EPISODE · Sep 8, 2017 · 1H 48M
Summartíð 05. september 2017
from Summartíð · host Kringvarp Føroya
Sendingin hesaferð snýr seg millum annað um hjálpararbeidi í sambandi vid, at 20 ár eru lidin sídani Móðir Teresa doyði Vit fáa vitjan av Føroysku Barnahjálpini, ið útvegar fátøkum børnum í menningarlondum varandi hjálp. Eisini fáa vit ordid á Harriet Poulsen, sum letur studul til tvey børn, eitt í Libera og eitt í Filipsoyggjunum, sum hava vánalig lívskor Áhugafelagsskapurin Búgva sóknast eftir fleiri leigubústøðum í Føroyum, serliga í høvuðsstaðnum, tí privati leigumarknaðurin er lítil, dýrur og ótryggur. Í gjárkvøldið sóu vit í Degi og Viku, at tað er lættari at fáa lán at keypa hús í Havn, enn tað er at fáa lán at keypa hús á bygd. Elin Hentze frá áhugafelagsskapinum Búgva, kemur í útvarpsstovuna. Vit spyrja eisini landsstýriskvinnuna á økinum, Eyðgunn Samuelsen, hvørjar ætlanir hon hevur vid bústaðarmálum í Føroyum, og um hon ætlar sær at loysa trupulleikarnar, sum eru vid tómum húsum í kommunum, og vid leigubústaðartroti. Eisini bjóða vit Bústøðum at greiða frá, hvørjar ætlanir tey hava, og hvussu nógv fólk eru á bíðilista til leigubústað.
Embed this episode
Ready to play
Summartíð 05. september 2017
No transcript for this episode yet
Similar Episodes
No similar episodes found.
Similar Podcasts
No similar podcasts found.