PODCAST · news
Vinnulívsgesturin
by Kringvarp Føroya
Savnssending "Vinnulívsgesturin" er nýggj útvarpssendirøð, sum Leivur Hansen leggur til rættis, og sum er á skránni hvønn hósdag fyrrapart frá klokkan 10 til 11. Í sendingini, ið verður sent beinleiðis úr studio 5, verður ljós varpað á stórar og smærri vinnulívsfyritøkur og týdning teirra fyri lokala eins væl og samfelag okkara sum heild. Hetta verður gjørt við stjóranum í viðkomandi fyritøku sum gesti, kryddað við tónleiki, ið gesturin velur.
-
35
Vinnulívsgesturin: Stein Olvur Petersen
Ein av fremstu byggifyritøkunum í landinum, J&K Petersen, kundi herfyri hátíðarhalda 40-ára stovningardag sín. Felagið byrjaði í Skopun í 1975, men hevur havt heimstað í Havn síðani 1996, tá eisini gongd av álvara kom á virksemið hjá fyritøkuni. J&K Petersen Constructions, sum fyritøkan kallast í dag, fevnir eisini um dótturfeløgini J&K Betong, sum varð stovnað í 1989, og J&K Ognir, sum er stovnað í ár. J&K Petersen hevur í løtuni 100 fólk í arbeiði í Føroyum og Norra, og samlaði umsetningurin hjá fyritøkuni var í fjør upp á 150 miljónir krónur. Stein Olvur Petersen, stjóri, situr í gestastólinum í dag.
-
34
Vinnulívsgesturin: Poul Andrias Ziska
Tað hevur vakt ans uttanlands, at so nógvar matstovur á høgum stigi eru í Føroyum. Her verður serliga hugsað um tær fýra matstovurnar Áarstovu, Etika, Barbara og KOKS, ið sum tann fyrsta matstovan í Føroyum nakrantíð, í síðstu viku varð kosin Ársins norðurlendska matstova 2014 á eini samkomu á heimsins bestu matstovu NOMA í Keypmannahavn. Fyri tveimum árum síðani varð KOKS eisini í uppskoti til bestu matstovu í danska kongaríkinum, og síðani er hon við risafetum farin upp eftir listanum yvir bestu matstovurnar í norðurlondum. Hóast KOKS er partur av Hotel Føroyum, eru tað kortini ikki føroyingar, men harafturímóti útlendingar, ið eiga lívið í matstovuni. Teir umboða stívliga 70 prosent av kundaskaranum. Vinnulívsgestur í dag er Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á KOKS.
-
33
Vinnulívsgesturin: Frimodt Rasmussen
Seinastu árini er verulig gongd komin á virksemið hjá Klaksvíkar Sleipistøð. Frá at hava havt 16 fólk í arbeiði fyri fýra árum síðani, liggur starvsfólkatalið á hesum 87 ára gamla arbeiðsplássi nú um hálvthundrað. Samstundis sum nýggjar og spennandi avbjóðingar standa fyri framman hjá Klaksvíkar Sleipistøð her heima, er hon eisini farin at gera seg galdandi uttanlands, millum annað sum umboð fyri sponsku fyritøkuna Ibercisa, ið framleiðir elrikin spøl til eitt nú fiski- og frálandsvinnuna.
-
32
Vinnulívsgesturin: Odd Eliasen
Næsta ár fer fiskamjølsvirkið Havsbrún í Fuglafirði um tey hálvthundrað. Havsbrún er einasta virkið í heiminum, ið umframt fiskamjøl og lýsi eisini framleiðir alifóður. Seinastu árini hava hilnast væl hjá fyritøkuni, men tað hava eisini verið mong rakár uppímillum, síðani virksemið byrjaði í 1966. Síðani 2011 hevur Havsbrún verið partur av Bakkafrost-samtakinum, og seinastu tvey árini hevur umsetningurin hjá størsta arbeiðsplássinum í Fuglafirði ligið um eina miljard krónur.
-
31
Vinnulívsgesturin: Heini Tausen
Í 100 ár ella so hava royndir verið gjørdar fyrst í Havn og síðani í Skopun at fáa framleiðslu úr føroyskum gróti at bera seg, uttan at tað hevur hepnast serliga væl. Hetta heldur tó ikki teimum báðum ungu havnarbrøðrunum, Heina og Høgna Tausen, aftur í at gera enn eina roynd at fáa hetta at bera til. Teir keyptu fyri hálvumøðrum ári síðani grótvirkið í Skopun, eftir at tað var farið á húsagang árið fyri, og hava tikið framleiðsluna upp aftur undir nýggja navninum Føroya Grótvirki. Hóast hjólini á virkinum enn ikki eru komin upp í fulla umferð, lata teir sum heild væl at gongdini higartil, og stendur tað til teirra, er grótvirkið nú komið fyri at verða.
