Skannarin

PODCAST · news

Skannarin

Savnssending Skannarin er ein útvarps-dokumentarsending, ið fer afturum aktuell evnir. Sendingin tekur útgangsstøði í persónligum søgum og setir tær inn í eitt breiðari samfelagsligt høpi. SøgaSkannarin varð fyrstu ferð sendur í mars 2009. Síðani á heysti 2010 hevur sendingin verið á skránni hvønn sunnudag seinnapart. FramleiðslaSkannarin er ein samansett sending, ið lýsir eitt evni við persónligum søgum, reportasjum og ljóðmyndum.

  1. 50
  2. 49
  3. 48
  4. 47

    »Svikin í Jesu navni«

    Tráanin eftir einum lívi við gleði, leys av angist og trega og uttan at vera bundin av tablettum, alkoholi ella rúsevnum, hevur seinastu 10 árini fingið føroyingar í hópatali at fara á bíbliuskúla ella at leita sær hjálp hjá danska felagsskapinum Evangelist, har tey við bøn royna at basa trupulleikum. Tiltikni prætikumaðurin, Christian Hedegaard, byrjar møtið á Hotel Hafnia við at minnast eina av fyrstu ferðum sínum í Føroyum.

  5. 46

    »Eg og børnini«

    Tær, ið eftir eru, stríðast fyri at klára seg og sítt í einum samfelag, har familjur eiga at hava bæði mammu og pápa.

  6. 45
  7. 44

    »Eisini ein familja«

    Føroyar eru einasta norðurland, sum ikki viðurkennir samkyndar familjur.

  8. 43
  9. 42

    »Tey loyniligu børnini«

    Fleiri túsund føroyingar og danir arbeiddu í Grønlandi í 50unum og 60unum, og nógv børn spurdust burturúr sambondum millum útlendskar menn og grønlendskar kvinnur. Eingin lóg kravdi, at menninir vórðu skrivaðir sum pápar, og tí eru børnini vaksin upp sum løgfrøðiliga faðirleys.

  10. 41
  11. 40
  12. 39
  13. 38

    »Friðleys heima«

    Føroyar fáa nú sum tað seinasta norðanlandi eina heildarætlan, ið skal skal fyribyrgja og støðga harðskapi í parlagnum.

  14. 37

    »Tað dýrasta tilfeingið«

    Fleiri eldhugaðir lærarar eru í almennu skúlunum, men skipanin er ov stirvin, og eingin felags linja er, ið tryggjar børnunum nóg góða undirvísing.

  15. 36

    »Dýrir sjúkradagar«

    Smærri fyritøkur og stovnar kenna seg noydd at siga sjúkum fólki upp, og sjúkrameldað starvsfólk kenna seg illa mótvegis starvsfeløgum og arbeiðsgevara.

  16. 35

    »Tey siviliseraðu«

    Grønlendingar liva enn við sárum frá hjálandatíð og misskiltari menningarhjálp. Men eitt nýtt ættarlið av framskygdum grønlendingum stríðist fyri at fáa land og fólk aftur á beint.

  17. 34

    »Í talgildum andróðri«

    At hava eina teldu og internet samband er vorðið ein sjálvfylgja, men langt frá øll hava neyðugu førleikarnar at samskifta talgilt.

  18. 33

    »Meklingin um húsini«

    Meklarin heldur fast um, at hann upplýsti um øll brek við húsunum, áðrenn skeytið varð undirskrivað. Í Føryum eru ongar lógir um keyp og sølu av fastari ogn.

  19. 32

    »Skerd jólagleði«

    Neyðin kenst serliga ring á jólum, tá onnur dusa sær við góðum mati og dýrum gávum.

  20. 31
  21. 30

    »Ímóti streyminum«

    Tey, ið ganga móti streyminum, velja familju og felagslív framum spennandi yrkismøguleikar.

  22. 29
  23. 28

    »Alt fyri bróstini«

    Fleiri kvinnur varðveita bróstini, og nakrar fáa snøggari bróst enn frammanundan.

  24. 27
  25. 26

    »Skjót boðberan«

    Pál Weihe, granskari, hevur brúkt 25 ár til at skjalprógva, at tað er heilsuskaðiligt at eta grind. Men nógvir føroyingar og føroyskir politikarar halda seg vita betur.

  26. 25
  27. 24

    »Stórlæti og fall«

    Men bjartskygni er nú við at vinna á vónloysinum, og íslendingar ivast ikki í, at ferð skjótt kemur á búskaparhjólini aftur.

  28. 23
  29. 22

    »Eftir gildið«

    Bankin eggjaði viðskiftafólki til at keypa partabrøv í bankanum og lænti teimum gleðiliga pengar til at keypa fleiri partabrøv fyri, enn tey høvdu ráð til. Nú er bankin farin av knóranum, og partaeigararnir sita eftir við ongum.

