Skip to content
HM-tíðindi 10. desember 2022 episode artwork

Dec 10, 2022 13 min

HM-tíðindi 10. desember 2022

from HM tíðindi Hosted by Kringvarp Føroya

Tað var sum í Orminum Langa: lunnar brustu og jørðin skalv, tá tvær av mætastu fóttbóltsjóðum í heiminum, suðuramerikansku risarnir, Brasil og Argentina, máttu ígjøgnum alt kensluraðið í stríðnum at lívbjarga sær. Annar risin fall, hin hóraði undan. HM í fótbólti, HM tíðindi, Neymar Stóri favoritturin - fimmfaldi HM-vinnarin Brasil - misti á stokkinum, og reyk úr kappingini eftir umdyst og brotssparkkapping móti Kroatia. Sambadansurin steðgaði brádliga, og tøgn legðist á hina kátu, gulu fylkingin. Spælarar og áskoðarar táraðu og lippaðu, onkur brast í sjóheitan grát. Tíðindastovur skriva, at fólk eru sorgarbundin og í døpurhuga í tí stóra landinum, tá gula fótbóltslandsliðið, ið sameinir tær gott og væl tværhundrað milliónir fólkini í suðuramerikanska landinum, tapir í heimsmeistarakappingini. HM í fótbólti, HM tíðindi, Kroatia "Dreymurin brast og ljósið slóknaði", er yvirskriftin í stóru brasilsku avísini Globo í morgun. Forsetin, Lula, skrivar hugtungur á Twitter: Okkara menn stríddust av øllum alvi. Neymar skeyt eitt hugtakandi og vakurt mál, sum av røttum átti at vissað okkum sigurin, men eydnan var okkum ikki blíð í dag. Eg sendi venjara og spælara mína heilsan og samhuga. Men lat okkum ikki falla í fátt, heldur eiga vit at líta framá í góðum treysti. Fótbóltur skilgreinar kroatiska tjóðarsamleikan Brasil tóktist hava sigurin í hendi, tá Neymar í stórum stíli legði Brasil á odda í umdystinum, men í evstu stund svaraði Kroatia aftur í einum av ráru álopunum, sum teir fingu í lag í dystinum, og við dugnasemi og hepni eydnaðist Bruno Petkovic at javna til 1-1.

Episode details come from the podcast's RSS feed.

Embed this episode

Ready to play

HM-tíðindi 10. desember 2022

0:00 13:19

No transcript yet.

Requests help us decide what to transcribe next.

Frequently asked questions

How long is this episode of HM tíðindi?

This episode is 13 minutes long.

When was this HM tíðindi episode published?

This episode was published on December 10, 2022.

Can I download this HM tíðindi episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.