-
30
Vinnulívsgesturin: Jógvan Óli á Fríðriksmørk
Einasta virkið í landinum, ið framleiðir føroyska máling, er Stranda Máling á Strondum. Virkið hevur 40 ár á baki í ár. Tó lá tað stilt eitt skifti fyri nøkrum árum síðani, eftir at vera farið á húsagang. Stranda Máling hevur havt fleiri eigarar gjøgnum árini. Núverandi eigari, ið hevur átt í virkinum síðani 1996, er nú einsamallur um at eiga og reka virkið. Hann hevur góðar vónir um framtíðina og hevur júst tikið eitt týdningarmikið stig til tess at víðka um virksemið hjá fyritøkuni.
-
29
Vinnulívsgesturin: Hans Olaf Johannesen
Seinastu árini er talið á bakaríum kring landið nógv minkað. Brúkararnir hava kanska ikki merkt so nógv til tað, tí bakaríini, ið eftir eru, eftir at øllum at døma eru før fyri at nøkta tørvin á breyði og køkum. Ein teirra er "Hjá Hans Olaf" á Tvøroyri, har tey - sum annað bakaríið í oynni - hava úr at gera. Burtursæð frá tveimum árum undir fíggjarkreppuni í nullunum, hava tey havt støðugt vaksandi umsetning og yvirskot hvørt ár.
-
28
Vinnulívsgesturin: Sonja á Líðarenda
Í næsta mánaða fer elsta prentsmiðjan í landinum um tey hálvthundrað. Talan er um Estra í Gøtu. Samstundis kann núverandi stjórin í fyritøkuni, sum er Føroya fyrsti kvinnuligi prentari, hátíðarhalda 40 ára dag sín har. Hóast kapingin bæði her heima og serliga við útlendskar prentsmiðjur er hørð, hava tey ongar ætlanir um at leggja kongin á Estra. Sum er avgreiða tey millum túsund og 1200 størri og minni bíleggingar av prentlutum um árið.
-
27
Vinnulívsgesturin: Jan E. Petersen
Sendingin hesa ferð snýr seg um pylsur - fiskapylsur. Eitt einmansvirki í Leirvík undir navninum PrimaFisk hevur síðani 2005 framleitt fiskapylsur úr gulllaksafarsi. Pylsan kann bæði nýtast til ein skjótan døgurða ella viðskera, eitt nú til matpakkar, og so er hon heilsugóð og inniheldur ikki tilsetingarevni. Útbreiðslan av pylsuni hevur vundið nógv upp á seg í Føroyum seinastu árini, og seinastu tvey árini er ársframleiðslan tvífaldað til 55 tons.
-
26
Vinnulívsgesturin: Guðrið Højgaard
Føroyska ferðavinnan hevur nógv um at vera í hesum døgum - ikki minst í samband við fullu sólarmyrkingina, ið verður um eitt lítið samdøgur. Visit Faroe Islands hevur havt ein týðandi leiklut í at skapa áhuga uttanlands fyri hesi stórbæru hending. Í Visit Faroe Islands arbeiða tey eisini miðvíst við at gera Føroyar til eitt ferðafólkamál alt árið. Úrslitini higartil benda á, at tað fer at eydnast teimum at røkka málinum um ein samlaðan umsetning uppá eina milliard krónur í 2020.
-
25
Vinnulívsgesturin: Bødvar Hjartvarsson
Snikkaralærlingar eru í dag nærum líka sjáldsamir í Føroyum sum lundi á jólanátt. Og teir, ið eru so hepnir at fáa eitt lærupláss, noyðast til Danmarkar á skúla. Hetta harmar eigaran og stjóran í Snikkarakjallaranum í Dali, ið er einasta snikkaravirkið í landinum, sum hevur lærling í løtuni. Skal snikkarafakinum verða lív lagað í Føroyum, mugu neyðug átøk setast í verk beinanvegin, heldur hann.
-
24
Vinnulívsgesturin: Per Mikkelsen
Tó kemur ikki longur so nógv upp á land sum fyrr, tí talið á snellubátum á Norðhavinum er nógv minkað seinastu árini. Bert ein triðingur av bátunum, sum plagdu at koma til Eiðis í vártíðini, er at síggja har norðuri nú. Álitið hjá virkinum í dag eru 100 tonsararnir Volunteer og Mýlingur umframt fýrar útróðrarbátar úr Sundalagnum og av Skála.
