PODCAST · news
Surk
by Kringvarp Føroya
Beinleiðis útvarpssending við samrøðum, práti og tónleiki leygardagar klokkan 12:30 - 15
-
47
Jólasøga: Symfoniin hjá Jákupi
Lurta eftir søguni her:
-
46
Tjóvarnir vórðu settir at arbeiða
Fyri trimum vikum síðani stjólu nakrir dreingir tríggjar ølkassar frá Kafé Fríðu í Klaksvík. Tey vóru ígongd við at umvæla kaféina, og tí høvdu tey sett nakrar ølkassar út á svalan. Svalin vendir út móti vágni og kann tí bert røkkast við báti. Svalin har ølirnar stóðu (Mynd: Norðlýsið) Dreingirnir høvdu loyst ein bát og úr honum lestu teir seg upp á svalan eftir ølkassunum. Tá ið tey á kaféini varnaðust, at ølið var stolið, meldaði eigarin, Mimmy Vágsheyg, stuldurin. Játtaðu sínar syndir Men áðrenn málið fór víðari, komu dreingirnir inn í Fríðu og viðgingu, at teir høvdu stolið og drukkið ølirnar. Ístaðin fyri at fara víðari við málinum, segði Mimmy, at teir sluppu ikki so lætt. Teir skuldu arbeiða fyri stuldurin. Dreingirnir vóru ikki serliga fegnir um hetta, men játtaðu at hjálpa til á Kafé Fríðu. Kafe Fríða Blivu partur av Fríðu-toyminum Hetta eydnaðist so væl, at nú tríggjar vikur seinni, eru dreingirnir ein fastur partur av Kafé Fríðu-toyminum. Teir hjálpa til í køkinum og gera annað handaligt arbeiði í kafeini. Bæði tey á kafeiini, dreingirnir og foreldrini eru glað um, at stuldurin endaði soleiðis sum hann nú einaferð gjørdu. Lurta eftir samrøðuni við Mimmy Vágsheyg.
-
45
Grøvin var tóm
Tað vóru nakrir grikskir fornfrøðingar, ið fingu loyvi í 60 tímar at lata upp og kanna Jesu grøv inni í Gravarkirkjuni í Jerusalem. Ikki síðani 1555 hevur grøvin verið opin, men av tí, at kirkjan var so illa farin, varð man nú noyddur at umvæla og seta kirkjuna í stand. Í hesum sambandi høvdu nakrir fornfrøðingar fingið loyvi at flyta tann tunga marmorsteinin, ið lá á klettinum, har tað sigst, at likam Jesusar varð lagt inn á sinni. Illa farna gravarkirkjan verður umvæld í hesum døgum (mynd National Geographic) Undir marmorsteininum funnu tey eina aðra steinplátu, sum so eisini varð flutt, og undir henni komu tey so niður á klettin, har tað verður hildið, at Jesus lá. Hvat tey funnu, er ikki avdúkað enn, men tað verður sagt, at okkurt áhugavert er funnið. National Geographic hevur filmað, og seinni í ár verður dokumentarur sendur um útgrevsturin. Fornfrøðingar flyta marmorsteinin, ið fjalir klettin har Jesus lá (mynd: National Geographic) Tað var Konstantin, keisari, ið lat kirkjuna byggja í árinum 325, eftir at tey vóru blivin samd um, at hetta var hellið, har Jesus varð grivin. Sjálvt hellið er burtur, men veggirnir og gólvið eru til, fjald aftan fyri marmorsteinin. Undir tunga marmorsteininum var ein annar steinur, ið korsfararnir helst hava lagt omaná klettin (mynd: National Geographic) Sigast skal, at har varð ongin beinagrind funnin - grøvin var tóm. Lurta eftir samrøðu við Morten Hørning Jensen, formann fyri bíbilska fornfrøði, greiða frá.
-
44
Surk 05.11.2016
Tey ið luttóku í sendingini vóru: Maria Ziskason um tiltakið Hoyma. Karl Heri Joensen var úti og skeyt harur. Mimmy Vágsheyg, eigarin av Kafe Fríða í Klaksvík, greiddi frá hvussu ein stuldur, útviklaði seg til eina positiva søgu. Lis Mortensen segði frá, hvussu tað gekk við kappingini First Lego League Ann Mari Ellebye Kjølbro um tiltakið Heystgleði í Klaksvík. Morten Hørning Jensen greiddi frá, hvat varð funnið, nú grøv Jesusar var opnað í síðstu viku. Elsebeth Mercedes Gunleygsdóttir segði frá, hvussu hon upplivdi valfeburin í USA. Olevinus Sørensen greiddi frá nýggjum àhugafelag fyri fornminni à Viðareiði. Gunnar Nolsøe og Rudolf Joensen søgdu frá, hvussu spurnarkappingin Quizturin, fóru at verða skipað í vetur. Og Frits Johannesen segði frá tiltakinum Seyður og Seyðahald, sum var í mentanarhúsinum í Fuglafirði.
