Speki

PODCAST · news

Speki

Savnssending Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera.Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti.Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum. Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steðg í nøkur ár, nú tikin upp aftur. Sum so er Speki í somu sjangru sum fyrilestrar á eitt nú DK4, BBC Open University, TED.Com og Danskernes Akademi, sum er at síggja á DR2. Síðstnevnda røðin byrjaði í 2010. Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí er tað at miðla vitan ein týðandi táttur í public-service tilboðnum hjá Kringvarpinum. Slag av sending: Sjónvarpsfyrilestrar Málbólkur: 20+, áhugað í vísindum og vitan Sendilongd: 20 min. Samskipari fyri Fróðsk

  1. 42
  2. 41
  3. 40
  4. 39
  5. 38
  6. 37
  7. 36
  8. 35
  9. 34
  10. 33
  11. 32
  12. 31
  13. 30
  14. 29
  15. 28
  16. 27

    Speki: Sjóvarfalsorka - ein møgulig rein orkukelda

    Tøknin til at gagnnýta orkuna í sjóvarfalsrákinum er í stórari menning úti í heimi, og spírar til líknandi virksemi síggjast nú eisini í Føroyum. Í framløguni verður leysliga greitt frá um hesa tøknina, og um ætlanir at seta út hesa tøknina hjá næstu grannum okkara fyri sunnan. Síðani verður greitt frá verkætlan, har streymmátingar og teldumyndlar eru nýtt til at meta um orkunøgdina, sum er í rákinum í føroysku sundunum.

  17. 26

    Speki: Reyðæti –- havsins góðgæti

    Reyðæti er høvuðsføði hjá teimum stóru ferðandi stovnunum av sild og makreli. Hesi fiskasløgini koma í stórum tali í havøkið norðan fyri Føroyar um summarið fyri at eta reyðæti. Tað er reyðæti sum avger, hvussu stórir hesir stovnar av uppsjóvarfiski kunnu vera. Seinastu árini eru broytingar hendar í vistskipanini í havøkinum norðan fyri Føroyar. Størri nøgdir av uppsjóvarfiski ferðast til okkara leiðir og verða verandi í eitt longri tíðarskeið, samstundis sum nøring og nøgd av reyðæti eru broytt. Liviumstøðurnar hjá reyðæti eru tengdar at havfrøðiligum viðurskiftum og gróðrinum í sjónum, samstundis sum nøgdirnar av reyðæti eisini ávirkast av føðitrýsti frá fiskinum. Kunnleiki til hetta samanspælið millum umhvørvið, reyðætið og uppsjóvarfiskin er týdningarmikil fyri at kunna meta um framtíðarvánirnar hjá reyðæti og uppsjóvarfiski í føroyskum havøki.

  18. 25

    Speki: Nebbasild, eitt vistfrøðilig bindilið

    Í mong ár hava granskarar á Havstovuni eygleitt hvussu orkan frá gróðri verður flutt upp til hægru verur, so sum tosk, hýsa og sjófugl, uttan at vita hvør vera hevur staðið fyri hesum flutningi. Nebbasildin hevur tó verði undir illgruna, og í 2009 fór ein verkætlan í gongd til endamáls at kanna nebbasild og hennara vistfrøðiliga leiklut á føroyska landgrunninum. Nebbasild hevur ein sjáldsaman atburð og er tí ikki altíð líka løtt at kanna, men komið varð fram til at skjótur vøkstur og føði er týdningarmikið fyri at hennara tilgongd skal verða góð. Nakað óvæntað varð eisini funnið, at hitin í sjónum hevur ein stóran leiklut í hennara trivna. Fleiri sjófuglasløg eru sterkt tengt at nebbasild, serstakliga í burðartíðini, og er hetta einki undantak á føroyska landgrunninum. Eitt sterkt samband varð funnið millum burðaravlopið hjá rytu og nebbasild. Við hesum kann burðaravlopið hjá rytu, ið er munandi lættari at máta enn nebbasild, nýtast sum eitt mát fyri støðuna hjá nebbasildini. Hetta kann so aftur verða eitt hent amboð tá ið vinnulig fiskasløg, so sum toskur, skulu veiðast burðardygt.