-
23
Vinnulívsgesturin: Óluva Johannessen
Møðgurnar Kára Gunna Óladóttir og Óluva Johannessen eiga og reka fyritøkuna, sum hevur til endamáls at virka og selja leirlist. Tær báðar undirvísa eisini í leirlist á Kvøldskúlanum í Havn. Óluva er harumframt útbúgvin sum listahandverkari á keramikkskúlanum á Bornholm í keramiskari sniðgeving.
-
22
Vinnulívsgesturin: Jóhan á Mýrini
Vindeygu hava verið gjørd í Vágum langt aftur í tíðina, ja, afturi í fimtiárunum og enntá fyrr enn tað. Men frá 1968 til 2007 var Hans Elmar Poulsen á Vatnsoyrum vindeygamaðurin í Føroyum. Snikkaravirkið á Vatnsoyrum, sum virkið hjá honum kallaðist, keypti í 1990 Føroya Glugga í Miðvági, og í 2005 varð alt vindeygavirksemið lagt saman undir navninum HDYGD, sum síðani hevur ment seg til fremsta framleiðara av vindeygum og hurðum í Føroyum.
-
21
Vinnulívsgesturin: Torbjørn Hansen
Føroyskir brúkarar gerast alt meiri tilvitaðir um grøna orku. Fleiri og fleiri skifta oljufýrin út við til dømis hitapumpu. Samstundis hava flestu veitarar lagt seg eftir at fáa sær ein grønan profil. Ein teirra er Demich í Havn, sum 27. januar fór um tey 55 árini sum veitari av hita-, ventilatións- og sanitetsútgerð. Seinastu árini hevur Demich ment seg til eisini at vera ein av fremstu veitarum av grønari orku í Føroyum, tað veri seg úr luftini, jørðini ella sjónum. Sum fyridømi á hesum økinum brúkar fyritøkan Demich ikki ein dropa av olju til upphiting longur í sínum egnu bygningum.
-
20
Vinnulívsgesturin: Sissal Kristiansen
Shisa Brand. Soleiðis kallast ein kjallarafyritøka í Gundadali í Havn, sum roynir at fóta sær á heimliga og útlendska klædnavørumarknaðinum. Ein ov stór erma til eina skipstroyggju var byrjanin til hetta átakið hjá sjálvlærda sniðgevanum, ið fór úr einum tryggum og góðum starvi fyri at gera dreym sín til veruleika. Enn er ov tíðliga at siga, um hetta verður fuglur ella fiskur, men sum er ætlar hon ikki at helma í, fyrrenn hon er komin á mál.
-
19
Vinnulívsgesturin: Helgi Olsen
Síðan Norðsetur setti fyrstu húsini upp í Vági í 1980, hevur felagið bygt meira enn 9002 hús og íbúðir kring landið. Hóast teir nú ikki byggja eins nógv hús sum í áttatiárunum, tá teir okkurt árið komu upp á hálvthundrað hús, hava teir framvegis úr at gera og síggja ljóst uppá framtíðina.
-
18
Vinnulívsgesturin: Eirikur á Húsamørk
Vegna rávørutrot fer Høvdavirkið í Lorvík nú undir at innflyta fesk høvd, ryggir og heilan fisk úr Norra til turkingar. Virkið hevur leigað Høgaklett frá Varðanum í Gøtu til endamálið frá síðst í hesum mánaðinum til út í apríl. Ætlanin er at keypa millum 3.000 og 5.000 tons av rávøru úr Norra. Samstundis fer Faroe Marine Products, sum er altjóða navnið hjá Høvdavirkinum, eisini undir at taka ímóti munandi meiri av svartkjafti frá føroyskum skipum og virkjum.
-
17
Vinnulívsgesturin: Jacob Pauli Hammer
Niels Pauli og Steintór hava verið millum bestu trolararnar undir Føroyum, síðani teir komu í flotan í ávikavist 1983 og 1985. Vánaliga støðan hjá botnfiskastovnunum nú ger tó, at útlitini hjá teimum báðum og hinum fýra trolarunum har suðuri, sum teir eisini eiga í, eru heldur døpur í løtuni. Trolararnir og flakavirkið, sum eisini eru tengd at hvør øðrum, hava sera stóran týdning fyri bygdirnar í økinum og Suðuroynna sum heild.
