Røðari er gamalt orð fyri rógvara episode artwork

EPISODE · Feb 6, 2023 · 45 MIN

Røðari er gamalt orð fyri rógvara

from Málteigurin · host Kringvarp Føroya

Tað kemur ofta fyri, at fólk finnast at, tá ið tey hoyra orð í útvarpinum, sum tey ikki kennast við. Eitt dømi um hetta var herfyri, tá ið útvarpsvertur brúkti orðið, røðari. Orðið, røðari er kanska ikki so ókent, men í hesum førinum var tað brúkt um rógvara.  Mong hava vent sær til okkara í Málteiginum um hetta og gjørt vart við, at ein røðari er ein, sum heldur røðu, og ein rógvari ein, sum rør. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at lurtarar fevna eisini um gomul fólk, ja tey eru kanska tey, sum lurta mest eftir útvarpinum. - Og eg haldi, at nógv gomul fólk kenna orðið røðari um rógvari, og kanska er tað framvegis livandi í onkrum málføri, sigur hon og leggur afturat, at hon sær einki skeivt í hesum. Innan og handan Fyrisetingar eru orð, sum vit javnan verða ørkymlað av, og tvær av teimum eru tær báðar innan og handan, og hesar verða ofta brúktar í førum, har tær ikki kunnu brúkast - so sum fólk handan felagsskapir ella arbeiðið innan eina vinnu. Handan merkir hinumegin, og tí skal tað einans brúkast í tí samanhangi.  - Tí eiga vit at siga fólkini aftan fyri felagsskapin, og arbeiðið í einari vinnu, sigur Elin Henriksen.  Innan hevur eisini fleiri merkingar, men eingin teirra kann brúkast til at siga “innan hetta økið”. Innan kann sum hjáorð vera ·    haðan tú kemur: Eg eri komin innan av Skálafjørðinum.  ·    á innaru síðu: mála húsini innan sum fyriseting ·    innan fyri: innangarðs, innanveggja ·    um tíð - áðrenn: arbeiðið skal vera liðugt innan 3 vikur Innan kann eisini vera sambindingarorð, men tað er lítið brúkt longur.  Í stuttum:  tað eitur ikki innan fiskivinnuna, men í fiskivinnuni tað eitur ikki innan hetta økið, men á hesum økinum og tað eitur ikki innan skúlaskap, men í skúlaskapi   Dagsins orðatøk eru:  vera sum kúgv í heimabeiti. vera sum kúgv í tjóðri vera sum hundur og ketta Onnur evni, sum eru umrødd í dag, eru orðið, at pendla, orðingin, tímir tú at gera hetta fyri meg, grót ella rótføroyskt, gravskitið og fipur.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Feb 6, 2023

Embed this episode

Ready to play

Røðari er gamalt orð fyri rógvara

0:00 45:37

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Málteigurin?

This episode is 45 minutes long.

When was this Málteigurin episode published?

This episode was published on February 6, 2023.

Can I download this Málteigurin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!