-
43
Surk 29.10.2016
Tey ið eru við í sendingini eru: Finn Johannesen um tað at verða klovnur í hesum døgum, tá fólk í klovnabúnum, runt allan heim, hava til stuttleika at ræða onnur. Hallur Joensen um at hava endurvunnið fyrsta plássið á Dansktoppen til lagnum SOS frá dig. Pál Weihe greiddi frá, hví hann gav sínum starvsfólkum møguleika, at koppseta seg fyri krímsjúku. Dánjal Jákup Jørgensen greiddi frá Mikkjalsdøgunum. Vit ringdu til Livar Nysted, sum, saman við fleiri øðrum, ger hjálpararbeiðið í Nakuru, Kenya. Øssur Kjølbro greiddi frá stórmøtunum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í Havn. Fróði Vestergaard fortaldu um Uriah Heep tiltakið við Gjógv. John William Joensen greiddi frá skakandi hending umborð á flogfarinum hjá Atlantsflogið. Markus í Nordnastovu var til seyðasýning í Mikladali. Janus Norðberg greiddi frá pápa sínum Jens Norðberg, nú standmynd verður reist av honum í Hvalba. Og Jákup Magnussen fortaldi um Plátubarrina, sum byrjar aftur í Útvarpinum
-
42
Surk 15. oktober 2016
Tey ið luttóku í sendingini vóru: Alda Egilstrø Magnussen gav eina statusrapport, hvussu tað gekk við Heystfagnaðinum norðuri á Eiði. Sjúrður Skaale greiddi frá, hvussu tað hevði gingið við mentanarnáttini á Christiansborg. Signhild Joensen fortaldi, hvussu tað gekk hjá svimjifelaginum Ægir, sum var í Spania á venjingarlegu. Kartin Hansen fortaldi um tiltakið Rokksøgan, sum var í Løkshøll. Eli Hentze um tað at verða settur í starv sum fótbóltsmennari. Eyðun Jacobsen greiddi frá sangtiltakinum Aage Samuelsen í Kelduni. Suni Merkistein um nýggja útvarpssending um Svarta Ravn.
-
41
Surk 08.10.2016
Tey luttaka í sendingni eru: Ólavur Rasmussen greiðir frá, at mentanarhúsið Salt hevur opið hús. Jóannes Jacobsen, hjálparvenjari hjá føroyska landsliðinum, gevur eina status rapport frá landsliðinum. Jana Jensen fortelur um víkingatiltak, sum er í plantasjuni í Havn. Uni Árting, jarðfrøðingur, greiðir frá, hvat tað er sum hendir undir Mýrdalsøkinum, har gosfjallið Katla ger um seg. Vit tosa við Oliver Joensen, ið hevur verið blaðstjóri á Norðlýsinum í 40 ár. Bóndin Petur Karl av Rana er á fjallið, og hann gevur eina statusrapport í haganum. Jónhild Rasmussen greiðir frá tiltakinum Diversary í Vágsbotni. Havnakórið er í Edinburg og Diana Gilston gevur eina statusrapport. Lurta eftir sendingini:
-
40
Surk 01.10.2016
Tey ið luttóku í sendingni vóru: Evi Tausen um tiltakið Mítt Land. Hans Martin Andreassen, røktingarmaður, um hvussu skurðurin var hjá Búnaðarstovuni. Báður Clementsen um føroyanevndina. Róin Schrøder gav status, hvussu tað gekk at reka í Lítlu Dímun. Katrin Petersen um Eplafestivalin. Morgunkórið sang beinleiðis. Bjarni Arge greiddi frá einum lesarabrævið, hann hevði sent til blaðið Informatión. Niels í Buð var og skeyt fugl. Hjaltur Poulsen, skipari, greiddi frá, hvussu tað gekk hjá fiskiskipinum Ågot í Grønlandi. Rókur Jákupsson Jakobsen um Bollarnar, sum eru á ferð í New York. Lurta eftir sendingini her:
-
39
Surk 24. september 2016
Lurta eftir sendingini her.
