Skaldsligt orðasmíð episode artwork

EPISODE · Mar 4, 2024 · 46 MIN

Skaldsligt orðasmíð

from Málteigurin · host Kringvarp Føroya

Flestu okkara munnu kenna orð sum sólskinstøgn og motormani. Hetta eru dømi um skaldsligt orðasmíð hjá Martini Joensen. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at so leingi, sum høvundar og skald hava verið virkin, hava tey sett saman nýggj orð, ofta burtur úr orðum, sum vóru til frammanundan, men sum verða sett saman soleiðis, at tey fáa annað innihald. Til eru nógv sløg av slíkum orðum, og bókmentafrøðin hevur eina heila vísindagrein um slík orð, sum tað eru skrivaðar tjúkkar bøkur um. - Vit fara tó ikki so djúpt inn í evnið myndbering, ella kenning, sum tað eitur um slík fyribrigdi í norrønum skaldskapi, men fara at hyggja at nøkrum nýggjari skaldsligum orðasamansetingum, sigur Elin Henriksen og nevnir Martin Joensen, sum hevur eitt stórt ríkidømi av nýggjum myndburðum.   Sólskinstøgn: tøgn nýtt sum mynd av friðsælu Vøkumaðurin: var upprunaliga ein, ið vakti til útróðrar, men her við nýggjari merking: ein, ið vakir yvir tær Dagmett sól søkir niðublund: sólin,mett av degnum. Niða er myrkur Motormani: mani = bundin av Pápalátur og mammutár: sigur seg sjálvt, men her liggja so nógv orð og nógvar merkingar fjald í hesum báðum sigandi orðunum Blómubarnamold: blómubarn var orðmynd av rørsluni frá 60'unum, flower-power og make love, not war. Moldin, har blomstur vaksa. Umhvørvið av 'blómubarnamentan' Skuggagestur: eru til í skugga - í dreymum   Fúsur og smettumætari Tvey onnur orð eru til viðgerðar í dagsins sending. Hví siga vit at vera til dystin fús, sama um talan er um mann, kvinnu ella barn? Um talan var um ein mann, átti tað so ikki at itið hann er til dystin fúsur - ikki hann er til dystin fús? Og hvat er ein smettumætari?

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Mar 4, 2024

Embed this episode

Ready to play

Skaldsligt orðasmíð

0:00 46:15

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Málteigurin?

This episode is 46 minutes long.

When was this Málteigurin episode published?

This episode was published on March 4, 2024.

Can I download this Málteigurin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!