EPISODE · Aug 25, 2016 · 1H 49M
Ferðaliðið hósdag: Ferðavinnukjak og rock and roll
from Ferðaliðið · host Kringvarp Føroya
Kára Bjarnadóttir Jakobsen og Maria Ziskason Nesá vóru í útvarpsstovuni í Havn, har kunnað og køn fólk innan ferðavinnu vitjaðu. Jákup Magnussen tók sær av eykatemanum, ið var um amerikanska rokkbólkinum, Boston, og tess fyrstu útgávu, sjálvheitisplátuna Boston, ið kom á marknaðin tann 25. august í 1976. Í sendingini hoyra vit brot úr sendingum í summar, har fólk kring um í oyggunum siga sína hugsan um vaksandi ferðavinnuna. Fyrsta nýggja samrøðan var við Súsonna Lauridsen, sum í samband við virkislesnað hevur skrivað uppgávu um burðardygga ferðavinnu. Millum annað vísir on á, at náttúrugransking í samband við ferðavinnuna kann avdúka onnur náttúruviðurskifti, ið vit eiga at taka álvarsliga. Í seinna tímanum var ein gjøll samrøða við Gunvør Balle og Jóan Pauli Helgason, ið sita í nevndini, sum Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur sett at gera eina heildar- og virkisætlan fyri innlendismenning av ferðavinnuni. Nevndin skal orða ítøkiligt tilmæli til átøk og lýsa fyrimunir og vansar. Eykatemaið við Boston varð býtt í sjey partar, ið vórðu sendir leypandi í dagsins sending hjá Ferðaliðnum.
Embed this episode
NOW PLAYING
Ferðaliðið hósdag: Ferðavinnukjak og rock and roll
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.