Vágskálin

PODCAST · news

Vágskálin

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.

  1. 50

    Vágskálin: Føroyskt politi og ensk ávirkan

    Føroya Politistafelag hevur givið út bók um politiið í Føroyum í 21. øld, sum Kári Thorsteinsson hevur skrivað. Nógvar umskipanir hava verið í politinum hesa øldina, og brotsverkini eru vorðin fløktari, serliga í talgilda heiminum. Tørvur er á fleiri politistum, halda bæði Kári Thorsteinsson og Eyðun Dalsgarð, formaður í Føroya Politistafelag. Eisini heldur høvundurin, at fleiri føroyingar eiga at vera í leiðarastørvum hjá politinum. Á móðurmálsdegnum 25. mars staðfestir Oddfríður Marni Rasmussen, lærari, at enskt mál ongantíð hevur trýst føroyskt meira enn nú. Hann hevur eygleitt, at næmingar tosa enskt sínámillum. Eisini flytur føroyskt seg frá at vera sagnorðamál til navnorðamál av ensku ávirkanini. "Vandi er fyri, at vit fáa eitt føroyskt bókahillamál, sum er rætt, og eitt talumál, sum er ein blandingur av føroyskum og enskum," sigur hann. Uni Arge leggur til rættis.

  2. 49

    Vágskálin: Forkunnugt innlit í gomlu Havnina

    Óli Jacobsen hevur í mong ár skrivað søguligt tilfar í FF-blaðnum og Sosialinum, og fleiri bøkur hevur hann eisini givið út, m.a. um Kristian Djurhuus, løgmann. Mest hevur Óli tó skrivað um tey, sum liggja jarðað í gamla kirkjugarði undir Svínaryggi í Havn. Óli sigur í "Hendur ið sleptu", at kirkjugarðurin má sigast at vera eitt tað søguligasta plássið í Føroyum, ið hvussu er tá ið tað snýr seg um persónssøgu. Bókin byggir í høvuðsheitum á endurminningarnar hjá Carolinu Heinesen, mammu William Heinsen, og dagbókina hjá Egili Henning Djurhuus, abbasoni Jóhan Chr. Djurhuus, Faktorin í Klaksvík. Dagbókin er skrivað frá 1916 til 1919, tá Egil doyði bara 20 ára gamal. Erland Viberg Joensen, søgufrøðingur, ummælir bókina, og hann heldur, at hon gevur eitt sera gott innlit í lívið í Havn seinna helming av 19. øld og 20. øld. Tó hevur hann ilt við at síggja, hvat annað tekstirnir hjá Caroline Heinesen og Egili Henning Djurhuus hava til felags, og tí kundu "Hendur ið sleptu" kanska verið tvær ymiskar bøkur, heldur hann. "Óli Jacobsen hevur skrivað um 500 fólk í tilsamans 240 greinum, so hann hevur gjørt eitt sera stórt arbeiði," staðfestir Erland Viberg Joensen. Uni Arge leggur til rættis.

  3. 48

    Vágskálin: Tá yrkjarin stríðist fyri lívinum

    Savnið "Sláttrir" er býtt upp í tveir partar, og seinni partur er heilt serligur, tí talan er um eina frásøgn, har yrkjarin svímar og verður lagdur inn á sjúkrahús. Á sjúkrahúsinum fær hann ein kvikil settan í bringuna, og meðan hetta hendir, sansar sjúklingurin alt rundan um seg við undran og spei - og minnast aftur í tíðina. Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð halda, at fyrri partur av savninum minnir um Tórodd, sum vit kenna hann, men seinni partur er heilt serligur. "Eg upplivi Tórodd viðbreknari í hesum savninum enn í øðrum søvnum, og hann er ikki so speiskur sum mangan áður," sigur Hans Jacob Kollslíð. Eilen Anthoniussen heldur, at yrkjarin reikar nógv millum dreym og vøku, og at hann ofta leggur dent á tað, sum ikki varð - eins og alskyns minnir. "Hann er eisini upptikin av, at dagurin er stýrdur av ljóðum og óljóðum. Hann sansar nógv og dugir væl at seta orð á tað, hann sansar," sigur hon. Uni Arge leggur til rættis

  4. 47

    Vágskálin: Dygdarverk um list og Geytin

    Kinna Poulsen gav í 2025 út bókina "Í eygnahædd" á Sprotanum, sum snýr seg um list í Føroyum í 21. øld. Anna Maria Dam Ziska, listfrøðingur, ummælir bókina og sigur, at talan er um meira enn eina listabók, tí hon skrivar um so mangt í okkara tíð. "Bókin er løtt at lesa. Kinna lýsir tíðina og listina fakliga, humoristiskt og poetiskt, og hennara skriviháttur er rættiliga fríur og ikki so akademiskur," sigur Anna Maria Dam Ziska. Føroysk list flytur seg alsamt longri burtur frá tí siðbundna landslagsmálninginum út í aðrar hættir at skapa list, staðfestir Kinna Poulsen í bókini. Anna Maria Dam Ziska heldur, at at fjølbroytnið í listini kanska stendst av, at listafólk ikki bara útbúgva seg í Danmark, men reika víða um heim nú. Vit eru eisini til Geyta-tiltakið, sum var í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið, og spyrja Michael Koba, hvat hann helt um teir sjey filmarnar, sum vórðu vístir. Hoyr, um hann gitta rætt, tá hann varð spurdur, hvørjir filmar fóru at vinna Geytan og Áskoðaravirðislønina. Uni Arge leggur til rættis.

  5. 46

    Vágskálin: Bæði drúgv og stuttlig náttúrusøga

    Jóna Joensen er úr Syðrugøtu og býr á einum garði í Sveis. Garðurin er ein sjálvbjargin oasa við fruktum, urtum, grønmeti og víni. Evnið í "Frí" minnir nógv um tað, sum Jóna sjálv fæst við í Sveis. Alt verður skapt frá grundini, og livað verður í samljóði við náttúruna. Søgan snýr seg um dreingirnar Blásius og Sirius, sum í sambandi við evnisviku í skúlanum fara at vitja mammubeiggjan, Kønus. Kønus livir eitt heilt annað lív enn onnur fólk. Hann er náttúrumaður, sum ger allan mat sjálvur, hevur hønur, fiskar o.s.fr. Hetta læra Blásius og Sirius so eisini. Rakul í Gerðinum og Bergljót av Skarði ummæla bókina, og tær halda, at hon tekur eitt sera viðkomandi evni upp, nevniliga spurningin um at liva vistfrøðiliga. Hinvegin halda tær, at søgan er drúgv, og at endurtøkur líta hana. Summar lýsingar eru so neyvar, at tær eru óneyðugar, siga tær. "Søgan er stuttlig í støðum, og serliga Sirius er stuttligur, men mær dámar ikki lýsingina av mammuni, Jyttu, tí hon er ov nógv karikerað," nevnir Bergljót av Skarði. "Hendan bókin egnar seg væl til foreldur og børn at lesa saman," sigur Rakul í Gerðinum. Uni Arge leggur til rættis.

  6. 45

    Vágskálin: Misjavnt savn um at standa uttanfyri

    Christian Fróði Djurhuus er føddur í 1975, og hann hevur skrivað nógv millum ár og dag. Fyrsta savnið hjá honum kom út longu í 2005, annað savnið í 2008, og so var ein steðgur til 2015, tá triðja savnið kom út á Sprotanum. Tvey søvn komu út aftrat á Sprotanum í 2017, men síðan eru 11 yrkinga- og tekstasøvn hjá Christiani Fróða Djurhuus komin út á forlagnum JADA. "Fjøtraður Orion" kom út í 2024, og talan er fyri tað mesta um brotprosatekstir. Onkrar yrkingar eru eisini upp á rím. Sanna Klein og Hans Jacob Kollslíð ummæla savnið og halda, at tað er misjavnt. Christian Fróði dugir væl at skriva, men savnið kundi verið betur ritstjórnað, so tað gjørdist minimalistiskari. Talan er um hugleiðingar um menniskjalig kor - og lýsingar av náttúruni. Kanska eru universellu lýsingarnar av náttúruni tað besta í savninum, halda tey bæði. Uni Arge leggur til rættis.

  7. 44

    Vágskálin: Trupla byrjanin hjá Javnaðarflokkinum

    Fyrstu javnaðarfeløgini í Føroyum vórðu stovnað í september og oktober í Havn og á Tvøroyri í 1925. Ringfelagið hjá flokkinum varð stovnað í 1927, og tá gjørdist Javnaðarflokkurin ein landsumfevnandi flokkur. Fyrsti formaðurin var Jóan Petur Davidsen, men frontmaðurin frá byrjan var Maurentius Viðstein. Hann stillaði upp til fólkatingsval longu í 1926, og í 1928 vórðu hann og Petur Mohr Dam á fyrsta sinni valdir á ting. Ivan Niclasen, søgufrøðingur, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, ummæla bókina. Teimum dámar hana væl. Kelduvaðið, sum Peter Old gagnnýtir, er umfatandi, og søguliga gjøgnumgongdin er spennandi. Ivan heldur, at bókin hevur eina ávísa slagsíðu til Havnar, og at røringurin á Tvøroyri verður ikki so væl lýstur. Sámal saknar, at meira verður gjørt burtur úr løgtingsvalinum í 1936 og tí, sum hendi, eftir at Maurentius Viðstein var farin frá sum formaður í 1933. Uni Arge leggur til rættis.

