Pápi, babba og pabba eru javngóð episode artwork

EPISODE · Apr 8, 2024 · 47 MIN

Pápi, babba og pabba eru javngóð

from Málteigurin · host Kringvarp Føroya

Tá ið eg var barn, hildu vit, at tað bara vóru smá børn, sum søgdu babba, meðan stór børn og vaksin søgdu pápi. Men hvussu er støðan í dag, spyr lurtari. -Babba, pápi ella pabba - hvør sigur sítt, og eingin kann siga, at eitt er betri enn hini. Eg kenni fólk, ið eru farin um pensjónsaldur, ið siga babba, so tað kann neyvan roknast sum barnamál, svarar Elin Henriksen, málkøn.   Mansnøvn sum enda við i Tvær ymiskar bendingar eru av mansnøvnum, sum enda við i. Tann vanliga veika bendingin av arvorðum, t.d. Atli, Heri, Ingi, Kári, Óli, Rúni, Sverri, Snorri. Tey fylgja vanligu veiku bendingini av kallkynsorðum (risi) og fáa a-ending í hvønnfalli, hvørjumfalli og hvørsfalli. Hin bendingin er galdandi fyri bíbilsk nøvn, t.d. Levi, Eli, og nøvn, sum eru komin úr enskum. Har verða tey ofta stavað við y ella ei aftast, t.d. Timmy, Johnny, Tommy, Jeffrei. Í flestu málførum hoyrist munur millum framburðin, har uppruna norrønu nøvnini enda við /i/ og tey bíbilsku og ensku enda við /ij/. - Samanumtikið kunnu vit siga, at nøvn, sum enda vit y bara fáa eitt -s í endan í hvørsfalli, meðan hini, sum enda við i, fáa a í endan í øllum føllum uttan hvørfalli, sigur Elin Henriksen.   Jesu ella Jesusar Summir prestar siga í Jesu navni, aðrir siga í Jesusar navni. Hvat siga føroysku stavsetingarreglurnar? Sambært føroysku bendingarreglunum bendist Jesus til Jesusar í hvørsfalli, men Jesu fylgir latínsku bendingini, greiðir Elin Henriksen frá. Lurtari spyr, um landið eitur Háland ella Holland, og Elin Henriksen vísir á ein triðja møguleika, sum er Niðurlond. Hon mælir til, at fólk annaðhvørt siga og skriva Holland ella Niðurlond. Í sendingini verður eisini tosað um, at hetlendingar og føroyingar skiltu hvønnannan fyrr, og í tí sambandi tosaðu vit um hetlendska málið norn, sum nú er burtur. Um lurtarar hava hug til at lesa meira um norn, so ber tað til her.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Apr 8, 2024

Embed this episode

Ready to play

Pápi, babba og pabba eru javngóð

0:00 47:03

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Málteigurin?

This episode is 47 minutes long.

When was this Málteigurin episode published?

This episode was published on April 8, 2024.

Can I download this Málteigurin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!