EPISODE · Oct 13, 2014 · 9 MIN
Fangavørður, tatoveringar, mamma og dugir at seyma
from Surk · host Kringvarp Føroya
Herborg hevur fyri tað mesta seymað barnaklæðir, so hon væntaði ikki, at hon slapp við í sjónvarpssendingina, tá ið hon skrivaði eina umsókn um at sleppa við. Men sjónvarpsframleiðarin hjá TV2 helt, at hennara persónur riggaði væl til sendingina, tí valdu tey at taka hana við. Hon eigur fýra døtur, er fangavørður, hevur nógvar tatoveringar, og so dugir hon at seyma. - Tey hildu at tann kontrasturin fór at verða spennandi fyri hyggjaran, sigur Herborg. Sendingin er tikin upp og verður send á TV2 fri. - Eg havi ávarað mammu og babba, tí tað var nógv trýst á, meðan vit seymaðu, so okkurt banniorðið fall, sigur Herborg við Sandá Thomsen. Vitja seymisíðuna hjá Herborg her
NOW PLAYING
Fangavørður, tatoveringar, mamma og dugir at seyma
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.