Begynna og byrja eru bæði føroysk episode artwork

EPISODE · Mar 27, 2023 · 44 MIN

Begynna og byrja eru bæði føroysk

from Málteigurin · host Kringvarp Føroya

Begynna, byrja, snakka, tosa, betala, gjalda, forstanda, skilja og grína, flenna. Føroyskt hevur eina ørgrynnu av líknandi dømum, og í dagsins sending umrøða vit tvey av teimum, tí lurtarar hava spurt um hesi orðini, og hvat er rættari á føroyskum. - Eg havi einki ímóti orðum sum at begynna og at snakka. Tað týdningarmesta er, at vit varðveita fjølbroytni: nógv ymisk orð og orðingar, so vit hava okkurt at velja í, alt eftir samanhangi og stíllegu, sigur Elin Henriksen, málkøn. Eitt annað dømi er orðið, for, sum eisini eitur ov á føroyskum. Lurtari spyr, um mann kann brúka for í skriftmálinum. Dømi: eg bleiv for seinur til bussin. - Eg haldi meg bara hava sæð ov seinur upp á skrift, sigur lurtarin. Elin Henriksen greiðir frá, at orðið, for, við merkingini ov /o:/ stendur í fø-fø, merkt talumál. - Tað kann saktans nýtast í gerandis skriftmáli, men í formligum tekstum er framvegis betri at skriva ov, sigur hon. Í sendingini verður tosað um purismu, herundir stavsetingar- og bendingarpurismu. Vit hava eisini nógvar viðmerkingar til undanfarnu sendingar um millum annað talskipanina, snældur og um orð skulu skrivast í einum ella ikki.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Mar 27, 2023

Embed this episode

Ready to play

Begynna og byrja eru bæði føroysk

0:00 44:32

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Málteigurin?

This episode is 44 minutes long.

When was this Málteigurin episode published?

This episode was published on March 27, 2023.

Can I download this Málteigurin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!