Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn (2:3) episode artwork

EPISODE · Oct 31, 2023 · 40 MIN

Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn (2:3)

from Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn · host Kringvarp Føroya

Í 1926 ger Petur Wigelund av at royna eydnuna í Íslandi. Í viðtali við íslendskt blað greiðir Petur Wigelund frá, at orsøkin, til at hann endaði í Íslandi, var, at hann hevði útfararhug.  Ikki er óhugsandi, at Petur Wigelund heilt einfalt ynskti sær aðrar avbjóðingar, enn tær hann hevði møguleika fyri at fáa í Føroyum. Ein annar møguleiki er, at talið á nýbygningum Í Føroyum ikki gav rúmd fyri fleiri bátasmiðum í Havn ella suðuri í Vági. Petur Wigelund, útiseti og slóðbrótari úr Havn Í 1928 fór Petur Wigelund til Fáskrúðsfjarðar á Eysturlandinum í Íslandi at smíða bátar og skip. Keypmaðurin í Fáskrúðsfirði hevði bjóðað Peturi at smíða sær ein 15 tons deksbát, og Petur tók av møguleikanum. Petur Wigelund var ikki einsamallur í Fáskrúðsfirði. Stutt eftir at hann var fluttur til Reykjavíkar, hitti hann unga kvinnu Vilborg Dagbjartsdóttir. Vilborg var ættað úr Grindavík, og tey gjørdist væl og samdust um at fylgjast á lívsins leið. Vilborg var 16 ára gomul og Petur 28. Petur Wigelund, útiseti og slóðbrótari úr Havn Dóttir Petur Wigelund, Erla, greiðir frá, at pápi hennara var skemtingarsamur maður, og at hon var stolt av honum. Petur Wigelund var eisini virdur bátabyggjari í Íslandi, og dótturin minnist, at fólk tosaðu um, hvussu flottir bátarnir hjá pápanum vóru innrættaðir. Allir bátarnir, ið Petur Wigelund smíðaði í Íslandi bóru orð fyri at verið sera sjógóðir, og ongin maður er gingin burtur í einum báti hjá Peturi.

NOW PLAYING

Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn (2:3)

0:00 40:34

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn?

This episode is 40 minutes long.

When was this Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn episode published?

This episode was published on October 31, 2023.

What is this episode about?

Í 1926 ger Petur Wigelund av at royna eydnuna í Íslandi. Í viðtali við íslendskt blað greiðir Petur Wigelund frá, at orsøkin, til at hann endaði í Íslandi, var, at hann hevði útfararhug.  Ikki er óhugsandi, at Petur Wigelund heilt einfalt ynskti...

Can I download this Petur Wigelund - útiseti og slóðbrótari úr Havn episode?

Yes, you can download this episode by clicking the download button on the episode player, or subscribe to the podcast in your preferred podcast app for automatic downloads.
URL copied to clipboard!