Skiftið 'baby' út við barn ella pinkubarn episode artwork

EPISODE · Apr 3, 2023 · 46 MIN

Skiftið 'baby' út við barn ella pinkubarn

from Málteigurin · host Kringvarp Føroya

Í Málteiginum hesa ferð eru ein røð av dømum um orð og orðingar til viðgerðar. Hetta er partur av sendingunum, ið eru um purismu. Eitt orð, sum verður viðgjørt, er enska orðið 'baby', sum verður meira og meira brúkt. Dømi: hon hevur 'baby' í búkinum.   Úr sms-skipanini hjá KVF:  Ein beybi er kvennkyn. Beybian hjá tykkum er sooo ker. Eg vænti at okkara beybiur vera bestu vinmenn, tá ið tær vera stórar... Eitur tað eitt baby ella ein baby, og stava vit tað beyby ella beybi? Í sendingini kemur fram, at orðið verður umtalað sum øll trý kynini, og tí er púra ógreitt, hvussu tað skal bendast. Tað merkir, at hetta enska orðið ikki so lætt at taka inn í málið og lata í føroyskan málbúna, og tí mælir Elin Henriksen, málkøn, til, at vit sleppa hesum orðinum.   Orð og orðingar Umframt orðið, 'baby', eru onnur orð og orðingar, sum eru tikin inn í føroyskt upp á ymsar mátar, til viðgerðar. Orðingar: 'At lata tey ungu væl í' við merkingini at brynja, 'at vera frammi í skónum' og 'tað fyrigongur'. Orð: Útfordring, quooker, skyndil, begynna, gjalda og betala, pimpaður, nominerað og Charles ella Karl kongur.   Talorð Í fleiri sendingum hava vit umrøtt talorð, og í hesum sambandinum hevur Elin Henriksen víst á, at tíggjutalsskipanin er einfaldari enn tann, sum vit brúka nú, og at hon hevði kunnað lætt um hjá teimum børnum, ið hava ilt við at læra seg tøl. Lurtari hevur vent sær til okkara um hetta og sent okkum grein í Miðnámsriti 9 um, hví børn í eystur-Asia duga betur at rokna enn børn í vesturheiminum.  Greinin kann lesast her.

Episode metadata supplied by the publisher feed · Published Apr 3, 2023

Embed this episode

Ready to play

Skiftið 'baby' út við barn ella pinkubarn

0:00 46:35

No transcript for this episode yet

We transcribe on demand. Request one and we'll notify you when it's ready — usually under 10 minutes.

No similar episodes found.

No similar podcasts found.

Frequently Asked Questions

How long is this episode of Málteigurin?

This episode is 46 minutes long.

When was this Málteigurin episode published?

This episode was published on April 3, 2023.

Can I download this Málteigurin episode?

Yes. Use the download control on the episode player to save the publisher-provided media file.
URL copied to clipboard!