-
38
Surk 17. september 2016
Lurta eftir sendingini her.
-
37
Flýgur heimsins fólkaríkasta ferðamannaflogfar
- Flogfarið sum vit brúka á rutuni Dubai-Keypmannahavn er heimsins fólkaríkasta flogfar, við 615 ferðafólkum, 26 flogternum og tveimum pilotum, sigur Petur. Petur er 49 ára gamal og tók flogskiparaprógv, tá hann var 25. Í tvey ár hevur hann flogið A380 fyri flogfelagið Emirates í Dubai. Seinasta árið sum skipari. Petur fær fýra strípur og gerst skipari (mynd: Petur Hammer) Hava fleiri sløg av A380 - Vit hava trý ymisk modell av Airbus 380 hjá Emirates, sigur Petur. Tað, sum verður brúkt til at flúgva til Keypmannahavnar, hevur tveir klassar, men hini hava tríggjar. Tað flottasta, um ein so kann siga, hevur 14 fyrstaklassa suitur, 76 á Business Class og 400 ferðafólk á dekkinum. A380 er 80 metur breiður, 72 metrar langur og vigar 575 tons 52 flogternur og 4 flogskiparar á teimum longri rutunum Á rutunum, ið eru undir 12 tímar, eru tey 28 starvsfólk við. Á teimum longri rutunum er dupult manning. Sovi- og hvílisalur er aftast í flogfarinum, og pilotarnir hava egna kabinu, har tað ber til at arbeiða og hvíla seg. 11 metrar upp til stýrhúsið - Tað krevur stóra konsentratión at koyra á breytini, tí flogfarið er 80 metrar breitt, men so skjótt tað er komið á flog, er tað ein dreymur at flúgva, sigur Petur. 11 metrar eru frá stýrhúsinum niður til breytina, ið skal vera 60 metrar breið, og tá ið 575 tons tunga flogfarið setur seg, koyrir tað vanliga 2,3 kilometrar á breytini, aðrenn tað steðgar. - A380 hevur fýra motorar, ið hava eina kraft á 35 tons hvør, so flogfarið hevur nokk av power, og tað er øgiliga gott hjá einum piloti at hava, sigur Petur. Hygg teg um inni í stýrhúsinum - trýst HER Fleyg fleiri sløg av airbus aðrenn hann slapp at flúgva A380arin Petur Hammer arbeiddi tey fyrstu árini hjá SAS, men fíggjarkreppan í Evropa bar í sær, at hann hugdi aðrar leiðir. Hann søkti um at gerast flogskipari hjá Emirates við vón um at sleppa at flúgva A380. Fyrstu árini fleyg hann Airbus 330 og A340, men fyri tveimum árum síðan byrjaði hann sum flogskipari á A380 og varð skipari í fjør. Hygg hvussu tað sær út inni í einum Airbus 380 Ein fragd at flúgva heimsins størsta ferðamannaflogfar - A380 hevur eitt tað friðarligasta stýrihúsið, eg veit um, og flogfarið er ein fragd at flúgva, sigur Petur Hammer. Umframt Petur Hammer, flýgur havnamaðurin, Høgni Kalsberg, eisini A380 hjá Emirates. Hoyr samrøðuna við Petur Hammer.
