EPISODE · Oct 2, 2023 · 45 MIN
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
from Málteigurin · host Kringvarp Føroya
Mong eru farin at ivast í, um ein fyriseting stýrir hvønn ella hvørjumfalli, og tað ávirkar bendingarnar hjá okkum. Eitur tað til dømis vegna tey ella vegna teimum? Í dag tosa vit fyrisetingar, sum stýra hvønnfalli. Fyrisetingarnar eru hesi smáu orðini, sum standa framman fyri navnorð ella orð við navnorðsvirði. Fyrisetingar stýra ongantíð hvørfalli og sjáldan hvørsfalli. Og alsamt fleiri eru farin at ivast í, nær tær stýra hvønnfalli og nær hvørjumfalli. - Í summum førum er tó eingin grund til at ivast, og tað er, tá ið fyrisetingarnar kunnu taka hvønnfall, men ongantíð hvørjumfall, sigur Elin Henriksen, málkøn. Vit hyggja fyrst at fyrisetingum, sum fyrr (og framvegis í føstum orðingum) tóku hvørsfall, men nú á døgum hvønnfall, og tær eru millum, til, vegna, innan og uttan. Og so eru tað nakrar fyrisetingar, sum altíð stýra hvønnfalli og bara hvønnfalli. Tær kendastu eru: áraka, gjøgnum, rundanum, umframt, síðan, oman ella niðan, og hinumegin. - Orð við -megin taka altíð hvønnfall og ongantíð hvørjumfall, og tey verða altíð skrivað í einum, leggur Elin Henriksen dent á. Upp á sikt, holtur og okra Í sendingini eru orðingarnar "upp á sikt", at fara í holtur ella holt við eitthvørt og at okra eisini til viðgerðar.
Embed this episode
Ready to play
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.