Ivast tú, sig heldur vaksa og minka enn hækka og lækka episode artwork

EPISODE · Oct 16, 2023 · 46 MIN

Ivast tú, sig heldur vaksa og minka enn hækka og lækka

from Málteigurin · host Kringvarp Føroya

- Tað er rættiliga nýkomið úr donskum at nýta orðini hækka og lækka í tíð og ótíð. Vit eru von at nýta orðini at vaksa og at minka, svarar Elin Henriksen, málkøn, lurtara, sum spyr, nær vit siga vit hækkar og lækkar ella veksur og minkar. Elin Henriksen hevur eina henta tummilsreglu:  - Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar. Kostnaðurin/ prísurin veksur ella minkar, hann hækkar og lækkar ikki. Tøl eru stór tøl og smá, og tey vaksa ella minka. Vit kunnu hækka, tá ið vit gera eitthvørt hægri, og lækka, tá ið vit gera eitthvørt lægri: Lækka gáttina - gera hana lægri. Hækka gólvið - leggja á gólvið, so tað verður hægri. Og hvussu við minni og færri? Nær siga vit hvat? Elin Henriksen greiðir frá, at tað eitur meira og minni, fleiri og færri. - Um tað kann teljast sum t.d. fólk og egg, siga vit fleiri og færri. Um tað ikki kann teljast sum t.d. vatn og máling, siga vit meira og minni, sigur hon í stuttum. Fyrisetingar og hvønn- og hvørjumfall Vit viðgera eisini nakrar fyrisetingar, sum stýra bæði hvønn- og hvørjumfalli. Her er talan um nógvar fyrisetingar, og vit fara at taka nakrar fáar í senn. Tær, sum vit fara at viðgera í dag, eru tær, sum eru lættastar at fáa skil uppá: á, undir og yvir.   fyrisetingar_og_fall_a_undir_yvir_002.jpg   Triði-og annar Áðrenn lurtaraspurningar úr sms-skipanini sleppa framat, viðgera vit eisini skyldskaparorðið triði-og annar. Her er talan um skyldskaparorð: triði-og-annar. Tá ið tú og eitt annað fólk eru triði-og-annar, so er annað tykkara systkinabarn mammu ella pápa hin, greiðir Elin Henriksen frá.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Oct 16, 2023

Embed this episode

Ready to play

Ivast tú, sig heldur vaksa og minka enn hækka og lækka

0:00 46:00

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Málteigurin?

This episode is 46 minutes long.

When was this Málteigurin episode published?

This episode was published on October 16, 2023.

Can I download this Málteigurin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!