EPISODE · Aug 25, 2016 · 1H 46M
Ferðaliðið var í Kunoy mikudagin
from Ferðaliðið · host Kringvarp Føroya
Prátað varð um kommununa, tá Meiken Sólheyg Michaelsen, borgarstjóri, greiddi frá oynni sum búpláss við øktum fólkatali. Páll Gunnhard Poulsen segði frá viðarlundini, náttúruni um Kunoyarbygd, og Mylluni, ið hann heldur vera einasta virkandi hvørn í landinum. Í Haraldssundi greiddi Brandur Klettskarð í Kongsstovu frá gamla El-húsinum, ið varð tikið í nýtslu í 1949. Hann og aðrir menn arbeiða fyri einki við at umvæla El-húsið, og teir hava eisini fingið fatur í gomlu vatnturbinuni, umframt at savnsfelag er stovnað. So á hesum økinum hendir nakað í Haraldssundi, har fleiri fólk búsetast enn heima í Kunoy. Ein av hesum monnum er Jákup Jakobsen, ið sum Brandur er av Skarðsætt, og hann greiddi okkum frá ymsum um ta avtoftaðu bygdina, Skarð, ið ikki hevur verið fólkað síðan 1919. Langabbi Jákup var við bátinum, sum fórst við sjey skarðsmonnum í 1913. Sendingina endaðu Maria og Jákup við at fara á seiðaberg í Haraldssundi saman við Jógvani á Høvdanum, yngra, og ein ungur drongur, Aron, var á bryggjuni.
Embed this episode
NOW PLAYING
Ferðaliðið var í Kunoy mikudagin
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.