G!
Gestir: Sigvør Laksá, stjóri G-festivalurin, Gunnar Skúvadal, stjóri vg.fo Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum Ivan Niclasen, stjóri, Kringvarp Føroya Skjøl um Public Service: https://kvf.fo/kvf/um-kvf/public-service Við tøkniupultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig Hetta er seiansta sending fyri summarfrítíðina.
-
6
Pressan: Valstríðið í KvF og kvinnurnar á listunum
Gestir um eftirmeting av valstríðnum: Jacob Vestergaard, Fólkaflokkinum, Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, Jóhann Mortensen, journalistur, Árni Gregersen, journalistur, og Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, KvF. Gestir um kvinnurnar á listunum: Marna K. Jacobsen, forkvinna í Demokratia, og Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi. Við tøknipultin: Sámal Jákup Jakobsen Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
5
Pressan: TIlflytarar í KvF og Løkke í miðlunum
Knappliga boðaði Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharri, frá, at hann kom til Føroya at reka valstríð - hvussu nógv pláss eigur forsætismálaráðharrin at fáa í føroysku miðlunum. Gestir: Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Sosialurin, Jóhann Lützen, stjóri Norðlýsi. Um integrasjón og miðlar: Siri Helgadóttir Tórgarð, integrasjónsamskipari Tórshavnar Kommuna, og Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri. Við tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
4
Pressan: Atlantic Radio og Rás 2 eru 20 ár
Gestir: Georg L. Petersen, nýsettur tíðindaleiðari í Kringvarpinum Tróndur Vatnhamar um Atlantic Radio, Petur Jacobsen, Sonne Smith og Óla Jákup Rólantsson um Rás 2 og Eyðfinn Drewsen um FM1. Við tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
3
Pressan: Gamalt og ófyrireikað valstríð
Gestir: Eydna Skaale, retorikari, greinar formansumfarið týsdagin 7. mai. Heini Gaard, virkandi tíðindaleiðari, KvF og Árni Gregersen, politiskur journalistur í Miðlahúsinum. Við tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
2
Pressan: Miðlarnir um Glasir og tingmannalønir
Gestir: Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, Ruth Vang, Framsókn, Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin, Helena Dam á Neystabø og Hjalmar Zachariassen, Framtakið. VIð tøknipultin: Kári Annand Berg Lagt til rættis: Øssur Winthereig
-
1
Pressan: Journalistikkur í smáum samfeløgum
Gestir: Gestur Hovgaard, leiðari á deildini fyri samfelagsvísindi á lærda háskúlanum í Nuuk, og Liljan Weihe, kandidatur í sosialvísindi og journalistikki, sum hevur skrivað ritgerð um journalistikk í smáum samfeløgum. Lagt til rættis: Øssur Winthereig
We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Pressan er sending, sum viðger miðlar og setur tíðindavikuna í perspektiv. Miðlarnir skulu ansa eftir valdshavarunum, men hvør skal ansa eftir miðlunum.Pressan fylgir við í miðlunum og spyr tey við ábyrgd um valini, sum vera gjørd í miðlunum.Sendingin boðin út til framleiðslu uttan fyri Kringvarp Føroya og liggur tí ikki undir beinleiðis redaktørleiðslu í Kringvarpinum.Kringvarp Føroya hevur yvirskipaðu ábyrgdina av sendingini, og sendingin skal halda seg til journalistisku og etisku leiðreglurnar, sum Kringvarp Føroya setir.Ábyrgd: Øssur Winthereig, journalistur.
HOSTED BY
Kringvarp Føroya
CATEGORIES
Loading similar podcasts...