Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn podcast artwork

PODCAST · news

Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn

Í trimum pørtum verður søgan um Petur Wigelund søgd. Petur Wigelund vaks upp í Havn fyrst í 1900 talinum, men fór sum ungur niður til Keypmannahavnar at nema sær kunnleika um báta- og skipasmíð. Umframt handverkið, so lá eisini raðið fyri hjá Peturi Wigelund at íðka nevaleik, og var tað upp á tal, at Petur skuldi umboða Danmark á Olympisku leikunum í Antwerpen í 1920. Í 1926 flutti Petur Wigelund til Íslands, og bleiv ein nógv umhildin maður, ið smíðaði íslendingum dygdargóðar bátar og skip. Abbasonur Petur Wigelund, Petur Wigelund Kritjánsson, gjørdist kendur tónleikari í Íslandi. Hans Stephanson Egholm leggur til rættis.

  1. 3

    Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn (1:3)

    Hvør var maðurin, Petur Wigelund, ið bleiv heiðraður av kongi í 1950, og síðani, 21 ár seinni, eisini bleiv heiðraður av Føroya landsstýri. Í fyrsta partinum av trimum hoyra vit um uppvøksturin hjá Petur Wigelund í Havn fyrst í 1900 talinum. Petur Wigelund, útiseti og slóðbrótari úr Havn Petur Wigelund sum barn. Hann bleiv doyptur Petur Danielsen   Sonur eitt konubrot Søgan um Petur Wigelund er eisini søgan um mammu hansara, Christinu Elisabeth Olsen úr Porkeri, sum var eitt satt konubrot. Hóast mótgang og hjúnarskilnað, so noktaði hon at geva skarvin yvir. Petur Wigelund Christina gjørdist sjálvstøðug vinnurekandi, og børnini hjálptu til, har tey kundu, og fóru eisini sum blaðung út forvinna pening til húsarhaldið. Á myndini sæst Petur Wigelund sum smádrongur hjálpa til hjá einum barberi í Havn.  Tað var í sambandi við hjúnarskilnaðin, at mamma Petur valdi at skifta eftirnavn til Wigelund. Upprunaliga stavaði Christina tað við einkult v, men tað er við tíðini blivið til w.  Petur Wigelund, útiseti og slóðbrótari úr Havn   Petur mundi endað í OL í 1920 Sum ungur, fór Petur Wigelund til Keypmannahavnar at nema sær kunnleika um báta- og skipasmíð. Hann var fullur av orku og umframt handverkið, so lá tað eisini raðið fyri hjá Peturi Wigelund at íðka nevaleik.

  2. 2

    Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn (2:3)

    Í 1926 ger Petur Wigelund av at royna eydnuna í Íslandi. Í viðtali við íslendskt blað greiðir Petur Wigelund frá, at orsøkin, til at hann endaði í Íslandi, var, at hann hevði útfararhug.  Ikki er óhugsandi, at Petur Wigelund heilt einfalt ynskti sær aðrar avbjóðingar, enn tær hann hevði møguleika fyri at fáa í Føroyum. Ein annar møguleiki er, at talið á nýbygningum Í Føroyum ikki gav rúmd fyri fleiri bátasmiðum í Havn ella suðuri í Vági. Petur Wigelund, útiseti og slóðbrótari úr Havn Í 1928 fór Petur Wigelund til Fáskrúðsfjarðar á Eysturlandinum í Íslandi at smíða bátar og skip. Keypmaðurin í Fáskrúðsfirði hevði bjóðað Peturi at smíða sær ein 15 tons deksbát, og Petur tók av møguleikanum. Petur Wigelund var ikki einsamallur í Fáskrúðsfirði. Stutt eftir at hann var fluttur til Reykjavíkar, hitti hann unga kvinnu Vilborg Dagbjartsdóttir. Vilborg var ættað úr Grindavík, og tey gjørdist væl og samdust um at fylgjast á lívsins leið. Vilborg var 16 ára gomul og Petur 28. Petur Wigelund, útiseti og slóðbrótari úr Havn Dóttir Petur Wigelund, Erla, greiðir frá, at pápi hennara var skemtingarsamur maður, og at hon var stolt av honum. Petur Wigelund var eisini virdur bátabyggjari í Íslandi, og dótturin minnist, at fólk tosaðu um, hvussu flottir bátarnir hjá pápanum vóru innrættaðir. Allir bátarnir, ið Petur Wigelund smíðaði í Íslandi bóru orð fyri at verið sera sjógóðir, og ongin maður er gingin burtur í einum báti hjá Peturi.

