Sagnorð og føll episode artwork

EPISODE · Sep 18, 2023 · 44 MIN

Sagnorð og føll

from Málteigurin · host Kringvarp Føroya

Nær er tað hvønnfall, og nær er tað hvørjumfall? Tað er ein stórur spurningur, og í dagsins sending tosa vit um sagnorð og føll. Hví eitur tað til dømis vaska bilin, men vaska mær? Hví ikki vaska bilinum og vaska meg? Dømi um sagnorð, sum stýra einum falli - annaðhvørt hvønnfalli ella hvørjumfalli:   HVØNNFALL HVØRJUMFALL Eg síggi hann. Eg møtti honum. Eg spyrji hana. Eg svari henni. Hon biður hann gera soleiðis. Hon mælir honum til at gera soleiðis. Teir flotaðu bátin. Teir stýrdu bátinum. Hann lyfti hana  upp á land. Hann lyfti henni uppfrá. Hon heldur ferðslulógina. Hon heldur barninum í føvninginum. Tú noyðir hann at gera tað. Tú áleggur honum at gera tað. Tú klæðir teg væl. Frakkin klæðir tær væl. Mjørkin darvar flogferðsluna. Mjørkin forðar flogferðsluni. Lærarin lærir børnini at lesa. Børnini læra seg at lesa. Lærarin undirvísir børnunum í lesing. Bóndin fóðrar seyðin væl. Bóndin gevur seyðinum hoyggj. Hann styðjar hana í brattlendinum. Hann hjálpir henni í brattlendinum. Tey heiðra hann, nú hann fyllir 70. Tey fagna honum, nú hann fyllir 70.   Snákingarsagnorð:  Ein heilt serligur bólkur av sagnorðum eru tey sonevndu snákingarsagnorðini, t.d. vaska, greiða, klippa, kína. Tað serliga við hesum orðunum er, at tey taka hvørjumfall, tá ið talan er um fólk og húsdjór, og annars hvønnfall, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.  Dømi:  SNÁKINGARSAGNORÐ HVØNNFALL HVØRJUMFALL vaska (tváa) Eg vaski bilin. Hon vaskar føturnar á barninum. Eg vaski mær. Hon vaskar barninum um føturnar. greiða (kemba) Hon greiðir fløkjuna. Hann greiðir línuna. Hon greiðir sær.  Hon greiðir hundinum. raka Hann rakar bøin Hann rakar sær. klippa Hon klippir runnarnar. Frisørurin klippir henni. strúka Hon strýkur klæðini. Hann strýkur sær um ennið. sleikja Hon sleikir skálina. Hon sleikir sær um munnin. klappa Hon klappar knetti. Hon klappar honum á kinn. kína Hann kínir bilin. Hann kínir kettuni. mjólka Tey mjólka landskassan. Tey mjólka kúnni.   Sjáldsom orð Umframt føll viðgera vit orðini, handdragin /hannrajin/ og krakel.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Sep 18, 2023

Embed this episode

Ready to play

Sagnorð og føll

0:00 44:26

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Málteigurin?

This episode is 44 minutes long.

When was this Málteigurin episode published?

This episode was published on September 18, 2023.

Can I download this Málteigurin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!