Hvørkikynsorð og ð episode artwork

EPISODE · Feb 13, 2023 · 43 MIN

Hvørkikynsorð og ð

from Málteigurin · host Kringvarp Føroya

Hvørkikynsorð og ð-endingar eru til viðgerðar í hesi sendingini. Fyrst av øllum: ð sum ending kann bara vera í orðum, sum eru hvørkikyn. Er talan um kallkyn og kvennkyn, so er ð aftast bara tá ið tað er partur av orðinum/stovninum, ikki sum ending. Ein stivli ella ein hosa kann aldrin fáa ð skoytt upp í seg. - Hvørkikynsorðini eru torførari, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá. Eitt hús, tað húsið. Her hoyra vit mun. Men so eru tað hvørkikynsorðini, sum enda við i ella a: Eitt kvæði, hitt kvæðið; eitt eyga, hitt eygað - tað seinna er bundið og endar við ð, men vit hoyra tað ikki. Tá er tað, vit hava lært at seta eitt kallkynsorð inn í staðin, ofta 'bátur' - endar hann við n, so endar hvørkikynsorðið við ð: Her er nógv virksemi - her er nógvur bátur - einki ð. Virksemið veksur skjótt - báturin veksur skjótt - her er ð. Men ofta kunnu vit ivast hóast hesa tummilsreglu. Hetta er alt mítt virksemi - hetta er alt mín bátur. Her kunnu vit ikki siga 'hetta er alt mín báturin', og so hevur virksemi ikki ð.   Síður, síð, sítt Er tað ikki bara galdandi um tað, sum veksur úr erva, tað er niðureftir. Til dømis hár er sítt. Men so er tað, eg spyrji sum eitt býtt: kann gras vera sítt? Tað veksur jú uppeftir.   Poul E. Petersen/s Lurtari spyr, um ikki heiðursskjal Poul E. Petersen hjá Ítróttasambandi Føroya eigur at eita Petersens. Vit umrøða hvørsfals-s'ið í hesum sambandi. Ítróttasamband Føroya hevur spurt seg fyri hjá Málráðnum, um tað skuldi eita Petersen ella Petersens, og haðani fingu tey at vita, at Petersen er í lagi, tí sen-eftirnøvn verða ikki bend, men einans faðirs- og móðurnøvn.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Feb 13, 2023

Embed this episode

Ready to play

Hvørkikynsorð og ð

0:00 43:06

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Málteigurin?

This episode is 43 minutes long.

When was this Málteigurin episode published?

This episode was published on February 13, 2023.

Can I download this Málteigurin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!