-
16
Vinnulívsgesturin: Hans Jákup Johannesen
Síðan fyritøkan varð stovnað í 2009, hevur hon útvegað elaktrikarum, maskinmonnum, smiðum, sveisarum og øðrum handverkarum vælløntar arbeiðsuppgávur í On- og Offshore vinnuni, serliga í Noregi, men eisini aðrastaðni kring knøttin. Enn hava hópuppsøgnir í norsku frálandavinnuni ikki havt stórvegis ávirkan á virksemið hjá Faroe Offshore Service. Heldur ikki er líkt til, at stóra virðislækkingin av norsku krónuni hevur minkað stórvegis um áhugan hjá føroyingum at arbeiða uttanlands, hóast hetta hevur havt við sær, at lønarposin hjá teimum er nógv tódnaður.
-
15
Vinnulívsgesturin: Christian Danielsen
Í sendingini hoyra vit um Vest Pack í Vestmanna, ið varð kosið Ársins virki 2013. Høvuðsvirki hjá fyritøkuni er plast- og etikettframleiðsla umframt veiting av pakkitilfari til føroyska og útlendska marknaðin. Høvuðsálitið hjá Vest Pack øll árini hevur verið teir sterku og vælumtóktu plastposarnir, ið onkur skemtiliga hevur skírt at vera líka seigar sum vestmenningar sjálvir.
-
14
Vinnulívsgesturin: Debes Petersen
Fyritøkan, Kemilux, ætlar sær nú undir eina miðvísa roynd at fáa økt munandi um útflutningspartin av framleiðslu síni. Í hesum sambandi verður eitt sølufólk sett í næstum til burturav at røkja útlendska marknaðin, ið Kemilux ætlar sær ein størri part av. Sum er fara 35 prosent av framleiðsluni hjá fyritøkuni til útflutnings, men málið er at økja henda partin til 50 prosent um fá ár, sigur stjórin, Debes Petersen, ið er gestur hjá Leivi Hansen.
-
13
Vinnulívsgesturin: Regin Borðoy
Tað ver mest sum av tilvild, at Regin Borðoy gjørdist bóndi. Í dag umsitir Regin Borðoy hann saman við konuni, Óluvu, ein tann best rikna garðin í landinum, Fjósið millum fjarða. Tá Regin Borðoy tók við garðinum í 1997, setti hann sær sum mál at hann sum 50 ára gamal við góðari samvitsku kundi enda henda kapittulin av lívi sínum og fara undir okkurt heilt annað. Er hetta framvegis mál hansara? Og hvør hevur verið uppskriftin til hansara framúr góðu úrslit, hann hevur fingið sum bóndi? Hoyr Regin Borðoy greiða frá allari søguni í sendingini, Vinnulívsgesturin.
-
12
Vinnulívsgesturin: Árni Skaale
Plastvirkið LookNorth í Klaksvík hevur síðan stovnanina í 2000 vaksið seg til eina sunna og sterka fyritøku, sum hevur megnað at havt eitt fitt yvirskot á hvørjum ári seinastu átta árini. Umframt at gera pakkitilfar og aðra útgerð til ali- og fiskivinnuna úr skúm- og harðplasti, framleiðir virkið eisini bjálvingartilfar til byggivinnuna. Tilsamans fevnir vøruúrvalið hjá LookNorth í dag um 50-60 ymiskar vørur, harav ein fittur partur verður útfluttur. Sjey fólk arbeiða í løtuni á virkinum, men roknað verður við, at starvsfólkatalið fer at økjast í sambandi við ætlaðu útbygginginarnar, ið standa fyri framman. Stigtakari og stjóri á LookNorth er Árni Skaale, og hann er gestur í útvarpsstovuni hjá Leivi Hansen í dag.
-
11
Vinnulívsgesturin: Jógvan Martin Hansen
Fleiri føroysk virkir og fyritøkur eru seinastu árini farin undir at gera ymiskar lidnar fiskavørur til heimamarknaðin. Ein teirra er fiskavirkið, Norðfra, hvørs vørur í dag fáast í útivið 100 handlum kring landið umframt á netinum. Vørurnar hava eisini vakt ans uttanlands, og í hesum sambandi er ætlanin at fáa allar framleiðarnar við í eitt felags útflutningsátak.
-
10
Vinnulívsgesturin: Fróði Magnussen
Formula, ið Fróði Magnussen er stjóri á, hevur júst gjørt ein av størstu sáttmálunum nakrantíð um at veita frameiðsluútgerðina til nýggja laksavirkið hjá Bakkafrost á Glyvrum saman við íslendsku samstarvsfeløgunum Marel og Samey. Formula setur samstundis umsetningsmet í ár upp á umleið 100 mió. Leivur Hansen er vertur í sendingini Vinnulívsgesturin, ið tú kanst hoyra her.