  19. 24

    Speki: Kúfiskur sum søgufrøðingur

    Kúfiskur er ein skel, sum situr niðurgrivin á havbotninum og sum verður sera gamal, fleiri hundrað ár. Kúfiskur verður ofta nevndur havsins træ. Í skelini á kúfiski eru árligir vakstrarringar, sum kunnu siga okkum millum annað, hvussu nógv hann hevur fingið at eta hvørt ár. Føðin hjá kúfiski er plantuplankton. Við hesari vitan ber til at endurskapa mongdina av plantuplankton fleiri hundrað ár aftur í tíðina. Gongdin í teimum fyrstu liðunum í føðinetinum, sum er plantu- og djóraplankton, er grundleggjandi fyri, hvussu onnur lið í føðinetinum eru fyri, so sum sild og toskur. Hendan vitan gevur okkum møguleika at svara grundleggjandi spurningum um vistskipanina á Landgrunninum og harav vitan um sveiggini í okkara berandi vinnu, fiskivinnuni.

  20. 23

    Speki: Veikur bindivevnaður í fiskaflaki

    Ása Jacobsen, Ph.D. lesandi í biotøkni

  21. 22

    Speki: Hitabroytingar í føroyskum sjógvi

    Hitabroytingar í føroyskum sjógvi Lýsing av fyrilestri: Í 25 ár hevur Havstovan mátað hitan í føroyskum sjógvi. Ymsar broytingar eru hendar hesi árini, og til dømis vaks hitin eitt stig frá miðskeiðis í 1990unum og eini 10 ár fram. Tá vit tosa um sjógv, er hetta ein stór øking, og her verður hugt nærri at, hvør upprunin er til hesa øking umframt upprunan til aðrar broytingar.

  22. 21

    Speki: Aling á opnum havi

    Fyrilestur hjá Heðini Abrahamsen, granskara, um aling á opnum havi

  23. 20
  24. 19
  25. 18

    Speki: Broytingar í vistskipanunum í Norðurhavinum

    Subpolari meldurin broytir vistskipanir í Norðuratlantshavi. Fyrilestur hjá Hjálmar Hátún

  26. 17
  27. 16
  28. 15
  29. 14
  30. 13
  31. 12
  32. 11
  33. 10

    Speki: Umsorgan - ein empatisk góðgerð

    I møtinum við sjúklingin verða vit sansaliga ávirkað av tí sjúka menniskjanum framman fyri okkum. Sansingin hevur við sær eitt umhugsni, sum ávirkar okkum og vit kunnu ikki annað enn at handla til tað besta fyri hetta menniskjað í okkara sjúkrarøkt. Tá ið vit í sjúkrarøktini handla á hendan hátt, er umsorganin til staðar. Fyrilestrarhaldari er Marjun Thomsen, lærari á Sjúkrafrøðiskúlanum. Lagt til rættis: Ivan Niclasen

  34. 9

    Speki: Føroyskur, kollektivur arbeiðsrættur

    Tey mongu viðurskiftini í felagsverklóg verða lýst við millum øðrum "merkjamálinum," har hugt verður at Føroya Rætti, Landsrættinum, Hægsta Rætti og Gerðarrættinum.

  35. 8

    Speki: Náttúruvísind í undirvísingini

    Ungdómar um okkara leiðir halda ikki, at náttúruvísindi eru líka týdningarmikil sum ungdómar í menningarlondum halda. Ein annar munur er, at okkara ungdómar hava als ikki hug til at starvast innan náttúruvísindi, tá tey verða vaksin.Nomið verður við munin í áhugamálum hjá gentum og dreingjum. Ber til at leggja undirvísingina í náttúruvísindum til rættis, so hon gerst viðkomandi og harvið eisini áhugaverd?Fyrilestrarhaldari: Erla Olsen

  36. 7

    Speki: Rotið og ræst - ein fatanarfløkja

    Tað ræsta er eitt serføroyskt matfyribrigdi, og her verður komið inn á, hvussu hetta hevur verið fatað til ymiskar tíðir av fólki úti og heima, til at tað nú er vorðið til eina varðveitingarverda ímynd av føroyskari matmentan í okkara tíð.Fyrilestrarhaldari: Jóan Pauli Joensen.

  37. 6

    Speki: Vón hjá kvinnum við undirlívskrabba

    Fyrilesturin er grundaður á ritgerðina "Portraying Hope. A study among women newly diagnosed with gynaecological cancer" Ritgerðin er ein fænomenologisk kanning, sum hevði til endamáls at lýsa royndir av vón hjá kvinnum, ið nýliga vóru diagnostiseraðar við undirlívskrabba.Úrslitini hava skapt nýggja vitan um vón generelt og lýsa vónina hjá hesum kvinnum, sum vóru nýdiagnostiseraðar við undirlísvkrabba. Og tí hevur nýggja vitanin týdning fyri kliniska sjúkrarøkt.Hendan vísindaliga kanningin er ein tann fyrsta í Norðurlondum, sum kannar vón hjá krabbasjúklingum og tann fyrsta av sínum slag, sum kannar vón á diagnosutíðspunktinum.Fyrilestrarhaladari: Kristianna Hammer.

