EPISODE · Apr 14, 2011 · 52 MIN
Skulu álvarslig mistøk í heilsuverkinum kunngerast
from Bismarin · host Kringvarp Føroya
Aðrastaðni hava heilsuverk slíkar listar. Danska sjúklingaumboðið - Patientombuddet - hevur eisini lista yvir avgerðir, sum eru kærdar um heilsustarvsfólk. Hetta verður partvíst gjørt fyri at tryggja sjúklingar og fyri at góðskutryggja heilsuverkið. Heilsustýrið hevur mett, at øll tey, sum standa á listanum, kunnu halda fram at arbeiða. Eingin teirra fremur sostatt virksemi, sum er óforsvarligt ella vandamikið. Um so var, hevði Heilsustýrið tikið autorisatiónina frá teimum. Á listanum eru altso starvsfólk í heilsuverkinum, sum hava gjørt mistak ella mistøk. Men Heilsustýrið hevur álit á, at tey kunnu broyta praksis, soleiðis at mistøkini ikki skulu verða endurtikin. Lurtið eftir sendingini Bismaranum.
Embed this episode
NOW PLAYING
Skulu álvarslig mistøk í heilsuverkinum kunngerast
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.