  30. 21
  31. 20
  32. 19

    »Fjart frá Havnini«

    Men nógvar smærri kommunur óttast fyri, at teirra lívsgrundarlag hvørvur, um tær verða partur av eini størri eind. Fleiri teirra eiga pengar og klára seg væl sjálvar.

  33. 18

    »Við heilsuni í veð«

    Hóast ábøtur eru gjørdar á Studentaskúlan í Hoydølum, plágast næmingar og lærarar framvegis av sjúkum, sum stava frá soppi og vánaligari inniluft. Arbeiðseftirlitið hóttir aftur við at melda Mentamálaráðið til fútan fyri ikki at halda arbeiðsumhvørvislógina. Eingin lóg verjir heilsuna hjá næmingunum.

  34. 17
  35. 16

    »Til deyðin tykkum skilir«

    Fyri prestarnir, ið ikki vilja víga fráskild, er tað ein samvitskuspurningur. Fyri tey, ið verða avvíst, er tað sum at fáa ein frammaná.

  36. 15

    »Uttanfyri«

    Uttan arbeiði, uttan lærupláss ella útbúgving og uttan pengar er einasta loysnin hjá nógvum ungum at vera búgvandi heima og liva av foreldrunum.

  37. 14

    »Kvinnulív«

    Livikorini hjá kvinnum eru nógv broytt seinastu 100 árini, men avbjóðingarnar eru í stóran mun enn tær somu.

  38. 13

    »Dreymurin er ein íbúð«

    Í Føroyum er eitt pláss á røktarheimi ella sambýli einasti møguleiki hjá teimum, ið ikki longur orka at búgva í egnum húsum.

  39. 12

    »Mist lív«

    Høvdu læknar og myndugleikar tikið sjúkuna í størri álvara fyrr, kundu ung fólk helst enn verið á lívi.

  40. 11

    »Í kríggj ímóti Taleban«

    Tað stendur um lív hvønn dag, og hvørja nátt liggur mamma unga hermannin og berjist við svøvnin.

  41. 10

    »Heim til einki«

    Drongurin býr nú heima hjá foreldrunum og hevur einki at fara til um dagarnar. Familjan sær sær eingi onnur ráð enn at flyta av landinum, so sonurin kann fáa tann stuðul, hann hevur tørv á. Myndugleikarnir hava sett sær fyri at fáa fleiri ung við sálarligum breki heim, hóast menningartilboð ikki eru í Føroyum.

  42. 9

    »Læknarnir rýma«

    Heldur núverandi gongd fram, er vandi fyri, at Landssjúkrahúsið í framtíðini bert fer at kunna bjóða sjúklingunum tær mest neyðturviligu viðgerðirnar.

  43. 8

    »Einsamøll í aðrari verð«

    Sum børnini vaksa til, og vantandi førleikar og trupulleikar gerast eyðsýndir, byrja foreldrini at stúra fyri framtíðini. Hvat verður av børnunum?

  44. 7

    »Dømdur og gloymdur«

    Eingin tók stig til at taka dómin uppaftur, hóast maðurin mentist nógv sálarliga. Ikki fyrrenn Løgtingsins Umboðsmaður legði uppí, varð maðurin latin leysur.

  45. 6

    »Førleiki í útlegd«

    Føroyska samfelagið hevur stóran tørv á skikkaðari arbeiðsmegi, men klárar seg ikki í kappingini um tey vælútbúnu fólkini. Stór virðir, sum føroyingar við góðum útbúgvingum skapa, koma tí øðrum samfeløgum til gagns.

  46. 5

    »Færri læknar og meiri pappír«

    Heldur núverandi gongd fram, og ongir nýggir læknar verða settir, dettur skipanin sundur, tí fleiri kommunulæknar fara skjótt frá fyri aldur.

  47. 4

    »Flóttarfólk«

    Men enn liva nógv við sárum frá kreppuni, ið kostaði teimum alt, ið tey áttu. Føroyska samfelagið hevði í dag verið umleið 6000 fólk í góðum árum ríkari, um kreppan í 90unum ikki hevði noytt føroyingar í hópatali í útlegd.

  48. 3
  49. 2

    »Trælir í egnum lívi«

    Nógv teirra noyðast at venda hvørjum oyra fyri at fáa endarnar at røkka saman og kunnu ikki hava eitt virkið lív.

  50. 1

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Savnssending Skannarin er ein útvarps-dokumentarsending, ið fer afturum aktuell evnir. Sendingin tekur útgangsstøði í persónligum søgum og setir tær inn í eitt breiðari samfelagsligt høpi. SøgaSkannarin varð fyrstu ferð sendur í mars 2009. Síðani á heysti 2010 hevur sendingin verið á skránni hvønn sunnudag seinnapart. FramleiðslaSkannarin er ein samansett sending, ið lýsir eitt evni við persónligum søgum, reportasjum og ljóðmyndum.

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

URL copied to clipboard!