  3. 1

    Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn (3:3)

    3. septembur í 2004 andaðist ein av fremstu tónleikarunum í Íslandi, Pétur Wigelund Kristjánsson, einans 52 ára gamal.  Pétur Wigelund Kristjánsson, sum bara varð kallaður Pétur Poppari, var millum annað oddmaður og sangari í fleiri tónleikabólkum, eitt nú Náttúra, Svanfriður, Pelican, Paradís, Poker og Start. Petur Wigelund, Pétur Wigelund Kristjansson Pétur Wigelund Kristjánsson var abbasonur Petur Wigelund, sum var føroyingur, og bleiv kendur báta- og skipasmiður og nevaleikari í Íslandi.  Í triðja part í røðini um Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn hoyra vit um abbasonin Pétur Wigelund Kristjánsson, ið byrjaði sum tónleikari miðskeiðis í sekstiárunum. Petur Wigelund, Pétur Wigelund Kristjánsson, Pétur Poppari Serliga í sjeyti- og áttatiárunum gjørdi hann vart við seg saman við sínum mongu tónleikabólkum. Pétur var tilvitaður og errin av sínum føroysku ættarbondum, og hann vitjaði mangan í Føroyum. Serliga í sjeytiárunum upplivdu føroyingar íslendskan progressivan tónleik, men eisini meira rokk/poppkendan tónleik. Fleiri teirra vitjaðu her, onkur teirra meira enn eina ferð.

Type above to search every episode's transcript for a word or phrase. Matches are scoped to this podcast.

Searching…

We're indexing this podcast's transcripts for the first time — this can take a minute or two. We'll show results as soon as they're ready.

No matches for "" in this podcast's transcripts.

Showing of matches

No topics indexed yet for this podcast.

Loading reviews...

ABOUT THIS SHOW

Í trimum pørtum verður søgan um Petur Wigelund søgd. Petur Wigelund vaks upp í Havn fyrst í 1900 talinum, men fór sum ungur niður til Keypmannahavnar at nema sær kunnleika um báta- og skipasmíð. Umframt handverkið, so lá eisini raðið fyri hjá Peturi Wigelund at íðka nevaleik, og var tað upp á tal, at Petur skuldi umboða Danmark á Olympisku leikunum í Antwerpen í 1920. Í 1926 flutti Petur Wigelund til Íslands, og bleiv ein nógv umhildin maður, ið smíðaði íslendingum dygdargóðar bátar og skip. Abbasonur Petur Wigelund, Petur Wigelund Kritjánsson, gjørdist kendur tónleikari í Íslandi. Hans Stephanson Egholm leggur til rættis.

HOSTED BY

Kringvarp Føroya

CATEGORIES

Frequently Asked Questions

How many episodes does Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn have?

Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn currently has 3 episodes available on PodParley. New episodes are automatically indexed when they're published to the podcast feed.

What is Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn about?

Í trimum pørtum verður søgan um Petur Wigelund søgd. Petur Wigelund vaks upp í Havn fyrst í 1900 talinum, men fór sum ungur niður til Keypmannahavnar at nema sær kunnleika um báta- og skipasmíð. Umframt handverkið, so lá eisini raðið fyri hjá Peturi Wigelund at íðka nevaleik, og var tað upp á tal,...

How often does Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn release new episodes?

Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn has 3 episodes. Check the episode list to see recent publication dates and frequency.

Where can I listen to Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn?

You can listen to Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn on PodParley by clicking any episode. We provide an embedded audio player for direct listening, and you can also subscribe via your preferred podcast app using the RSS feed.

Who hosts Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn?

Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn is created and hosted by Kringvarp Føroya.
URL copied to clipboard!