  8. 43

    Vágskálin: Heldur tunn og seinfør krimiskaldsøga

    "Kavafonnin grætur" byrjar við, at ein deyður kinesari í reyðari termodrakt verður funnin í Kambsgjógv. Stutt eftir verður ein annar kineseri funnin deyður uppi á Slættaratindi, og hann er nakin. William Hammer skal finna útav, hvat er hent, og at hjálpa sær hevur hann Hannis Martinsson, sum nú er samskiftismaður hjá løgregluni. Søgugongdin førir teir báðar til Runavíkar, har ein risastórur russiskur ísbrótari liggur við bryggju. Marna Jacobsen og Ben Arabo ummæla bókina, og tey halda, at hon er undirhaldandi, men heldur tunn. "Kanska skal Jógvan ikki skriva eina krimi hvørt ár. Tá ið eg lesi hesa, haldi eg, at hann heldur skuldi havt bíðað," sigur Marna Jacobsen. "Plottið er ikki so sannlíkt, og kanska skuldi endin verið longdur, so málið ikki verður loyst so skjótt. Tann stuttligasti persónurin í bókini er heilt vist borgarstjórin í Runavík," sigur Ben Arabo. Tey bæði eru samd um, at Jógvan Isaksen er undangongumaður í føroyskum krimibókmentum, og at lesarar hvørt ár gleða seg til at lesa hansara spennandi bøkur. "Eitt ávíst trýst man tí vera á honum at geva eina bók út hvørt ár," heldur Marna Jacobsen. Uni Arge leggur til rættis.

  9. 42

    Vágskálin: Skaldsligt stórverk um okkara tíð

    Bókin hjá Trygva Danielsen er 900 síður, men hevur ongi síðutøl. Hon er skrivað sum ein Messenger-tráður. Høvuðspersónurin er ein maður í 30'unum, sum býr í eini kjallaraíbúð á Argjum og skrivar til gamla vin sín. Greitt gerst skjótt, at maðurin livir í einum alternativum veruleika á netinum og er rættiliga einsamallur. Bergur Djurhuus Hansen og Rakul í Gerðinum ummæla, og Bergur heldur, at talan er um stórverk - bæði í vavi og sum skaldslig roynd at lýsa okkara tíð. Rakul í Gerðinum royndi støðugt at finna útav, hvat slag av teksti talan er um, meðan hon las. Er talan um skaldsøgu? Ritroynd? Yrkingar? Ella monolog? Hetta er trupult at siga, men innihaldið er hugvekjandi, heldur Rakul. "Hetta er ein lýsing av tíðini, vit liva í, har mong búgva í virtuella heiminum og á Youtube og fáa ein støðugan streym av upplýsingum," siga tey bæði. Alt er tó ikki svartskygni, tí ymsastaðni hómast vón og eitt ynski um, at mannaættin fer at siga søgur um felagsskap og samstarv - um teg og meg. Uni Arge leggur til rættis.

  10. 41

    Vágskálin: 1500 síður um 100 ára arbeiðarasøgu

    Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, hevur skrivað verkið um Føroya Arbeiðarafelag, og sera nógv hevur verið at fara um, sigur hann. Hann greiðir frá, hvussu tilgongdin var at savna tilfarið og skriva tað saman, og vit frætta eisini, hvussu Føroya Arbeiðarafelag kom í lag. Avgerandi árið var 1925. Í september tað árið kom Thorvald Stauning til Føroya og mælti arbeiðsfólki til at skipa seg betur, eisini politiskt. Hetta er yvirlit yvir, hvat hoyrist í sendingini. Tølini vísa minuttir og sekund: 00.00 - 09.50: Inngangur um bøkurnar og áhugan hjá Helga Eidesgaard fyri søgufrøði, arbeiðararørslu og skriving 09.50 - 13.50: Karl Marx, stættarstríð í 1880'unum og De Samvirkende Fagforbund í Danmark 1898 13.50 - 18.00: Kristin í Geil og Tingakrossur, Fiskimannafelagið frá 1911, FF-blaðið og fleiri fakfeløg stovnað 18.00 - 20.30: FF-blaðið mælir til landsfelag, havnarútbyggingar kring landið og hørð verkføll í 1922 20.30 - 26.00: Stauning og Hans Nielsen vitja í 1925, valfeløg stovnað, Føroya Arbeiðarafelag stovnað og íbirtarin Maurentius Viðstein 26.00 - 31.00: Fyrstu truplu árini, stríðið um kontantin, løngjaldsstovur og Javnaðarflokkurin fær seks tinglimir í 1936 31.00 - 36.40: Stríð um danskt tilknýti í 1938, 1-oyra streikan undir krígnum, Føroya Arbeiðsgevarafelag stovnað og landssáttmálar 36.40 - 42.15: Harðverkfallið í 1951, aftur stríð um danskt tilknýti og stytta arbeiðsvikan søguliga 42.15 - 47.40: Ingeborg Vinther sum oddakvinna, økt tilvitan og verkføll í 1980'unum 47.40 - 51.50: Georg Hansen sum formaður, verkfallið í 2024, samtakið Verkafólk og um at avtaka lokalfeløg Uni Arge leggur til rættis.

  11. 40

    Vágskálin: Aldrandi skøld líta aftur um bak

    Savnið hjá Jóanesi Nielsen kom út í november í 2025, og tað hevur mong av eyðkennunum, sum søvn hjá Jóanesi hava. "Hann dugir øgiliga væl at skriva rámandi brotprosa á føroyskum, og evnini, hann viðger, eru sera viðkomandi," sigur Hans Jacob Kollslíð, sum ummælir hesaferð. Nógv í "Ullarljóð" snýr seg um systkini, pápan og mammuna, men spurningurin er, hvussu nógv er satt, tí alt passar ikki, sæst m.a. á árstølum. Jóanes Nielsen yrkir viðhvørt upp á rím, og tað er áhugavert, heldur Hans Jacob, tí tað ger hann sjáldan. "Grøðandi sjógvur" hjá Snæbirni í Dali er eisini endurminnandi, og nógvir tekstir snúgva seg um at nærkast deyðanum, vikna likamliga ella at líta aftur um bak. Snæbjørn ger haraftrat fitt burtur úr viðurskiftum úti í heimi, m.a. krígnum í Ukraina, kjarnorkubumbum í Japan og veðurlagsbroytingum. "Hetta savnið er meira misjavnt skaldsliga, men her eru fleiri perlur í," sigur Hans Jacob Kollslíð og nevnir m.a. eina yrking um kríggið í Ukraina. Uni Arge leggur til rættis.

  12. 39

    Vágskálin: Gerandisrealisma og skilnaðarsøga

    Í ársins fyrstu Vágskál er onnur skaldsøgan hjá Jón Thorsteinsson til viðgerðar. Hetta er søga, har tann nærum 30 ára gamli Ingvar er høvuðspersónur. Hann gongur saman við Jastrið. Foreldrini hjá Ingvari og systrini, Marjuni, skiltust fyri 20 árum síðan. Hetta merkir framvegis tey bæði. Foreldrini eita Luis og Vivia. Sambandið millum Ingvar og Luis er ikki serliga gott, men teir royna at finna út av tí, serliga eftir at Luis er vorðin sjúkur. Ingvar spældi í fleiri ár í tónleikabólki, sum hann er farin úr. Í tí sambandi hitti hann Jastrið. Tá hann flytur út frá henni, fer hann til Tummas, gamla trummusláaran. Sanna Klein og Eilen Anthoniussen ummæla bókina. Eilen kallar bókina varna gerandisrealismu, tí høvundurin byggir ofta upp til brestir, sum ikki koma. Sanna heldur, at lýsingin av Ingvari og Jastrið er heldur fitt, tí meira passión man vera millum so ung fólk. Tær báðar halda, at bókin er væl skrivað, og at høvundurin dugir serliga væl at lýsa fløkt sambond millum fólk. Uni Arge leggur til rættis.

  13. 38

    Vágskálin: Sjálvævisøga og bygdarsøga í einum

    Á vágskálini hesaferð er sjálvævisøgan "Stríðið er vunnið" eftir Gerhard Lognberg Gerhard Lognberg er skopuningur og fór fyrstu ferð upp í kommunalpolitikk í 1984. Í 1993 gjørdist hann borgarstjóri, og júst um sama mundið gjørdi Føroya Fiskavirking av at lata flakavirkið í Skopun aftur. Ein dagin komu fólk úr Havn at taka maskinurnar av virkinum, men tá søgdu skopuningar kortanei og forðaðu fyri tí. Hetta er bara ein mongum søgum, sum Gerhard Lognberg sigur úr sínum lívi. Mangar søgur sigur hann eisini úr landspolititikki, m.a. um truplu tíðina í Javnaðarflokkinum og í sambandi við Sandoyartunnilin. Beinta Løwe og Sámal Matras Kristiansen ummæla bókina, og tey halda, at Gerhard er autentiskur og ofta áhugaverdur. Bókin kundi kortini verið ritstjórnað betur, og onkrir partar eru tungir, m.a. tá hann endurgevur úr gerðabókini hjá Skopunar Útróðrarfelag. Uni Arge leggur til rættis.

  14. 37

    Vágskálin: Samtíðin fyllir væl meira enn maðurin

    Suðuroyar-Dánjal, Daniel Joensen Suderøe, var porkeninngur, sum búsettist í Sandavági í 1823. Har hevði hann skiparaskúla á eldri árum. Hann varð føddur á garðinum Uttan Heyga í Porkeri í 1887 og var sostatt 17 ára gamal, tá Nólsoyar Páll og aðrir bygdu "Royndina Fríðu" í 1804. Í 1805 fór Dánjal at arbeiða fyri Kongliga Einahandilin í tvey ár, og eftir tað fór hann út í verðina at sigla í seks ár. Hann sigldi bæði í Eystur- og Vesturindiu og í Miðjarðarhavinum, verður upplýst í bókini, men meira fæst ikki at vita um ta tíðina. Erland Viberg Joensen og Helgi Jacobsen, sum ummæla bókina, halda, at Jan Erik Simonsen hevur gjørt eina góða roynd at lýsa mannin. Tó fyllir samtíðin hjá Suðuroyar-Dánjali munandi meira enn søgan um mannin, helst tí so fáar keldur eru um hann, siga teir. Áhugavert er, at Suðuroyar-Dánjal var framsøkin og nógv umhildin maður, eisini millum embætismenninar, halda teir. Uni Arge leggur til rættis.

