Sjá

PODCAST · news

Sjá

Sjá er ein breið sending við millum annað gestum frá vinnulívinum, mentanarpallinum, ítróttinum, samfelagskjakinum og fólkum annars, ið hava áhugaverdar ella øðrvísi lagnur og sjónarmið. Hvørt sunnukvøld klokkan 20. Vertur er Heini í Skorini

  1. 12
  2. 11

    Sjá takkar fyri seg: Her eru nakrir bestubitar

    Tilsamans hava 30 gestir luttikið, og evnini hava verið fjølbroytt. Lagnurnar í sjónvarpsstovuni hava millum annað tosað um alkoholismu, kynsligan ágang, rørslu- ella menningartarn, sjúku, sorg, sakn og deyða. Men tað hevur eisini snúð seg um politikk, vinnulív, bankaskrædl, útlendingar, ítrótt, tónleik, bøkur, sjónleik og film. Her er ein stuttur samandráttur við nøkrum brotum við øllum tí, sum bleiv sagt í Sjá.

  3. 10
  4. 9

    Sjá: Her er níggjunda sendingin

    Í sjónvarpsstovuni er 18 ára gamla songkvinnan Innan Glyvur, Døgg Nónsgjógv, sum í mars í ár fekk virðisløn fyri ársins føroyska popplag. Tá hon var átta ára gomul, misti hon pápa sín, og sorgin kendist bara størri og størri, sum árini gingu. Umframt Døgg hitta vit eisini oljustjóran á Atlantic Petroleum, Ben Arabo. Hann heldur, at útjaðarin Føroyar má halda uppat við at billa sær inn, at vit eru ein attraktivur miðstaður, sum fólk av sær sjálvum flyta til og tíma at búgva í. Til seinast hitta vit 18 ára gamla klaksvíkingin, Rólant Biskopstø, sum fyri fýra árum síðani fekk nýtt hjarta. Og tað var eisini í evstu løtu. Lagt til rættis: Heini í Skorini.

  5. 8

    Sjá: Her er áttanda sendingin

    Føroysk studio-sending við trimum gestum í sjónvarpsstovuni hvørt sunnukvøld. Talan er um eina breiða sending við millum annað gestum frá vinnulívinum, mentanarpallinum, ítróttinum, samfelagskjakinum og annars fólkum, sum hava áhugaverdar ella øðrvísi lagnur og sjónarmið. Lagt til rættis: Heini í Skorini.

  6. 7

    Sjá: Her er sjeynda sendingin

    Tvær ferðir er hann komin til Føroya at taka um endan, eftir at føroyskir bankar eru farnir á húsagang. Í sjónvarpsstovuni vitjar fyrrverandi bankastjórin, Jørn Astrup Hansen. Umframt Astrup hitta vit eisini Valdemar Tjørnudal, sum hevur verið hermaður í Afghanistan, og sum í mai 2008 koyrdi á eina vegbumbu og fekk varandi mein. Til seinast hitta vit Heiðu Gunnarsdóttir Nolsøe, sum er í uppskoti at gerast ársins ungi íverkseti í Danmark – fyri eina nógv eftirspurda ruskspann. Lagt til rættis: Heini í Skorini.

  7. 6

    Sjá: Her er sætta sendingin

    Gestir í kvøld eru Jón Tyril, maðurin handan G! Festivalin, Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, og Annika Johannessen, professionellur sjónleikari í Danmark. Lagt til rættis: Heini í Skorini.

  8. 5

    Sjá: Her er fimta sendingin

    Í sjónvarpsstovuni hesa ferð eru Maibritt Magnussen, sum var flogterna í flogvanlukkuni í Stord í 2006. Tummas Justinussen, stjóri á ársins virki 2014, Skansa Offshore, og Bergun Kass, ein av kritisku røddunum í EIK undan húsaganginum. Lagt til rættis: Heini í Skorini.

  9. 4

    Sjá: Her er fjórða sendingin

    Føroysk studio-sending

  10. 3

    Sjá: Her er triðja sendingin

    Føroysk studio-sending

  11. 2

    Sjá: Her er onnur sendingin

    Tríggir nýggir gestir vitja í Sjá hesa ferð. Ein fyrrverandi løgmaður, ein ungur kvinnuligur sjónleikari og ein klaksvíkingur við stóra K, sum livir við eini heilt serligari avbjóðing. Lagt til rættis: Heini í Skorini.

  12. 1

    Sjá: Her er fyrsta sendingin

    Í fyrstu sendingini hitta vit millum annað ein vinnulívsmann, sum umsitur sína ogn heldur øðrvísi, og onnur prát fara at snúgva seg um alkoholismu og kynsligan ágang. Lagt til rættis: Heini í Skorini.

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Sjá er ein breið sending við millum annað gestum frá vinnulívinum, mentanarpallinum, ítróttinum, samfelagskjakinum og fólkum annars, ið hava áhugaverdar ella øðrvísi lagnur og sjónarmið. Hvørt sunnukvøld klokkan 20. Vertur er Heini í Skorini

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

URL copied to clipboard!