EPISODE · Oct 31, 2023 · 49 MIN
Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn (1:3)
from Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn · host Kringvarp Føroya
Hvør var maðurin, Petur Wigelund, ið bleiv heiðraður av kongi í 1950, og síðani, 21 ár seinni, eisini bleiv heiðraður av Føroya landsstýri. Í fyrsta partinum av trimum hoyra vit um uppvøksturin hjá Petur Wigelund í Havn fyrst í 1900 talinum. Petur Wigelund, útiseti og slóðbrótari úr Havn Petur Wigelund sum barn. Hann bleiv doyptur Petur Danielsen Sonur eitt konubrot Søgan um Petur Wigelund er eisini søgan um mammu hansara, Christinu Elisabeth Olsen úr Porkeri, sum var eitt satt konubrot. Hóast mótgang og hjúnarskilnað, so noktaði hon at geva skarvin yvir. Petur Wigelund Christina gjørdist sjálvstøðug vinnurekandi, og børnini hjálptu til, har tey kundu, og fóru eisini sum blaðung út forvinna pening til húsarhaldið. Á myndini sæst Petur Wigelund sum smádrongur hjálpa til hjá einum barberi í Havn. Tað var í sambandi við hjúnarskilnaðin, at mamma Petur valdi at skifta eftirnavn til Wigelund. Upprunaliga stavaði Christina tað við einkult v, men tað er við tíðini blivið til w. Petur Wigelund, útiseti og slóðbrótari úr Havn Petur mundi endað í OL í 1920 Sum ungur, fór Petur Wigelund til Keypmannahavnar at nema sær kunnleika um báta- og skipasmíð. Hann var fullur av orku og umframt handverkið, so lá tað eisini raðið fyri hjá Peturi Wigelund at íðka nevaleik.
NOW PLAYING
Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn (1:3)
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.