  15. 36

    Vágskálin: Um at skilja og hóma nýmótans yrkingar

    Til ummælis í sendingini eru yrkingasøvnini "Bók" eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger og "Skorpur" hjá Oddfríði Marna Rasmussen.  Hans Jacob Kollslíð ummælir søvnini, og honum dámar tey væl. Í sendingini viðgera vit yrkingalist sum heild og spyrja, um nýmótans yrkingar eru nóg lættar at skilja. Lív Maria Róadóttir Jæger hevur nevnt, at ansast má eftir ikki at skerja yrkingalistina við fólksligum krøvum um, at alt skal skiljast beinanvegin.  Oddfríður Marni Rasmussen skrivar meira til skilið enn Lív Maria, heldur Hans Jacob, men hennara yrkingar eru bæði vakrar og væl settar saman. Eitt annað, sum verður umrøtt, er konfessionalisman ella játtanarskaldskapurin, sum leggur privalívið hjá høvundum á blik. Nógvir yrkjarar ganga hesa leiðina í dag, men Lív Maria Róadóttir Jæger gongur øvugtan veg. Eg'ið er horvið, og hon nevnir mannaættina tey.  Savnið hjá Oddfríði er merkt av, at yrkjarin hevur livað meira enn helmingin av lívinum. Vit lesa um m.a. forfall og leita eisini aftur í barndómin. Uni Arge leggur til rættis.

  16. 35

    Vágskálin: Alt lagt á blik í ógvusligari søgu

    Hevnd" er fyrsta skaldsøgan hjá Peturi Mohr Reinert, og Malan Marnersdóttir og Sanna Klein ummæla hana. Tær halda, at talan er um ógvusliga søgu, har alt verður sagt, ofta á ógvusligan hátt, og at lítið er eftir at ímynda sær hjá lesaranum. Søgan byrjar á frystitrolaranum, "Móðurfarinum", har bartrogið Rólant stútt og støðugt ger Jákupi ónáðir. Rólant kann liva og láta, sum hann vil, tí hann hevur fingið kjansin gjøgnum reiðaran, Niklas, og eitt kvøldið gongur galið. Inni á einum kamari hópneyðtaka Rólant og 7-8 aðrir mans Jákup, og so fer Jákup at leggja ætlanir um, hvussu hann skal hevna seg. Málburðurin í søguni er harðligur, ikki minst í samrøðunum millum menninar, kanska ov ógvusligur, heldur Sanna Klein. Maluni Marnersdóttir dámar væl, at ein greið søga er í bókini, og hon heldur høvundin skriva væl. "Tó kundi søgan verið skrúvað meira spennandi saman, t.d. við at skapt eitt uppkláringararbeiði á tí afturlatna pallinum, sum skipið er, og við at lopið eitt sindur aftur og fram í tíð og handling," sigur hon. Uni Arge leggur til rættis.

  17. 34

    Vágskálin: Fjølbroytt innlit í lívið hjá Stanley

    Til ummælis hesaferð er sjálvævisøgan um Stanley Samuelsen, sum Hilmar Jan Hansen hevur skrivað Uppi í tíðini er, at landsins elstu tónleikarar siga sína lívssøgu í bók. Í fjør kom bókin um Robert, og í ár er bók útkomin um Stanley Samuelsen. Hilmar Jan Hansen skrivar søguna um drongin, sum var abbasonur fyrsta løgmann í heimastýrinum, Andras Samuelsen, og sum mestsum føddist inn í Føroya størsta blað, Dimmalætting. Men Stanley fór ikki sama veg sum mangir av brøðrunum, sum fóru at arbeiða á Dimmalætting. Hann vildi spæla tónleik, og longu á heilt ungum árum var hann virkin í Silly Boys í Fuglafirði. Stanley sigur , at hann var nógv á sjúrkahúsi sum barn. Hann greiðir eisini frá, at ein skótaleiðari gjørdi seg kynsliga inn á seg á eini Danmarkar-ferð, og so var hann sum heilt lítil eisini til staðar, tá ein vinmaður druknaði í Fuglafirði. Nógv hópaði seg tí upp hjá honum, og tá hann var 19 ára gamal, fór hann til Danmarkar - og búsettist har. Hans Jacob Kollslíð og Eyðun Klakstein ummæla bókina. Hon er løtt at lesa, siga teir. Eyðuni dámar best partin um barna- og ungdómsárini, og Hans Jacob fekk mest burtur úr partinum um tónleikin.  Uni Arge leggur til rættis.

  18. 33

    Vágskálin: Ein bók um leiðaran sum menniskja

    Til ummælis er bókin ”Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á” eftir Helga Rasmussen Í nærum 30 ár hevur Helgi Rasmussen arbeitt við at menna leiðslur og arbeiðspláss, og ein stórur partur av arbeiðinum hevur snúð seg um at ráðgeva stovnum og fyritøkum um leiðslu. Í 2016 gav hann út bókina “Finn teg í organisasjónini”, og í ár er komin onnur leiðslubókin hjá Helga Rasmussen, sum nevnist “Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á”. Suni Poulsen, sálarfrøðingur, og Súsanna Olsen, útbúgvingarleiðari á masterstigi í leiðslu á Fróðskaparsetrinum, ummæla bókina. Tey halda tað vera kærkomið, at ein bók, sum varpar ljós á leiðaran sum menniskja, kemur út á føroyskum. ”Bókin er bæði ein bók til sjálvhjálp, upplegg til kjak og eitt katalog yvir leiðsluhugtøk,” sigur Suni Poulsen. Súsanna Olsen heldur ikki, at bókin lýkur krøvini til at vera bók í undirvísingini á Setrinum, tí víst verður ikki til keldur aftast í bókini.  ”Bókin byggir á reinan psykodynamikk. Hann sigur m.a., at stendur tú á ótryggari grund, verður tú ikki so góður leiðari. Tað er eitt sindur ov einfalt sagt,” nevnir Súsanna Olsen og leggur aftrat: ”Tann føroyski samanhangurin, sum verður lýstur í bókini, og hvussu fólk bera seg at í smásamfeløgum, er sera áhugaverdur.” Uni Arge leggur til rættis.

  19. 32

    Vágskálin: Journalistisk søgubók um "Westward Ho"

    Rættiliga ferð kom á slupptíðina í Føroyum í 1890'unum, og í 1895 kom sluppin "Westward Ho" í flotan. Sluppin varð bygd í Grimsby í 1884, og Hans Georg Thomsen á Tvøroyri keypti hana til Føroya. "Westward Ho" fór beinanvegin til fiskiskap, og hon var fiskiskip heilt til 1964, tá hon varð løgd. Í 1966 keypti ein grunnur hana, so hon kundi varðveitast, og frá 2005 hevur hon verið ogn hjá Tórshavnar kommunu. Helgi Jacobsen hevur vegna kommununa skrivað bók um sluppina, og søgufrøðingarnir, Andras Mortensen og Helgi Eidesgaard, ummæla hana. Teir halda, at talan er um eina journalistiska søgubók, tí hon byggir á tað, onnur hava skrivað frammanundan, og er sett journalistiskt upp. Bókin er bæði undirhaldandi og upplýsandi, halda teir. Uni Arge leggur til rættis.

  20. 31

    Vágskálin: Trivalig bók um keypssamtøkuna

    Í vár kom bókin "Hvør at tæna øðrum" hjá Jóan Paula Joensen um tey fyrstu 60 árini hjá Føroya Keypssamtøku. Helgi Jacobsen og Erland Viberg Joensen ummæla bókina, og teir halda, at bókin, sum er 370 síður, er ríkiliga long, men sera upplýsandi. Keypssamtøkutankin er gamal tanki. Hann varð íbirtur í 1844, tá 28 fátækir vevarar og spinnarar í bygdini Rochdale í Onglandi stovnaðu fyrstu keypssamtøkuna. Keypssamtøkur komu tíðliga í Danmark og Íslandi, longu í 1800-talinum, men tær komu seint í Føroyum. Í teimum ringu tíðunum í 1930’unum varð fyrsta royndin gjørd at stovna eina keypssamtøku her. Hon varð gjørd í Havn, men datt niðurfyri aftur. Tvær royndir vórðu so gjørdar aftur í 1952, ein á Tvøroyri og ein í Havn. Tann á Tvøroyri datt niðurfyri, men í Havn eydnaðist ta ferðina at stovna Havnar Keypssamtøku. Í 1960 tóku klaksvíkingar stig til at stovna keypssamtøku, og í 1961 gjørdu fuglfirðingar tað sama. Í 1965 kom so Føroya Keypssamtøka. Uni Arge leggur til rættis.

