EPISODE · Sep 2, 2016 · 1H 48M
Ferðaliðið mikudagin 31. august
from Ferðaliðið · host Kringvarp Føroya
Nú fríggjadagin verður nýggi Viðareiðistunnilin tikin í nýtslu. Í dag koyra Ernst Vágsgarð, formaður hjá Landsverki í Norðoyggjum, og Tórður Mikkelsen frá gjøgnum tann ljósa og turra tunnilin. Ernst Vágsgarð greiðir eisini frá gamla Viðareiðisvegnum. Jonny Johansen, arbeiðsformaður hjá Articon, greiðir frá teirra leikluti í tunnilsarbeiðnum. Fyri hjúnini Hildu og Hanus Kjølbro á Viðareiði verður tað serliga stórt, at Viðareiðistunnilin nú er veruleiki. Fyri nøkrum árum síðani kom ein stórur steinur oman á bilin hjá Hanusi á Viðareiðisvegnum og bilurin bleiv vark. Hilda sigur, at tað var eitt Guds undur, at Hanus og tvey ára gamla dóttirin, ið var við, sluppu so væl. Guðrið Højgaard, stjóri í Visti Faroe Islands, fortelur hvussu SheepView360 hevur megnað at lokkað Google til Føroyar. Og Gunnar Nolsøe hittir kúrekastjørnuna Kris Kristofferson.
Embed this episode
NOW PLAYING
Ferðaliðið mikudagin 31. august
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.