  38. 5

    Speki: Markið millum alment og privat

    Hvar gongur markið millum alment og privat? Í fyrilestrinum kemur Annemi L. Joensen inn á hvar markið gongur fyri loyvdari almennari uppíblanding í privat viðurskifti, sæð út frá sjónarhorninum hjá mammum, sum hava fingið barn. Ynskja tær, at heilsufrøðingar - sum forlongdi armur hjá tí almenna - hava eftirlit við og geva ráð til barnauppaling?Fyrilestrarhaldari: Annemi L. Joensen.

  39. 4

    Speki: Skateboard ella rullifjøl ella...

    Í fyrilestrinum hevur Jógvan í Lon Jacobsen eina viðgerð av málvariatión í føroyskum gerandismáli úr einum samfelagsmálvísindaligum sjónarhorni. Eitt høvuðshugtak er “systematiskt synonymi”, sum merkir, at nýtslan av samheitum (synonymum) er treytað av ytri sosialum viðurskiftum í samrøðustøðuni.Fyrilestrarhaldari: Jógvan í Lon Jacobsen, dr. philos., lektari í málfrøði.

  40. 3

    Speki: Tilboðið í 1906 - ein politisk myta verður til

    Í apríl 1906 kom føroyski fólkatingsmaðurin Jóannes Patursson til Føroya við einum tilboði, sum hann legði fyri løgtingið. Tilboðið vildi í høvuðsheitum havt við sær, at løgtingið fekk ábyrgd av nøkrum málsøkjum í Føroyum og afturfyri fekk heimild at krevja skatt inn í Føroyum. Tað stóðst politiskt rumbul av tilboðnum.Mótstøðumenn Jóannes Paturssonar í løgtinginum sáddu iva um heimild hansara at leggja tilboðið fyri løgtingið, sum 20. mai 1906 sendi skriv til løgmálaráðharran, Peter Adler Alberti, ið hevði ábyrgdina av føroyskum viðurskiftum, har spurt varð eftir heimildini hjá Jóannesi Patursson.Hóast játtandi svar kom frá Alberti 1. juni 1906, so vístu føroyska veljarafjøldin og løgtingið tilboðnum frá sær. Í 1908 noyddist Alberti at leggja frá sær orsakað av fíggjarsviki og skjalafalsan. Hann varð dømdur og fekk átta ára fongsulsrevsing.Síðan hevur tilboðið verið knýtt at viðurskiftum kring ein meira ivasaman leiklut hjá Alberti og nakrir spurningar um upprunan til og innihaldið í tilboðnum hava verið óloystir í føroyskari søgugransking. Í hesum fyrilestri verður tann fyrri spurningurin, sum snýr seg um upprunan til tilboðið, umrøddur.Fyrilestrarhaldari: Hans Andrias Sølvará.

  41. 2

    Speki 29.10.2008

    Fyrilestur:  Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur, Jarðfeingi

  42. 1

    Speki: Nýtsla av magnetiskum dátum

    Nýtsla av magnetiskum dátum (Nýtsla av magnetiskum dátum í basaltumhvørvi). Vanliga verða magnetiskar dátur nýttar til at eyðmerkja, hvussu jarðfrøðin undir legugrýtinum sær út. Kanningar hava tó víst, at magnetiskar dátur ikki kunna nýtast til slíkt á føroyska landgrunninum. Í fyrilestrinum verður greitt frá, hvør orsøkin er til hesa støðu, og hvussu magnetiskar dátur allíkavæl kunna nýtast til at siga nakað um jarðfrøðina undir basaltinum, og um basaltið sjálvt Gjørt sendingina: Ingibjørg Jacobsen Alexander G. Joensen Ragnar C. Joensen Kovboy Film Maiken Poulsen Jákup Sørensen Ivan Niclasen

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Savnssending Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera.Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti.Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum. Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steðg í nøkur ár, nú tikin upp aftur. Sum so er Speki í somu sjangru sum fyrilestrar á eitt nú DK4, BBC Open University, TED.Com og Danskernes Akademi, sum er at síggja á DR2. Síðstnevnda røðin byrjaði í 2010. Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí er tað at miðla vitan ein týðandi táttur í public-service tilboðnum hjá Kringvarpinum. Slag av sending: Sjónvarpsfyrilestrar Málbólkur: 20+, áhugað í vísindum og vitan Sendilongd: 20 min. Samskipari fyri Fróðsk

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

URL copied to clipboard!