EPISODE · Jul 15, 2015 · 10 MIN
Sjónvarpsverturin hevur føroyskan seyðahund
from Ferðaliðið · host Kringvarp Føroya
Kendi, danski sjónvarpsverturin og undirhaldarin, Anders Lund Madsen, hevur í fleiri ár ferðast í Føroyum. Fleiri føroyingar munnu kenna Anders Lund Madsen frá onkrum av sendingunum hjá DR, men tá hann ikki er til arbeiðis, kemur meir enn so fyri, at hann vitjar í Føroyum. - Eg var her fyrstu ferð fyri 30 árum síðani í sambandi við eina uppávu á RUC, har eg las. Eg treivst so mikið væl, at eg havi verið her óteljandi ferðir síðani, sigur Anders Lund Madsen, sum hesaferð bert steðgar í nakrar fáar dagar. Unnustan og trý av børnunum eru við á ferðini. At sjónvarpsverturin er fjeppari av Føroyum, føroyingum og náttúruni, letur hann als ongan iva vera um. - Her er fantastiskt í allar mátar, og so er her so grønt so grønt. Ótrúliga vakurt, sigur Anders Lund Madsen, sum herfyri valdi at ogna sær ein føroyskan seyðahund. - Hundurin stórtrívist í Danmark, og er næstan blivin ein legenda í Keypmannahavn, tí hann uppførir seg fyrimyndarliga væl, sigur Anders Lund Madsen og leggur afturat, at tað fyri tað mesta er unnustan, sum venur føroyska seyðahundin. - Næstu ferð vit koma henda vegin, kemur hundurin við. Hesaferð staðga vit so stutt, og tá helt eg tað vera synd, um hundurin skuldi brúka so nógva tíð upp á ferðing og so bara steðga í Føroyum í fáar dagar, sigur Anders Lund Madsen. Hoyr alla samrøðuna við Anders Lund Madsen, ið var at hoyra í Ferðaliðnum týsdagin.
Embed this episode
NOW PLAYING
Sjónvarpsverturin hevur føroyskan seyðahund
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.