  21. 30

    Vágskálin: Samanstúvað søgulig skaldsøga

    Rúni Bjarkhamar er føddur í 1964 og uppvaksin í Vági, men hevur síðan 1991 búð í Leirvík. Hann er útbúgvin lærari og hevur starvast sum lærari á Eiði, í Leirvík og í meira enn 30 ár í Skúlanum við Streymin. Í 2005 vann hann eina stuttsøgukapping við søguni "Listin í triðju skuffu", og bókin "1804" er hansara fyrsta skaldsøga. Hon er 100 síður og skjótt lisin. Heitið sipar til árið, tá Nólsoyar Páll og aðrir bygdi "Royndina Fríðu". Høvuðspersónurin er tann íspunni Jean Paul, sum hittir Nólsoyar Páll í Fraklandi. Teir báðir og ein triði, sum kallast Leo, fara til Føroya, har fólkið er rættiliga afturhaldandi. Eilen Anthoniussen og Hans Jacob Kollslíð halda, at søgan er áhugaverd og væl skrivað, tó at høvundurin ger heldur lítið burtur úr at lýsa persónarnar. Mest sannlíkt er søgan ætlað stórum næmingum í fólkaskúlanum og næmingum á miðnámi, halda tey. Øll kunnu tó fáa okkurt burtur úr henni, tí sum søgulig frásøgn er hon áhugaverd. Uni Arge leggur til rættis.

  22. 29

    Vágskálin: Tá høvundurin hugsar fyri lesaran

    Birna Breckmann hevur skrivað sjey bøkur, og tann seinasta kom í 2025 og nevnist "Gentan á barnaheiminum". Talan er um stuttsøgusavn við 20 stuttsøgum. Persónarnir í søgunum eru bæði børn, ung, vaksin og gomul, og ofta stríðast tey. Evnini eru eitt nú misnýtsla, harðskapur og trupul uppvakstrarkor, og hon, ið skrivar, dylur ikki fyri, hvat hon sjálv heldur um tað, sum hendir í søgunum, siga Sanna Klein og Sámal Soll, sum ummæla savnið. Tey nevna, at søgurnar tykjast at vera sprotnar úr ynskinum hjá høvundanum um at bera fram ávísar moralskar boðskapir. Eisini hava fleiri søgur ein greiðan kristiligan boðskap. "Fleiri søgur fáa meg at hugsa um søgurnar, vit lósu í Mín Jólabók í 1980'unum," sigur Sámal Soll. Sanna Klein nevnir, at lesarin fær sjáldan møguleikan at hugsa sjálvur, og tað dámar henni ikki. Betur var, um frásagnarfólkið læt lesaran gera sínar egnu niðurstøður. Vit eru eisini til bókaframløgu í Føroya Keypssamtøku í Hoyvík, har bókin "Hvør at tæna øðrum" um 60 ára longu søguna hjá Keypssamtøkuni verður løgd fram. Jóan Pauli Joensen skrivaði. Vit tosa við Jóan Paula Joensen og Jákup Mørkøre, stjórnarformann í Keypssamtøkuni, sum hevur eina stóra uppgávu fyri framman at venda skeivu gongdini seinnu árini. Uni Arge leggur til rættis.

  23. 28

    Vágskálin: Heimastýri í heimspolitikki og monologar

    Uttanríkistænastan hjá Føroya landsstýri hevur verið virkin síðan 1998, men viðurskifti uttan úr heimi hava rinið við Føroyar nógv longri enn so.  Í bókini "Heimsins nalvi - føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld" nevnir Hans Andrias Sølvará, at longu undir Napoleonskríggjunum fór Nólsoyar Páll at virka fyri føroyskari skipasigling og fríhandli.  Undir fyrra heimsbardaga vendu føroyingar sær beinleiðis til bretar at biðja um smidligari vøruflutning til Føroya, og tá bretar hersettu Føroyar í 1940, mótmælti løgtingið hersetingini, og bretar viðurkendu stutt eftir Merkið.  Árni Olafsson lýsir, hvussu føroyska fiskimarkið fór úr trimum fjórðingum út á 12 fjórðingar í 1950'unum og 60'unum, og hvussu tað at enda varð flutt út á 200 fjórðingar í 1977. Eisini lýsir hann gongdina í EEC-málinum. Aðrar greinir í bókini lýsa makrelstríðið í 2013, Huawei-málið á Føroya Tele, Føroyar í veðurlagsbroytingum, umdømi Føroya uttanlands, føroysku sendistovurnar o.s.fr. Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, heldur, at bókin er sera væl egnað til undirvísing í miðnámsskúlum og á Setrinum. Tær 15 greinirnar í bókini eru eitt sindur misjavnar, men yvirhøvur er talan um eina sera upplýsandi bók, heldur hann. Vit vóru eisini við, tá virðislønirnar í sambandi við skrivikappingina hjá Runavíkar kommunu vórðu handaðar fríggjakvøldið. Rannvá Gaard Fossaberg lesur vinnandi monologin, "Stovnsrøkt", sum Svanna Jákupsdóttir skrivaði. Uni Arge leggur til rættis.

  24. 27

    Vágskálin: Skakandi kríggið og sorgblíða paradísið

    Í juli 2022 fór víkarmaðurin, Bjarti Grunnveit Olsen, til Ukraina í kríggj, og í januar 2025 kom út bókin "Soldat" um tíð hansara har. Emilia Hansen hevur skrivað bókina saman við Bjarta, og tey siga gjølla frá, hvussu ræðuligt kríggið í Ukraina er. Ben Arabo ummælir bókina, og hann heldur, at bókin væl lýsir, hvussu ruðuleikakend kríggj kunnu vera. Hann er eisini hugtikin av, hvussu Bjarti lýsir krígsfelagar sínar, tí teir eru rættiliga ymiskir. Summir eru reiðiligir, og aðrir eru uppgjørdir ræðuskítar. Í seinna parti av sendingini ummælir Michael Koba filmin "Seinasta paradís á jørð" hjá Sakariasi Stórá. Nógv ferð er ikki á filminum, men soleiðis má tað vera, heldur hann, tí søgan snýr seg um ein doyggjandi útjaðara og trupla samskiftið millum syrgin menniskju. Michael Koba er bergtikin av myndagóðskuni í filminum og heldur, at talan er um ein týdningarmiklan film, sum eigur at verða sæddur í biografinum. Uni Arge leggur til rættis.

  25. 26

    Vágskálin: Ókendur listamaður, uttanríkisbók og friðaryrkingar

    Bjørn Isholm varð føddur í 1933, men í 1950 fór hann av landinum við mammu síni og kom ongantíð aftur til Føroya. Í 1977 doyði hann einans 44 ára gamal. Nú eru komnar undan kavi fleiri tekningar eftir Bjørn úr Suðurevropa, sum verða sýndar fram í Smiðjuni í Lítluvík. Bjørn Isholm var sonur Eivin Isholm, ið var sonur Kristin í Geil, blaðstjóra á Tingakrossi frá 1901 til 1935. Kristin og Eivin teknaðu eisini, men Bjørn teknaði eitt sindur øðrvísi enn teir. Bo Isholm og Hannis Egholm, sum hava sett framsýningina upp, greiða frá søguni um Bjørn Isholm. Vit hava eisini eina frásøgn frá løtuni, tá greinasavnið um føroyskan uttanríkispolitikk, "Heimsins nalvi", varð lagt fram á Fróðskaparsetrinum. Høvuðsrøðari var Árni Olafsson, serkønur í føroyskum uttanríkisviðurskiftum í mong ár. At enda ummælir Hans Jacob Kollslíð yrkingasavnið "Rák" eftir Henrik Weihe Joensen. Savnið átti at verið ritstjórnað betur, heldur hann, tí nógvir tekstir eru útsagnir, ið heldur kundu verið viðmerkingar ella stutt lesarabrøv. Uni Arge leggur til rættis

  26. 25

    Vágskálin: Fyrimunir og vansar við vitlíki í Føroyum

    Móðurmálsdagur var 25. mars, og í tí sambandi skipaðu áhugafelagsskapurin, Føroyamál, og onnur fyri tiltaki í Smæruni í Havn at varpa ljós á avbjóðingarnar hjá føroyskum nú á døgum. Í fyrru helvt av sendingini hitta við Oddfríð Marna Rasmussen, ritsjóra á Vencili, Kristinu Jensen, miðnámsskúlalærara á Kambsdali, og Iben Nyholm Debess, samskipara á Máltøknideplinum, og spyrja tey, hvørjar avbjóðingar føroyskt hevur í talgilda heiminum. Óluvá Klettskarð greiðir frá, hvørjum Føroyamál virkar fyri. Í seinni helvt av sendingini hitta vit Nicolai Balle, verkætlanarstjóra á Talgildu Føroyum, og Niels Winther, stjóra í Vinnuhúsinum, og fáa teir at útgreina fyrimunir og vansar við vitlíki í Føroyum. Teir ivast ikki í, at Føroyar kunnu fáa nógvar fyrimunir av vitlíki, m.a. við at skapa betri almennar tænastur og effektivisera vinnulívið. Níggju almennir stjórar sendu í september 2024 landsstýrinum eina áheitan um at skapa ein vitlíkispolitikk og skipa økið sum serstakt málsøki undir ávísum landsstýrisfólki. Síðan tá er økið lagt undir Fíggjarmálaráðið, og Talgildu Føroyar hava fingið uppávuna at skipa økið vegna landsstýrið. Uni Arge leggur til rættis.

