Ferðaliðið fríggjadag: Norðdepil fyllir 150 ár episode artwork

EPISODE · Aug 26, 2016 · 1H 46M

Ferðaliðið fríggjadag: Norðdepil fyllir 150 ár

from Ferðaliðið · host Kringvarp Føroya

Norðdepil í Borðoynni er í Hvannasunds kommunu, og Hvannasund er í Viðoynni, men bygdirnar báðar eru knýttar saman við einari byrging frá 1974. Maria Ziskason Nesá og Jákup Magnussen skipa fyri sendingini, ið burturav er ognað hátíðarhaldinum í Norðdepli, nú bygdin er 150 ár, og minnissteinur verður avdúkaður sunnudagin. Tá Maria kom á staðið í morgun, var eitt grindadráp júst endað, og í tí sambandi prátaði hon við Dávid og sýslumannin, Karl Johansen. Aftaná setti hon borgarstjóranum, Katrin Næs, stevnu og saman fingu tær báðar lýst bæði kommununa og søguna. Seinasta samrøðan í fyrra tímanum var í húsunum hjá "Jóannes fyri Handan", sum í 1867 bygdi annað húsið í bygdini. Hann var bóndasonurin í Hvannasundi, sum flutti yvir um sundið. Húsini eru sera væl varðveitt, og fróðamaðurin, Osvald Sivertsen, greiddi frá bæði húsum og slekt. Fyrst í seinna tímanum helt Jákup fram at halda mikrofonini, tá hann fór á gátt hjá Vilhelm Jørginsson, sum er tilflytari úr Klaksvík og eisini pápi við smáum børnum. Eftir at hava hoyrt Vilhelm greiða frá, hvussu væl hann trívist í Norðdepli, hitti Maria grindaformannin, Elmar Simonsen, um býtið av dagsins hvalum. Jákup stýrdi orðafloyminum, tá prátað varð við Veroniku Petersen og Gunrid Kallberg um teirra íkast til hátíðarhaldið, nevniliga at endurliva gomul barnaspøl og í sendingini hoyra vit bæði børn – og Mariu og Veroniku – hoppa band. At enda greiddi Pól Fuglø frá tunlunum norður um fjall, ið elva til stórt høvuðbrýgg, tí teir eru út av lagi ótíðarhóskandi. Prátið við Pól Fuglø var samstundis tað seinasta, sum Maria og Jákup fara at avrika við Ferðaliðnum í summar. Men sendingin heldur fram mánadagin við øðrum vertum.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Aug 26, 2016

Embed this episode

NOW PLAYING

Ferðaliðið fríggjadag: Norðdepil fyllir 150 ár

0:00 1:46:13

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Ferðaliðið?

This episode is 1 hour and 46 minutes long.

When was this Ferðaliðið episode published?

This episode was published on August 26, 2016.

Can I download this Ferðaliðið episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!