Skip to content
HM-tíðindi 9. desember 2022 episode artwork

Dec 9, 2022 10 min

HM-tíðindi 9. desember 2022

from HM tíðindi Hosted by Kringvarp Føroya

Átta lið eru nú eftir í heimsmeistarakappingini í fótbólti í Katar. Tey eru Brasil, Argentina, Frakland, Ongland, Holland, Portugal, Kroatia og Marokko. Um eina góða viku skal alt avgerast í einum finaludysti. Eftir tveir hvílidagar verður sjøtil í dag settur á dystirnar í fjórðingsfinalunum. Tveir dystir eru í dag og tveir í morgin. Fyrri dysturin í dag er millum Kroatia og Brasil. Hann byrjar klokkan trý. Hin seinni er millum Holland og Argentina. Hann byrjar klokkan sjey. Nú skal hvør dystur avgerast. Stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður spælt í hálvan tíma aftrat. Stendur tá framvegis á jøvnum, skal dysturin avgerast við brotssspørkum. Vinnarin heldur fram, taparin fer til hús. Seinnapartin bresta favorittarnir úr Brasil saman við Kroatia, sum var í finaluni í seinastu heimsmeistarakappingini í Russlandi í 2018. Brasilska fótbóltslandsliðið hevur aftur hugtikið heimin við sínum tiltikna vakra og dárandi spæli. La jogo bonita - hitt vakra spælið - hevur verið í hásæti hjá teimum kanariugulu í flest øllum dystum í Katar. Framúrskarandi tekniski førleikin og estetiska stílmedvitið hjá hvørjum spælara stendur í góðum samsvari við landsins stoltu fótbóltstradisjónir. Annað eyðkenni er spæligleðin. Eitt næstan barnsligt kæti spríkir undir ovastu fláini. Spælarunum fellir lætt og ómakaleyst at trína sambadansin eftir eitt vakurt mál. Tudo acaba em samaba. Soleiðis nevna teir alskin fyri kæti og karnevali, sum er nærskylt við teirra hugsan um fótbólt, sum eina vakra savnandi kraft. Nærum hvørja ferð, at Brasil fær mál, savnast spælararnir í einum fagnaðardansi, mest átøkur macarena-dansi. Venjarin, 61 ára gamli Tite, smæðist heldur ikki at geva seg uppí ringin av dansandi spælarum við síðulinjuna, tá ið teir gulu fegnast um eitt mál. Men ikki øllum dáma henda brasilska nýsiðin. Tveir fyrrverandi spælarar, írin Roy Keane og skotin Graeme Sounness, geva ilt av, tí teir halda hetta vera ósømiligan, háðandi atburð móti mótstøðuliðnum. Brasilski miðvallarspælarin, Lucas Paqueta, undrast á hesar atfinningar. - Okkara dansur er tekin um gleði, ikki vanvirðing. At háða mótpartin liggur okkum fjart. Tú kanst siga, at brasilskur fótbóltur er ítrótttur við einum brosi, sigur Paqueta. Liðfelagi hansara, Vinicius Junior, leggur aftrat, at káta og lætta huglagið, sum eyðkennir brasilska fólkið, endurspeglast í okkara spæligleði. Stóra stjørnan hjá Brasil, Neymar, kann nú taka metið sum hann, ið hevur skotið fæest mál av øllum á brasilska landsliðnum. Neymar hevur skotið í alt 76 má fyri Brasil - eitt minni enn Pelé, sum eigur metið við 77 málum. Neymar spælir í dag sín 124 landsdyst - 82 ára gamli Pelé, ið segðist liggja fyri deyðanum, spældi í alt 92 landsdystir. HM í fótbólti, HM tíðindi Ein tann størsti í kroatisku søguni Dystur okkara móti Brasil seinnapartin er ein av størstu dystum í søgu landsins, sigur kroatiski landsliðsvenjarin, Zlatko Dalic.

Episode details come from the podcast's RSS feed.

Embed this episode

Ready to play

HM-tíðindi 9. desember 2022

0:00 10:32

No transcript yet.

Requests help us decide what to transcribe next.

Frequently asked questions

How long is this episode of HM tíðindi?

This episode is 10 minutes long.

When was this HM tíðindi episode published?

This episode was published on December 9, 2022.

Can I download this HM tíðindi episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.