Skáin

PODCAST · news

Skáin

Skáin er ein beinleiðis útvarpssending, har vit steðga á og viðgera eitt evnið, sum lurtarin oftast velur frá ferð til ferð.Hvat evni kundi tú hugsa tær varð viðgjørt í Skáanum? Send títt hugskot til [email protected] er Eyðfinn Jensen.

  1. 19

    Skáin: Hjúnaskilnaður og búskapur

    Hugskotið er komi frá lurtara, ið skrivar: "Eitt evni eg kundi hugsað mær at vita meira um, og sum er rættiliga fløkt, er hetta við hvør eigur hvat, tá man fer frá hvørjum øðrum. Her hugsi eg bæði um skuld og ogn". Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  2. 18

    Skáin: Makrelævintýrið

    Gutti Winther greiðir nærri frá nøkrum av teimum mongu upplivingunum og ymisku viðurskiftunum, ið nortið varð við í triðja og seinasta parti av sendirøðini Fisk og skips, ið varð um útflutning av makreli til Russland. Pól Huus Sólstein stjóri á fiskasøluni North Pelagic, ið millum annað útflytir makrel til Russiska marknaðin, greiðir frá avbjóðingum og viðurskiftum á útlendsku fiskamarknaðunum. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  3. 17

    Skáin: Seyður á vegnum

    Hvussu kann ein bilførari tryggja seg best møguligt, og hvat skal ein gera, um óhappið hendir? Gestir í Skáanum eru: Jan Fossaberg, ferðslupolitistur Ella Mortensen, Skaðaleiðari hjá Trygd Heðin D. Poulsen, Skaðadeildin hjá Betri Trygging Og Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum. Vertur er Eyðinn Jensen.

  4. 16

    Skáin: Heimsins besti saltfiskur

    Í Skáanum greiðir Gutti Winther nærri frá grundarlagnum og ætlanini við nýggju sjónvarpssendirøðini Fisk og skips. Símun Hammer, stjóri á Virkisráðgeving, greinar úrslitið av nýggjari kanning við heitinum, Góðska á feskum fiski frá føroyskum skipum, ið verður kunngjørd í dag. Eisini verður prátað um marknaðarviðurskifti við Róa Egholm, søluleiðara hjá fiskaútflutningsfyritøkuni, Delta Seafood, sum í løtuni er staddur í Spanien. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  5. 15

    Skáin: Ansingarstuðul

    "Hetta tekur grundarlagið undan skipanini, tí hon klárar seg ikki við 5000,- kr. um mánaðin", skrivar lurtari til Skáan. Gestir eru: Poula á Líðarenda, leiðari fyri skattaøkið hjá Taks, og Leif Olsen, fulltrúði hjá Almannaverkinum. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  6. 14

    Skáin: Eftirlønir og trygd.

    Gestir í Skáanum eru: Jan Jacobsen, stjóri í ognarfelagnum Lív. Hans Petur Klementsen, pensjónsleiðari hjá Nordik Pensjón. Leivur Harryson, ráðgevið hjá Tryggingareftirlitinum. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  7. 13
  8. 12

    Skáin: Pantskipanin í Føroyum

    Ringt er at vita hvar, hvør fløska skal latast inn aftur, og ofta má farast í eini 3-4 ymisk støð, áðrenn liðugt er, skrivar ein lurtari til Skáan. Gestur í Skáanum er Heidi Mortensen, frá Umhvørvisstovuni, ið greiðir frá virkandi pantskipan í Føroyum. Trý ymisk uppskot um nýggja pantskipan eru løgd framm seinastu tíðina, og tey hoyra vit meira um í sendingini. Rúsadrekkasøla Landsins, við Rógva Fossadal, skýtur upp at seta á stovn eina nýggja pantskipan í samráði við revonatiónsfelagsskapirnar, har fólk kunnu latað inn allar fløskur og øll einnýtis íløt. Handilsvinnufelagið í Vinnuhúsinum, umboða av Hera á Rógvi, skýtur upp at at varveita gamla prisippið, um at selja fløskur, men at allir handlar framyvir skulu taka ímóti øllum sløgum av fløskum. Og triðja uppskotið eigur Fía Petersen, dagligur leiðari hjá felagnum Javni, ið hevur sent eitt opið bræv til Sirið Stenberg, Landsstýriskvinnu í umhvørvismálum & Eyðgunn Samuelsen, Landsstýriskvinnu í Almannamálum. Vertur er Eyðfinn Jensen Hevur tú eitt gott hugskot til evnið í Skáanum? Send eitt teldubræv til: [email protected]

  9. 11

    Skáin: Vetrartunglyndi

    Vertur er Eyðfinn Jensen.

  10. 10

    Skáin: Tannlæknaviðgerð í Føroyum

    Gestir í Skáanum eru Petur Martin Hansen, leiðslufulltrúði hjá Heilsutrygd, Odmar Færø, formaður í Tannlæknafelagnum, og Teitur Herup, tannlækni á Tannlæknamiðstøðini í Havn. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  11. 9

    Skáin: Arbeiðsumhvørvið og trivnaður á LSH

    Í sendingini verður prátað við Ingun Gaardbo, depilsleiðara á medisinøkinum, Hans Jákup Simonsen, formann í Yvirlæknafelagnum og Marin Vang, fyrrverandi sjúkrarøktarstjóra. Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

  12. 8

    Skáin: Inntøkubýti og ójavni í Føroyum

    Hugskotið til evnið í Skáanum er komið frá einum lurtara, ið millum annað skrivar soleiðis: "Eg kundi hugsað mær, at tit viðgjørdu evnið um inntøkubýtið í Føroyum, serliga við denti á háinntøkur og tess týðning fyri samfelagið út frá einum samfelagsbúskaparligum sjónarhornið". Gestir í sendingini eru Høgni Vilhelm frá Hagstovu Føroya, Herman Oskarsson búskaparfrøðingur, og Djóni Eidisgaard leiðari hjá Barnabata.

