EPISODE · Sep 11, 2023 · 46 MIN
At vera sjálv er ikki at vera einsamøll
from Málteigurin · host Kringvarp Føroya
Í brævi til Málteigin skrivar lurtari soleiðis: Dóttir mín, sjey ára gomul, sigu ofta: eg eri sjálv inni, og tá meinar hon einsamøll. Tá rætti eg hana, men onkuntíð so sigur hon til dømis: So fari eg bara sjálv, um eg ikki vil fara við henni onkrastaðni. Og tá kann eg fara at ivast. Nær eiga vit at siga sjálv, og nær eiga vit at siga einsamøll? Á heysti 2019 viðgjørdi Málteigurin hetta evnið, og tá brúktu vit eina stuttsøgu eftir Elina Henriksen, sum tilskilar munin millum hesi bæði orðini nokk so væl. Til ber at lesa ella lurta eftir søguni her. Møta inn og raðtøl Mann er farin at brúka orðingina at møta inn venjing, hvat man tað vera fyri nakað, spyr lurtari, og ein annar vil vita, um mann sigur fyrra og seinna ella fyrsta og annað, tá ið vit tosa um 1. og 2. næstforfólk í felagsskapum av ymsum slag. KVF og Havnin Lurtari illneitast inn á Kringvarpið og staðsetingarnar, tí tað gongur út yvir fyrisetingarorðini. Næstan hvønn dag argast ein við at hoyra misbrúk o.el. líkasælu við nýtslu av fyrisetingarorðum, so tað skurrar í oyrunum. Dømi: Seinni í sendingini fara vit ÚT í Kallsoynna. Vælsignaði fólk í KvF, ongin fer ÚT í Kalsoynna. Úr Klaksvík fara vit yvir, á Syðradal ella Húsar og norður til Mikladals ella Trøllanes. Tað sama er galdandi, um ein t.d. kemur úr Leirvík. Fer ein úr Sortudyki, so fer ein norður í Kalsoynna. Tit í KvF eiga ikki at "tvinga" okkum uttan fyri Havnina at hugsa okkum í Havn, tá ið vit lurta. Nógv tíðindi og aðrar sendingar eru málsliga ov nógv "ávirkaðar" av Havnini, helst uttan at tit hugsa um tað.
Embed this episode
Ready to play
At vera sjálv er ikki at vera einsamøll
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.