-
36
Surk 16.04.2016
Lurta eftir sendingini her:
-
35
Surk 09.04.2016
Lurta eftir sendingini her
-
34
Surk 02.04.2016
Lurta eftir sendingini her
-
33
Surk 19.03.2016
Lurta eftir sendingini her
-
32
Surk 05.03.2016
Lurta eftir sendingini her
-
31
Surk 27.02.2016
Hoyr sendingina her
-
30
Surk 20.02.2016
Lurta eftir sendingini her
-
29
Hjálmont skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum
Hjálmont er sera sjáldsamur fuglur í Evropa, har hon bert er skrásett einar 30 ferðir. Tí var Silas Olofson, fuglaáhugaður, skjótur til suðuroyar, tá ið hann hoyrdi, at ein hjálmont helt til á vatninum í Vági. Hjálmont (mynd Silas Olofson) Heimstaðurin hjá Hjálmont er í Norðuramerika, men av einari ella aðrari orsøk er hendan endað í Føroyum. - Hví so er, er ilt at siga, men kanska hevur okkurt ódnarverður tikið hana hendanvegin, sigur Silas. Navnið, Hjálmont, hevur Silas sjálvur funnið uppá, tí fuglurin hevur onki føroyskt navn. Hjálmont (mynd Silas Olofson) Hjálmont hevur lyndi til at koma aftur, har hon hevur hildið til, - So tað kann hugsast, at hesin steggin kemur aftur Vágs, sigur Silas. Eystanturtildúgva Ein annar sjáldsamur fuglur varð eisini skrásettur í januar. Tað er ein eystanturtildúgva, ið bert er sædd einaferð áður í Føroyum. Eystanturtildúgva (mynd Silas Olofson) Hon kom úr Lerwick í Hetlandi, tí tað er heilt vist, at júst henda dúgvan varð skrásett har í desember. Eystanturtildúgva heldur til í Mið-asia og er sera sjáldsom um okkara leiðir. Eystanturtildúgva (mynd Silas Olofson) Lurta eftir samrøðuni við Silas her:
-
28
Surk 16.01.2016
Lurta eftir sendingini her:
-
27
Surk 2. januar 2016
Lurta eftir sendingini her.
-
26
Surk 19. desember 2015
Hoyr sendingina her.
-
25
Surk 12.12.2015
Lurta eftir sendingini her.
-
24
Jólasøga: Tann klóka mamman
Lurta eftir søguni her:
-
23
Surk 05.12.2015
Hoyr sendingina her.
-
22
Surk 28.11.2015
Lurta her:
-
21
Surk 21.11.2015
Lurta her:
-
20
Surk 07.11.2015
Tú hoyrir alla sendingina her.
-
19
Surk 31.10.2015
Lurta eftir allari sendingini her:
-
18
Surk 24.10.2015
Sendingin varð send leygardagin 24. okt. 2015
-
17
Surk 17.10.2015
Sendingin var send leygardagin 17. okt. 2015
-
16
Surk 10.10.2015
Sendingin var send leygardagin 10. oktober 2015
-
15
Hava endurvunnið Michelin stjørnuna
Í sendingini SURK varð tosað við Jan, um hvat krevst av eini matstovu fyri at fáa eina Michelinastjørnu. Hoyr samrøðuna her.
-
14
Fimta neytadrongsfløgan hjá Halli á veg
Í sendingni SURK tosaði Øssur við Hall.
-
13
12 skyttar kappast um Jersey
Sjúrður Knudsen, formaður í skjótisambandinum, greiddi frá í sendingini SURK leygardagin
-
12
Búnaðarstovan hevði kunnandi fund um ridluskriða
Í tí sambandi tosaði sendingin SURK við Rólv Djúrhuus frá Búnaðarstovuni.
-
11
Skuggakortið skal ikki takast alt ov bókstavligt
Hoyr Lis greiða frá í sendingini SURK
-
10
Bonderøven í føroyskari troyggju
Halla Debes úr Havn er ivaleyst føroya størsti fjeppari av Bóndanum og hansara familju. Fyri einum góðum árið síðani sendi hon bóndanum, konu hasara og og báðum børnunum hvør sína troyggju, sum hon sjálv hevur bundið. Hon fekk eina tíð aftaná bræv og mynd frá bóndanum, har hann og familja hansara takka fyri troyggjurnar. Og so tá seinasta sending av bóndanum var í sjónvarpinum, var bóndin í troyggjuni frá Hallu. Lurta eftir brotinum úr sendingini "SURK" í morgun, har Halla Debes fegnast um, at bóndin var í troyggjuni frá henni.
-
9
Vísa konan í Tórsgøtu
Lurta eftir søguni her:
-
8
Sjúklingahotellið nýggjan buss
Í sendingini Surk varð tosað við nevndraformannin í trivnaðarbólkinum fyri hotellið, Heðin Kjeldnes, um hvønn týdning nýggju bussurin hevur fyri sjúklingarnar og trivnaðin. Lurta eftir samrøðuni her.