  27. 24

    Vágskálin: Talgilt og prentað frálærutilar í stríðum streymi

    Í sendingini hitta vit leiðandi ritstjóran á NÁMI, Sigfríð Sólsker, sum greiðir frá umfatandi útgávuvirkseminum hjá stovninum. NÁM er ein samanrenning av Føroya Skúlabókagrunni, Landsmiðstøðini og KT-deplinum. Stovnarnir vórðu lagdir saman í 2010. Virksemið hjá NÁMI snýr seg um at geva út frálærutilfar, røkja savnið við útgivna tilfarinum, umsita undirvísingarportalin SNAR, menna KT-skipanir til skúlarnar og veita fakliga og námsfrøðiliga ráðgeving. "Gera vit ikki skúlabøkur á føroyskum, so doyr málið allarhelst út, og tí gevur okkara arbeiði góða meining. Eisini fegnast vit um, at vit viðhvørt hava fingið altjóða virðislønir fyri okkara arbeiði," sigur Sigfríður Sólsker. Vit hitta eisini ritstjórarnar, Thurid Thomsen og Gunvá Magnussen, sum greiða frá, hvat góð ritstjórn er, og hvønn týdning tað hevur, at skúlabøkur verða eftirmettar á altjóða pallinum. NÁM er júst farið undir at gera danskt frálærutilfar úr føroyskum sjónarhorni, og hetta er nýbrot í útgávuvirkseminum. Uni Arge leggur til rættis.

  28. 23

    Vágskálin: Millum vón og vónloysi í hugvekjandi skaldsøgu

    Hvussu vónleys ella vónrík er verðin, nú vit hvønn dag hoyra um veðurlagsbroytingar og tær vanlukkur, sum eru fyri framman orsakað av teimum. Tann spurningin seta vit okkum, meðan vit lesa ”Dødsbo” hjá Inger Smærup Sørensen, tí talan er um skaldsøgu, sum viðger tann háaktuella veðurlagsspurningin. Søgan snýr seg um eina ónavngivna kvinnu, ið sigur upp í Stýrinum. Hetta er stovnur í skrivstovuveldinum, har orðini hava mist sín týdning, og onki verður gjørt við tað, sum mest eigur at verða gjørt við. Kvinnan selur sína íbúð og flytur inn í eitt deyðsbúgv eftir eina eldri kvinnu, sum eitur Elly. Í deyðsbúnum er alt, sum tað var, tá Elly búði har, og tí flytur ónavngivna kvinnan inn í livda lívið hjá Elly. Marna Jacobsen og Rakul í Gerðinum eru hugtiknar av skaldsøguni. Inger Smærup Sørensen skrivar sera væl, og serliga væl lýsir hon minstu smálutir í tilveruni og náttúruni, siga tær. Skaldsøgan er enn bara útkomin á donskum, men í sendingini lesur Marið Erlandsdóttir nøkur týdd brot úr henni. Uni Arge leggur til rættis.

  29. 22

    Vágskálin: Ættargransking í Vágum og listakvinnan Julie Sass

    Við ársbyrjan gav Kári Thorsteinsson, fyrrverandi løgreglumaður og sýslumaður, út trivaligt bókaverk upp á 900 síður við yvirliti yvir fólk í Vágum og Mykinesi aftur til ár 1600. Áhugi hansara fyri ættargransking stavar frá pápanum, Georg Thorsteinsson, og í bókunum "Fólk deyð, burturgingin og grivin í Vágum og Mykinesi" hava Kári og fleiri savnað upplýsingar í mongum ymiskum keldum. Kirkjubøkurnar hava verið gott mið og somuleiðis kirkjugarðsbøkurnar, men har tær ikki hava rokkið at siga, hvørji fólkini vóru, hava ættargranskararnir kagað í bygdasøgur, fólkateljingar og deyðsváttanir. Eru deyðsorøkirnar kendar, verða tær tilskilaðar í bókaverkinum, og við teimum fæst ein ábending um, hvussu harðbalið lívið var fyrr. Eisini vanlukkurnar bera boð um harðar liviumstøður.  Vit tosa við Kára Thorsteinsson um drúgva kanningararbeiðið og eru eisini til listaframsýning við donsku Julie Sass, sum Hansina Iversen og Jón Sonni Jensen lýsa sum listakvinnu. At enda kaga vit í "Okkara yrkingasavn" hjá Sinnisbata Ung, sum kom út í fjør.  Uni Arge leggur til rættis.

  30. 21

    Vágskálin: Náttúra og sorg á bókmentafestivali

    Fyri fyrstu ferð varð farna vikuskifti skipað fyri altjóða bókmentafestivali í Havn. Høvuðsfyriskipari var Kim Simonsen. Festivalurin varð settur á Býarbókasavninum mikudagin, har fitt av fólki var komið saman. Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setti festivalin. Rithøvundar uttaneftir, sum vóru við á festivalinum, vóru Morten Strøksnes úr Noregi, Rasmus Daugbjerg og Naja Marie Aidt úr Danmark, Anna Maria Bogadóttir og Haukur Ingvarsson úr Íslandi, Amy Liptrot úr Skotlandi og Anna Fohlin Matsson og Johan Jonsson úr Svøríki. Í sendingini hitta vit Kim Simonsen og spyrja, hví skipast skuldi fyri einum bókamentafestivali júst nú, og vit fáa orðið á íslendska arkitektin og rithøvundin, Onnu Mariu Bogadóttir, sum í bókini "Jarðsetning" fylgir einum bygningi til gravar. Eisini hitta vit kenda danska rithøvundin, Naju Marie Aidt, sum í 2015 misti ein son og skrivaði eina sermerkta bók um sorgina og saknin. Sanna Klein hevði samrøðu við Naju Marie Aidt á Reinsarínum leygarkvøldið, har fult av fólki lýddi á. Uni Arge leggur til rættis.

  31. 20

    Vágskálin: Gitin filmsmaður og naknar standmyndir

    Í sambandi við Geyta-tiltakið 8. februar í ár hevði Birgir Kruse samrøðu við Bjørka Geyti um pápan, Herálv Geyti, sum Geyta-tiltakið eitur eftir. Teir siga søguna um Herálv í útvarpsstovuni. Herálvur Geyti vísti film fyri føroyingum, tá óvanligt var at síggja film í Føroyum. Hann ferðaðist kring oyggjarnar við filmstólinum, og mong høvdu fragd av hansara sýningum. Geytin var gløðandi sjálvstýrismaður, og tá hann helt fyrilestur um Føroyar í Danmark í 1946, fekk hann onga samsýning, tí hann var ov hvassorðaður.  Í sendingini er eisini kjak um standmyndir av ónevndum naknum kvinnum. Kinna Poulsen, Elisa Vang og Annita á Fríðrikismørk eru í útvarpsstovuni. Elisa Vang undrast á, at ein ónevnd nakin kvinna er sett uttan fyri høllina við Tjarnir, tí ónevndum naknum kvinnum hava vit nóg mikið av í almenna rúminum, heldur hon. Annita á Fríðriksmørk sær hinvegin eina sterka kvinnu við sjálvsvirði.  Kinna Poulsen heldur, at nevndin fyri stórhøllina átti at havt ráført seg við listakøn, áðrenn gjørt varð av at biðja Hans Paula Olsen gera standmyndina. Uni Arge leggur til rættis.

  32. 19

    Vágskálin: Orðatøk sum perlur av mannamunni

    Hjalmar Petersen og Páll Isholm góvu í 2003 út bókina "Steinur brestur fyri mannatungu", sum var ein orðabók yvir orðatøk og orðafelli á føroyskum. Páll Isholm hevur síðan givið út fleiri bøkur, sum snúgva seg um orðatøk, og tann seinasta er "Eitt orðatøk um vikuna" við 52 orðatøkum og hugleiðingum um orðatøkini. Tóta Árnadóttir, sum skrivaði masterritgerð í føroyskum á Fróðskaparsetrinum um skaldskap av mannamunni, heldur, at hugleiðingarnar yvirhøvur eru væl skrivaðar og upplýsandi.  Hon kundi tó hugsað sær at vitað, hvussu høvundurin fyrstu ferð kom í samband við ymsu orðatøkini, tí tað upplýsir hann ikki hvørja ferð. Hans Jacob Kollslíð fekk nógv nýtt at vita í hugleiðingunum og heldur, at bókin er ein blandingur av vísdómi og poppi. Spurd, um tey sjálv brúka orðatøk í gerandistalu, svara bæði, at tað gera tey ikki ofta - og tó. Mangar fastar orðingar í málinum koma teimum javnan til hugs. Ein er "Ongin kennir mein í annans bein". Tey bæði umrøða eisini, hvat skaldsligt virði orðatøk hava. Uni Arge leggur til rættis.

  33. 18

    Vágskálin: 1000 kirkjutænarar, sjey filmar og ein sjónleikur

    Justinus Eidesgaard skrivaði frá 2014 til 2024 portrett av øllum kirkjutænarunum í Føroyum, og nú eru allir tekstirnir komnir út í tveimum trivaligum bókum. Drúgva verkætlanin lærdi Justinus, at øll menniskju eru serstøk og hava sína egnu søgu at siga. Kirkjutænarar eru tó rættiliga myndugleikatrúgvir, nevnir hann. Filmurin "Halt um meg" hjá Mariu Winther Olsen vann Geytan í ár, og vit hitta filmsfotografin og framleiðaran, Rógva Rasmussen, og annan høvuðsleikaran, Duritu Dahl Andreassen. Áskoðaravirðislønina fekk "Faðir mín faðir" hjá Juliu í Kálvalíð við Mariann Hanssen í høvuðsleiklutinum, og serliga virðisløn frá Filmsfelagnum fekk Rúni Friis Kjær fyri at menna føroyskan film í 20 ár. Eftir kjak í Norðurlandahúsinum spyrja vit Jón Hammer, filmsframleiðara, Marjuna Niclasen, leiðara í Filmshúsinum, og Katrina Petersen, settan stjóra í Kringvarpinum, hvussu støðan hjá føroyskum filmi er. At enda eru vit til sjónleikin "Dreymaleikur" eftir August Strindberg, sum Havnar Sjónleikarfelag og Teatur Grugg spæla í Sjónleikarahúsinum. Gunnvá Zachariassen og Jensina Olsen ummæla. Uni Arge leggur til rættis.