-
9
Vinnulívsgesturin: Marita Rasmussen
Marita Rasmussen er útbúgvin fiskaríkandidatur á Lærda háskúlanum í Tromsø og hevur síðan tá starvast innan fiski- og alivinnuna í Føroyum umframt at hon hevur starvast í Fiskimálaráðnum. Síðan 2005 hevur Marita Rasmussen verið í starvi í Vinnuhúsinum, tey seinastu seks árini hevur hon verið stjóri í Vinnuhúsinum.
-
8
Vinnulívsgesturin: Rani Nolsøe
Undir slagorðinum "Tú hevur hugskotið - vit hava tey góðu ráðini" hevur Íverksetarahúsið í Klaksvík við Rana Nolsøe á odda spælt ein lyklaleiklut seinastu sjey árini fyri tey, sum ynskja at seta egna fyritøku á stovn Mynd: Rani Nolsøe
-
7
Vinnulívsgesturin: Mikkalina Norðberg
Hóast lítil í vavi enn, hevur fyritøkan, Mikkalina Glas, kortini vakt ans bæði her heima og uttanlands fyri fjølbroyttu og litríku framleiðslu sína av størri og smærri glaslutum, umfatandi alt frá smúkkum til fiskaføt.
-
6
Vinnulívsgesturin: Ólavur Asafsson Olsen
Gestur hesa ferð - tann sætti í røðini - er Ársins leiðari 2013, Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ Hydraulik á Kambsdali. KJ byrjaði sum ein kjallarafyritøka í Fuglafirði, men er í dag ein av stóru fyritøkunum í landinum við útivið 100 fólkum í starvi, og framvegis í stórari menning.
-
5
Vinnulívsgesturin: Hans í Líðini
Rock Trawl Doors hevur gjørt seg galdandi bæði á heima- og útlendska marknaðinum, tó fyri tað mesta uttanlands. Lemmavirkið er júst komið á marknaðin við nýggjum, framkomnum pelagiskum trollemmum. Hetta eru fimtu trollemmarnir í røðini, sum virkið Inni á Oyrunum í Vági hevur ment.
-
4
Vinnulívsgesturin: Tummas Justinussen
Leivur Hansen hittir Tummas Justinussen, stjóra í Skansi Offshore, sum á Vinnudegnum síðsta fríggjadag varð kosið Ársins virki 2014 fyri slóðbrótandi arbeiði sítt innan veitingartænastuna í oljuvinnuni. Skansi Offshore, ið fyri tað mesta virkar uttanfyri landoddarnar, hevur fimm nýmótans veitingarskip og 135 fólk í starvi, øll føroyingar. Fyritøkan væntar at hava ein umsetning í ár upp á umleið 300 miljónir krónur. Í fjør hevði fyritøkan Skansi Offshore 82 miljónir krónur í yvirskoti og rindaði 75 miljónir krónur í lønum.
-
3
Vinnulívsgesturin: Beinta Festirstein
Fyritøkan er longu á veg út á stóru altjóða mótamarknaðirnar við vøruúrvali sínum; handbundnum troyggjum, blusum og húgvum. 33 konur kring landið binda í løtuni fyri fyritøkuna, sum í seinasta lagi um 10 ár miðar eftir at verða heimskend og hava 120 bindikonur í arbeiði umframt fleiri útbúnar sniðgevar. Saman við vertinum Leivi Hansen er stjórin og sniðgevin í "Sniálvsdóttir, Beinta Festirstein, í útvarpsstovuni."
-
2
Vinnulívsgesturin: Helgi Justinussen
Stjórin greiðir millum annað frá framtíðarætlanunum hjá fyritøkuni.
-
1
Vinnulívsgesturin: Hjalmar Petersen
Í sendingini greiðir stjórin millum annað frá nýggja virkinum, sum fyritøkan júst hevur bygt í Litava. Mynd: Hjalmar Petersen, stjóri á Vónini. Mynd frá Norðlýsinum
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
ABOUT THIS SHOW
Savnssending "Vinnulívsgesturin" er nýggj útvarpssendirøð, sum Leivur Hansen leggur til rættis, og sum er á skránni hvønn hósdag fyrrapart frá klokkan 10 til 11. Í sendingini, ið verður sent beinleiðis úr studio 5, verður ljós varpað á stórar og smærri vinnulívsfyritøkur og týdning teirra fyri lokala eins væl og samfelag okkara sum heild. Hetta verður gjørt við stjóranum í viðkomandi fyritøku sum gesti, kryddað við tónleiki, ið gesturin velur.
HOSTED BY
Kringvarp Føroya
CATEGORIES
Loading similar podcasts...