At tapa fyri eitt lið og fyri einum liði eru hvør sítt episode artwork

EPISODE · Oct 23, 2023 · 45 MIN

At tapa fyri eitt lið og fyri einum liði eru hvør sítt

from Málteigurin · host Kringvarp Føroya

Í ítrótti hoyrist ferð eftir ferð, at lið hava tapt fyri eitt annað lið, skrivar lurtari til sendingina. Dømi: HB tapti 1-0 fyri KÍ. Lurtarin skilir hetta, sum at KÍ ikki var á vøllinum, men eitt annað lið, sum vann dystin fyri KÍ. - Hatta er skeivur málburður, sigur lurtarin. Tað eigur at vera, HB tapti ímóti. Her hava vit eitt dømi um, hvussu nógv røtt fallbending hevur at siga, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.  - Tað er munur á at tapa fyri eitt lið og fyri einum liði, sigur hon og biður okkum seta onnur orð í setningin fyri HB og KÍ, tí bendingin hoyrist ikki á hesum báðum heitunum.  - Havnarliðið tapti fyri klaksvíkingum, hevði mann sagt. Ikki havnarliðið tapti fyri klaksvíkingar, vísir Elin Henriksen á.  Hetta er eitt av dømunum um, hvussu fyrisetingin, fyri, verður brúkt, og vit tosa enn meira um hana í dag.   Benda nøvn og bóltarútstativ Mangir føroyingar eita tvey nøvn og verða kallaðir bæði, men hvussu er við bending tá? Skulu vit benda bæði og siga hjá Onnu Mariu, Jógvani Andriasi, ella hvussu eru reglurnar, tá ið vit skulu benda nøvn? Og barnagarður spyr, hvussu eitt kolbøttestativ kann eita á føroyskum. - Bóltarútstativ, svara Elin Henriksen stutt og greitt.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Oct 23, 2023

Embed this episode

Ready to play

At tapa fyri eitt lið og fyri einum liði eru hvør sítt

0:00 45:27

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Málteigurin?

This episode is 45 minutes long.

When was this Málteigurin episode published?

This episode was published on October 23, 2023.

Can I download this Málteigurin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!