  34. 17

    Vágskálin: Bókadeild Føroya Lærarafelags á breddanum

    Bókadeild Føroya Lærarafelags varð stovnað í 1956, og síðan tá hevur folagið givið út millum 6.000 og 7.000 bøkur til børn og ung.  Fyrstu árini hekk alt arbeiðið á herðunum á nevndarlimunum, men frá 1986 varð Ingrið Sondum sett sum leiðari burturav, og tá gjørdist virksemið miðvísari. Niels Jákup Thomsen kom í ritstjórnina á Barnablaðnum í 1981, og fyrstu tímarnar fyri sjálva Bókadeildina arbeiddi hann í 1985 sum bókhaldari. Í 1986 gjørdist hann ritstjóri.  Í 1996 tók hann við sum stjóri á Bókadeildini, og í summar fer hann frá. Bókin er ikki deyð, eins og spátt varð fyri 10 árum síðan, og tí hevur Bókadeildin tað gott, heldur hann. Turið Kjølbro greiðir frá, hvussu samskiftið hjá ritstjórunum er við høvundarnar, sum senda Bókadeildini handrit. Handritini eru misjøvn, nevnir hon, og ábøtur verða meira enn so framdar. Uni Arge leggur til rættis.

  35. 16

    Vágskálin: Høvundar 125 ár og fýra yndisbøkur

    Teir vóru vinmenn, teir vóru skyldmenn, og teir vóru báðir føddir í 1900. Í ár høvdu William Heinesen og Jørgen Frantz-Jacobsen verið 125 ár, og í tí sambandi greiðir Bergur Rønne Moberg, bókmentafrøðingur, frá teirra virksemi. Frá heilt ungum árum droymdu William og Jørgen-Frantz um at fremja bókmentalig stórverk, og hetta eydnaðist báðum, hóast Jørgen-Frantz doyði ungur í 1938. Í 1939 kom einasta skaldsøga hansara, "Barbara", sum gjørdist ein klassikari, og fyrsta skaldsøgan hjá Williami Heinesen, "Blæsende Gry", kom í 1934. Seinni skrivaði hann uppaftur fleiri kendari skaldsøgur. Bergur Rønne Moberg nevnir, at William og Jørgen-Frantz vildu bera Føroyar út í heim á algildugan hátt, og tí gjørdust teir mentanarligir ambassadørar fyri Føroyar. Á ein hátt vóru teir sum Norðurlandahúsið, sum bæði fær tað norðurlendska inn í landið og ber tað føroyska út í Norðurlond, nevnir hann í samrøðuni.  Í sendingini eru vit eisini á kaffistovu saman við Sólrun Michelsen, Bergi Rasmussen, Janu Mortensen og Ben Arabo, sum siga okkum, hvørjar teirra yndisbøkur eru. At enda ummælir Sanna Klein tríverkið "Rimarúmið", "Vanvarði" og "Feigdarfræ" eftir Elina Michelsen.

  36. 15

    Vágskálin: Góð søga um heimsgitið føroyskt telduspæl

    Heitið "Fornt" á barnaskaldsøguni hjá Elini á Rógvi sipar til eitt telduspæl í søguni, sum ber sama heiti. Í spælinum ber til at varnast og jagstra sagnarverur í Føroyum saman við ungfólki úr øllum heiminum. Tann 11 ára gamli Eiri og vinkona hansara, Sólja, varnast eina nýggja veru, sum ongin nakrantíð hevur sæð fyrr. Brádliga spæla tey ”Fornt” saman við teimum bestu spælarunum í heiminum, og ein teirra, tann besti av øllum, er Shapeshifter. Bókadeildin segði, tá bókin kom út, at ”Fornt” er ein spenningssøga, sum snýr seg um markamótið millum veruleika, telduspæl og føroyskar sagnir. Silja Eystberg hevur myndprýtt bókina, og málbólkurin er børn millum 10 og 12 ár. ”Fornt” er 192 síður og býtt upp í 18 kapitlar. Síðurnar eru ikki rokaðar við teksti, so lætt er at lesa bókina, eisini tí myndir av og á eru á síðunum. Sanna Klein og Sámal Soll halda, at talan er um eina væl eydnaða barnaskaldsøgu, sum lýsir væl tann veruleika, børn og ung ferðast í nú á døgum. Eisini lýsir søgan væl sambandið millum børn og foreldur. "Tað riggar heilt væl at brúka gamlar føroyskar sagnir í einum nýmótans telduspæli," sigur Sanna Klein.  "Søgan er eitt slag av fantasisøgu, har alt ikki er, sum tað tykist at vera. Bókin er ætlað ungum, men vit foreldur kunnu eisini fáa nógv burtur úr henni," sigur Sámal Soll. Uni Arge leggur til rættis.

  37. 14

    Vágskálin: Ein góð roynd at siga handilssøguna

    Bókin snýr seg um menningina í føroyskum handilslívi frá tí, at fríhandilin kom í 1856. Ein, sum beinanvegin fekk handilsloyvi og gjørdist stórur handilsmaður, var Martin Christian Restorff í Havn. Ein annar, sum var byrjaður áðrenn hann, var Andreas Wilhelm Skibsted, og í Havn fór eisini Carl Frantz Siemens til verka. Ein fjórði, sum fór til verka á Tvøroyri, var T. F. Thomsen, sum keypti ognirnar hjá kongliga úthandlinum har, og í Klaksvík keypti Jørgen Bech & Sønner ognirnar hjá einahandlinum. Ein og hvør, sum var 25 ár og hevði fast tilhald í Føroyum, kundi við fríhandlinum søkja um at fáa handilsloyvi, og ein hópur av fólki kring alt landið søkti um at sleppa at seta á stovn smærri handlar. Í Havn vóru í 1910 tilsamans 60 handlar, og tá mest var av handlum í Føroyum í 1950'unum og 1960'unum, vóru handlarnir um 500 í tali.  Í dag minnir handilsmynstrið um fyrstu tíðina eftir Einahandilin við nøkrum fáum samtøkum, ið hava handlar kring oyggjarnar, tó ikki á teimum smæstu oyggjunum. Helgi Eidesgaard og Finn Jensen halda, at bókin hjá Helga Jacobsen er ein góð frásøgn um gongdina í handilsvinnuni, men hon er ikki endaliga søgan. Nógvir handlar eru nevndir í bókini, men fleiri eru ikki. Notur áttu at verið í tekstinum, so upplýsingarnar kundu verið eftirkannaðar, heldur Helgi Eidesgaard, og Finn Jensen var hugtikin av lýsingunum av handlinum sum miðdepli í bygdunum fyri 100 árum síðan. Uni Arge leggur til rættis.

  38. 13

    Vágskálin: Spenningssøga full av søgutilfari

    "Altartalvan" fer fram í Havn og hevur træðrir heilt aftur í 17. øld. Tað fyrsta, sum hendir, er, at ein maður verður píndur til deyðis í Leigubúðini í Tinganesi í 1647. Hvirlurnar leika í uttanfyri, meðan tveir mans stinga annað eyga úr einum øðrum og klippa fleiri tær av honum. Teir báðir menninir vilja hava tann triðja at siga sær, um leiðslan hjá jesuittunum hevur sent hann til Føroya at boða katólsku trúnna, so fólkið kann verða villleitt.  Hann, sum verður píndur, avdúkar onki. Hann kallar bara hinar báðar býttlingar og bítur oyrað av øðrum. Síðan doyr hann. Tá vit hava hoyrt um drápið í 1647, flyta vit okkum fram til dagin í dag. Hannis Martinsson er staddur á Blaðnum, har hann arbeiðir. Blaðstjórin nevnir, at ein altartalva er horvin úr Havnar kirkju. Talan er ikki um ta stóru altartalvuna upp yvir altarinum. Talan er um eina, sum er minni og hekk á norðurvegginum. Hetta fer Hannis Martinsson at kanna, og so verður enn eitt dráp framt - í Havnar kirkju. Eyðun Klakkstein heldur, at Jógvan Isaksen skrivar væl og fær bundið allar teir søguligu træðrirnar væl samans til endans í bókini.  Eilen Anthoniussen heldur, at søguliga upplýsingarmongdin í bókini er ríkiliga stór, serliga um jesuittar, katólska trúgv og italska list. Spurd, um tey lósu bókina við spenningi ella við einum smíli, svara tey, at tey meira smíltust, tí hendingarnar eru ikki so sannlíkar í tí lítla føroyska samfelagnum, men bókin var undirhaldandi. Uni Arge leggur til rættis.

  39. 12

    Bókaárið á Vágskálini

    Til ummælis í sendingini var krimiskaldsøgan "Lygn" eftir Eyðun Klakkstein, og hana ummæltu Marna Jacobsen og Eilen Anthoniussen.  Malan Marnersdóttir og Ben Arabo søgdu sína hugsan um "Hvíldarheimið" hjá Jógvani Isaksen, og Sámal Matras og Hans Andrias Sølvará viðgjørdu søgubókina hjá Virgari Dalsgaard um Petur Mohr Dam. Bókin hjá Martini Næs og Flóvini Tór Nygaard Næs um læknan Sonnu Dahl var eisini til viðgerðar, og hana ummæltu Pál Weihe og Ivan Niclasen.  Vit rógva eisini aftur á tað, sum sagt varð um skaldsøguna "Rangstøða" hjá Daniali Viðoy, stuttsøgusavnið "Upp eftir enda" hjá Oddfríði Marna Rasmussen, ævisøguna um Rasmus á Háskúlanum hjá Guðruni Gaard, stuttsøgusavnið "7 søgur" hjá Katrini Ottarsdóttir og søgubókina "Antisemitisma" eftir Hanus Kamban. Sanna Klein og Sámal Soll ummæltu yrkingasøvn hjá Tóroddi Poulsen og Svannu Jákupsdóttir, og vit hoyra somuleiðis brot úr teirri sendingini. Uni Arge leggur til rættis.

