EPISODE · Nov 20, 2023 · 46 MIN
Flóvur er føroyskt orð
from Málteigurin · host Kringvarp Føroya
Í spurningi ger lurtari vart við, at orðið, flóvur/flovur ikki finst í orðabókunum, og viðkomandi sigur seg eisini altíð hava sagt, at eitthvørt er "flóvisligt". - Eg eri vorðin varug við, at tað stavast "flovisligt". Kunnu tit umrøða hesi orðini, spyr lurtarin. Orðið flóvur er komið úr donskum. Vit hava annars tvey orð við líknandi merking: nipin, snópin, og fyri flovisligt kann viðhvørt verða sagt nipisligt og snópisligt, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá. - Merkingin er tó ikki heilt neyvt tann sama, sigur hon. Og so er tað spurningurin um stavsetingina. Her hava verið tveir møguleikar: tvey v, eins og ein vovvur; men tað er annars heilt ókent á føroyskum at skriva tvey v lið um lið. Ella við ó og v.: flóvur. Hetta seinna er tað, sum Málráðið hevur mælt til. Vansin er, at tað bara samsvarar við framburðin í Havn og sunnanfjørðs, men tað vestanfyri og norðanfyri verður til flóvur, eins og munur eisini er á t.d. /geuvur/ og /gåuwur/. Hinvegin kann eisini hugsast, at flóvur á norðanmáli fær framburin /fleuvur/, eins og t.d. klovnur er blivin til klónur /kleunur/. Eisini eru dømi um, at børn hava sagt ónur fyri ovnur. Samanumtikið, so er stavsetingin f-l-ó-v-u-r, flóv og flóvt. Gággupar Maðurin, elsti sonurin og eg komu ein dagin at tosa um orðið, gággupar. Maðurin og eg hildu tað vera eitt par, sum er altíð saman, men sonurin sigur tað vera eitt par, har konan er eldri enn maðurin. Hvør hevur rætt? - Eg giti, at orðið er sera staðbundið. Havi hvørki hoyrt ella sæð tað fyrr, og finni tað heldur ongastaðni, sigur Elin Henriksen. Men lurtarar hjá Málteiginum í hópatali gera vart við, at teir væl kenna orðið við ymsum merkingum. Oman/niður og páfallin Umframt flóvur og gággupar viðgera vit eisini munin á oman og niður, vit umrøða, hvat páfallin merkir og um tað eitur: AB koma ella AB kemur.
Embed this episode
Ready to play
Flóvur er føroyskt orð
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.