Bein klokka er vorðin røtt episode artwork

EPISODE · Jan 8, 2024 · 43 MIN

Bein klokka er vorðin røtt

from Málteigurin · host Kringvarp Føroya

Mamma segði, at klokkan nú var bein, so sigi eg, at hon er røtt. Og so kom kjakið, kann mann siga, at klokkan er bein? - Tað var heilt vanligt fyrr at siga ‘beint’ um tað, sum nú er ‘rætt’. Tú kundi rokna beint, øll roknistykkini vóru bein, t.e. røtt, greiðir Elin Henriksen frá. Klokkan gongur beint, ella hon kann ganga skeivt. Beinur er andnevni til skeivur, bæði í beinleiðis og fluttari merking. Ein søga frá krígnum: Tá ið ensku hermenninir komu til bygdina, var farið undir at læra børnini enskt í skúlanum - tað var annars ikki vanligt tá. Børnini vildu fegin samskifta við hermenninar, hóast tey ikki dugdu so væl, og eingin hevði ávarað um, at orð kundu hava ymsar merkingar. Mamma fylgdist við nøkrum øðrum gentum um 12-14 ára aldur. Tær møttu nøkrum hermonnum, sum spyrja, hvat klokkan er. Ein genta svarar: “Leg clock is four.” Hon hevð lært, at ‘bein’ eitur ‘leg’ á enskum, og klokkan hjá henni var bein.   Koma er ikki framtíð At koma hevur trokað at fara burtur, og vit brúka oftari kemur ella vil, tá ið vit saktans kundu havt sagt fer ella fara. Okkurt kemur at hava ávirkan ístaðin fyri fer at ávirka. Tað vil hava við sær heldur enn fer at hava við sær.  Hava vit eitt føroyskt orð fyri avhengigheit ella er avhengigheit føroyskt? Og hvaðani kemur orðið, saksalopin, og hvat merkir tað?   Onnur evni Umframt hesi evni tosa vit eisini um hvat kyn vín er, um Gunda, sum er fremri liður í staðarnøvnum, um hjáorðið enn, um saksalopin og orðið, feril.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Jan 8, 2024

Embed this episode

Ready to play

Bein klokka er vorðin røtt

0:00 43:54

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Málteigurin?

This episode is 43 minutes long.

When was this Málteigurin episode published?

This episode was published on January 8, 2024.

Can I download this Málteigurin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!