  40. 11

    Vágskálin: Eksotisk skaldsøga við moralskum tvístøðum

    Bókin er 295 síður, so hetta er ikki nøkur stutt barna- og ungdómsbók.  Hon snýr seg um 10 ára gomlu Evu, sum býr í Port Janua. Staðsetingin og mongu fremmandu nøvnini í bókini geva søguni ein eksotiskan dám, sum ikki er óvanligt í bókum hjá Rakel Helmsdal. ”Leyp nú, Eva” er býtt upp í 23 kapitlar við yvirskriftum, sum umboða tað, ið hendir í kapitlunum, og hvør kapittul er prýddur við eini tekning ella skurðmynd. Tíðliga í søguni spæla Eva og nøkur onnur børn eitt vandamikið spæl við ein tokskinnara. Tey kappast um, hvussu ofta tey kunnu loypa tvørtur um tokskinnaran, meðan tokið kemur ímóti teimum. Brádliga dettur Eva og smekkar høvdið í, og í evstu løtu kemur ein fremmandur maður henni til hjálpar og skeldar hana út, tí hon hevur verið so gáloysin at spæla eitt so vandamikið spæl. Síðan hvørvur maðurin, og gjøgnum alla søguna leitar Eva eftir manninum, so hon kann takka honum fyri tað, hann gjørdi. "Eg haldi, vit kunnu kalla hesa bókina eina barnaskaldsøgu, men hon vendir sær til øll," sigur Sámal Soll, annar ummælarin. Sanna Klein vísir á, at heimurin í bókini verður sæddur gjøgnum eyguni á teirri 10 ára gomlu Evu, sum bæði skal taka støðu til egnar moralskar tvístøður og avbjóðingar hjá teimum vaksnu. Í Port Janua er eitt sjónleikarahús, og hetta húsið hoyra vit nógv um, tí ein partur av øllum spenninginum er, at vaksin og børn venja ein sjónleik og spæla hann ímóti endanum av søguni. Uni Arge leggur til rættis

  41. 10

    Vágskálin: Ævisøga um glinsandi vøddatyssi

    Í sjeytiárunum og áttatiárunum vandu fá styrkivenjing í Føroyum, og ongin hevði áhuga fyri kropsbygging ella bodybuilding. Tann fyrsti føroyingurin, sum setti sær fyri at gerast bodybuildari, var Gunnar Hjelm, og hann var sostatt undangongumaður á økinum. Serliga fyrstu árini fekk hann harðar ábreiðslur og ókvæmisorð oman yvir seg fyri at ganga hesa sjáldsomu leið og fylgja sínum dreymi. Hann varð skírdur ein sjálvfeitur apukattur, sum bara sá seg sjálvan og ongan annan. Sama hvat onnur hildu, setti Gunnar sær fyri at gerast danskur meistari í bodybuilding, og hann var fleiri ferðir við í hesi kappingini. Hann vann ikki, men gjørdist tvær ferðir nummar tvey. Bókin “Vilji er lekjandi máttur” snýr seg ikki bara um bodybuildaran. Hans Egholm skrivar í innganginum, at lívsleiðin hjá Gunnari hevur verið knortlut og merkt av mótgangi. Hann átti trý systkin, sum øll doyðu blaðung ella ung. Eisini pápin doyði í bestu árum, og Gunnar og seinna konan, Helen, mistu fyri 10 árum síðan eitt barn. Barbara Holm og Eyðun Klakkstein, journalistar, ummæla bókina og halda, at Hans Egholm er komin væl frá henni. Bókin er persónlig og eisini rættiliga privat, halda tey. "Hetta er ein óføroysk søga og eitt óføroyskt innlit, hugsa vit um, hvussu hann allatíðina fer upp ímóti jantelógini," sigur Barbara Holm. "Hetta er søgan hjá Gunnari, og hann fer rættiliga langt viðhvørt í sínum privatu viðurskiftum, men sjáldan ov langt," sigur Eyðun Klakkstein. Uni Arge leggur til rættis.

  42. 9

    Vágskálin: Heimspolitikkur viðgjørdur við føroyskum eygum

    "Frá Kuwait til Kyiv" er trivalig bók við teksti, sum telur fleiri enn 300 síður, og so eru 100 síður aftrat í bókini við tilvísingum til keldur. Hans Andrias Sølvará sigur, at tá kalda kríggið endaði í 1991, væntaðu fleiri serfrøðingar, at ein ljósari framtíð við altjóða friði, semjum og útbreiðslu av fólkaræðisligum skipanum stóð fyri framman. Skjótt skuldi tó vísa seg, at hendan metingin var skeiv. Russarar fóru eitt nú harðliga fram í Kekenia frá 1994, á Balkan var mikil ófriður leingi, sum hevði við sær, at NATO í 1999 fór at bumba serbar upp á pláss, í 2001 vóru yvirgangsálopini í USA, og tey høvdu við sær, at USA í 2001 gjørdi innrás í Afganistan og í 2003 leyp á Irak. Serliga Irak-kríggið var umstrítt, tí tað var ikki kjølfest í nakrari ST-samtykt. Tann 24. februar í 2022 vaknaði heimurin so til ein heilt annan veruleika, har heimsskipanin, sum hon hevði lagað seg síðan seinna heimsbardaga, varð hótt. Russiska innrásin í Ukraina tveitti fyri fyrstu ferð síðan seinna heimsbardaga Evropa út í eitt stórkríggj. Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, og Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, ummæla bókina og halda, at hon er sera kærkomið íkast á føroyskum í kjakið um heimspolitikk. "Hann lýsir sera væl heimspolitikkin frá kalda krígnum til í dag, men hann revsar væl meira Russland enn vesturheimin, sum hevur spælt sær av við møguleikan at demokratisera heimin," sigur Sámal Matras. Helgi Eidesgaard heldur, at bókin sera neyvt lýsir allar altjóða avtalur, sum eru gjørdar síðan kalda kríggið, og at miðnámsskúlar kunnu fáa stórt gagn av bókini. Krevjandi kann tó vera at halda skil á øllum upplýsingunum, ið høvundurin leggur fram, sigur hann. Uni Arge leggur til rættis.

  43. 8

    Vágskálin: Nýskapandi og væl kend yrkingalist

    Sanna Klein og Sámal Soll ummæla søvnini og halda, at savnið hjá Svannu Jákupsdóttir er bæði øðrvísi og nýskapandi. Savnið lýsir kvinnukroppin og alt tað, sum knýtir seg at honum, eggloysn, bløðingar, skiftisár, sáðrestir eftir samlegu o.s.fr.   Ummælararnir eru hugtiknir av orðafeinginum hjá Svannu og hava ikki fyrr sæð kvinnukroppin lýstan á hendan hátt í føroyskum savni. Savnið hjá Tóroddi Poulsen er Tóroddi líkt, halda tey. Í savninum eru nógvar speiskar atfinningar, eisini mótvegis samfelagnum. "Við Tóroddi veitst tú, hvat tú fært - til eitt vist. Hetta er ikki nýskapandi, men her er øgiliga nógv, sum er viðkomandi," sigur Sámal Soll. Tóroddur gongur ímóti øllum vanligum greiningarfrymlum og er vorðin alt meira grafiskur í sínum bókum, siga tey eisini.  Marið Erlandsdóttir lesur yrkingar hjá Svannu Jákupsdóttir, og Páll Danielsen lesur yrkingar hjá Tóroddi Poulsen. Uni Arge leggur til rættis.

  44. 7

    Vágskálin: Mitt í bókarokinum á bókadøgum

    Fleiri útlendsk nøvn vóru á skránni. Tað kendasta navnið var norski rithøvundurin og Nobel-virðislønarvinnarin í 2023, Jon Fosse, sum tosaði við Dorit Hansen á pallinum í Norðurlandahúsinum.    Vit spyrja Marnu Jacobsen, hvat er so serligt við Jon Fosse. Hon hevur týtt fleiri av bókum hansara til føroyskt. Ein annar, sum vitjaði bókadagarnar, var íslendski bókmentafrøðingurin, Halldór Guðmundsson, sum hevur skrivað ævisøgu um Halldór Laxness. Hann samanber í samrøðu skaldskapin hjá Halldóri Laxness og William Heinesen. Rithøvundafelag Føroya skipaði fyri yrkingaupplestri í Blábarr fríggjakvøldið, og har lósu Jóanes Nielsen, Arnbjørn Dalsgarð, Oddfríður Marni  Rasmussen, Rannvá Glerfoss og Svanna Jákupsdóttir upp sínar yrkingar.  Vit hitta Dorit Hansen, sum hevur ritstjórnað Varðanum í ár, og vóru til staðar, tá hitt mentanartíðarritið, Vencil, varð lagt fram. Tá lósu Bárður Persson, Sámal Soll og Rakel Helmsdal upp. Vit eru haraftrat til bókaframløgu í Vinnuhúsinum, har bókin "Søgan um handlarnar" hjá Helga Jacobsen, journalisti, varð løgd fram.    Uni Arge leggur til rættis.

