Málteigurin um purismu episode artwork

EPISODE · Mar 20, 2023 · 46 MIN

Málteigurin um purismu

from Málteigurin · host Kringvarp Føroya

Málslig purisma er einki nýtt fyribrigdi. Hon er kend heilt aftur til byrjanina av okkara tíðarrokning. Orðið hava vit fingið úr latíni, og vit kenna tað aftur úr nútíðarmáli: fø. púra (fullkomiliga), da. "det pure guld" - reint gull, en. pure - reint, óblandað, ektað. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at tað eru fleiri sløg av málsligari purismu, og málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum.   Orðpurisma Eitt er orðpurisma: t.e. at nýta føroysk orð heldur enn fremmandaorð ella donsk orð, t.d. sjónvarp heldur enn fjernsýn, karðalás heldur enn burrelás, bókasavn heldur enn bibliotek, fyribrigdi heldur enn fenomen. Vit kunnu tó eisini tosa um purismu viðvíkjandi setningsbygnaði, og hvussu vit nýta vanlig orð. Dømi: 'At fáa skaða' heldur enn 'at koma til skaða'. Í skúlagarðinum: 'tað hevur ringt inn' heldur enn 'tað er ringt inn'. 'Nú fer NN at halda røðu' heldur enn 'nú kemur NN at halda røðu'. 'At taka upp epli' heldur enn 'at taka epli upp'. 'Lata seg í skógvar' heldur enn 'taka skógvar uppá'. Bendingarpurisma Purisma kann eisini snúgva seg um bendingar. Eitt nú at varðveita -ur ending í nýkomnum kallkynsorðum, serliga starvsheitum: journalistur, pedagogur, fysioterapeutur. Umframt at varðveita bendingar sum heild, t.d. 'eg sá allar bátarnar' heldur enn 'eg sá allir bátarnir'. Stavsetingarpurisma Og at enda hava vit eisini fyribrigdið 'stavsetingarpurisma'. Tað vil siga at laga stavsetingina av fremmandaorðum til føroyskt. Klassiska dømið er frá 'trawler' til 'trolari', og nýggjari dømi eru at skriva kul heldur enn cool, geyming heldur enn gaming, at leika heldur enn to like.' Málreinsan ella varðveiting Vit kunnu umrøða purismu út frá tveimum høvuðssjónarmiðum: annað er royndin at lúka danismur og anglismur úr málinum, stutt sagt málreinsan. Hitt er at leggja dent á at varðveita føroysk orð og skapa nýggj orð til nýggj fyribrigdi; stutt sagt nýgerð. - Hetta seinna verður vanliga fatað jaligari enn tað fyrra, sigur Elin Henriksen.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Mar 20, 2023

Embed this episode

Ready to play

Málteigurin um purismu

0:00 46:12

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Málteigurin?

This episode is 46 minutes long.

When was this Málteigurin episode published?

This episode was published on March 20, 2023.

Can I download this Málteigurin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!