At bera halakukk episode artwork

EPISODE · May 22, 2023 · 45 MIN

At bera halakukk

from Málteigurin · host Kringvarp Føroya

Lurtari skrivar til sendingina og sigur soleiðis: Eg sum ung var ofta borin halakukk. Hetta er eitt sjáldsamt orð. Hvør er upprunin til orðið? - Her er einki endaligt svar, men í seðlasavninum verður orðið samanborið við Habakkuk, sum er ein av profetunum í gamla testamentið, men har man ikki vera annað felags, enn at orðini líkjast, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá. Í gomlum donskum máli kundi Habakuk verða sagt um ein løgnan stavn ella ein, sum var illa fyrikomin. Kanska skuldi hann verða borin - halakukk, hugleiðir hon.   Sprakla, Noreg, ið og "berøringsangst" Umframt at vera borin halakukk, tosa vit um orðini sprakla, sprella og sparka, vit umrøða stavsetingina av grannalandi okkara, Noregi, og vit tosa eisini um, nær vit brúka orðið, ið, og um vit hava eitt føroyskt orð fyri "berøringsangst".   Hagagongd og oyggjanøvn Fleiri ferðir hevur Málteigurin umrøtt gongd í haga, og hvussu tað skal sigast, og hvat tað merkir. Nú skjýtur lurtari upp at siga hagagongd eins og kirkjugongd, bakkagongd og so framvegis. Elin Henriksen sigur, at hagagongd er hóskandi orð, minst líka gott sum gongd í haga. Í aðrari sending hava vit viðgjørt lesiframburð, og lurtari skrivar í hesum sambandi, at hann stúrsar við, tá ið hann hoyrir oyggjanøvn í útvarpinum verða úttalað sum t.d. Fugloy og Suðuroy við einum rammligum oy.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published May 22, 2023

Embed this episode

Ready to play

At bera halakukk

0:00 45:37

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Málteigurin?

This episode is 45 minutes long.

When was this Málteigurin episode published?

This episode was published on May 22, 2023.

Can I download this Málteigurin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!