  45. 6

    Vágskálin: Verjurøðan hjá presti og fýra virðislønir

    Tann 54 ára gamli Hans Eiler Hammer, sum nú er prestur í Suðurslesvík, varð í 2010 ákærdur fyri at hava sent elstu dóttur síni eini óhóskandi sms-boð. Hann var tá prestur í Norðurnoregi, og sakarmálið setti djúp spor í lívi hansara. Hóast hann varð fríkendur, hevur Hans Eiler Hammer mangan upplivað, hvussu tað er at verða dømdur í fólkadómstólinum. Eitt nú fekk hann ikki starv í Føroyum sum prestur eftir sakarmálið. Bókin er skrivað sum spurningar og svar. Randi Mohr setir spurningarnar, og Hans Eiler Hammer svarar. Teksturin kann metast sum ein verjurøða, og ummælarin í sendingini, Hans Jacob Kollslíð, heldur, at talan er um trupla bók at ummæla. Ein spurningur, hann setir sær, er, um loyvt skal vera at siga alt um onnur, bara tí talan er um eina ævisøgu ella verjurøðu. Hann heldur kortini, at prestur fekk órímiliga harða viðferð orsakað av einum ósekum sms-boðum. Verjurøður nú á døgum standa sjáldan einsamallar, tí ofta fáa tær almenn svar, og tað hevur bókin hjá Hans Eileri Hammer eisini fingið, vísir Hans Jacob Kollslíð á. Í sendingini hitta vit eisini Elina Michelsen, Andrass Mortensen, Vónbjørt Vang og Dagmar Joensen-Næs, sum vunnu M. A. Jacobsen virðislønir 31. oktober.  Uni Arge leggur til rættis.

  46. 5

    Vágskálin: Heimspolitikkur, Heðin Brú og nýggj listabók

    Bókin hjá Hans Andriasi Sølvará varð løgd fram á Reinsarínum 14. oktober og snýr seg um tíðarskeiðið í heimspolitikki frá 1990 til 2022. Bjartskygnið var stórt, tá kalda kríggið endaði í 1990, men varð vent til svartskygni, tá Russland í februar 2022 gjørdi innrás í Ukraina. Føroyskar upprunabøkur um heimspolitikk eru sum lundi á jólanátt, og nógv fólk var tí komið saman á Reinsarínum at hoyra framløguna. Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevði samrøðu við Hans Andrias, og vit spurdu Berg Debes Joensen, Tommy Petersen, Jan Müller og Elina Hentze, hví tey vóru komin at lurta. Síðst í september hevði Bergur Djurhuus Hansen fyrilestur á Sandi um Heðin Brú, og hann greiðir í sendingini frá, hví Heðin Brú eisini nú á døgum er viðkomandi at lesa. Eilen Anthoniussen, ritstjóri á Námi, var herfyri á bókamessu í Frankfurt, har lesibókin ”Dropar 7” vann gullheiðursløn. Hon greiðir frá tí. Eisini bókin ”Bob” hjá Bárði Oskarssyni vann virðisløn. At enda í sendingini ummælir Kinna Poulsen nýggju listabókina um Frimod Joensen, sum Øssur Johannesen hevur latið úr hondum. Uni Arge leggur til rættis.

  47. 4

    Vágskálin: Trupla støðutakanin til stríðið í Miðeystri

    Søgan snýr seg um eina 19 ára gamla føroyska gentu, sum í 1993 og 1994 leitar til Ísraels í kibbuts. Í arbeiðsfelagsskapinum har hittir hon mong onnur ungfólk úr ymsum londum. Marta kemur til kibbutsina Gesher beint eftir, at palestinski leiðarin, Yassir Arafat, og ísraelski forsætismálaráðráðharrin, Yitzak Rabin, hava skrivað undir Oslo-friðaravtaluna. Tann innari karmurin um søguna er lívið í kibbutsini Gesher á markinum til Jordan, og tann ytri karmurin er blóðuga stríðið millum ísraelar og palestinar. Í søguni eru vit ikki bara afturi í tíðini, men eisini í nútíðini. Vit frætta um álopið, sum Hamas framdi mótvegis Ísrael 7. oktober í 2023, tá 1.300 fólk vórðu dripin, og 250 vórðu tikin gíðslar. Eilen Anthoniussen og Sámal Soll ummæla, og tey halda, at skaldsøgan er ein menningarsøga, har høvuðspersónurin m.a. mennist av at hitta mong fremmendafólk í kibbutsini. Marta er vaksin upp í átrúnaðarligum umhvørvi í Føroyum, og tað broytir hennara einvísu fatan av landinum ísrael, so hon eisini fær samhuga við lagnuni hjá palestinska fólkinum. Skaldsøgan er lutvíst sjálvævisøgulig, tí Marjun Syderbø Kjelnæs var í kibbuts í Ísrael í 1993 og 1994. Jonna Fritsdóttir Mortensen lesur brot úr bókini. Uni Arge leggur til rættis.

  48. 3

    Vágskálin: Jødahatur og útpenslaðir drápshættir

    Í teirri 45. Vágskálini viðgera vit ta drúgvastu bókina, sum hevur verið til viðgerðar, síðan sendingin byrjaði undanfarnu vetrarskrá. Bókin "Antisemitisma" kom út í 2023 á forlagnum Náttsólin og er góðar 500 síður. Ikki ein mynd er í henni, bara tekstur, men væl skrivaður tekstur. Antisemitisma er tað sama sum jødahatur, og bókin snýr seg um tann hatur, sum hevur verið vendur ímóti jødum, síðan evangeliini vórðu skrivað millum ár 60 og 100 eftir Kristi føðing. Ummælarar eru Jákup Reinert Hansen, gudfrøðingur, og Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, og hjá báðum vakti bókin sterkar kenslur. Sámal Matras heldur, at tær fyrstu 200 síðurnar eru áhugaverdari enn tær síðstu 300 síðurnar, sum burturav útpensla ræðuleikarnar undir holocaust. "Hann er best, tá hann skrivar um idesøgulig viðurskifti heldur enn realsøgulig viðurskifti," sigur Sámal Matras, sum neyvan hevði lisið bókina lidna, skuldi hann ikki ummælt hana. Jákup Reinert Hansen heldur, at Hanus Kamban er ov einvísur at geva kristnum skyldina fyri tann jødahatur, sum skal vera íkomin við teimum fýra evangeliunum í Nýggja Testamenti. Longu í Esters bók í Gamla Testamenti verður ringur jødahatur lýstur, og hetta var langt áðrenn Kristi føðing, nevnir hann. Hanus Kamban nevnir ofta, at jødahatur serliga stóðst av, at jødarnir fingu skyldina fyri at hava gjørt av við Jesus. Haraftrat vórðu teir lagdir undir at vera Satans børn. Í miðøldini vórðu jødarnir lagdir undir at eitra vatnbrunnarnar, at vanhalga altarbreyðið og at pína og drepa smábørn. Teir fingu eisini skyldina fyri Svarta Deyða, bardagar og kreppur av ymsum slag. Tí mest skipaða jødahatrinum stóðu nazistarnir fyri undir seinna heimsbardaga. Adolf Hitler bar tíðliga inniligan hatur til jødar, og undir seinna heimsbardaga gjørdi hann so av, at allir jødar skuldu takast av døgum. Uni Arge leggur til rættis.

  49. 2

    Vágskálin: Ógvusligar søgur um kúgan og kynsliga tráan

    Sprotin skrivar um tær sjey stuttsøgurnar, at tær lýsa tilveruna á mótinum millum veruleika og hugflog, og at evnini í søgunum eru bæði sjáldsom og forvitnislig. Her er talan um fólk, sum vantrívast í parlagi, konufólk, sum jagstra vakurleikan við botox, lívstrá, sum ikki vil doyggja við følnandi kroppum, og her verður skrivað um svartsjúku millum kynsliga lokkað børn og hevndina hjá teirri forsmáddu konuni. Sanna Klein og Hans Jacob Kollslíð ummæla savnið. Teimum dámar søgurnar og halda, at tær reisa fleiri moralskar og etiskar spurningar. Søgurnar eru rættiliga freudianskar og sansaligar, siga tey. Katrin skrivar m.a. um deyða, harðskap og kynsliga tráan, og Hans Jacob heldur, at fleiri av søgunum eru filmiskar. Sanna sigur, at søgurnar minna um stuttsøgur hjá Ben Arabo og Sámali Soll, men eisini um søgur hjá Edgar Allan Poe og Ernest Hemingway. Marið Erlandsdóttir og Elin Michelsen lesa brot úr søgunum. Uni Arge leggur til rættis.

  50. 1

    Vágskálin: Regnar á listina og pappírið undir trýsti

    Hvussu leingi kann Listasavn Føroya halda fram sum nú? Ikki leingi aftrat, sigur nýggi stjórin á Listasavni Føroya, Solveig Hanusardóttir Olsen, tí savnið hevur stóran tørv á umvælingum. Tað regnar inn á savnið, og soppur ger um seg. Haraftrat er ógjørligt at stýra hitaviðurskiftunum, og hetta kann alt skala tey 2.800 listaverkini. Listasavnið verður tí útbygt og umvælt í næstum, og stjórin vónar, at arbeiðið verður liðugt í 2026 og fer at tryggja savnið í minst 30 ár. Vit eru eisini til móttøku á Føroyaprenti, sum fríggjadagin 27. september hátíðarhelt sín 20 ára stovningardag. Jon Hestoy, stjóri, heilsaði mongu gestunum, og kunngjørdi, at dóttir hansara, Sissal Hofgaard Hestoy, nú eisini er stjóri í fyritøkuni. Jóanes Nielsen, rithøvundur, røddi um avbjóðingarnar, sum prentlistin og pappírið hava í teirri talgildu tíðini. Vit vitja eisini framsýningina "Træðrir" á Listasavni Føroya saman við Kirstini Helgadóttir. Uni Arge leggur til rættis.

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

URL copied to clipboard!