  13. 7

    Skáin: Politikkur og moralur

    Vertur er Eyðfinn Jensen

  14. 6

    Skáin: Fyrireika teg til vetrarferðsluna

    Í sendingini greiðir Fríðrik Bláhamar frá fyrimunum og vansum við teimum ymisku sløgum av kavadekkum, heilársdekkum og píkadekkum. Fríðrikkur heldur eisini, at tað er alt ov galið, at vit onga hálkubreyt hava í Føroyum, hóast ynski hevur verið frammi í meir enn tredivu ár. Bjarni Petersen, økisleiðari hjá Landsverki, gevur okkum góð ráð, um hvussu vit ferðast á tryggasta hátt í vetrarferðsluni, og fyrireika okkum til teir longru túrarnar á landsvegunum. Jan Fossaberg, ferðslupolitistur, svarar spurningar frá lurtarunum, og gevur góð ráð til fótgangarar og fólk á súkklu, eisini nevnd tey bleytu í ferðsluni. Vertur er Eyðfinn Jensen.

  15. 5

    Skáin: Um handil á alnetinum, 2. partur

    Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð í Føroyum, greiðir frá teimum møguleikum, sum ein keypari hevur, tá okkurt gongur gali við keypinum. Endurnýtsla er vælumtókt í hesum døgum, og ein stórur partur av hesum handli fyrigongur á ymiskum Rótikassum á Facebook, og øðrum líknandi heimasíðum. Ida í Kálvalíð starvast í endurnýtslubúðini hjá Bláa Krossi í Kongagøtu í Havn, og hon harmast um kappingina frá øllum Rótikassunum, og stúrir fyri framtíðini hjá handlinum. Í Tinghúsinum hjá Dugna merkja tey ikki nógv til kappingini, men tað er vorðið nakað longri millum teir dýru, góðu lutirnar í byngjunum. Allan Mørkøre, leiðari hjá Dugna greiðir frá. Vertur er Eyðfinn Jensen

  16. 4

    Skáin: Um handil á alnetinum, 1. partur

    Í sendingini verður vitja á Óðinshædd, hjá Tolleftirlitinum, har Jórun Olsen, tolleftirlitsfólk, greiðir frá tí, sum føroyingar í dag keypa á alnetinum, og hvat er loyvt og ikki loyvt at innflyta. Vit hitta fólkini aftanfyri tveir føroyskar nethandlar, Skalkur.fo og Prull.fo, sum hvør í sínum lagi greiða frá teirra royndum við at reka ein nethandil í Føroyum. Eisini spyrja vit fólk á gøtuni, um tey keypa nógv á alnetinum? Vertur er Eyðfinn Jensen

  17. 3

    Skáin: Um løggilda fletting og føroysk seyðaskinn

    "Ull er ikki longur Føroya gull", men "skinn er in", so tað er ikki heilt av leið. Jógvan Nordendal frá Oikos greiðir frá søguni hjá virkinum og teirra arbeiði við føroyskum seyðaskinni. Vertur er Eyðfinn Jensen.

  18. 2

    Skáin: Um Fargen-verkætlanina

    Bjarni á Steig, yvirlækni á medisinska deplinum og kliniskur ábyrgdahavari av Fargen-verkætlanini, greiðir frá, hvat læknavísindin kann brúka granskingina til, og hvat gagn vit brúkarar kunnu fáa av genom-skrásetingini. Birita Ludvíksdóttir, forkvinna í arbeiðsbólkinum, ið gjørdi genomálitið, greiðir frá teirra arbeiði og frá lógarkørmunum á økinum, og Nomi Gregersen, verkætlanarleiðari hjá Fargen, er beinleiðis í útvarpsstovuni, klár at svara spurningum frá lurtarum. Vertur er Eyðfinn Jensen. Hvat evnið kundi tú hugsa tær varð viðgjørt Skáanum? Send títt hugskot til [email protected]

  19. 1

    Skáin: Evnið er stalking, elting ella tráfylging

    Í Skáanum hesaferð greiðir Sigrun Samuelsen, sálarfrøðingur, okkum nærri frá, tí ið hendir einum menniskja, sum verður tráfylgt, og hon fer eisini at greiða frá tí, sum hendir í høvdinum hjá einum stalkara. Vit tosa við Jens Jensen, politist á kriminaldeildini, og frætta millum annað hvørjar heimildir løgreglan hevur, tá tilburðir um tráfylging verða meldaðir. Og so fara vit at hyggja nærri eftir nýggja lógaruppskotinum um Tilhald, Uppihaldsforboð og Burturvísing - eisini nevnd Tilhaldslógin - saman við Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatið hjá Sókn. At enda fer Elin Michelsen at geva okkum nøkur góða ráð um, hvussu vit tryggja okkum sjálvi og okkara børn á besta hátt á netinum. Vertur er Eyðfinn Jensen

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Skáin er ein beinleiðis útvarpssending, har vit steðga á og viðgera eitt evnið, sum lurtarin oftast velur frá ferð til ferð.Hvat evni kundi tú hugsa tær varð viðgjørt í Skáanum? Send títt hugskot til [email protected] er Eyðfinn Jensen.

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

URL copied to clipboard!