Grøvin var tóm episode artwork

EPISODE · Nov 7, 2016 · 8 MIN

Grøvin var tóm

from Surk · host Kringvarp Føroya

Tað vóru nakrir grikskir fornfrøðingar, ið fingu loyvi í 60 tímar at lata upp og kanna Jesu grøv inni í Gravarkirkjuni í Jerusalem. Ikki síðani 1555 hevur grøvin verið opin, men av tí, at kirkjan var so illa farin, varð man nú noyddur at umvæla og seta kirkjuna í stand. Í hesum sambandi høvdu nakrir fornfrøðingar fingið loyvi at flyta tann tunga marmorsteinin, ið lá á klettinum, har tað sigst, at likam Jesusar varð lagt inn á sinni.   Illa farna gravarkirkjan verður umvæld í hesum døgum (mynd National Geographic)   Undir marmorsteininum funnu tey eina aðra steinplátu, sum so eisini varð flutt, og undir henni komu tey so niður á klettin, har tað verður hildið, at Jesus lá. Hvat tey funnu, er ikki avdúkað enn, men tað verður sagt, at okkurt áhugavert er funnið. National Geographic hevur filmað, og seinni í ár verður dokumentarur sendur um útgrevsturin.   Fornfrøðingar flyta marmorsteinin, ið fjalir klettin har Jesus lá (mynd: National Geographic) Tað var Konstantin, keisari, ið lat kirkjuna byggja í árinum 325, eftir at tey vóru blivin samd um, at hetta var hellið, har Jesus varð grivin. Sjálvt hellið er burtur, men veggirnir og gólvið eru til, fjald aftan fyri marmorsteinin.   Undir tunga marmorsteininum var ein annar steinur, ið korsfararnir helst hava lagt omaná klettin (mynd: National Geographic) Sigast skal, at har varð ongin beinagrind funnin - grøvin var tóm. Lurta eftir samrøðu við Morten Hørning Jensen, formann fyri bíbilska fornfrøði, greiða frá.

NOW PLAYING

Grøvin var tóm

0:00 8:23

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Surk?

This episode is 8 minutes long.

When was this Surk episode published?

This episode was published on November 7, 2016.

What is this episode about?

Tað vóru nakrir grikskir fornfrøðingar, ið fingu loyvi í 60 tímar at lata upp og kanna Jesu grøv inni í Gravarkirkjuni í Jerusalem. Ikki síðani 1555 hevur grøvin verið opin, men av tí, at kirkjan var so illa farin, varð man nú noyddur at umvæla og...

Can I download this Surk episode?

Yes, you can download this episode by clicking the download button on the episode player, or subscribe to the podcast in your preferred podcast app for automatic downloads.
URL copied to clipboard!