-
7
Biskupur mitt í neyðini í Moldova
Hoyr samrøðuna við biskup her. Myndin er frá ferðini og fleiri myndir eru at síggja her
-
6
Fangavørður, tatoveringar, mamma og dugir at seyma
Herborg hevur fyri tað mesta seymað barnaklæðir, so hon væntaði ikki, at hon slapp við í sjónvarpssendingina, tá ið hon skrivaði eina umsókn um at sleppa við. Men sjónvarpsframleiðarin hjá TV2 helt, at hennara persónur riggaði væl til sendingina, tí valdu tey at taka hana við. Hon eigur fýra døtur, er fangavørður, hevur nógvar tatoveringar, og so dugir hon at seyma. - Tey hildu at tann kontrasturin fór at verða spennandi fyri hyggjaran, sigur Herborg. Sendingin er tikin upp og verður send á TV2 fri. - Eg havi ávarað mammu og babba, tí tað var nógv trýst á, meðan vit seymaðu, so okkurt banniorðið fall, sigur Herborg við Sandá Thomsen. Vitja seymisíðuna hjá Herborg her
-
5
13 ár síðan Aria spældi saman seinast
Tað er í sambandi við, at KÍ kvinnurnar vunnu FM 15. ferðir á rað og harvið settu heimsmet, at Aria fer at spæla til ókeypis dans í KÍ høllini leygarkvøldið. Aria góðu út fløgu í 1999 og vóru virknir nøkur ár eftir fløguútgávuna, men í dag eru tað 13 ár síðan seinast, at Aria spældi til dans Umframt forsangaran í bólkinum Jógvan Hansen, so fara fleiri kendir sangarar, at syngja saman við bólkinum hetta kvøldið. Hoyr samrøðuna við Erik Biskupstø, bassleikara í Aria, her
-
4
Klaksvíkar Hornorkestur vitjaði whiskeyframleiðara
Hornorkestrið vitjaði fleiri støð í Belfast, millum annað ein whiskeyframleiðara og víðagitna Titanic savnið. Eisini hevði orkestrið tvær konsertir, eina kirkjukonsert og eina útikonsert. Í sendingini Surk, varð tosað við Petur Simonsen, hornblásara og ferðaleiðara. Hoyr samrøðuna við Petur her.
-
3
Umrøða av 9. umfari
Tað er sendingin Surk, sum hevur umrøðu av fótbóltsumfarinum.
-
2
Hoyr jólasøguna: Silvurlitta lummalyktin
Hoyr søguna her.
-
1
Steðgaði fáar metrar frá deyðanum
Sjúrður, beiggi hansara Árni Absalonsen og tveir bróðirsynir, høvdu verið í Viðvík á Viðoynni við seyði, og tað var á veg heimaftur, at óhappið hendi. Á staðnum í millum Gjáir fór hann at hyggja, um hann sá nøkur havhestaegg. Hann fór út á tromina á einum kletti, legði seg á annað knæið fyri at toyggja seg útav at hyggja. Meðan hann liggur soleiðis, kemur hundurin og troðkar hann útav. Sjúrður datt í fríum falli einar átta metrar av einum hamri. Síðani rullaði hann umleið 10 metrar, so aftur eitt frítt fall upp á tríggjar metrar og rullaði so uppaftur 20 metrar, har hann endaði í einum gili, sum bjargaði honum frá fara útav bakkanum. Bert fáar metrar afturat, so hevði hann farið oman av bakkanum og niður í helluna. - Eg misti burtur, so skjótt eg fór útav og minnist so at siga einki. Eg hómi, at eg hoyrdi neyðarrópið frá beiggja mínum, og at eg fekk ein stoyt, men tað er eisini tað einasta, eg minnist, sigur Sjúrður. - Tað var ein ræðulig løta, tá eg sá beiggja mín fara útav og fara rullandi oman móti bakkanum, sigur beiggi hansara, Árni M. Absalonsen. Tíbetur steðgaði hann og endaði í gilinum, men tað sá út fyri mær, sum hann var deyður, og eg væntaði tað ringasta. Fyri at koma til Sjúrð, mátti Árni ganga ein ein umveg, og tað tók eina løtu at koma til hansara. - Tað var ein øgiligur lætti, tá eg sá, at hann kvaklaðist við og var á lívi, greiðir Árni frá. Sjúrður slapp væl frá óhappinum, annað beinið brotnaði, tummilin fór úr lið, og hann skurslað andlitið eitt sindur. - Eg eri Harranum ógvuliga takksamur, at eg kom frá tí við lívinum og heilsuni. Eg veit ikki, hvussu ofta eg í nátt vaknaði og takkaði Harranum fyri, at eg framvegis eri á lívi. Kelda: Netavisin.fo
No matches for "" in this podcast's transcripts.
No topics indexed yet for this podcast.
Loading reviews...
Loading similar podcasts...